Kringvarpið og Karusellin
/Nú liðið er út í hálvan august mánaða, er Kringvarpið við at ressast aftur aftan á summarskránna. Eitt nú verður tíðindasendingin Dagur og Vika aftur send fýra ferð um vikuna. Men enn eru sendingar sum In Mente o.t. sum hoyra til vetrarskránna ikki komnar á skrá. Í síðstu vetrarskrá var In Mente týsdagar - hesa vikuna sá týsdagsskráin soleiðis út:
06:00 - 07:00
Tónleikur
Morguntónleikur
07:00 - 07:05
Tónleikur
Tíðindi
07:05 - 07:15
Tónleikur
Morgunlestur
07:15 - 07:30
Tónleikur
Summarmorgun
07:30 - 07:35
Tónleikur
Tíðindi
07:35 - 08:00
Tónleikur
Summarmorgun
Morgunsending við samrøðum, innsløgum og tónleiki.
08:00 - 08:05
Tíðindi
08:05 - 09:00
Tónleikur
Summarmorgun
Morgunsending við samrøðum, innsløgum og tónleiki.
09:00 - 09:05
Tíðindi
09:05 - 09:50
Tónleikur
Summarmorgun
Morgunsending við samrøðum, innsløgum og tónleiki.
09:50 - 10:00
Tónleikur
Morgunlesturin (e)
10:00 - 10:05
Tíðindi
10:05 - 11:00
Tónleikur
Summarmorgun
Morgunsending við samrøðum, innsløgum og tónleiki.
11:00 - 12:00
Tónleikur
Summarbeat
Sending við blandaðum tónleiki sum Ragnar A. Jacobsen velur.
12:00 - 12:15
Tónleikur
Føroyskur middagstónleikur
12:20 - 12:30
Tíðindi
12:32 - 13:00
Føroyskur døgurðatónleikur
13:00 - 13:02
Veðurtíðindi
13:02 - 13:59
Tónleikur
Vitan
Kári Sólstein hevur lagt til rættis.
14:00 - 15:00
Tónleikur
Føroyskur tónleikur
15:00 - 15:05
Tónleikur
Tíðindi
15:05 - 16:00
Tónleikur
Kringrás
"Kringrás - tónleikur ið er í ringrás í Kringvarpinum":
16:00 - 16:05
Tónleikur
Tíðindi
16:05 - 17:00
Tónleikur
Karusellin
Undirhald, samrøður, innsløg og tónleikur.
17:00 - 17:05
Tíðindi
17:05 - 17:55
Tónleikur
Karusellin
Undirhald, samrøður, innsløg og tónleikur.
18:00 - 18:10
Tónleikur
Tíðindi
18:15 - 18:30
Tónleikur
Føroyskur tónleikur
18:30 - 19:30
Tónleikur
Summarmorgun (e)
Samandráttur úr morgunsendingini.
19:30 - 20:30
Tónleikur
Summarbeat (e)
Sending við blandaðum tónleiki sum Ragnar A. Jacobsen hevur valgt.
20:30 - 21:00
Føroyskur tónleikur
Tað er ikki at taka munnin ov fullan at halda uppá, at kategoriin Undirhald, samrøður, innsløg og tónleikur er umboðað í heldur ríkiligt mát í hesi týsdagsskránni og tað tykist sum um, at fleiri lurtarar eru ómetaliga troytt av júst hesum sendingunum, kanska eisini orsakað av tí, at ummæli av t.d. festivalum, sum hava verið eitt absolutt høvuðsevni á summarskránni hjá Kringvarpinum, ofta eisini hava verið lættar samrøður. Alt ov nógv snikksnakk og lættisoppatónleikur fyllir útvarpið, halda fleiri og ymsastaðni hava atfinningarsamar røddir verið frammi um vantanti dýpd í Kringvarpinum. Á Facebook hava fleiri atfinningar staðið, m.a. í einum FB bólki, sum er upprættaður til viðmerkingar og tær flestu viðmerkingarnar eru negativar fyri tíðina. T.d. skrivar ein lurtari, Barbara M.Tausen: "Taka vit saman um summarsendingarnar - so vil eg pástanda, at 90 prosent av senditíðini er við tónleiki og um tónleik. Ikki bert ávirka allir festivalarnir sendingina, men eisini nú hesir eru lagdir aftur um, heldur tónleikur, og prát um tónleik, fram - tíma eftir tíma eftir tíma. Løgið, at allir føroyingar, ið bert eiga ein gittara, verða drignir niðan í Sortudíkið at verða tráspurdir um, hvørjar ætlanir teir hava, um teir hava framført nakað, nær teir byrjaðu, hví teir byrjaðu og hvørjar fyrimyndir teir hava o.s.fr. Misskil meg ikki - eg elski tónleik! Men alt við máta! Alt lívið og øll tilveran kann ikki bert vera tónleikur. Hendir einki annað í Føroyum? Er einki annað at skifta orð um í Føroyum, enn tónleikur. Tað eru líka tíðindini, sum bróta tónleikaprátið av eina løtu! ... í 5 min!". Búi E.Dam finnst somuleiðis at Kringvarpinum fyri at vera ov lættisoppakent: "...Tó haldi eg tað er alt ov nógv lættisoppatvætl sum verður spælt í KVF. Hetta er kanska serliga ímillum sendingarnar, og í teimum longri sendingunum, sum Summarmorgun og Karusellin. Lættisoppatvætl (sum eisini er stuttligt inn í millum) hava vit 3-4 aðrar rásir sum kunnu taka sær av. Eftir mínum tykki skuldi tað verið fólk sum t.d Knút Háberg Eysturstein ella Sunleif Rasmussen sum sótu og søgdu hvat alt føroya fólk skal halda um tónleik, og hvørjum vit skullu lurta eftir. Fólk sum hava nomið sær vitan um tónleik, og sum samstundis eru aktiv tónlistarfólk. Hetta er fólk sum hava holla vitan um tónlist...". Búi E. Dam finst eisini at Eyðfinn Jensen, kanskaserliga í leiklutinum sum tann, ið avger hvør tónleikur verður spældur í Kringvarpinum. Onkur mótmælir hesum og heldur tað vera dømi um mentanarligt snobbarí. Ingun í Skrivarastovu heldur, at Eyðfinn Jensen: "er ein fínur vertur. Men tað sum eg sum lurtari eri troytt av, tað er ikki honum, men tí einstáttaðu tónleikamyndini eg haldi eg fái. Har er einki bland. Eg føli tað sum eg skal á diskotek hvønn morgun, leiti eftir mascara og lebastift. Har er bara okkurt sum melur upp í saman, av sama slag. Men har skal so eisini sigast at tit hava havt nógvan góðan før tónleik í seinastuni. Men eg orki bara ikki meira hasa disko ella einstáttaðu rytmuna. Tíverri av tí sama sløkki eg." Tó at Uni Arge sjálvur er tónleikari, er hann troyttur av tí denti, sum hann heldur, Kringvarpið leggur á tónleik : "Lutfalsliga mótvegis øllum øðrum tilfari á sendiflatuni er útvarpið nærum gingið grassat við tónleikatosi, tónleikaportrettum, tónleikaummælum, tónleikaforumtalum og festivaltosi. Hvørt menniskja, sum spælir eitt instrument, fer undir luppin í tímar, sum var viðkomandi vorðin løgmaður. Mítt hjarta suffar tungliga og spyr: Hvar er breiddin í útvarpstilfarinum? Hvar er samfelagstilfarið? Hvar eru kjaksendingarnar? Hvar er søguligu sendingarnar? Hvar eru spennandi reportasjurnar? Hvar eru sendingarnar um etikk og moral? Tað kann ikki vera rætt, at DR2 og Informatión skulu standa fyri øllum tí, sum gevur tær eina kenslu av spennandi upplýsing. Eg veit fullvæl, at fólk arbeiða hart og gera sítt besta á ymsu økjunum, men neyðugt er at hyggja at raðfestingunum. T.d. framleiða flestu journalistarnir nakrar fáar minuttir til tíðindasendingarnar hvønn dag, meðan arbeiðssamir teknikarar, praktikantar og avloysarar fylla út alla restina av sendiflatuni.”
Vit vita øll av, at Kringvarp Føroya hevur ein týðandi leiklut sum miðlari og skapari av føroyskari mentan. Tað stendur somuleiðis í public service sáttmálanum, at stovnurin hevur stóran týdning fyri fólkaræðið í landinum, tí hann í virksemi sínum varpar ljós á samfelagsviðurskifti og elvir til kjak. Fyri at tryggja, at Kringvarp Føroya røkir raðfestar public service-skyldur, gera Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya henda sáttmála. Kringvarp Føroya skal framleiða og senda dygdargott tilfar og á henda hátt virka fyri, at allir føroyingar gerast betur førir fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina á ein fólkaræðisligan hátt.
Orsakað av lógarsetta kringvarpsgjaldinum er nógv fokus á Kringvarpið, og onkuntíð hugsi eg, at meiningarnar um Kringvarpið hava lyndi til at vera svartar ella hvítar, meðan veruleikin kanska er meira skjórutur. Eg veit meg til dømis hava hoyrt og sæð onkrar góðar kringvarpssendingar í summar við góðum tónleiki, og eg eri somuleiðis hjartans takksom fyri, at tíðindafólkini í Kringvarpinum støðugt royna at halda eyga við eitthvørt byrjandi bandittavirksemi í tinginum, tí tað er neyðugt og eg havi eisini lagt merki til, at væl meira av føroyskum tónleiki verður spælt í Kringvarpinum nú enn fyrr. Men tá tað er sagt, er tónleikaúrvalið í Kringvarpinum alt í verðini ov einstáttað. Eg sakni jazz og klassiskan tónleik, instrumentalan tónleik, contemporary tónleik, fólkatónleik, improvisatiónstónleik, elektroniskan tónleik, harmonikutónleik, orgultónleik, kvæði, kirkjutónleik, kórtónleik, madrigalar, reggaetónleik, samba, svenskan vísusang, Kingo, renesansutónleik, barokk bara fyri at nevna okkurt av tí ómetaliga nógva fjølbroytta, sum er til av tónleiki, og sum ikki er mainstream karusellpoppur. Kringvarpsútvarpið hevur bara eina rás mótsett BBC og DR. Og tað ber ikki til, at henda rásin tónleikaliga skal vera so merkt av poppi, sum hon er.
Nú fáa vit at síggja. Í vikuni hoyrdist ein áhugaverd og væl fyrireikað samrøða við rithøvundin Carl Jóhan Jensen, sum Suni Merkistein gjørdi. Eg gleði meg til meira av slíkum. Nógv spennandi mentanarligt verður á skránni í Føroyum í heyst, og eg síggi fram til nógvar djúpar og neyvar kringvarpsviðgerðir. Í mentanarhøpi vóni eg, at Kringvarpið fer at satsa meira uppá ummæli og her hugsi eg ikki samrøður og prát - tað kann mann hava viðhvørt, men eg hugsi um ummæli, har ummælarin hevur fyrireikað júst hvat hon ella hann skal siga og síðani sigur tað. Tað tekur bara 10-15 minuttir og er rættiliga konsentrerað, men aftaná ta luftigu summarkarussellina er tíð til, at Kringvarpið aftur vísir sítt fulla mentanarliga pondus.