"Okkara ættarlið skapar list í einum heimi, ið er merktur av alsamt minkandi resoursum..."

Foto: Marita Gullklett

Kópakonustandmyndin í Mikladali hevur av sonnum fingið fólk at kjakast. Kjakast verður bæði um estetikk og um moral, um hvat standmyndir eru fyri nakað, um kópakonan er eitt sexobjekt ella um hon í veruleikanum er longsulsfull ("bara uppá ein urkvinnuaktigan, erotiskan máta"). Og meðan kjakið gongur heitt við tílíkum áhugaverdum og óáhugaverdum sjónarmiðum, glógvar í einum innleggi hjá listakvinnuni Silju Strøm.

Til mína grein um Skulpturelt fjølbroytni hevur Silja Strøm hesa viðmerking:

Silja Strøm: Áhugavert! Nú havi eg arbeitt á Scottish Sculpture Workshop í 5 mánaðar, og her er eitt sera áhugavert skift komið í tey seinastu 15 árini. Tey opnaðu í 1979 mitt í stórrákinum av monumentalum jarn, bronzu og stein standmyndum, ið vóru upp á sítt hægsta, skulpturparkir vóru gjørdar í hópatali, og útrykkið var maskulint, ekpressivt og monumentalt. SSW hevur fasilitetir til at stoypa og viðgera metal, keramik, stein og træ, men listaheimurin er broyttur nógv síðan tá, og programmið ið verður kuratera, er við at skifta fokus uttan at skifta facilitetirnar ov nógv. Nógv ung listafólk koma við ungum og radkalum idéum um hvat f.eks. bronza, jarn og steinur kann vera brúktur til í 21. ølds listaverkum. Tað er sera áhugavert at uppliva, og eg helt, at hendan greinin resoneraði við tí, eg havi upplivað í einum av best kendu standmyndaverkstaðunum í Føroyum. 

Tá tað er sagt, eru eisini nógv av tí eldra ættarliðnum generatiónini sum dáma væl at finnast at tí, ið verður gjørt her nú. "Tað er ikki sum tað plagdi. Lisafólk skapa ikki longur" er nakað fólk dáma væl at siga, men bara tí man ikki ger nakað monumentalt, merkir tað ikki, at man ikki skapar. Listarlig útrýkk flyta seg og broytast, so tað mugu tær listarligu institiónirnar eisini, tí listafólkini bíða ikki eftir nøkrum, tey skapa sínar egnu karmar. Tað er upp til tín at fylgja við. Ikki øvugt.

20 hours ago · Unlike · 4

·        

Silja Strøm :Eitt boð upp á list í almenna rúminum eftir míni yndis listakvinnu, Katie Paterson http://www.situations.org.uk/.../katie-paterson-future.../


Kinna Poulsen Hatta sær ordiliga spennandi út, Silja. Míni myndadømi í greinini eru nógv meira traditionel, eg hugsaði, at neyðugt var at grulva áðrenn mann fór til gongu. Tað er sjálvandi nakað tvætl og gott, mann hevur ung, gløgg fólk sum teg, sum kunnu minna meg um tað 

20 hours ago · Edited · Like · 3

    

Silja Strøm Okkara ættarlið skapar list í einum heimi, ið er merktur av alsamt minkandi resoursum. Listin má laga seg eftir nýggum karmum, um hom skal blíva við at vera fyri øll, og ikki bert fyri tey ið hava fyrsta rætt til resoursurnar. Tí mugu vit hugsa um hvat tað merkir at skapa, hvat vit skapa við, fyri hvønn, hvat tað kostar (í allar mátar), og hvat tað stendur fyri.

20 hours ago · Unlike · 7

Barbara í Gongini opnaði mótaballið við listarligari maner!

Design Barbara í Gongini. Foto Karin Johnson. Androgynity

Í dag byrjaði danska mótavikan. Tað var føroyski designarin, Barbara í Gongini, sum fekk heiðurin at hava fyrsta showið á mótavikuni við sínum serstøku, burðardyggu avantgardeklæðum. Í stuttum má sigast, at talan er um eina framúrskarandi framførslu. Showið er um somu tíð ein mótasýning við klæðum, har tú kanst meta um stíl, útsjónd og hvussu tey einstøku pløggini rigga, men samstundis er talan um eina avantgarde framførslu við listarligum elementum av sjónleiki, stillaleiki við løgnum interaktiónum, ið tykjast snúgva seg um viðurskifti millum menniskju. Klæðini eru svørt og huglagið er dramatiskt og myrkt, úttrykkið er elegant og cool, samstundis sum okkurt rørandi og stuttligt knýtir seg at hesum glataðu figurunum við teimum ómetaliga merkiliga reivveru- ella cocoonkendu frisurunum og lýsandi reyða hárpraktinum og skegginum, sum eru einastu koloristisku elementini í framførsluni. Innan fyri fáar minuttir fái eg sum áskoðari hugasamband við eina klædningsklædda Gretu Garbo, ein passioneraðan Marquis de Sade og kitsjuta líkismálningin av einum sjómanni við pípu, sum fyrr í tíðini hekk á grønmynstrutum tapeti í gongini í ávísum døgverðaluktandi húsu. Eg fari at hyggja umaftur og at lurta ikki minst; tivandi tónasporinum við teimum merkiliga djarvu pausunum, stendur Jens L.Thomsen fyri. 

 

 

Eitt sindur um skulpturelt fjølbroytni

 

Kópakonan og modellin - mynd Norðlýsi

Eitt sindur av kjaki hevur tikið seg upp síðani nýggjasta standmyndin hjá Hans Paula Olsen varð avdúkað í síðstu viku. Tey flestu hava verið sera ósamd í mun til mín kritikk, og summi eru óð, tí eg eg ikki havi verið har enn á staðnum og skoðað standmyndina, ein av teimum óðu skrivaðu um meg á facebook, at ilt eyga vil einki gott síggja. Her má eg mótmæla, mítt eyga er ikki serliga ilt, bara eitt sindur kritiskt, og tað haldi eg ikki, at nakar skal ræðast. 

Ein av verksmiðumonnunum í Helsingør er í ovurstødd. Mynd: Lars_Skov

 

Standmyndir og yvirhøvur list í almenna rúminum hevur alstóran týdning fyri okkara trivnað og okkara hugsunarhátt, standmyndirnar ríka okkum dagliga við at fáa okkum til at undrast og at hugsa. List í almenna rúminum gevur okkum nýggj sjónarmið í mun til okkara egnu samtíð og harvið ávirkar hon okkara gerandisdag og tí hevur tað stóran týdning, tað, sum verður sett upp, tí ofta verður tað sett upp fyri at vera. - Hans Pauli Olsen er ein ómetaliga arbeiðssamur og dugnaligur listamaður, sum hevur gjørt eitt megnararbeiði innan føroyska og danska standmyndalist og í summar eru heili tvey veldug verk avdúkað hjá honum, annað er standmyndin av verksmiðjuarbeiðarum í Helsingør og hin er Kópakonan í Mikladali, bæði verkini eru figurativ og ógvuliga naturalistisk, hygg t.d. at lýsingini av tí eina verksmiðjuarbeiðaranum, tað er Brandur Patursson - hundrað prosent. Verkini eru eisini bæði monumental, vitalistisk og heroiserandi standmyndir, ið eru hugsað sum heiður til ávikavist arbeiðarastættina og ein mytiskan figur. Traðarmaðurin, sum stendur uttan fyri Býráðshúsini við Vaglið í Havn, er ein fín standmynd, sum eg fegnist um dagliga og sum heiðrar traðarmonnunum. Hetta er ein sterkur, nakin maður við ovurstórum hondum, sum ber ein tungan klett - um vit hugsa um Kópakonustandmyndina er tað áhugavert, at Traðarmaðurin er fullkomiliga avsexualiseraður. Hann hevur einki kyn niðan fyri beltið. 

Traðarmaðurin er kroppsligur, men asexuellur

 

Eg fari til Mikladals at hyggja at kópakonuni seinni í vikuni og eg skal nokk siga tykkum hvat eg haldi um hana, tá eg síggi standmyndina á staðnum, sum hon er gjørd til. Tì sjálvandi er staðsetingin týdningarmikil, Hans Pauli Olsen hevur nú gjørt fleiri standmyndir, sum standa í náttúruvøkrum, fjarskotnum støðum, t.d. gjørdi hann eina standmynd til bygdina Skarð herfyri. Tað er galdandi fyri Kópakonuna og fyri fleiri av seinastu standmyndunum, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt, at figurarnir ikki hava nakran sokkul at standa á. Hans Pauli Olsen hevur annars áðrenn arbeitt rættiliga nógv við sjálvum soklinum t.d. í einum verki sum Fría Fríða við Eik Banka yviri við strond. Men í teimum nýggju verkunum standa bronzufigurarnir á vegnum, ella á klettinum og gerast harvið enn meira veruleikakendir har teir standa.

Mynd Lars_Skov

 

Hans Pauli Olsen hevur gjørt rættiliga nógvar av standmyndunum, sum eru settar upp í Føroyum seinastu árini. Tað er ikki ringt at skilja sum so. Hann er dugnaligur, arbeiðssamur og vit hava ikki nakran annan, sum dugir tað, sum Hans Pauli Olsen dugir at fáa burtur úr leiri. Mín kritikkur snýr seg í grundini ikki so nógv um listamannin, men um tey, ið bíleggja standmyndir runt um í Føroyum. Tað er heldur fantasileyst og av handahógvi merkt, haldi eg. Eg kundi í hvussu so er hugsað mær, at vit fingu eitt meira fjølbroytt skulpturelt úttrykk. Eg haldi, at okkara standmyndir í ov stóran mun eru figurativar, naturalistiskar heteronormativar bronzustandmyndir av hvítum menniskjum við idealkroppum. Listarlig dygd hevur ómetaliga nógv at siga, men fjølbroytnið er somuleiðis av eyðsæddum týdningi í einum rúmligum, demokratiskum samfelag. Kanska eru vit ov national og lokal, tá vit bíleggja verk. Aðrastaðni tryggja tey fjølbroytnið m.a. við onkuntíð at biðja altjóða listafólk. Í Íslandi t.d. var eg imponerað, tá eg fyri nøkrum árum síðani sá altjóða skulpturparkina í Hafnafirði, har listafólk úr 16 londum hava gjørt hvør sítt verk, har eru verk hjá listafólkum úr m.a. Mexiko, Sveis, Fraklandi, Finnlandi, Japan og Týsklandi. Á Viðey við Reykjavík tendra tey hósdagin Imagine Peacetower, framúrskarandi ljósstandmyndina hjá Yoko Ono Lennon fyri børnunum í Palestina/Ísraelstríðnum. Fyrr í tíðini var ein standmynd tað sama sum ein bronsustandmynd, eitt monumentalt minnismerki til eftirtíðina. Soleiðis er tað ikki longur, ein standmynd hevur í prinsippinum listarligt frælsi javnbjóðis við alla aðra list. Men av tí, at standmyndir ofta eru heldur dýrari og umstendiligari at gera og seta upp, eru tær í størri mun enn onnur list treytaðar av avgerðunum hjá meira og minni kompetentum kommunupolitikarum.

 Her eru nøkur dømi um skulpturelt fjølbroytni. 

 

Jes Brinch HATE. 2013. Foto: SKovsnogen.

Bjørn Nørgaard:  RIv dette tempel ned 2012

Magnus Tómason: Tekið 2003

Per Kirkeby: Murstensskulptur 2010

Sui Jianguo: Windy City 2010

Jørgen Haugen Sørensen: Kolossen 2011

Marc Quinn: Alison Lapper Pregnant 2010

Yoko Ono Lennon: Imagin Peace Tower

Per Kirkeby: Laokoongruppen (2013)


Ai Weiwei, scultpure 2010

Damián Ortega: Controller of the Universe 2007


Danny Lane: Empress 2007




Ólavsøkuframsýningin er opin inntil 17.august

Sakaris Fríði Stórá: Viva Vendetta er loksins sett upp í framsýningini. Annars hevur Malan Marnersdóttir ummælt framsýningin í Sosialinum í dag í grein við heitinum "Tivoli og list", har hon m.a. finnist at eini fløktari og tvørligari framsýning. Malan Marnersdóttir sóknast eftir betri miðlan - hon hevur helst ikki sæð míni tíðindaskriv og greinirnar á FB-síðuni, sum varð upprættað til sama endamál, eingin framsýning hevur verið so gjølliga miðlað sum Ólavsøkuframsýningin í ár og í fjør. Malan Marnersdóttir dámar ikki mín kærleiksvegg og heldur, at hann ber brá av vantandi virðing fyri teimum, sum hava gjørt myndirnar "Í roynd og veru eru hetta kanska verk, sum fyriskiparin annars hevði havnað". - Her skal eg skunda mær at svara, at so er ikki. Øll verkini, sum eru á Ólavsøkuframsýningini eru líka vælkomin - eg sensureraði verkini hjá tólv persónum, sum ikki komu við á framsýningina. Eg veit eisini um nógv, sum halda, at kærleiksveggurin er tað besta á framsýningini og eg veit um fleiri av teimum, sum hava verk hangandi á kærleiksvegginum, sum virkuliga dáma at hanga har, t.d. Vígdis Petersen og Durita Dam. Men tað tykist sum um, at Malan Marnersdóttir hevur havt eina uppliving av framførsluni hjá 200 undir upplatingini, og tað er undir øllum umstøðum er stuttligt at fáa eitt ummæli sum kjakupplegg. 

 

2014-08-04 14.36.59.jpg

Claus Carstensen

Sámal Blak, 200, Vendettaverkætlanin Hansina Iversen, Claus Carstensen og Jóhan Martin Christiansen

Sissal Kampmann

Tóroddur Poulsen

Elin Josefina Smith

Sámal Blak, Fríða Matras Brekku

Sámal Blak, Fríða Matras Brekku

Mánadagskonsert við løtum av musikalskari nærveru

2014-08-04 15.12.57.jpg

Ummæli: Tað hjálpir rættiliga væl uppá ein gráan, regnvátan mánadag sum í dag, at fara ein svipp til mánadagskonsert í Norðurlandahúsinum. Hetta var ein Summartónakonsert hjá Ernst Sondum Dalsgarð, tenori, Páll Sólstein hornleikara, Søren Johannesen klaverleikara og Agnar Lamhauge bassleikara.

Skráin fevndi sera breitt frá føroyskum modernaðum tónleiki til samtíðartónleik til italskan operatónleik og amerikanskan musicaltónleik, sum vit hoyrdu um á enskum - enska miðlingin var helst hugsað til ferðafólkini. Mær dámdi best samtíðartónleikin, serliga verkið hjá Unn Patursson, sum hon hevur skrivað til orðini hjá systrini Lív Róadóttir Jæger og sum eg haldi fangaði tað serstaka um somu tíð østa, tivandi og róligt staðfestandi lyndi í yrkingini “Ekkóhjarta”. Ernst Sondum Dalsgarð las yrkingina upp, áðrenn hann tulkaði verkið við nøtrandi nærveru.

Verkini hjá Páll Sólstein og Agnar Lamhauge vóru eisini áhugaverd, hin fyrri við síni tónleikaligu tulking av lagnutunga klassikaranum hjá Williami Heinesen “Hoyrdu tit havsins andalag”, sum gav eina dramatiska, romantiskt hugleiðandi mynd av slóttumonnunum, sum arbeiða upp móti setandi sólini. Agnar Lamhauge bæði sang og spældi í sínum egna verki, sum tók støði í Kingolagnum “Lover nu Herren”. Áhugavert at hoyra teir báðar, Kingosangaran og klassiska sangaran syngja saman í einum serstøkum samljóði, ið hongur væl saman við útgangsstøðinum hjá Agnari Lamhauge, einum djúpum áhuga og virðing fyri fjøltáttaða Kingosanginum. Við instrumentalum verkum vístu teir báðir Sólstein og Lamhauge hvussu væl teir meistra hvør sítt leikføri. Ernst Sondum Dalsgarð er klassiskt útbúgvin sangari, sum uttan trupulleikar megnar eina avbjóðing sum ein tílík, fjølbroytt konsert er. Røddin hjá Ernst Sondum Dalsgarð er vøkur og sterk, og í italsku sangunum fylti røddin alla ta fullsettu Klingruna. Eg haldi, at tað var eitt sindur ringt at hoyra tekstin í støðum í onkrum av teimum føroysku sangunum, møguliga hevur tað við klassisku munnstillingina at gera. Síðsti parturin av konsertini var heldur lættari, tað er ivaleyst ein spurningur um persónligan smakk, men sjálv hevði eg ikki havt nakað ímóti um øll konsertin varð myndað av tí tyngri samtíðartónleikinum, tí eg haldi, at tað var mest spennandi parturin av konsertini, har tú sum áskoðari kendi, at okkurt var uppá spæl. Takk fyri tað!

Skráin fevndi um tónleik hjá Waagstein, Paturson, Sólstein, Lamhauge, Rachmaninov, Leoncavallo, Nielsen, Porter, Howard og Berlin.

Skráin fevndi um tónleik hjá Waagstein, Paturson, Sólstein, Lamhauge, Rachmaninov, Leoncavallo, Nielsen, Porter, Howard og Berlin.


Av øllum teim snekkjum, ið Norðhavið bar...


Nú kann tað vera, at eg við hesari dupultmyndini av teimum báðum aktuellu snekkjunum omanfyri fái øði aftur í mentamálaráðharran, bóndan í Kalsoy og øll hini norðanfyri, sum halda, at nýggja standmyndin niðri á helluni í Mikladali er so fín og so mikið vell, at hon fer at gera alt gott, sum fyrr var ringt. Tað hevur annars verið so deiliga friðarligt síðani húkakjakið og øll tykjast ovurfegin, nú  henda undurvakra risakvinnan úr bronsu stígur upp úr havinum sum ein onnur hevndargudinna við kópahaminum í rulki um føturnar.

“Kópakonan verður eitt ikon” heldur Jógvan Skorheim fyri í nýggjasta Norðlýsinum, sum man vera einasta dømi í føroyskari blaðsøgu um eitt blað, ið er vígt einum einstakum listaverki. Alt blaðið sum tað er snýr seg um Kópakonuna, um søgnina, standmyndina, verkætlanina og gjøgnum lýsingar og á forsíðuni hóma vit fyrimyndarligt samstarv millum vinnulív og mentan. Og tað kann væl vera, at Kópakonan verður eitt ikon eins og Lítla Havfrúgvin í Keypmannahavn og Molly Malone í Dublin. Hvørgin teirra er ein góð standmynd, men virkar tó sum effektivur fólksligur savningarstaður, sum verður brúktur sum bakgrund fyri ferðafólkaselfies og tað er eftir øllum at døma eisini hægsta ambitiónin hjá norðingum.

Sjálvt um Kópakonan er eins spektakuler og hon er monumental - nakað sum Pamela Anderson, er standmyndin eins óspennandi og júst frúgvin Anderson, ið tykist mær ómetaliga avmarkað í síni vitan um heimsins ræðuleikar, tá hon heldur, at grindin í Føroyum er trupulleiki nummar eitt. Her hugsi eg eitt nú um ræðumyndirnar av bumbaðum børnum í Gaza og av Ebolasjúklingum í Vesturafrika. Tað ber ikki til í grundini at samanbera hvørki elendigheitir ella standmyndir og Baywatch, men hetta er mín máti at royna at lýsa hvussu eg ikki haldi, at Kópakonan er ein listarliga áhugaverd standmynd. Fyrivarni má takast fyri, at eg bara havi sæð standmyndina í sjónvarpinum, sjálvandi er tað øðrvísi at síggja standmyndina í veruleikanum. Men eg má viðganga, at eg mundi dottið niður av stólinum, tá eg í Degi og Viku sá standmyndina - so vulgera haldi eg hana vera. Søgan er annars ómetaliga rørandi, haldi eg, um kópagentuna, sum verður tikin og trælkað av einum manni, ið fjalir hennara veruliga samleika í einari kistu, tí hann er ásttikin og vil eiga hennara vakurleika. At hon fleiri ár seinni flýggjar út aftur í sína egnu verð, vitnar um sterkan sjálvstøðugan frælsisvilja, sum gongur framum sjálvt kærleikan til børnini. - Í staðin fyri at viðgera evnið listarliga, hevur listamaðurin eftir øllum at døma fokuserað uppá sjálvan tann fysiska vakurleikan á kvinnuni, sæð úr einum mannligum sjónarhorni. Úttrykkið er naturalistiskt, heroiserandi og anakronistiskt. Tað minnir meg um vitalistiskar og enntá fascistiskar standmyndir í Europa í 19. og 20.øld. Vitalistiskur estetikkur fokuserar uppá naturalistiskar lýsingar í steini ella bronsu av sterkum, heilsugóðum, idealiseraðum, hvítum menniskjum. Í brimi og mjørka verður ovurstóra standmyndin helst eisini fevnd av onkrum mystiskum og tað fer kanska at hjálpa uppá samlaðu upplivingina, men hetta fer ongantíð at síggja út sum ein standmynd frá 2014. Hans Pauli Olsen er framúrskarandi handverkari, hansara framsýning í Steinprenti herfyri og fleiri aðrar standmyndir bera brá av, at hann eisini er dugnaligur listamaður. Nýggja standmyndin, Kópakonan er kanska hundrað ferðir betur gjørd enn Fiskakonan niðri við Skeiva Pakkhús í Havn, men hon er ikki nógv betur hugsað, tíverri.

 

Astrid Haack, modellin til Kópakonuna og standmyndin. Mynd: Norðlýsið

Astrid Haack, modellin til Kópakonuna og standmyndin. Mynd: Norðlýsið


Nýggj standmynd hjá Hans Paula Olsen avdúkast í dag


Myndina av Hans Paula Olsen tók Jan Andersson

Myndina av Hans Paula Olsen tók Jan Andersson

Í dag 1.august 2014 klokkan tvey verður standmyndin hjá Hans Paula Olsen, Kópakonan avdúkað í Mikladali. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum fer at avdúka standmyndina, sum skal standa á helluni í Mikladali. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommuna, fer somuleiðis at halda røðu. Fyrireikarnir vænta nógv fólk, og tí fer Ternan at avloysa Sam í morgin. Fyrsti túrur av Klaksvík var klokkan 6.40 og seinasti túrur verður av Syðradali klokkan 22.35 og bussamband verður ímillum Mikladal og Syðradal. Fyrireikarnir heita á fólk um at lata bilin standa eftir í Klaksvík. Umframt standmyndina hendir ymiskt annað listarligt í Mikladali í morgin. Klokkan 15 verður sjónleikur um Kópakonuna, tá ungir leikarar fara at spæla undir leiðslu av Sóley Danielsen. Tónleikur verður at hoyra, m.a. fer Eivør fer at syngja. http://issuu.com/nordlysid/docs/nordlysid_nr_25_2014/1?e=0/8785119

eivør.jpg



Hoyma í Vestmanna

Málningur hjá Tóroddi Poulsen


Fríggjakvøldið 01. august kl. 19.00, verður fjølbroytt hoymatiltak í Vestmanna hildið á fjósloftinum hjá Jonhard Mikkelsen, Hornavegur 12. Á skránni er tónleikur, yrkingar og sjónleikur .

Avmarkað atongd er á loftinum, einans 40 pláss. Tískil er neyðugt at bíleggja atgongumerki á 100,- frammanundan. Hetta gert tú við at senda boð til Sissalk@hotmail.com ella á 724032. 

Dyrnar lata upp kl. 18.30.

Tey luttakandu eru:

Jákup á Lakjuni (tónleikur)
Daniella Andreassen (yrkingar)
Kim Simonsen (yrkingar)
Lea Kampmann og Sólvá Lávík (tónleikur)
Vónbjørt Vang (yrkingar)
Vár Sjóðklett (yrkingar)
Marita Dalsgaard (sjónleikabrot)
Flóvin Viderø (tónleikur)
Maria Mercedes Lindenskov (tónleikur)
Trygvi Danielsen
Hans Jacob Kollslíð (yrkingar)

 

 

 

Ludvík á Brekku sýnir fram í Lítluvík

Í dag var fernisering í Smiðjuni í Lítluvík við málningum hjá Ludvík á Brekku. Eini 25 størri og smærri verk vera við í sýningini. Fleiri av teimum størru myndunum hevur Ludvík málað á Listaskúlanum á Ærø í Danmark, har hann tók útbúgving sum listamálari seinasta vetur. Annars er framsýningin stak fjølbroytt. Fleiri av teimum framsýndu verkunum hjá Ludvíki, eins og málningur hansara á Ólavsøkuframsýningini bera boð um nýbrot í hansara listarliga virksemi. Framsýningin varir hetta til mikudagin 6.august. 

Kjallaramálari á veg til himmals

Kollasjurnar hjá Tóroddi Poulsen á Ólavsøkuframsýningini síggja út til at vera á veg til himmals, so lættar og poetiskt sveimandi eru tær. Men Tóroddur Poulsen er ein kjallaramálari. Tað er hann heilt einfalt av tí, at hansara atelier er í kjallaranum í einum bygningi í Nordre Frihavnsgøtu á Østerbro, men listasøguliga er tað neyvan heilt skeivt heldur at flokka hann í undirgrundini sum kjallarmálara, sjálvur hevur hann jú eisini skrivað um Kjallaramálningadagar. Tóroddur Poulsen er ógvuliga aktivur listamaður og hann hevur verið nógv frammi síðan hann fekk mentanarvirðisløn landsins. Henda greinin um listamannin byrjar í Týsklandi fyri mongum árum síðani.

Tá ein hin týdningarmesta týska listaframsýningin í nýggjari tíð læt upp leygardagin 29. september í 1984 í Düsseldorf Kunsthalle, var tað ein sonn gøla, at listamaðurin Martin Kippenberger ikki var boðin við. Tað var hann ikki av teirri orsøk at fyriskiparin Kasper König ikki dugdi at síggja nakað virði í hansara málningum. Hann helt, at málningarnir hjá Kippenbergar vóru "Partykellermalerei", sum ikki hoyrdu heima millum ordiligu listaverkini á framsýningini "Von hier aus". 

P1020854.jpg


Sjálvandi var hetta hvørki fyrstu ella seinastu ferð, at metingar av hvat er góð og vánalig list, fóru fullkomiliga skeivar í mun til framtíðar hugsanir, hetta hendir javnan. Kippenberger verður mettur at vera ein av teimu stóru endurnýggjarunum. Nú er tað jú nokk so nógv lættari at læra av fortíðini enn at spáa um framtíðina, og í sambandi við ta framsýning, sum henda greinin snýr seg um, kunnu vit beinan vegin staðfesta, at hesa ferð var kjallaramálarin boðin við - ja hann var í grundini boðin púra einsamallur at hava summarframsýningina í Steinprenti. Allíkavæl var okkurt við móttøkuni av hesi listaframsýningini, tá hon læt upp í Steinprenti í Havn leygardagin 29.juni, sum bendi á, at fólk ikki ordiliga vistu hvat tey skuldu halda um hesar løgnu kjallaramálningarnar. Teir eru so ljótir, helt onkur og onkur annar helt, at Tóroddur Poulsen mundi vera meira grafikari enn málari. Tað er forrestin ikki langt frá, at tað var tann sami, sum í síni tíð, tá Tóroddur Poulsen byrjaði at fáast við prent, helt Tórodd Poulsen vera yrkjara og ikki grafikara. Eg veit ikki um fólk gjørdu sær greitt, at talan í roynd og veru er um eitt tøkni, sum vit ikki hava sæð Tórodd Poulsen brúka áður, sjálv royndi eg at leggja dent á hetta í tíðindaskrivinum, men í grundini var tað ein av okkara bestu málarum, sum rakti seymin á høvdið, tá hann til ferniseringina segði – Hetta er slett ikki málarí, altso hetta er ikki málarí uppá sama máta sum mínar myndir eru málarí…". Torbjørn Olsen hevur púra rætt í hesum varhuga og tað var hansara eygleiðing, ið setti gongd á hesa hugleiðing.


Á amerikanskari grund

Serstaka framsýningin í Steinprenti veitir fyrsta høvið yvirhøvur at uppliva eina samlaða presentatión av málningunum hjá Tóroddi Poulsen. Og á sama hátt sum við øllum hinum listasløgunum, sum hann dyrkar, brýtur Tóroddur Poulsen upp úr nýggjum, ja, hann ger ikki minni enn at broyta sjálvar grundtreytirnar hjá listaslagnum. Við sínari fyrstu málningaframsýning umdefinerar Tóroddur Poulsen føroyskt málarí í mun til tær hálvabstraktu náttúrutulkingarnar, sum vit sambinda við klassiskt føroyskt málarí, men sum í roynd og veru jú eru brigdi av europeiskari myndlist soleiðis sum hon sá út áðrenn 1950, tá colorfieldmálarar, Andy Warhol og onnur staðfestu New York at vera ta nýggju progressivu bráðpannuna hjá listini. Støðið undir málningunum hjá Tóroddi Poulsen er partvíst amerikanskt og týskt, men tankarnir eru franskir og enntá rættiliga føroyskir eisini. Tóroddur Poulsen er ein sannur kjallaramálari. Tað er hann av teirri einføldu orsøk, at hansara atelier er í kjallaranum í einum bygningi í Nordre Frihavnsgøtu á Østerbro, men listasøguliga er tað neyvan heilt skeivt at flokka hann sum kjallara- og undirgrundmálara.


Gullskógvurin

Hansara myndevni eru afturvendandi og vit kenna summi teirra aftur frá prentum, tekningum, vatnlitamálningum, installatiónum og yrkingum. Tann monumentali gullskógvurin er í einari mynd settur upp á ein grønan piedestal, ið tykist múraður upp á sama hátt sum tann neyvt teknaða gráa bakgrundin, ið myndar rundleidda múrverksmynstrið, sum aftur liggur aftan fyri eitt annnað múrverksmynstur fremst í myndarúminum. Á grøna mynstrinum hómast ljósir dropar, ið dryppa úr víngløsunum, sum standa niðri í skógvinum, tvey teirra tykjast hoknað niður, eitt til hvør sína síðu og aftan fyri víngløsini sæst ein svartur bjálki, sum hongur niður úr erva í reyðum tráði. At lýsa myndir kann annars tykjast sum eitt heldur turrisligt øki, men ikki, tá tað snýr seg um myndir hjá Tóroddi Poulsen. Tað er sum eitt ævintýr, merkt av dreymakendari surrealismu og eini serstakari dyrkan av mynstrum, hvørs líka eg ikki havi sæð síðan Steffan Danielsen. Nólsoyarmálarin var forrestin eisini sera upptikin av laðingum og av markinum millum subjektið og umheimin. Hansara outsider-list hevur ikki altíð verið so høgt í metum sum hon er í dag.

Bad painting strategiir

Tó at hetta er hansara fyrsta málningaframsýning, kunnu vit ikki á nakran hátt kalla Tórodd Poulsen fyri debutant. Næsta ár eru 30 ár síðani hansara fyrsta yrkingarsavn, hann hevur verið myndlistamaður meira enn helmingin av hesium sera produktiva tíðarskeiði. Tóroddur Poulsen hevur málað síðani 1980´ini og júst hetta tíðarskeiðið sæst aftur í hansara málihátti, ið sipar til tað listaslagið, sum verður nevnt bad painting - málarí, sum bjóðar tí klassiska, kanoniseraða góða smakkinum av. Tilvitað brúk av tí ljóta er ein áhugaverd strategi, ið krevur eitt vist mát av innliti í og ein greiðan varhuga av tíðarinnar altumfatandi týdningi. Konsensus broytist støðugt og tí kann tað, sum eina ferð var hildið at vera ljótt og ófantaligt, verða hámett í einum øðrum tíðarskeiði. Konfronterandi lyndið í modernaðu listini hevur við sær, at listafólkini ofta bjóða galdandi hugsanum um hvat er gott og minni gott av. Mest sum av sær sjálvum tykist Tóroddur Poulsen onkursvegna velja tað ótilpassaða fram um tað stovnsetta, - nei fram um ja - dissidens framum konsensus, líka so sjálvsagt sum hann altíð dyrkar tað bíliga heldur enn tað dýra.

 

Eitt nýbrot

Í føroyskari myndlist umboða oljumálningarnir hjá Tóroddi Poulsen eitt nýbrot bæði myndevnisliga, men eisini í mátanum, teir eru málaðir. Teir eru ikki á nakran hátt ætlaðir at taka seg málandi út við fleirstreingjaðum dýpdum ella lekrum litblandi. Málningarnir eru flatir ofta við eitt sindur knortlutari tekning og orðum, sum í skundi tykjast vera krutlaði niður á myndaflatan. Tá vit viðgera hesar málningar er tað sum um, at okkum tørvar nýggjar kategoriir, tí tær kategoriir, vit hava brúkt innan føroyska list higartil, nú ikki røkka. Vit hava áður bólkað føroyska list sum antin figurativa, hálvabstrakta ella nonfigurativa list, sum í rættiliga stóran mun tykist miðsavnað um tað sublima í stórslignum, náttúrufagnandi og sansaligum myndum. Hetta er ikki galdandi fyri myndirnar hjá Tóroddi Poulsen, óansæð um tær eru figurativar ella abstraktar. Leggjast kann aftrat, at hvørki súkklur, urtapottar ella spannir hjá Tóroddi Poulsen eru lýstar á sama ímyndandi ella sansaliga eygleiðandi hátt sum tá Niels Kruse stóð niðri á Møl á Eiði og skrásetti tað kæra landslagið í náttúruromantiskum myndum. Men listin hjá Tóroddi Poulsen er somuleiðis sjálvsævilig, summi myndevni stava frá hansara egnu upplivingum. Í einum niðurskrivaðum fyrilestri, sum stóð í tíðarritinum Vencil undir yvirskriftini "Droymt og Drymið" greiðir Tóroddur Poulsen frá eini óhugnaligari uppliving við einari spann: "Sum smádrongur droymdi eg ofta um at missa mammu mína. Hav tað so gott góði, segði hon, nú fari eg til himmals. Hon bleiv løgd í ein bát, sum sigldi avstað við henni niðan gjøgnum Nólsoyarfjørð. Eg veittraði til hana, og hon veittraði aftur. Tá var tað gott at vakna, og eg tók tað ikki so tungt, um hon skeldaði meg tann dagin. Alt hevur sína orsøk. Ein dagin, eg kom heim, fóru ambulansumenn avstað við henni á eini børu og inn í ambulansuna. Eg rann aftaná, men var ov skelkaður at spyrja, hvat feilti henni. Omma kemur at ansa tykkum, til eg komi heim aftur. Og so koyrdu teir avstað við henni, babu, babu. Tá eg fór inn stóð ein spann full av blóði úti á køksgólvinum. Hevði hon útvatnað saltgrind ella hvat? Nei, tað bar ikki til. So nógv blóð. Har var okkurt kjøtkent, ella var tað ein dukka. Eg stóð púra stívur og stardi niður í spannina eina góða løtu, áðrenn eg helt á dyr, og rann oman í fjøruna til kombikkini. Seinni fortaldi systir mín, at mamma hevði kastað burtur. Tvillingar. Síðani havi eg verið bangin fyri spannum.". Áhugavert er, at lýsingarnar av byttunum ikki eru eintýðugt daprar, tær kunnu bæði hava stuttligt og heimspekiligt brá.

 

Maður við gummiarmi í sólbrillum

Myndevnisliga brýtur Tóroddur Poulsen alla tíðina upp úr nýggjum í føroyskari myndlist t.d. tá hann málar eina mynd av einum manni við gummiarmi í sólbrillum við gittara undir liðini, sum situr í einari svartari sofa við eitt grønt sofaborð og lesur í eini teknirøð, kanska er tað um Dunnald Dunnu - meðan spannir í hópatali tykjast ota seg inn á hann. Myndin er um somu tíð eitt sindur skemtilig, óhátíðarlig og serstakliga álvarsom, tí hon snýr seg um listarliga inspiratión. Um so Tóroddur Poulsen er sera originalur listamaður, hevur eisini hann undanfólk í heimslistini, sum hann kennir seg myndlistarliga skyldan við. Hann fylgir sera væl við í samtíðarlistini og lesur eina rúgvu um samtíðarlist og poesi, men hevur eisini áhuga fyri ymiskum listarligum outsidearum, fronsku symbolistunum í 19. øld og fyri amerikanskari list og poesi úr fimtiárunum. Á sama hátt sum fleiri av umboðunum fyri tað sonevnda beat ættarliðið og New Yorkaraskúlanum sameinir Tóroddur Poulsen hámentan og poppmentan, mynd og skrift, speisemi og vakurleika.

Modernismunnar negativa gandaflís

Filosofiska tagnarmaskinan, sum er eitt slag av eini installatión ella ringrás, ið framleiðir kvirru, gongur aftur sum myndevni í fleiri av málningunum og spannirnar eru somuleiðis nógvar. Myndevni sum træsprek, múrsteinar, súkklur og spannir eru dømi um hvussu tilvitað hesin listamaðurin dyrkar tað banala í sínum myndum, sum eisini stinga seg burturúr heildini í føroyskari listasøgu við tað, at tær ikki altíð líkjast list og á hesari málningaframsýningini er tað enn týðiligari enn áður. Tóroddur Poulsen dyrkar eitt antilistarligt, ljótt úttrykk, sum í sær sjálvum er ein uppreistur í móti øllum tí, sum er stovnsett. Hann dyrkar tað ótilgjørda og tað lætta. Hann dugir bæði í yrkingum og málningum at orða tað óvæntaða á einfaldan hátt, at tú sum móttakari gerst bilsin av øllum teim spildurnýggju tankum, sum brádliga myndast í tínum huga, tá yrkingin ella myndin gerst ein lopfjøl til egnar assosiatiónir. Eg haldi ikki, at negativisman hjá Tóroddi Poulsen er tilvitað, tann negativa gandaflísin fylgdi við, tá modernisman í síni tíð kyknaði, og hetta ávirkar enn okkara eygsjón á grundleggjandi hátt, kanska er tað á sama hátt sum danska listakvinnan Ursula Reuter Christiansen greiddi frá um sína egnu list í 1980: "Einaferð ætlaði eg at mála okkara hús. Hortensiablómurnar framman fyri húsini vóru so vakrar. Tíanverri bleiv tað ikki til nakað. Eg málaði nakað annað. Tað vóru somu bóndahús, sum eg málaði við eldreyðum himmali og kolaðum bjálkum". Málningarnir hjá Tóroddi Poulsen eru úrslit av somu noyðslu og sama yvirskoti, sum merkir alt hitt, sum listamaðurin ger. Hetta er óføroysk føroysk kjallaralist, sum er merkt av bad painting snildum og urbanari coolness.  

Tóroddur Poulsen úr Droymt og drymið, s.45 í Vencil 3/2007 og Kjallaramálningadagar s. 16-21 í Vencil 12/2012.

"Teir løgdu litir á landið, sum bleiv hongt inn í stovur, uppi yvir sofunum, har teir villu dreymarnir blivu tamdir við søtum drykkjum og sjónvarpinum tendraðum í ævir allar, eisini eftir at alnótin varð tendrað á fyrsta sinni."

"Royndi at fáa kvirruna, tøgnina og stillið at siga tað speglvent í tjúkkum oljulitum."

"Kvotugangstararnir fáa einki av míni litakvotu.Teir hava makrel millum lørini, og tað átti at verið nóg mikið."

"Tað gula er nú vorðið gulari. Onkur bókstavur hevur fingið grønt og reyðgult á seg. Ansa nú eftir, at hetta ikki endar sum eitt landslag."

 

Heimildir: Tóroddur Poulsen úr Droymt og drymið, s.45 í Vencil 3/2007 og Kjallaramálningadagar s. 16-21 í Vencil 12/2012.  Claus Carstensen: Ang.Trash og bad painting í kataloginum Kast en brand hjá Ursula Reuter Christiansen. Kunsthallen Brandts Klædefabrik 2000.

Nýggj heimasíða um og við list

Hansina Iversen. 2013

Hansina Iversen. 2013

Listaportal.com eitur nýggj heimasíða um list og mentan, sum Kinna Poulsen hevur stovnað og sum umframt tíðindaskriv og umrøðu av listafólkum, útgávum og tiltøkum, eisini fer at hava ummæli á skránni. Heystið er áhugaverd árstíð, tá hugsað verður um listina og longu nú sær út til, at sera nógv hendir á føroyska mentanarpallinum í heyst. Nevnast kunnu serframsýningar hjá ávikavist Hansinu Iversen í Listasavninum og Jóhan Martin Christiansen í Steinprenti. Nýggja bókin  hjá Carl Jóhan Jensen kemur út 29.august og so verður kendi leikurin Stovugenturnar hjá Jean Genet framførdur eisini fyri bara at nevna okkurt úr mongdini, so nú er at gleða seg til eitt spennandi listarligt heyst.

Ein ólavsøkuprædika fyri alt (tað lesandi) fólkið

Myndina tók Birgir Kruse

Myndina tók Birgir Kruse

Theodor Eli Dam Olsen helt eina áhugaverda, fevnandi ólavsøkuprædika, sum skuldi vera fyri alt fólkið, men sum ikki minst talaði til bókmentaliga áhugað fólk. Við dømum frá Sigrid Undset og Dostojevski og Vaclav Havel lýsti prestur hvussu makt korrumperar og ávaraði móti maktarinnar freistingum, at nakar makthavari skuldi kenna seg so maktfullkomnan, at hann misbrúkti ymisk privilegii, sum skulu tæna landinum, til egnan fyrimun. - Eg haldi, at nógv mest sum av sær sjálvum mundu skymast yvir á teir stásklæddu samgongupolitikararnar, sum vóru í kirkju ólavsøkumorgun. Her er prædikan hjá Theodor Eli Dam Olsen:

Hetta heilaga evangeliið til ólavsøkudag eftir seinnu tekstarøð skrivar Jóhannes evangelistur, kap. 12, 24-26:

”Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst. Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív. Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera. Tænir nakar mær, skal faðirin æra hann.

AMEN

“O’ kristni tú alt,

á foldum oss veitir tað, eygum er fjalt!”

Hetta hava vit júst sungið í stórsligna sálminum 323, O. Kristni tú alt.

Og ikki sæst alt altíð beinanvegin, hvat verður sáað.

Herfyri var eg á áhugaverdari ferð í Tróndheimi saman við prestum úr øllum norðurlondum. Leiðin gekk til Stiklastaðar, har Ólavur hin heilagi fall hin 29. juli í árinum 1030.

Pílagrímar streyma til økið kring Tróndheim og Stiklastaðir á ólavsøku.

Á sjálvum staðnum, har Ólavur fall, er bygd ein lítil miðalaldarkirkja, og aftan fyri altarið liggur steinurin, ið Ólavur sigst hava nortið í síni deyðastund.

Her kunnu fólk koma og leggja hondina á.

Løtan var rørandi.

Og ikki minni rørandi var løtan í hesi myrku miðaldarkirkju, tá lítil guðstænasta varð hildin um kvøldið, og vit sluppu at biðja Faðirvár á hvør sínum móðurmáli.

Í hesi dimmu kvøldarstund í tí lítlu 1000 ára gomlu kirkjuni var friður. Tann nærum munkaklæddi presturin ímyndaði, at alt gekk upp í eina hægri eind.

Tíðin stóð still.

Hetta kundi verið í árinum 1030, tá Ólavur var uppi á døgum, og hetta kundi verið í okkara tíð.

Orðið var og er tað sama.

Men so við eitt hendi nakað.

Brádliga lýsti ein ljósrípa úr lógvunum á prestinum, tá hann skuldi lesa dagsins tekst. Sum var tað eitt undur við eini glæmu á hesum heilaga staði.

Hvat var hetta?

Jú, tá hevði hann tendrað teldilin, i-pad’in, ið var handritið hjá honum hetta kvøldið í kirkjuni, har Ólavur doyði á vali á Stiklastøðum.

Orðið er tíðarleyst, og er enn tað sama, hvørt tað verður boðað við sveiggjandi svørði ella á skyggjandi skíggja.

Ymiskt er hvussu sáðað verður til allar tíðir. Men ”fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.”

Hetta er orðið, sum ikki broytist, men er tann førningur, ið vit ikki hava funnið upp á sjálv, men kom til okkara eystan úr Noregi frá Ólavi hinum heilaga, ið bar okkum kristnina hendanvegin.

Eitt sereyðkenni við kristniboðanini í miðøldini var boðanin um Hvítakrist, hin sigrandi stríðsmaðurin við sjálvsáliti, ið vinnur á tí ónda í heiminum.

Ikki fyrr enn seinni varð tosað um hin stilla, líðandi Kristus á krossinum.

Norska stórskaldið Sigrid Undset segði, at Ólavur kongur var hveitikornið, sum varð lagt í norska jørð, tí tað hóskaði til moldina og veðurlagið har. Á tann hátt gjørdist hann eitt vitni um, at Guð sjálvur bleiv menniskja. Tí tað at Jesus bleiv menniskja merkir, at hann tekur okkum sum vit eru.

Og tá Guð vil hava við meg at gera, so kann eg eisini hava við meg sjálvan at gera.

Men nú kemur framtíðin okkum ann, sum vit hoyrdu kórið syngja í sálminum ”Fedranna kirkja”.

Søgufrøðingar vilja vera við, at vit kristnu í Evropa hava eina glæsiliga fortíð aftan fyri okkum, men eina óvissa framtíð framman fyri okkum.

Ja, tvinnir eru kostirnir, sigst: Antin kunnu vit verða kristindómsins kirkjugarður, har vit jarða kristindómin med alla. Ella vit kunnu verða tað fornminnissavnið, har kristindómurin verða sæddur og kannaður sum søguligt fyribrigdi.

Og gaman í, á kirkjugarðinum kunnu sterkar kenslur bilgjast okkum í barmi. Og hinvegin kunnu vit læra nógv á einum fornminnissavni.

Men vit vita kortini væl, at skal kristindómurin yvirliva, koma undan sum livandi tilverumøguleiki, so er eingin annar møguleiki, enn at vit síggja okkum sjálv sum kristindómsins laboratorium, royndarstova, har nýggir møguleikar verða royndir.

Hveitikornið má fella í jørðina og doyggja, fyri at nýtt lív kann halda áfram.

Allastaðni, har fólk koma saman, í álvara og gaman, gleði og sorg, síggja vit, at vit menniskju onkursvegna ávirka hvørt annað. Vit hava ábyrgd fyri hvørjum øðrum, áhuga og umsorgan. So ella so.

Vit hava eina ábyrgd av, hvussu vit sáa, hvar vit sáa – og ikki minst: Hvat vit sáa!

Lívið kann samanberast við eina langa ferð, har vit sita í sama vogni. Fólk koma og fara, vit kunnu velja at práta ella lata vera, hyggja eftir hvørjum øðrum ella hyggja burtur. Men alt, sum vit gera, ávirkar.

Eitt fólk er ikki ein oyggj, a man is not an island.

Vit eru ikki einsamøll. Vit hava altíð lívið hjá einum næsta í okkara hondum, og betur er bøtandi hond enn spillandi tunga, tá vit skulu ferðast saman gjøgnum tilveruna.

Sum menniskju hava vit altíð so mikið av valdi yvir okkara medmenniskjum, at vit kunnu velja, um vit koma við einum góðum orði, ella tí øvugta.

Um vit bjarga dagin hjá hinum, ella um vit oyðileggja hann.

Tað hevur týdning, hvat vit siga. Orðini vit siga, eru sum dýnan, vit skera hol á úti á einum trappusteini, og fjaðrarnir flúgva í allar ættir. Vit fáa ikki steðga teimum.

Er tað tá tey góðu orðini, ið flúgva út í heimin?

Vit vita ikki, hvar tey enda.

Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt. Men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.

Tað er kortini misjavnt, í hvønn mun vit kunnu ávirka á ferðini.

Summi fáa størri møguleika enn onnur, og tá krevst, at vit eru árvakin og ábyrgdarfull. Tað skerst ikki burtur, at summi hava størri makt enn onnur. Og summi eru vald til at hava vald.

Tá ið rithøvundin Vaclav Havel, fyrrverandi samvitskufangi og seinni kekkiskur forseti, fyri nøkrum árum síðani helt hann eina røðu, tosaði hann um tað, hann kallaði ”maktarinnar freisting”.

Her greiddi hann frá, hvussu forsetin í einum landi noyðist at hava nøkur serrættindi.

Ein forseti skal ikki brúka ta nógvu tíðina í bíðirúmum hjá læknum ella tannlæknum.

Ein forseti er heldur ikki noyddur at standa og bíða eftir bussinum, men hevur aloftast sín egna bil við sjaufføri.

Hetta er ikki bara tí, at forsetin skal spara tíð, men tí at landið skal spara tíð.

Tað er ikki bara tíðin hjá forsetanum, men tíðin hjá landinum, sum fer til spillis, um bíðast skal ov leingi.

Hetta er í sær sjálvum ikki nakar trupulleiki. Men trupulleikin kemur, um tey privilegii, sum fylgja við valdinum, verða skumpað yvir í privatlívið og sostatt misbrúkt.

Sjálvur vildi Vaclav Havel kortini vera við í røðuni – sagt við einum skálkabrosi - at ”millum hansara mongu keðiligu eginleikar, vantaði tíbetur ein, nevniliga longsulin eftir makt ella kærleikin til makt”.

Tað segði Vaclav Havel í øllum førum sjálvur, og tí metti hann, at hendan støðan gav honum eitt størri frælsi, enn um hann hevði tráað meira eftir valdi, enn gott var.

Men í sáðnum, sum sáað verður, er altíð spurningurin, um hetta er, sum hveitikornið, ið doyr, tí tað skal veita øðrum lív. Fellur tað ikki í jørðina og doyr, tá verður tað einsamalt.

Og einsamøll skulu vit ikki verða!

Sáðið verður sáðað, men tað er ikki altíð tað kemur upp í tí líki, vit høvdu væntað

Freistingin er ikki bara tað søta og tað spennandi og stuttliga.

Freistingin er álvarsamari enn so.

Tí freistingin er eitt grundleggandi kor í lívínum hjá okkum menniskjum.

Í Kvívíkar kirkju hongur sveinastykkið hjá listakvinnuni, Fridu á Hamri, har hon í træskurði hevur avmyndað Sankta Jørund og drekan. Sankta Jørundur ger við sínum stóra svørði av við tann stóra drekan.

Trupulleikin er bara, at sambært søgnini var ein drekaungi eftir í holuni, og tí eydnaðist tað Jørundi at vinna á drekanum, men ikki á tí ónda, sum altíð kemur afturíaftur.

Vit kunnu gera av við ein trupulleika, men tað merkir ikki, at allir snávingarsteinar her í lívinum eru beindir av vegnum. Lívið kann ikki altíð livast eftir uppskrift, tí lívið er tað sum hendir, meðan vit leggja aðrir ætlanir, sum onkur segði.

Harvið ikki sagt, at vit ikki skulu leggja ætlanir.

Men tað er helst ov nógv at krevja, at vit skulu sleppa púra snikkaleys gjøgnum tilveruna.

Tí hóast tað ikki finst nøkur endalig uppskrift upp á mannalívið, so hoyra vit her í kirkjuni, at vit eru ikki einsamøll

At tað var ein, sum sjálvur valdi at gerast menniskja, hóast hann var sonur skapara himins og jarðar. Og tað er jú ikki so lítið!

Tí Jesus vildi ganga undir somu treytir sum vit menniskju og lata seg doypa og á henda hátt vísa, at hóast hann var Guðs sonur, vildi hann eisini liva okkara lív sum menniskja.

Hann vildi lata seg doypa eins og onnur menniskju og vera solidariskur við okkum.

Eisini hann møtti freistingum.

Í Oyðimørkini.

Akkurát hvussu hetta hevur sæð út, vita vit ikki, men tað løgna er kortini, at hitt ónda møtir Jesusi sum gestablídnið sjálvt. Djevulin førir seg ikki fram sum óndskapur, men við hjálpsemi og besnissaðum uppskotum og bjóðar Jesusi gull og grønar skógir.

Og tað tykist ikki, sum tað eru mótsetningar, ið hittast, tí hitt ónda setir á ongan hátt spurnartekn við, hvør Jesus er, og hvat hann kann.

Men hendingin úti í oyðimørkini er ikki bara freistingin.

Hendingin vísir eisini, hvat býr í Jesusi, hóast hann bæði er svangur, tystur og niðurundirkomin.

Jesus letur seg ikki misbrúka ella mutra.

Ístaðin, heldur hann seg til, at hann er Guðs sonur, sum framvegis er solidariskur við menniskjunum.

Tí Jesus varð freistaður, og at verða freistaður er at verða roynd ella royndur. Tað kann vera at vera í iva. Tað er at vera í kreppu, har ein avgerð skal takast, hvat tú skal velja, og hvørjum tú skal trúgva, og hvat tú skalt gera.

At verða freistaður er at lata seg sannføra um, at ein er nakað annað, enn ein er, at vera í iva um sín samleika ella identitet.

At freistast til at halda, at tú ikki ert eitt menniskja, men at tú ert Guð.

Freistingin er konfliktin ella stríðið millum tað góða og ónda.

Men freistingin er samstundis eisini menniskjans lutur – at ganga hesa oyðimarkargongdina viðhvørt, har tað kann tykjast tómt og oyði, og har vit noyðast at hugsa okkum um, áðrenn vit velja ta røttu kósina aftur í fruktagott øki.

Tí freistingin er at lata seg tøla av makt, heldur enn av mildni og miskunn.

Tey undrini, sum Jesus gjørdi, vóru altíð gjørd av miskunn. Hann vakti deyð, lekti sjúk. Ikki fyri at vísa sítt vald. Hesi maktarinnar freisting læt hann seg ikki tøla av.

Jesus ger ikki undur fyri at vísa hvør hann er – tí hetta kann jú vera so sera freistandi, at biðja Jesus gera hetta ella hatta.

Men Jesus lærir okkum, at tá vit biðja Faðir vár, skulu vit biðja Veri vilji tín, áðrenn vit biðja hann ikki leiða okkum í freistingar.

Jesus gjørdi ikki undur fyri at vísa mæti.

Undrini vóru hinvegin gjørd fyri at hjálpa øðrum og gleða onnur. Tað veri seg fólk, ið høvdu mist, vóru sjúk ella tað neyðars brúðarparið í Kána, sum helst var niðurundirkomið av skomm, tá tað helst ikki hevði verið niðurafturlagt, um vínið bleiv uppi.

-- -- --

Skaldsøgan Karamasov-brøðurnir, sum Heðin Heðin Brú týddi til føroyskt, verður roknað sum tann mætasta hjá høvundanum Dostojevskij.

Orðini um hveitikornið, prædikuteksturin til ólavsøkumorgun, eru bæði stevnuskrá fyri alla skaldsøguna, eins og tey standa á gravsteininum hjá Dostojevskij.

Eitt av hæddarpunktunum er, tá brøðurnir sita og práta, og annar byrjar at bryggja eina søgu saman.

Hann fortelur um Jesus, sum í 16. øld kemur aftur – júst, tá forfylgingingin eftir øðrvísi hugsandi var í hæddini.

Vit eru í Spaniu.

Á middegi, tá tað er allarheitast, trínur Jesus fram á torgið, har kirkjan fáar dagar frammanundan hevur brent eini hundrað fólk á báli.

Øll tyrpast rundan um hann.

Ein, sum hevur verið blindur frá barnsbeini biður um at fáa sjónina, og tað fær hann.

Við eitt kemur tann mætasti maðurin í kirkjuni fram. Ein 90 ára gamal maður.

Hann ger ikki mætari enn at hann setur Jesus í geglið.

Tá náttin kemur á, kemur hesin stóri forfylgjarin í øði og spyr Jesus:

- Hví komst tú aftur? Tú misskilti jú alt! Kirkjan hevur skilt tað betri nú. Í dag ert tú vandamikil fyri okkum. Tú trúði, at menniskju kundu vera fræls. Tey heiðra okkum, tí vit taka frælsi frá teimum.

Tann gamli maðurin minnir síðani Jesus um tilboðini frá djevlinum í oyðimørkini – tað var eitt mistak av Jesusi, at hann segði nei til hesi. Jesus valdi heldur frælsi enn at taka av.

Tí um Jesus hevði gjørt steinar til breyð, høvdu fólk fylgt honum. Hann kundi givið fólki materiellan tryggleika.

Í breyðnum er stór makt.

Hin gamli fýlist á, at Jesus frá segði sær valdið. - Kirkjan hevur vald, sigur hann, men Jesus vildi ikki taka av maktarinnar freisting.

- Í morgin skulu vit so fáa at síggja, hvør hevur mest vald, tú ella eg sum gevi boð um, at tú skalt brennast á báli. Hvat hevur tú at siga til tað, spyr tann gamli.

Jesus tigur.

So nærkast Jesus tí gamla, sum hevur sent so nógv fólk í deyðan. Tigandi gevur Jesus honum ein koss.

Tað er hansara svar.

Tað ørar fyri tí gamla, og kossurin brennur í hjartað. Hann veit, at um hann letur upp fyri tí, sum hann her møtir – eymleika, fyrigeving, miskunn og kærleika – noyðist hann at hálsa um og alt hansara lívsverk er farið fyri skeytið.

Tann gamli fer yvir til hurðina og sigur við Jesus: - Far út, og kom ongantíð aftur! Jesus so gjørdi.

Og soleiðis endaði hendan frásøgnin hjá Dostojevskij. Jesus læt seg ikki freista, men ferð eftir ferð eru bæði fólk og sjálv kirkjan fallin fyri freistinginum, bæði av makt og til at biðja Jesus um eitt tekin, at vísa hvør hann er, heldur enn bara at trúgva honum.

Men freistingin er sum sagt, at vit kunnu halda okkum vera Guð – ella at vit gloyma, hvør Guð er.

Okkara tala og okkara atburður hava árin – meira enn vit halda – og eisini tá vit eru farin og liggja undir grønutorvu, kemur tað samfelagið, sum vit løgdu eftir okkum, at vera tað, okkara eftirkomarar skulu heysta.

Heimssøgan hevur kortini víst, at vit ikki altíð hava dugað at umsitið hetta, at vit hava ábyrgd av hvørjum øðrum, at vit hava vald yvir hvørjum øðrum.

Mannarættindastríðsmaðurin og prsturin Martin Luther King segði, at læra vit ikki at liva saman sum systrar og brøður, doyggja vit sum býttlingar.

Ella um vit skulu vera verandi við Dostojevskij og brøðurnar Karamasov: Tann veruliga líðingin er at missa evnini at elska!

Vit gera sjálv av, hvussu vit sáa. Hvar vit sáa. Og ikki minst: Hvat vit sáa.

Hvør verður førningurin, ið okkara ættarlið leggur eftir seg?

Tað er jú, sum sagt verður í sálminum: Fedranna kirkja, ið Havnarkórið sang á loftinum fyri løtu síðani: Nú kemur framtíðin okkum ann, kristnaður ungdómur einans kann, vera vár vernd og várt virki.

Vit hava nógv at takka teimum, ið undan fóru. At vit í dag í gleðisfagnaði kunnu halda ólavsøku, og gleðast – eins og vit lósu úr Sálmi 100 frá altarinum í áðni: Fegnist fyri Harranum jørðin øll! Fyri ásjón hans komið við frøi!

Ólavur heilagi legði hveitikornið í Norska jørð. Har treivst tað best, og kom hendanvegin. Tað mátti doyggja, so vit ikki eru einsamøll. Hetta er frøin, ið verður boðað í dag. Ikki við sveiggjandi svørði, men við skyggjandi skíggja eins og hitt kvøldið í miðaldarkirkjuni á Stiklastøðum.

Í ár eru 1000 ár liðin, siðan Ólavur Heilagi bleiv doyptur í Frankaríki.

Herrópið á hesum hátíðardegi er tí, at vit skulu frøast, fegnast og fylkjast, tí okkum untist at koma aftan á tey, ið løgdu okkum gott í beinið, at Guðs sonur mátti doyggja og rísa upp, fyri at vit í dag kunnu bera boðskapin um, at vit kunnu tæna hvørjum øðrum og gleðast.

Góða ólavsøku!

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir.

AMEN

:http://kvf.fo/netvarp/sv/2014/07/29/olavsokugudsta-2014

Nógv fólk til upplatingina av Ólavsøkuframsýningini

Ólavsøkuaftan klokkan trý var Listasavnið á tremur í spentum ólavsøkugestum, ið vóru komin at skoða Ólavsøkuframsýningina.  Her eru nakrar myndir, sum Eiler Fagraklett tók. Birgir Kruse og Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen hava bæði bloggað um framsýningina:

 http://www.birkblog.blogspot.com/2014/07/olavskan-sett.html

http://gydjablog.blogspot.com/2014/07/gult-og-svart-og-so-ortuliga-nogv-anna.html?spref=fb

10557375_10154433323635724_8642654347351228275_n.jpg
10570272_10154433325630724_2617368935769992004_n.jpg