Rørandi vakrar dreymsjónir

hendan.jpeg

Framsýningin hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir, Góða dreymadagbók er grundað á dreymar, sum listakvinnan hevur havt og sum hon hevur skrivað niður. Og tað er rørandi vakurt og sansaliga spennandi at uppliva dreymsjónirnar hjá Anný.

Liðin eru mong ár síðan eg seinast var í ovara parti av sonevnda Ostahúsinum. Men eina tíðina var eg nokk so nógv har - tað var tá Anker Mortensen hevði sítt hugtakandi atelier har; eitt heilt lítið univers við brenniovni, blaktrandi kertuljósum, undurfullum Regini Dahl á plátuspælaranum og ævigum bunkum av pappírsørkum, bókum og listaverkum. Alt hetta er flutt, og í staðin er komið eitt høli, sum er lítið, men sum tó væl kann brúkast í sambandi við smærri framsýningar. Í dag og í morgin er hølið fevnt av dreymsjónunum hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir.

Framsýningin er sett saman av seks verkum, ið eru myndað av ymiskum tilfari, av tekstil, voks, greinum, hári, leirlutum, mold osfr. Tað mesta er lívrunnið tilfar, sum er sett upp í installatiónum við frásagnarligum heitum eins og t.d. krypil, Farvæl og grøðandi te, sum í ávísum førum, men ikki altíð, eru sjónliga samsvarandi við fysiska verkið ella lutirnar í sjálvum sær. Síðstnevnda verk, ið sæst ovast við einum koppastelli og tendraðum stearinljósum, inniheldur t.d. ymsar stimbrandi drykkir. Eitt klikkað theselskap og ein berúsað labyrint úr mold gevur lættliga hugasamband til søguna um Alice in Wonderland, samstundis sum hestar, sniglahús, pinnar og knýti munu kynda undir allar møguligar óskikkiligar Freudianskar tankar. Meðan eg gangi runt í framsýningini komi eg í tankar um ymisk listafólk, føroysk og útlendsk, sum eisini fáast við tekstillist, installatiónir og lívrunnið tilfar. Tess meira imponerandi er tað, at unga listakvinnan megnar at ala fram sítt egna univers, sum er fjálgt og løgið og fult av søgum, ið um somu tíð eru fittar, ósekar og gentuligar við einum undirtóna av onkrum upprunakendum shamanistiskum við leitandi minnum og ótálmaðum seksualiteti og hugflogi. Á sama hátt sum á framsýningini, sum Anný Djurhuus Øssursdóttir hevði í fjør í niðaru hædd í Ostahúsinum, so fær áskoðarin varhugan av eini scenografi; at verkini eru tableau í eini søgugongd, sum heldur enn at vera søgd í tíðarrøð, er óreglulig og bylgjandi rund og organisk eins og stóra moldrúgvan á gólvinum. Lutirnir eru tað, sum teir eru; tað er við uppsetingini av teimum, at listakvinnan sigur okkum sínar dreymsjónir. Tað ger hon ikki sum ein lítil Alice, ið tortrúgvin gongur í eini løgnar dreymaverð og mutlar sítt “curiouser and curiouser”, men sum ein sannførd listakvinna í støðugari menning. Eg viðmæli øllum at fara á framsýning hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir at heilsa uppá ta nýggju føroysku listina.

Anný Djurhuus Øssursdóttir er 21 ár og kemur úr Søldafirði. Í fjør fekk hon gávugóðs úr grunni Thorvald av Steinum. Hon gongur í listaskúlanum VERA í Keypmannahavn til tess at fyrireika seg til víðari útbúgving innan myndlist.

hendan2.jpg
pak.jpg

Góða dreymadagbók er heitið á Pop Up solo-framsýningini eftir Anný Djurhuus Øssursdóttir, sum er opin í dag til klokkan 20 og í morgin, 15.feb. frá kl.12-20. Framsýningin er í Ostahúsinum aftanfyri Perluna og er bert opin í tveir dagar.
__________________________________________________________

Góða dreyma dagbók, góði mánamaður, góðasta sjúka ketta, góða fitta omma.
Takk fyri eina hugnaliga nátt í góðum vertskapi. Takk omma, fyri blóðpylsu og temunn omaná. Tað var deiligt at sita úti á altanini og práta og telja stjørnuskot.
Góða ketta, eg helt tú hevði latið lív.
Minst til ráðið mánin gav tær!
Ansa eftir teimum longu gjøgnumskygdum klónum, tær brotna læt.
Tú sært betri út nú, enn tá tú vart meira livandi.