Harrarnir Vitandi og Alvitandi skoða eina kópakonu
/
Nýggja bókin hjá Carl Jóhan Jensen er komin og verður løgd fram í Steinprenti 29.aug. kl 17, tað vil siga komandi fríggjadag og øll eru vælkomin til bókaframløguna. Meðan vit bíða, kunnu vit stytta okkum stundir við at flenna at smáu tekstunum, sum høvundurin hevur skrivað í síni ógvuliga originalu reklamukampanju. Higartil eru tveir tekstir komnir og nú hesin aftrat.
-Hm…
-Hm, hvat?
-„Dreymsins tröllvaxna sorg á knæbóndans framhoknu herðum…“
-Knæbóndi, hann forgroni meg…handan boppudiddan…ein knæbóndi…
-Eg sipaði nú til Ezra Pound, gjørdi eg…
-Essa hvønn…
-Ezra segði eg, Ezra Pound, tá ið hann sang har suðuri í Pisa eftir kríggið og var…
-Eg veit so bara um ein Essa og hann sang ikki nakrastaðni…síðst av öllum í Pisa…
-Men Pound, veitst tú, hann var eitt víðgitið amerikanskt skald…modernistur par excellence sum tey siga…
-Ja, tað kann eg ætla… og gera kópakonur til knæbóndur, tað er yrking við lít…at halda skattaborgarans góða skil fyri tað turra spott… tað eigur at vera ein lystig list….
-Isi nú hann sjálvur, isi…tað var nú bara tað, at eg kom soleiðis hissini at hugsa um hina standmyndina…í Havn…Traðarmannin uttan fyri ráðhúsið….tað ímyndina av einum slitmanni…
-Nei, salt komi í reyvarskinnið sum tú altíð skalt fáa alt til Havnar, títt spring-hövd…ímynd av einum slitmanni..suðuri í Havn…hvat hevur nakrantíð tyngt háls og axlar á nökrum Havnarmanni uttan í mesta lagið slips og innifrakki…tú…
-Eg meinti nú við føroyingin sum heild, ha? Arbeiðstrælin gjögnum öldirnar…á sjógvi og landi, í fjöru og haga…Pound hevur empati, sært tú…samkend við teimum trælkaðu, hann vísir á, hvussu sögan vil fara við teimum stórmennum, sum taka handskan upp fyri smámannin, ha…tey hava verið krossfest, húðflett, hongd upp eftir hælunum og…
-Eg leggi ikki ein lakasaltaðan lort í, hvønn sögan hongur upp eftir halanum... vit fletta so bara skinn av seyði her norðuri, gera vit, og konufólkið, tær klára at lata seg úr sjálvar, saktans, og gera tað glaðar, hvat handa vinstraræstnaða rak-lippan so bloggar úr Sørvági…
-Men var ikki okkurt um hatta hjá henni alllíkavæl…at kópakonan átti at hugt til havs…
-Til havs?
-Haðani hon kom…
-Kom..hon kom til búgvið borð, gjørdi hon…
-Men sögnin…
-Ja, rak-lippan kann hagreiða sögnina sum hon vil, tað ger okkum ongan mun her…
-Jú, men tað er nettupp tað eg royni at siga, ha… standmyndin er ikki öðrvísi enn tíðarandin hevur snarað sögnini…hon vendir líkasum broddin móti móti tí trælkaða føroyinginum, móti innlögumanninum…óbeinleiðis ið hvussu er…og soleiðis verður kallkynið alt sum tað er ímyndin av einum belsmanni og einum konubukara…eg meini, samanum tikið, er hetta ikki serliga væl úthugsað list …ha…
-Hetta er okkara list, tú…soleiðis vilja vit síggja her norðuri…og tað hvörki í myrkri ella mjörka, tað kann eg forsalta tær fyri, hin gamli….
-Altso en d'autres termes…list fyri hoi polloi…
- Hoy-polla tær sjálvum, kanst tú, tín turrsaltaði Kinnu-dandari…tú og hasin hattamaðurin hjá tær…
-Álvaratos…hoi polloi er nú bara griskt og tað merkir…
-…at ganga við hattinum kíkaðum niður fyri eyguni og billa sær inn at síggja betur enn onnur…gud forsalti seg, tað sigi eg bara…
-Og kortini ætlar tú tær í Steinprent fríggjadagin í komandi viku…
-Tað kanst tú marinera tær pillið uppá…onkur norðingur má til, skal glotti vera í myrkrinum har suðuri…
-Men so minnist tú, meðni, at tað er klokkan seytjan tiltakið byrjar…
-Ja, forturkað.