Gull úr goymsluni
/Listafólk og fólk í list
20. august letur framsýningin Listafólk og fólk í list upp á Listasavni Føroya. Úr listagoymsluni eru dýrgripir funnir, ið mynda menniskju.
Goymslan á Listasavni Føroya er á tremur við list – fleiri enn 2000 listaverk. Á framsýningini Listafólk og fólk í list eru verk leitað fram, ið øll hava menniskjalýsing til felags.
Framsýningin fevnir millum annað um andlitsmyndir, strikumyndir og sjálvsmyndir. Alskyns sløg av fólki eru at hitta í verkunum, bæði børn, abstraktar kvinnumyndir og hábærsligir menn. Á framsýningini er eitt breitt úrval av verkum og listafólkum umboðað – alt frá tekningum til bringumyndir, frá S.J. Mikines til Bárð Oskarsson.
Verkini sýnast fram eftir myndevni, soleiðis at møguleiki verður at uppliva ymisku teknikkirnar, listafólkini og samtíðarrákini í einum dynamiskum samanhangi.
Vælkomin á Listasavn Føroya!