Móti við listarligari dýpd

Tað má sigast at ganga serstakliga væl hjá Barbaru í Gongini, hvørs design nú av álvara verður mett millum tungvektararnar innan norðurlendska avantgardemóta. Greinir um og við hennara designi síggjast alsamt oftari í altjóða tíðarritum og internetmagasinum. Niðast er t.d. ein fín grein, sum stendur at lesa í Fashion Forum, ið hevur verið backstage meðan sýningin hjá Barbaru í Gongini læt upp donsku mótavikuni herfyri. Í greinini verður upplatingarshowið lýst sum ein sameining millum listarliga avantgarde og burðardygt skilvísi. Tað er av sonnum áhugavert at síggja hvussu væl Barbara í Gongini torir at bróta vanliga mótaformin bæði í sínum klædnasniði, men kanska serliga í dramatiska og neyva mátanum, hon hugsar síni show. Tá ein modell trýstir seg ígjøgnum og fram um ein flokk, fatar tú sum áskoðari alt fyri eitt, at tað snýr seg um einstaklingin um individualismu í mun til tað kollektiva. Hetta snýr seg um einsemi og individuatión, um at tora at stinga út og vera øðrvísi og á tann hátt koma framum. Tá tvær modellir hava samanvaksið eldreytt hár, er hetta eitt slag av sjálvsmynd, har áskoðarin fær eina kenslu av teim mørkum og tí dupultleika, sum merkir tilveruna. Eg eri púra samd við greinaskrivaranum í, at showið hjá Barbaru í Gongini er gandakent. Úr mínum egna føroyska sjónarhorni, kann eg leggja aftrat, at tað er frálíkt at síggja hvussu føroysk list blómar á nýggjum og øðrvísi crossover pallum. 

fashionforum.dk/2014/08/19/barbara-i-gongini-modeshowet-er-magisk/

 

www.youtube.com/watch?v=lGesXeWLpow