I Am a Painting - Nýggju myndirnar hjá Rannvá Kunoy

Rannvá Kunoy Frank Dodd                                                                                                                                      ©

Rannvá Kunoy tók lut á Ólavsøkuframsýningini 2014 við trimum málningum, ið onkursvegna brutu frá tí sera fjølbroyttu heildini, og at kalla skaptu sítt egna rúm í framsýningini. Hesir málningarnir vitja okkum á veg til Biel, har teir verða partar av einari stórari framsýning í listahøllini Centre PasquArt. Tað er ikki ofta, vit uppliva myndirnar hjá Rannvá Kunoy, sum longu við debutframsýning síni í Listasavninum í 1999 sýndi serligt format. Framsýningin  bar boð um eina serstaka listakvinnu, ið longu á ungum aldri heldur enn fegin vaðar út í tað djúpa og sum á ongan hátt ræðist tað listarligt ekstrema. Rannvá Kunoy er fødd í 1975 í Havn, men hevur í nógv harrans ár búð í London, har hon nam sína listarligu útbúgving. Vit kunnu siga, at hennara fyrsta serframsýning á ein hátt varð íblást av somu hugsanum, sum sóust í konseptlistini hjá ungu listafólkunum (Young British Artists) í bretskari list í nítiárunum, men kunnu samstundis ásanna, at Rannvá Kunoy longu tá, 24 ára gomul fann fram til byrjanina til sítt serstaka myndamál, sum nú stendur í fullum og sjálvstøðugum blóma. Eftir ta stórfingnu byrjanina gekk drúgv tíð áðrenn vit aftur sóu nakað til verkini hjá Rannvá Kunoy og soleiðis hevur gongdin verið hjá sjálvatfinningarsomu listakvinnuni, at hon í longri tíðarskeið hevur tilskilað sær rætt til at arbeiða í friði og náðum. Verkini hjá henni eru avbjóðandi - har tað í amerikanskari fagurfrøði hevur ljóðað: What you see is what you get, kunnu vit kanska siga tað øvugta um myndirnar hjá Rannvá Kunoy. Tí her loysir tað seg veruliga at vera tolin og hyggja leingi Tá sært tú tað, sum tú ikki sást fyri løtu síðan eins og tú kanska sært tað, tú í grundini ikki sært, meðan tú møguliga ikki ert vís í, at tú sært tað, sum tú í veruleikanum sær. Málningurin Frank Dodd er úr røðini “I Am a Painting”, sum snýr um málarí á tremur í tilsipingum til listasøguna hjá málarínum. Framman fyri hesari myndini kemur áskoðarin í iva um alt. Myndevnið flýtur og glíður onkursvegna undan royndum áskoðarans av definera. Og brádliga tykist myndin næstan holografisk, sum var talan um eina trýdimensjonala flatu. Hetta kemst m.a. av teimum nógvu, tunnummálingaløgum, sum geva kensluna av dýpd og ljósi innan úr myndini, og haraftrat skínur málingin út í rúmið við bæði metalliskum og yvirjarðligum dámi, men í sama viðfangi forðar listakvinnan okkum í at njóta illusiónina. Hetta ger hon við rektangulera skapinum, sum er strikað á myndina til tess at leggja dent á, at talan so sanniliga er um ein ítøkiligan flata, ein málning. Bygnaðurin í myndini er ógvisligur og avgjørdur, samstundis sum hann hevur ómetaliga fínligan og kenslubornan dám. Blái liturin í Frank Dodd og í hinari minnu myndini er ógvuliga serstakur og skyggjandi, í onkrum ljósi gerst hann næstan violettur og aðrastaðni gerst hann meira gráur, men allastaðni er hann følin, tað er greitt, at listakvinnan brúkar litir við atliti til kenslur. Myndaheitini hjá Rannvá Kunoy hava sína heilt egnu søgu, sjálv heldur listakvinnan, at teir eru eins og køkuglasurur. Verkini klára seg uttan glasur, men glasururin ger kanska upplivingina enn ríkari ella stuttligari. Heitini hjá Rannvá Kunoy minna um reklamuslogan, sum tíðum fáa eina løgna vend. Heitið Frank Dodd sipar til eina amerikanska lóg, sum var gjørd við teirri ætlan, at sonevndir whistleblowers lættari skuldu kunnu avdúka korruptión og ólógligan handil í bankaheiminum. Men nógv vilja vera við, at henda lógin í veruleikanum var eitt slag av múlabandi, ein atgerð, sum í roynd og veru loyvir brotsmonnunum sjálvum at rudda upp í egnum brotsgerðum. Tó at frástøðan millum fíggjarheimin og nonfigurativa málningin kann tykjast long, so eru hesar atgerðir, ið verða framdar og sum ávirka mong menniskju, óítøkiligar á sama hátt sum flatin á myndunum hjá Rannvá Kunoy er tað. Upprunaliga stavar heitið Dodd Frank frá tveimum persónum og hetta hevur sjálvandi eisini við sær, at áskoðarin av sær sjálvum leitar eftir einum andliti ella eini frásøgn í myndini. Heitið á teirri minnu bláu myndini er Pentobarbital, sum er evnið, ið summir amerikanskir statir brúka í sambandi við deyðarevsing. Aftur uppliva vit eina greiða andsøgn millum ta undurvøkru dreymamyndina við kensluborna bláa rúminum og tað óhugnaliga harða heitið, hesa doyvandi sproytuna, sum í lógarinnar navni tekur lívið av menniskjum. - Le Nationaliste er eitt ógvuliga øðrvísi verk við meira grafiskum litárini, reytt, blátt og hvítt sum í føroyska Merkinum ella amerikanska Stars and Stripes. Men samstundis sum myndirnar sostatt minna um fløgg, sum vit assosiera við makt, greiðar reglur og landamørk, er aftur okkurt flótandi yvir hesari myndini, sum fær áskoðaran at ivast. Heitið tykist ikki serliga positivt og av tí, at tað ljóðar sum um talan er um ein persón, fær tað aftur áskoðaran at leita eftir einum menniskjaskapi í myndini. Hesar tríggjar myndirnar hjá Rannvá Kunoy eru á so mangan hátt óítøkiligir eins og visiónir, ið appellera til okkara tankar og assosiatiónir. Samstundis eru teir ítøkilig dømi um ein føroyskan málara á altjóða stigi, sum júst í hesum árum er í ferð við at leggja okkurt nýtt aftrat málningalistasøguni. 

Rannvá Kunoy: Le Nationaliste                                                                                                                                  ©

Ólavsøkuframsýningin 2014