Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum varð fríggjakvøldið latið Leu Kampmann, sangara og sangskrivara, á hátíðarhaldi á Fróðskaparsetrinum. Hansina Iversen, myndlistafólk, sum situr í tilmælisnevndini hjá grunninum, segði m.a. í grundgevingini fyri at lata henni gávugóðsið:
“Í tónleikinum hjá Leu hoyrist, at hon er uppvaksin við klassiskum tónleiki, eitt nú í kórútsetingunum í innspælingum hennara, og huglagið í tónleikinum er inspirerað av klassiska tónleikinum. Men huglagið og inspiratiónin kemur sanniliga eisini frá rútmiska tónleikinum og kendum sangskrivarum, sum Leonard Cohen, Joni Mitchell og Jeff Buckley... Lea gongur nú á triðja ári á tónleikamiðnámi í Tórshavnar Musikkskúla.”
Thorvald Poulsen av Steinum var urtagarðsmaður í Havn, sum testamenteraði pengar í ein grunn, sum skuldi stuðla og eggja gávuríkum ungum listafólkum til útbúgving. Í nevndini fyri grunnin sita altíðrektarin á Fróðskaparsetrinum, forfólkið í LISA og forfólkið í Føroya Lærarafelag.
Í takkarrøðuni segði Lea Kampmann, at hon sum fimm ára gomul flutti til Danmarkar. Tá ið hon hevði lokið studentsprógv flutti hon aftur til Føroya. Í fyrstu atløgu var ætlanin at vera “heima” í eitt hálvt ár. Nú eru fýra ár liðin, og Lea kennir Føroyar sum sítt heim. Hon ætlar sær tó av landinum fyri at nema sær útbúgving innan tónleik, og stuðulin frá Thorvaldi kemur væl við.