Eg elski teg

Foto: Eiler Fagraklett

Fleiri hava sóknast eftir eini frágreiðing um Ólavsøkuframsýningina, serliga við atliti til kærleiksveggin, amatørveggin har forrestin ikki bara amatørar hanga, tvs. veggin, har eg við postkortum hjá pápa mínum havi skrivað "Eg elski teg" sum eina rammu rundan um ein part av verkunum á framsýningini. Eg veit ikki ordiliga hvat eg skal siga um veggin, kanska skulu fólk sleppa at halda tað, sum tey vilja. Men tað ber í øllum førum til at staðfesta, at okkara umhvørvi ongantíð í søguni hevur verið so myndríkt sum tað er beint í løtuni. Vit verða javnt og samt díkt undir við myndum í telduspølum, reklamum, tíðindum, undirhaldi og infortainment, sum verður veitt okkum í einum støðugum myndastreymi gjøgnum sjónvørp, teldur, bløð, smartfonir osfr. Í ógvisliga myndastreyminum er tað sum um, at sjálvur týdningurin av myndunum minkar. Vit taka túsundavís av fotomyndum á telefonum og Ipad, men gloyma myndirnar aftur so skjótt sum tær eru flashaðar á Facebook og á tílíkum loftkvæmum framsýningarpallum. 

Foto: Jóin SIgurðsson

Tá eg var lítil høvdu myndir rættiliga stóran týdning. Tá vit skuldu fotograferast  til skúlaármyndina var ikki gott at møta ógreidd og óvaskað sum eg gjørdi tað eina árið. Tað er nakað, eg minnist og eg havi pappírsmyndina sum váttan. Eg hoyri til ættarliðið, sum er tað seinasta føroyska ættarliðið, ið náddi at uppliva ein barndóm meira ella minni uttan sjónvarp. Vit sóu film, tá tað var føðingardagur hjá børnum í húsum, har tey áttu filmsapparat og annars í Havnar Bio og tá tað var jólafest í Frelsunarherinum ella Mimir, har vit sóu ávikavist undurvøkur Jesubíløt og stuttligar Skipper Skrekk teknifilmar. Nú eg hugsi meg um, hevði eg kanska ein óvanliga myndríkan barndóm. Í stovuni í barndómsheiminum hingu málningar, serliga nógv var gjørt burtur úr einari kubistiskari kompositión hjá Hans í Mikladali. Henda myndin átti sítt sjálvsagda heiðurspláss uppi yvir sofuni og varð byrjanin til óteljandi diskussiónir, men eisini hingu málningar og tekningar hjá Amariel Norðoy, Zacharias Heinesen, Janus Kamban og fleiri hjá Óla Egilstrøð í barnaheiminum uppi á Lützenstrøð. Óli Egilstrøð var Eiðismaður eins og foreldrini.

Men tað er jú rættiliga vanligt at hava list hangandi í føroyskum heimum. Umframt listamálningarnar vóru fotomyndirnar - foto var omnipresent í húsinum, har eg vaks upp. - Kanska ikki á vegginum, men alla aðra staðni. Í køliskápinum lógu Kodak og Agfa filmsrullur og niðri í kjallaranum í postkortrúminum stóðu eskjur við fleiri túsund postkortum við føgrum litmyndum úr Føroyum stáplaðar omaná hvørja aðra. Eg plagdi at taka kort upp úr gólvinum til pápa eina góða vinkonu, hesin virðismetti og samlaði uppá hesi postkortini, tó at tey vóru eitt sindur meiðslað. Hann var sjómaður og hevði altíð góða tíð at práta við okkum børn, tá hann var heima, honum dámdi at granska hesi postkortini og at gita hvar í Føroyum tey vóru tikin. Á einum stóli í postkortrúminum í kjallaranum lógu nakrar av myndabókunum “Føroyar í myndum” og so stóðu tvær støvutar eskjur, ið eingin nakrantíð nart við. Hetta vóru eskjur av einum ávísum postkorti, sum ímyndaði grindadráp og sum babba treytaleyst noktaði at selja eftir at mótstøðufólk móti grindadrápi vóru farin at gera um seg í 1980´unum. Inni í einum øðrum rúmi í kjallaranum stóð tað stóra, tunga, vakra skriviborðið, sum kanska ikki var úr mahogni, men tað líktist í hvussu so er mahogni, og skuffurnar vóru vælvaksnar við messinghaldi, á tremur í myndum. Hetta vóru svarthvítar myndir frá fyrr í tíðini, einari óhugsandi tíð, tá eg ikki var til. Eg plagdi onkuntíð at fara stillisliga inn í hetta rúmið at blaða í myndarúgvuni og hyggja hugtikin og eitt sindur tortrúgvin at foreldrum mínum, ið sóu so ung og glað út og eg skilti tað ikki, tá eg hugsaði um, at eg slettis ikki var til tá hesar myndir vórðu tiknar.

Eg helt altíð, at pápi mín var øgiliga umstendiligur, tá hann tók myndir. Óansæð hvussu einføld uppgávan tóktist, tók tað altíð drúgva tíð at taka ta røttu myndina og javnan var eg við. Í Listasavninum skuldi Jarðarferðin fotograferast til bókina hjá Emil Thomsen Føroysk list og Jarðarferðin var ikki løtt at fotografera, tí hon var so myrk og blits skygdi ov illa, so tá stóð eg har í tímansvís, soleiðis føldist tað, við einari hvítari paraply fyri blitsið. Í myrkakamarinum tók tað aftur ein lítlan ævinleika at velja út og at viðgera myndirnar og aftaná var tilskering eisini neyðug til tíðir. Allíkavæl eri eg vís í, at pápi mín hevði verið heldur hámur, hevði hann vitað av framsýningini, sum eg gjørdi við hansara myndum í Steinprenti fyrra árið, og sum síðani hevur verið í Danmark og sum verður sýnd í Vágunum í heyst. List hevði hann alstóra virðing fyri, so mikið stóra, at tá málarin Hans í Mikladali einaferð helt við hann, at hann skuldi halda uppat við at mála, ja so pareraði hann ordra, tó at honum dámdi væl at mála sum ungur, legði seg eftir nøkulunda sama stíli sum bygdamaðurin Niels Kruse, og málningurin av Eiðis bygd, sum Sigfried Skaale keypti á tí fyrstu Ólavsøkuframsýningini í 1955 er sum so fínur. 

Eg veit ikki hvat babba hevði sagt um postkortsveggin í Listasavninum, men hann hevði helst ógvast við, at eg soleiðis taki so lættliga uppá hetta listarinnar kapel, tí postkort eru so langt burtur frá fínari list, sum vit yvirhøvur koma. Ella eru tey tað? Upprunaliga hugsaði eg, at postkortini kundu vera ein hóskandi rammi kring eina fjølbroytta framsýning, sum sambært hevdina hevur verið rúmlig. Tá eg byrjaði at seta postkortini upp, var tað við trilvandi hondum. Merkiliga sentimentalt projekt. Tað hevði eisini týdning, at eg dagin fyri var eftir postkortunum í húsinum, har eg vaks upp. Húsini eru seld og tá eg var har, vóru húsini longu hamskift, veggir horvnir og mitt í byggirokanum mín gamla song, hon sum eg svav í tey fyrstu árini í lívinum. Men spakuliga tóku myndirnar yvir. Tey gomlu, hondkoloreraðu postkortini við myndevnum av pisufundum, grindadrápum, ólavsøkum, jólahaldum klistraði eg á veggin í Listasavninum saman við kerligum lýsingum av Slættaratindi, Risanum og Kellingini, Sandoynni, Saksun, Suðuroynni og víða hvar í Føroyum. Kortini av dukkum í føroyskum klæðum klipti eg sundur og klistraði tey saman, so at eisini gentudukkur og gentudukkur sluppu at hoyra saman, eins og dreingjadukkur og dreingjadukkur vórðu settar upp millum yndissælar landslagsmyndir í mínari óneyvu og sentimentalu ólavsøkuframsýningpostkortmosaikk