Autentisk og vøkur sjúkrasøga

53098653_325682514970404_7604894713224626176_n.jpg

IKKI FYRR ENN TÁ

Har er ikki nógv poetiskt við heilakrabba. Kanska er heilakrabbi tað minst poetiska, eg kann koma í tankar um. Hvussu skal tað so ganga, tá ein yrkjari fer at skriva eina skaldsøgu um ein mann, hvørs kona verður rakt av hesi ótespiligu sjúkuni? Einum heilasvulli, ið vaksur og breiðir sítt myrkur yvir húskið í skaldsøguni. - Yrkingarnar hjá Oddfríði Marna Rasmussen vóru mangan rættiliga abstraktar og eksperimenterandi, men hann er seinnu árini í størri mun farin at skriva um tilveruna í sjálvum sær og serliga um hvussu hon tekur seg út upp ímóti skugganum av deyðanum. Hesin skuggi liggur kleimin út yvir alla skaldsøguna, sum hevur sløðst her í stovuni nakrar dagar. Perman við tí vemmiliga svarta og myrkareyða vøkstrinum við greinum, ið breiða seg í allar ættir, sær so óhugnalig út, at eg í sosialrealistiskari hospitalsræðslu havi skákað mær undan hvørja ferð eg havi borið eyga við hana, men tá eg í morgun ætlaði mær at kaga í bókina, ja so endaði eg við at lesa alla. Tí soleiðis er hetta ein frálíka løtt og góð bók at lesa, serliga er fyrri parturin, ið er skrivaður í tátíð og sum snýr seg um Elsu frá, at byrjanarsymptomini uppá heilakrabba fara at gera um seg og til hon doyr og verður jarðað, væl skrivaður. Hesin fyrri parturin fyllur eitt sindur meira enn tveir triðingar av skaldsøguni, meðan síðsti partur snýr seg um lívið hjá Janusi eftir at konan er deyð.

Janus sær bæði aftur og fram. Frásagnarhátturin er kollasjukendur við hugsanum, minnum og upplivingum, sum umskarast og sum sera neyvt og realistiskt endurgeva skelkin og fatanina av sjúkuni, samstundis sum tíðin gongur og sjúkan so líðandi køvir vit og skil. Tað ljóðar óluksáliga deprimerandi at skula lesa eina bók um ein sjúkan persón, sum spakuliga versnar og fánar burtur, samstundis sum sjúkan etur seg inn á hennara persónsmensku. Men bókin er í grundini eisini uppbyggilig í síni menniskjansligheit í lýsingunum av tilverunnar universalu treytum og mørkum og ikki minst í sínum lýsingum av teirri ófatiligu styrkini, sum vit menniskju hava, tá harðast leikar á. Vakrastu partarnir í bókini eru smáir kærleiksfylltir glottar, har sjúkan sleppur kvørkratakinum og vit í stillum løtum síggja menniskjuni eyðmjúk staðfesta t.d: “Tað var gott at sita við síðuna av sjúkrahúsinum og ikki noyðast at fara inn.” Øll, sum hava upplivað álvarsliga sjúku á egnum kroppi ella hjá teimum nærmastu kenna hesa kensluna av fullkomnum sundirknúsilsi og harav fylgjandi totalari eyðmýkt.

Persónarnir eru ómetaliga væl lýstir, serliga teir báðir høvuðspersónarnir og alt tað, tey bæði gera fyri hvønn annan til tess at halda sjúkuna út, t.d. murrar og syngur maðurin fyri at ugga konuna og lýsingin av hesum og av mátanum, hann nýtir tónleik at sissa konuna við tykist ómetaliga veruleikakend og rørandi. Tað er sjálvsagt fyri tað mesta tann fríski maðurin, sum hjálpir sjúku konuni, men hon er í sínum ljósu løtum eisini før fyri at hugsa fram í tíðina, tá hon einaferð biðjur hann ikki brotna. Maðurin er ógvuliga skroypiligur, men púra stálsettur meðan sjúkan ræður - tað er ikki fyrr enn aftaná, at hann í roynd og veru brotnar.

Síðsti triðingurin av bókini er skrivaður í nútíð og gongur í stóran mun fyri seg í fyllskapi og samanbroti. Stílurin broytist eitt sindur og verður næstan surrealistiskur, tá Rósa við drekatatoveringini flytur inn til Janus uttan at hann ordiliga er varugur við hvat hendir. Rósa er gátufør og lesarin ivast í fyrstani í um hon er til ella um hon er ein dreymasjón, sum Janus hevur gjørt sær við bókmentaligum og alkoholiskum íblástri. Hon minnir bæði um Lisbeth Salander í kendu krimirøðini hjá Stieg Larsson og um gátuføru kvinnuna í Ned til hundene hjá Hele Helle, sum flytur inn til nøkur fólk, sum hon ikki kennur. Men lesarin fær síðani alt at vita um Rósu í politirapportini á síðu 256 og tað er í grundini spell haldi eg.

Skaldsøgan endar sama stað sum hon byrjar; í songini við endurtøkuni: “Skriva á tað hvíta, leita í tí døkka”, sum Elsa sigur í byrjanini. Umframt at snúgva seg um sjúku, snýr skaldsøgan seg eisini um at skriva og um royndina at fasthalda minnini um ein persón gjøgnum skrivingina og tær slóðir vit lata eftir okkum í luktinum, sum situr eftir í klæðunum, í rivum og skøvum á tingunum og í fótafarinum av okkara kroppi í seingjarklæðunum, meðan lívið spakuliga tekur við og fer avstað við okkum aftur. Vist er bókin syrgilig, men eins og sirmið í henni er gult av sól, glógvar hon av menniskjansligum innliti og tokka. IKKI FYRR ENN TÁ er ein autentisk og vøkur sjúkrasøga um deyða og miss, men hon er eisini søgan um hann, sum yvirlivir og skrivar søguna.

Kinna Poulsen