Framúrskarandi millumrúm


Ummæli

Ekkóhjarta: Setningarnir eru ravmagn. Elektriskt trampa teir síni risafet á mítt óvarda hjarta, og geva seg avstað út í alheimin; rungandi í innanopnum sjálvljóðum. Eg vildi ynskt, tú hevði sagt okkurt annað enn tað, tú segði, men har var eingin ivi. Tìn rødd. Mítt ekkóhjarta.

Plátuhúsin er heitur, gulur og violettur og vilt fabulerandi, meðan tónarnir í støðum følast kaldir, bláir og spentir - tankarnir eru næstan hvítir og huglagið kennist sorgblítt hugsunarsamt á áhugaverdu LP plátuni MÍTT NAVN VIÐ HONDSKRIFT við orðum hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger og tónleiki hjá Lasse Thorning Jæger, sum varð givin út í summar. Upplagið er avmarkað, bert 80 eintøk av 180 gramm vinylplátuni, við upprunagrafiskum húsa, nýkomponeraðum elektroakustiskum tónleiki, og 10 nýskrivaðum stutt-prosatekstum eru útgivin. Talan er tískil av sonnum um eina eksklusiva útgávu, ið fevnir um tekst, tónleik og myndlist í einum, og sum fær meg at fegnast um (enn einaferð), at eg havi plátuspælara í húsinum. Teir tíggju stuttprosatekstirnir hava staðið í Vencil – tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum, men vit kunnu helst allíkavæl loyva okkum at kalla plátuna fyri debutsavn hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger og tað er eitt lyriskt savn, tó at talan er um stuttprosatekstir. Talan er um eitt skrásetandi eg, sum minnist upplivingar og kenslur og sum hugsunarsamt undrast á munin millum tilburðirnar sjálvar og hvussu vit minnast og uppliva teir. Deyðin er alla tíðina til staðar millum reglurnar, bæði sum lívstreyt og sum tað ófatiliga markleysa, sum alla tíðina má setast upp móti onkrum øðrum, so at vit um ikki annað í løtum kunnu billa okkum inn, at vit hava eina relativa fatan av tí ófatiliga. Tematikkurin í tekstunum er sostatt djúpt filosofiskur, samstundis sum angist og neurosur eins og sansanin av tí ítøkiliga er av stórum týdningi fyri tað stundum uppøstu, tivandi kensluna í útgávuni.

Mett út frá teimum retropspektivu, væl skrivaðu tekstunum, er talan um eitt óvanliga búgvið debutsavn, men yrkjarin er neyvan nøkur skaldslig novisa. Eg giti, at hon hevur skrivað tekstir áður, um hon ikki  hevur givið teir út, og eg vóni, at hon heldur á fram at skriva, at sjálvsálitið vaksur upp á knøini á evnunum, so at vit fáa eina bók frá henni á føroyskum í næstum. Ljóðsporið á plátuni kennist um somu tíð róligt, fragmentariskt og kontrollerað við seriellum dámi. Tónarnir tykjast lutfalsliga stramt og einfalt skipaðir og sjálvt um talan er um elektroniskan tónleik, er kenslan onkursvegna analog á ein hátt, sum  passar saman við afturlítandi huglagnum í tekstunum, gamaldags vinylgóðskuni, skrivimaskinskriftini á húsanum og hondgjørda dygdarsteinprentinum hjá Hanna Bjartalíð. Lasse Thorning Jæger hevur gjørt sær ómak við, at skapa eitt samanhangandi verk, har tú sum lurtari stígur inn í eitt huglag, heldur enn at trína inn í eina vanliga av handahógvi merkta konstruktión av ørindum og niðurlagi. Hann leggur greidliga dent á, at tónarnir ikki skulu vera undirlag undir røddini, men at tónar og upplestur eru javnsettir partar av framførsluni og hetta hevur hepnast honum sjáldsama væl. Í einum útvarpsinnslagi hjá Gunnari Nolsøe var ein áhugaverd samrøða við tey bæði, sum eftir øllum at døma hava skapað tað gula gesamtlistaverkið í millumrúmum, sum uppstóðu í barnaansingini, tá tey fingu lítlu dóttrina fyri tveimum árum síðani. Hetta eru væl gagnnýtt millumrúm, frálíkt at nakað so jarðbundið sum smábarnaansing á henda hátt kann fungera so framúrskarandi væl sum kreativur fótongul hjá listini.

Mamma/streymur/Hav: Langt har úti rørist eitthvørt. Ein alda verður tvær, og tríggjar. Og hav. Sjógvurin er svartur; brýtur seg upp, sum tók hann sjómanstak við sjónarringin. Vit standa hond í hond. Tú ert ikki bangin. Hetta hugsi eg og undrist. Undirstreymurin sýgur um minar føtur; bindur meg fast í djúpinum. Eg fari at doyggja nú. Ella kanska í morgin. Eg veit tað, og eg veit tað ikki. Strondin er longri burtur enn tíðin, sum er her – í takt við mín kipta andadrátt.

Plátan MÍTT NAVN VIÐ HONDSKRIFT fæst til keyps í Steinprenti fyri 400 krónur.