Nýtt videolag frá Trygva Danielsen/Söl

Trygvi Danielsen er ein av mest áhugaverdu ungu føroysku listafólkunum í løtuni, sum yrkir og fæst við tónleik. Hann hevur saman við øðrum givið út útgávuna The Absent Silver King og fyrr í ár fekk hann mentanarheiðursløn landsins til ung listafólk. Í dag hevur hann givið út eitt videolag, sum er áhugavert og stemningsfult við tilsipingum til onnur týdningarmikil videoløg - tað ber í hvussu so er illa til hjá mær at síggja ein persón standa og syngja framman fyri einum tunnilsskapi uttan at koma í tankar um ikoniska videolagið hjá Prodigy, Firestarter. Sangurin ella upplesturin hjá Trygva Danielsen/Söl bendir hinvegin yvir á okkurt poetiskt, Jim Morrison ella Bob Dylan. Og nú havi eg namedroppað ivaleyst fyri í dag. Lurtið heldur eftir Trygva Danielsen, videolagið er alt ov langt sjálvandi, og framførslufigururin er ómetaliga monotonur, einstáttaður og eisini eitt sindur klichémerktur (leikluturin sum tann óglaði, stórroykjandi, ávirkaði, forpíndi ungi listamaðurin), tað var hann eisini á G! Men Trygvi Danielsen hevur listarligan konsekvens og hann hevur eisini nakað serligt, sum er hansara heilt egna. Røddin er framúrskarandi, stíltilvitið er óvanligt. Hygg og hoyr!

 

https://www.youtube.com/watch?v=BrlxkaDI74A