Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsi 7.mars 2025 - vernissage
/Í dag læt upp framsýning við nýggjum málningum hjá Torbirni Olsen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Símun bjóðaði vælkomin, Karl Martin og Mikkjal spældu eitt lag og síðani helt undirritaða røðu, sum ljóðaði nøkulunda soleiðis:
Ljósið skapar litirnar
Tað er ljósið, sum er fysiska fortreytin fyri, at vit uppliva litir sum vit gera. Torbjørn Olsen er tískil ikki bara lit- men eisini ljósmeistari. At ljósið er ein høvuðsmotorur í málningunum hjá Torbirni Olsen er ein sannroynd, sum ikki bara merkist í hansara verkum, men sum ávirkar alla atmosferuna kring málaran, meðan hann arbeiðir. Tað veit eg, tí eg eitt tíðarskeið sat fyri honum og varð portretterað. Eg sat nokk so leingi. Tað var um várið og ljósið skifti soleiðis sum tað ofta ger og hvørja ferð sólin kagaði fram og lýsti atelierrúmið upp, var tað sum setti hong gongd á eina villa prosess, sum gav málarínum eina at kalla turbokenda megi. Hetta hendir, tá ljósið rakar eygað hjá Torbjørn, ferðast út í hondina og floymir út á løriftið sum lýsandi penslastrok.
Torbjørn málar tingini soleiðis sum hann sær tey og hevur fleiri ferðir nevnt henda myndevnisliga bundinskapin, at hann hevur tørv á at hava okkurt at mála eftir. Bert eitt eyga, men ikki eitt og hvørt eyga. Tí stórur munur er á myndamálinum hjá Torbirni og so tilvildarligum skrásetingum av veruleikanum soleiðis sum hann kann taka seg út í sínari gráu almindiligheit. Hann málar kanska tað, sum hann sær, men við einari heilt serligari, viðkvæmari ljós- og litkenslu. Meðan Torbjørn málar hevur hann fleiri penslar í gongd í senn við reyðum, gulum, bláum og svørtum, sum hann við jøvnum millumbilum trýstur ymsastaðni niður í palettina og hiðani beinleiðis á løriftið, har penslastrokini fjølgast flykrandi og løtt kring teknaðu skapini, ið eru fundamentið í málningunum. Arbeiðishátturin tykist ivaleysur, men er tað ikki. Als ikki. Hansara palett er eitt marglitt fjallalandslag av máling á einum stálvogni við hjólum, sum listamaðurin kann flyta eftir tørvi. Tað sær rokaligt út, men her er ordan í tingunum og í litblandinum – tað sæst hvussu littúgvurnar spakuliga skifta lit í ymiskum blandingum á palettini. Millum litfjøll og dalar standa ymsar krukkur og blikk, sum við tíðini grógva fast og gerast partar av litlandslagnum.
Arbeiðshátturin hjá Torbjørn sýnist vísindaligur, men eisini merkiliga ítøkiligur. Tað er næstan eins og málarin roynir at fara í gjøgnum heilt – gjøgnum materiuna, málingina og løriftið til tess at hon kann umskapast í eini alkymistiskari prosess. Tað er sera áhugavert at uppliva. Listamaðurin stríðist av øllum alvi, hann arbeiðir sum úlvur á skóg og málar og skavar og málar út yvir aftur. Síðan setir hann seg at hyggja at tí, hann hevur útint, útlúgvaður.
Sjálvt litríku, frísku modernistisku myndirnar kunnu tykjast ógvuliga ymiskar frá gomlum myrkum myndum úr barokktíðini, eru tvær stórar listarligar fyrimyndir úr 17.øld; tað eru barokkmeistararnir báðir, italski Caravaggio og spanski Velazquez, ið báðir arbeiða við ljósi í myrkri ella við clair obscur og við stórfingnum figurkompositiónum, sum Torbjørn Olsen eisini hevur arbeitt við í sínum altartalvumyndum m.a. Ein meira eyðsýnd listarlig fyrimynd er franski impressionisturin Claude Monet, serliga verkini, sum meistarin málaði, tá hann var gamal, tá litirnir brenna og strokini gerast nokk so vill og abstrakt.
Portrettmyndirnar hava stóran og týdningarmiklan leiklut í renesansulistini, har humanisman tekur seg fram og áhugin fyri menniskjanum er vaksandi. Øll munu kenna ta lítlu portrettmyndina hjá Leonardo da Vinci av Monu Lisu og hennara berømta bros. Sum portrettmálari er Torbjørn Olsen tikin úr leikum, honum tørvar bert fáar strikur, so hevur hann fangað yvirbráið á einum menniskja. Hann letur sær tó ikki lynda við útsjóndini aleina, men ynskir eisini at lýsa sinnið og persónsmenskuna hjá tí portretteraða. Hann hevur málað ikoniskar portrettmyndir av sjónleikaranum Rosu av Rógvu og leikstjóranum Eyðuni Johannesen. Sami neyvleiki og málandi yvirskot sæst í mongum øðrum portrettmyndum, t.d. av Hera Smith, Williami Heinesen, av Karin, Beintu, av mær og mongum øðrum við – Ikki minst í altartalvumyndunum, sum avmynda persónar í bíbliuni og samstundis lýsa menniskju í okkara samtíð – í altartalvuni í Vík er t.d. eitt framúr portrett av Hanusi G at síggja millum allar lærusveinarnar.
Í serflokki eru tær mongu sjálvsmyndirnar, sum Torbjørn hevur málað frá sjeytiárunum og fram til dagin í dag. Hetta eru einastandandi, intens koloristisk meistaraverk á hædd við sjálvsmyndirnar hjá Ruth Smith. Eg droymi um at gera eina framsýning við sjálvsmyndum ella eina við portrettmyndum, men har eru nógvir møguleikar í hansara samlaða verki, sum fevnir víða.
Torbjørn málar eisini modelmyndir, sum er eitt klassiskt listaslag – her á framsýningini síggja vit fleiri dømi um hetta m.a. nakrar monumentalar kompositiónir av einum standandi kvinnufiguri. Kvinnan er stødd miðskeiðis á gólvinum í atelierinum hjá listamanninum. Og meðan hon sæð burtur frá bjarta grøna jakkanum, er nokk so myrkt málað, glitrar øll rúmkonstruktiónin sum hon er av ljósi og av litum. Í so máta er Torbjørn Olsen serstakur listamaður. Hann sigur seg vera listaligan treytaðan av sínum myndevni antin tað er ein model ella eitt útsýni, men hyggja vit eftir, so eru hesi myndevni bara lítil partur av endaliga úrslitinum. Kanska kunnu vit tá siga, at Torbjørn brúkar síni myndevni sum eitt slag av ígongdsetarum í listaverkum, sum tá av tornar, eru nógv meira enn avmyndan. Hygg bara at útsýninum út yvir Nólsoyarfjørð, sum hann hevur málað óteljandi ferð. Eingin mynd er líka. Hygg at myndunum av Karini undir hatti. Her hevur listamaðurin brúkt modellina sum eitt grønt ella reytt skap í flykrandi ljósi og litum, sum hann savnar í eini máttmiklari, tríbýttari kompositión, har liturin á jakkanum og ljósið í rúminum eru útgangsstøði hjá eini sannari litveitslu. Eg eri hjartans takksom fyri at vera boðin við. Takk fyri.
Kinna Poulsen
Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík
/Framsýningin fevnir um nýggjar oljumálningar og fernisering verður fríggjadagin 7. Mars klokkan 18:00. Kinna Poulsen, listummælari flytur fram røðu og Karl Martin, Eyðun og Jógvan syrgja fyri tónleikinum. Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, er møguleiki at heilsa uppá listamannin sjálvan.
Framsýningin, sum hongur uppi fram til 9. Apríl 2025, kann vitjast yrkadagar millum 14:00 og 17:00 og sunnudagar millum 15:00 og 18:00. Um tað ikki liggur fyri at vitja ásettu tíðir, er man vælkomin at ringja 217055 (Símun) og avtalað eina hóskandi tíð.
Hjartaliga vælkomin.
Kvøldaropið í Listasavninum við Julie Sass
/Hósdagin 6. mars kl. 17 verður framsýning og upplestur í forhøllini á Listasavni Føroya við donsku listakvinnuni Julie Sass.
Julie Sass sýnir nýggjar myndir fram, og høvi verður at hoyra brot úr nýggju listabók hennara.
Skrá
Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri, bjóðar vælkomin.
Julie Sass lesur upp úr bókini á donskum. Listafólkini Hansina Iversen og Jón Sonni Jensen lesa brot úr bókini á føroyskum.
Framsýning við myndum eftir Julie Sass verður í forhøllini.
Listasavnið bjóðar drekkivørur.
Savnið er opið 6. mars frá kl. 11-20.
Um listabókina og myndirnar
Hvat siga vit við hvønn annan í telefonini, gjøgnum sms-boð, í bussinum? Hálvir setningar vevjast saman og verða til visuellar løtumyndir í nýggju listabókini eftir Julie Sass. Tekstir og myndir eru knýtt saman í eina opna, inniliga og brotakenda frásøgn. Hvør tekstur kann lesast fyri seg ella sum ein søga.
Talan er um 43 hondskrivaðar tekstir við hvør sínari mynd. Myndir og tekstir renna saman og eru skipað sum opin og visuell brøv. Tekstirnir eru týddir til føroyskt og Julie Sass hevur teknað og málað tekstirnar, sum verða vístir fram saman við myndunum. Tilvísingar eru til landsløg og náttúru, skulptur og mentanararv. Tekstirnir rúma eisini einføldum og skemtiligum samrøðum. Tekningarnar eru abstraktar, men fáa okkum at hugsa um okkurt, vit kenna aftur, bæði í innihaldi og formati. Hurricane Publishing hevur útgivið listabókina í 2024.
Um listakvinnuna
Julie Sass er donsk listakvinna, ið er útbúgvin frá danska kunstakademiinum og New York University (MFA). Listakvinnan hevur givið út fleiri bøkur og hefti, serliga í sambandi við framsýningar, ið hon hevur skipað fyri. Julie Sass hevur luttikið á fleiri framsýningum í Føroyum og útlondum.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin
Listafólkaprát í Listasavninum
/Listafólkaprát: Um at geva kenslum skap v/ Maibritt Marjunardóttir og Guðrið Poulsen
Sunnudagin 9. mars kl. 16 verður listafólkaprát við listakvinnurnar Maibritt Marjunardóttur og Guðrið Poulsen. Turið Nolsøe, Ph.d. í retorikki, verður orðstýrari.
Hvussu geva vit kenslum listalig skap? Hvat ger tað við okkum at uppliva verk við kroppinum? Hetta eru kjarnuspurningar, sum fara at mynda samrøðuna.
Maibrit Marjunardóttir er í løtuni partur av serframsýningini “Træðrir” við verkinum “Anhedonia”. “Anhedonia” er eitt stórt og svart bundið installatiónsverk, ið fyllir nærum alt rúmið – eisini við ljóði. Til ber at ganga ímillum bundnu skapini og ljóðmyndin laðar uppundir kropsligu upplivingina. Orðið “Anhedonia” merkir manglandi evni at kenna gleði ella at njóta upplivingar, sum vanliga høvdu verið hugtakandi ella gevandi. Anhedonia verður ofta sett í samband við tunglyndi ella strongd. Sambært Maibritt Marjunardóttur hevur tilgongdin at skapa hetta verkið verið eitt slag av terapi ella meditatión – tað at binda seg burtur úr eini kenslu.
Guðrið Poulsen er fjøllistakvinna og arbeiðir bæði í stórum og lítlum formati. Landslagið og náttúran spæla ein sentralan leiklut í hennara list, og somuleiðis er tað kvinnuliga eitt afturvendandi evni. Nevnast kann 5m høga standmyndin fyri kvinnur deyðar í barsilssong, ið stendur í Fuglafirði. Við minnismerkinum gevur Guðrið bæði kenslum og minnum skap. Søgurnar – bæði tær persónligu og samfelagsligu – fáa eitt ítøkiligt og samstundis abstrakt skap og byggja á eina rúmliga uppliving, ið er bæði monumental og lítillátin um somu tíð.
Listafólkaprátið fer at snúgva seg um, hvussu vit uppliva list við kroppinum, og hvussu kenslur kunnu fáa skap gjøgnum listaligar tilgongdir. Eisini fer prátið at snúgva seg um tilfar, tilgongd, abstraktión og kvinnusøgu.
Listafólkaprátið verður sunnudagin 9. mars kl. 16. Listasavnið er opið frá kl. 11-17 og møguleiki er at vitja framsýningina "Træðrir" áðrenn listafólkaprátið byrjar. Eftir prátið ber til at seta spurningar.
Hetta er sætta tiltakið í einari røð av tiltøkum, ið Listasavn Føroya skipar fyri í samstarvi við Listafelag Føroya.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.
Listasavn Føroya
Tónar í list á Norðurbryggjuni - vernissage
/Leygardagin 1.mars læt upp framsýningin Toner i kunst við føroyskari list á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Framsýnarar á listaframsýningini eru: Hansina Iversen / Margrethe Odgaard og Teitur / Heðin Ziska Davidsen / Guðrið Poulsen / Jóna Rasmussen / Vigdis Petersen / Olivur við Neyst / Astri Luihn / Ingálvur av Reyni / William Heinesen / Heiðrik á Heygum / & Bartal og Maria Tórgarð / Rammatik. Á ferniseringini var fult av framsýningargestum og nøkur av teimum framsýnandi listafólkunum vóru til staðar; Hansina Iversen, Heðin Ziska Davidsen, Vígdis Petersen og Astri Luihn. Stjórin í Norðurbryggjuni, Karin Elspudóttir bjóðaði vælkomin og síðani helt Gunnar Holm-Jacobsen upplatingarrøðu.
VELKOMMEN
Musik og billedkunst har altid været tæt forbundet. Toner kan males, og farver har klange. I denne udstilling, Toner i kunst, undersøger vi de mange måder, hvorpå musik og billedkunst smelter sammen, inspirerer hinanden og skaber nye udtryk.
Udstillingen er en tilpasset version af Tónar í list, kurateret af og vist på Listasavn Føroya (Færøernes Nationalgalleri) i 2023-24. Den sætter særligt fokus på dialogen mellem billedkunst og musik på den færøske kulturscene og præsenterer værker, der udforsker denne forbindelse i både direkte og indirekte former.
Mange kunstnere har fundet inspiration i musikkens rytme, harmoni og stemning, mens kom- ponister og musikere ofte har ladet sig inspirere af billedkunstens visuelle udtryk. Albumcovers, musikvideoer og scenografi er blot nogle eksempler på, hvordan kunstarterne mødes og beriger hinanden.
Udstillingen præsenterer værker af kunstnere, der arbejder i krydsfeltet mellem disse kunstformer. Nogle af dem er både billedkunstnere og musikere, andre lader deres værker tale med musikalske strukturer eller stemninger. Fælles for dem er en nysgerrighed over for, hvordan kunstens forskellige sprog kan forenes og skabe nye oplevelser.
I kataloget finder du små tekster, der introducer de udstillede værker. Desuden ledsages udstillingen af et samtale- og musikprogram, hvor kunstnere og musikere deler deres tanker og processer.
Vi håber, at Toner i kunst vil åbne øjne og ører for den rige samklang mellem billedkunst og musik og skabe nye forbindelser mellem kunstarterne.
En stor tak til Listasavn Føroya og til alle kunstnerne – og tak til Knud Højgaards Fond, Overretssagfører L. Zeuthens Mindelegat og Dronning Margrethes og Prins Henriks Fond.
Karin Elsbudóttir
Direktør, Nordatlantens Brygge
Kære kunstnere og kære gæster,
Det er med stor glæde, at jeg står her i dag for at åbne udstillingen Toner i kunst.
Den færøske musikscene blomstrer i disse år, og det gør kunstscenen også. Og det gælder for både musikken og billedkunsten, at udtrykkene er mange og endda meget forskellige, både hvad angår tematisk og stilistisk tilgang. Alligevel finder jeg en færøsk klangbund i både den musik og kunst, der knyttes sammen her, hvor et hav af forskellige forbindelser mellem kunst og musik toner frem i det flerstrengede udvalg af værker, som udstillingen præsenterer.
Her kan man opleve værker lavet i samarbejde mellem billedkunstnere og komponister såsom Margrethe Odgaard og Teitur. Eller se og høre Rammatiks eksperimentelle kunstfilm Memotekið, der rent billedmæssigt præsenter os for originalt koreograferet dans, som er optaget med super 8mm-kamera i de færøske landskaber, der i filmen så mødes med et lige så fascinerende lydlandskab. Og på udstillingen ser vi også filmformatet anvendt i dialog med både billedkunsten og musikken i værker af Heiðrik á Heygum, & Bartal og Maria Tórgarð
Blandt de udstillede værker er også William Heinesens velkendte billede Spælimenninir i Hoydølum, der også pryder udstillingens plakat (her bag mig). Og når det billede skal fremhæves her, er det ikke blot fordi Heinesen er blandt de mest kendte færinger. Og det er heller ikke fordi vi i år fejrer 125-året for hans fødsel. Nej, det er nok først og fremmest, fordi musikken spillede en så stor rolle i hans liv og virke.
Ud over at være digter og forfatter var William Heinesen både billedkunstner og komponist. Hans bidrag til færøsk musik var ganske vist ikke så omfattende, men hans kompositioner fra 1950’erne har dog musikhistorisk betydning, for de var blandt de første færøske instrumentale værker. Men musikken flettes også ind i hans øvrige virke. Endda meget markant. De fleste kender hans roman De Fortabte Spillemænd, der er et pragteksempel på, hvordan musik kan væve sig ind i litteraturen. Og med blandt andet sine mytologisk inspirerede papirklip bidrog Heinesen desuden til både billedkunsten og musikscenen på Færøerne. Flere af hans papirklip er blevet anvendt til pladecovers for det færøske pladeselskab Tutl, hvilket man også kan se på udstillingen.
En lang række moderne billedkunstnere har ladet sig inspirere af musikken i værker, hvor musikkens klang og rytme omsættes til farve og form. I udstillingen ser vi eksempler på det i abstrakte fortolkninger som hos førnævnte Teitur og Margrethe Odgaard, men også i værker af Jóna Rasmussen, Vígdis Petersen, Heðin Ziska Davidsen, Hansina Iversen og Guðrið Poulsen. Og der figurative fortolkninger i værker af blandt andre Ingálvur av Reyni og Olivur við Neyst.
Og så er der Astri Luihn. Hun uddannede sig oprindeligt i musikvidenskab og forskede i folkemusik, men skiftede så spor til billedkunsten. Med sit værk Lyd i kunsten – eller Listaljóð, som det hedder på færøsk – spørger hun os, publikum, om billedkunsten kan klinge? Og om der i hele taget er nogen større forskel på kunstarterne. Ikke hvad angår, hvordan de berører os, svarer hun. Og jeg må erklære mig enig.
Jeg er ikke blot stolt og glad for at stå her netop i dag og åbne udstillingen Toner i kunst på Nordatlantens Brygge. For huset her er også min arbejdsplads. Det er her Færøernes Repræsentation holder til - det er her, jeg har min daglige gang. Derfor ser jeg også frem til at jeg på daglig basis kan træde ind i udstillingen og både opleve og reflektere over de udstillede værker. For de antænder nye tanker og refleksioner, hver gang man møder dem. De kalder på at blive oplevet. Og derfor er det mig en stor glæde at erklære udstillingen Toner i kunst åbnet.
Gunnar Holm-Jacobsen
Fotomyndir: Norðurbryggjan Karin Rørbech
Vónbjørt Vang í uppskoti at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
/Føroyska uppskotið at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 er Svørt orkidé hjá Vónbjørt Vang. Svørt orkidé er triðja yrkingasavnið hjá Vang - og sambært tilnevningarnevndini hennara sterkasta higartil. Verkið tematiserar sorgina og umsorganina hjá eini mammu um eitt barn, sum veksur upp og gongur sínar egnu leiðir og møguliga villist. Serliga er tað kenslan av undirliggjandi órógvi og máttloysi av ikki at hava tamarhald og samband longur; um sambandið millum móður og barn, sum alt meira broytist og minkar, so hvørt sum barnið gerst eldri. Verkið snýr seg um mammuna sum sjálvstøðuga veru, sum í stríðnum móti mótloysi, stúran og angist fyri ikki at kunna hjálpa ella røkka sínum barni, hevur tørv á kropsligari styrki. Verkið hjá Vang arbeiðir við fleiri løgum av meining og materialiteti, har tekstir, myndir og sitat úr øðrum verkum eru flættað saman í kollasjukendum formi. Nýtslan av brotum og sjónligum elementum leggur dent á, at upplivingarnar hjá mammuni eru býttar og leitandi – roynd hennara at finna eitt mál til tað ósigandi. Vónbjørt Vang fekk virðisløn M.A.Jacobsens í fjør fyri Svørt orkidé.
Tey tilnevndu eru:
Danmark
Madame Nielsen: Dødebogsblade, dagbogsroman, Forlaget Wunderbuch, 2024.
Thomas Boberg: Insula, roman, Gyldendal, 2024.
Finnland
Anu Kaaja: Rusetti, roman, Kustantamo S&S, 2023.
Milja Sarkola: Min psykiater, roman, Förlaget, 2024.
Føroyar
Vónbjørt Vang: Svørt orkidé, digte, Forlaget Eksil, 2023.
Grønland
Lisathe Møller: Qaamarngup taartullu akisugunneri, roman, Lisathe Møller Forlag
Ísland
Eiríkur Örn Norðdahl: Náttúrulögmálin, roman, Mál og menning, 2023.
Þórdís Helgadóttir: Armeló, roman, Mál og menning, 2023.
Noreg
Johan Harstad: Under brosteinen, stranden! Roman, Gyldendal, 2024.
Arne Lygre: I vårt sted, skuespil, Aschehoug forlag, 2024.
Samiska máløkið
Jalvvi Niillas Holmberg: Goatnelle, roman, DAT, 2024.
Svøríki
Lotta Lotass: Rubicon / Issos / Troja, digtsamling, Ekphrasis förlag, 2024.
Andrzej Tichý: Händelseboken, roman, Albert Bonniers förlag, 2024.
Áland
Carina Karlsson: Marconirummet, digtsamling, Schildts & Söderströms, 2024.
Starvslønir 2025
/Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvsløn og íverksetanarstudning til listaligt og mentanarligt arbeiði fyri 2025.
Starvsløn varð latin Tróndi Bogason Hansen, tónaskaldi í 12 mánaðir. Kim Simonsen, rithøvundi í 6 mánaðir. Harumframt fingu 42 umsøkjarar starvsløn í ávikavíst 1, 2, 3, 4 og 5 mánaðir.
Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 6. januar 2025, ið hevur til endamáls at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.
Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í Løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins, og sum eftir nevndarinnar meting er av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.
Grunnurin fekk í alt 94 umsóknir, og søkt varð um starvsløn fyri slakar DKK 32 mió. Av hesum vóru 44 umsóknir játtaðar. Latnar vóru 101 mánaðarlønir tilsamans fyri DKK 4,1 mió.
Endamálið við íverksetanarstudningi er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki. Íverksetanarstudningurin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listararbeiði. Stuðulin verður latin eftir nevndarinnar meting av listarligum dygdareyðkennum.
Umsøkjararnir til íverksetanarstudning vóru 19 í tali, og nevndin gjørdi av at lata hesum 4
íverksetanarstudning fyri tilsamans DKK 300.000:
Beinir Bergsson (bókmentir)
Mariann Hansen (leiklist)
Alda Mohr Eyðunardóttir (myndlist)
Simona Eivinnsdóttir (tónlist)
Starvslønir 2025
Tróndur Bogason Hansen 12 Beinir Bergsson 2 Maria Winther Olsen 2
Kim Simonsen 6 Kristina Sørensen Ougaard 2 Eir í Ólavsstovu 2
Anna Katrin Ø. Egilstrøð 5 Magnus Gaard 2 Rannvá G. Niclasen 1
Olaf Johannessen 4 Kári Linderoth Jacobsen 2 Ebba Malena Debess Thomsen 1
Elin á Rógvi 3 Rannvá Holm Mortensen 2 Vár Bech Árting 1
Randi Samsonsen 3 Jóanes Nielsen 2 Rebekka Petersen 1
Herborg Silja Strøm 3 Birgit Remmel 2 Sjúrður Hammer 1
Høgni Mohr 3 Torfinnur Jákupsson 2 Lars Kolbjørn Moa 1
Durita Dahl Andreassen 2 Trygvi Danielsen 2 Malan Poulsen 1
Jákup Veyhe 2 Heri Joensen 2 Súsanna Tórgarð 1
Marita S. Dalsgaard 2 Ingun Christensen 2 Hans Tórgarð 1
Búi Rouch 2 Guðrið Poulsen 2 Anna Hüdepohl 1
Bárður Reinert Poulsen 2 Janus á Húsagarði 2
Heðin Ziska Davidsen 2 Pauli Reinert Poulsen 2
Lasse Thorning Jæger 2 Lena Nicolajsen 2
Lea Kampmann 2 Jón Thorsteinsson 2
(Tíðindaskriv frá Mentanargrunni Landsins)
Tónar í list á Norðurbryggjuni
/Hansina iversen purple rain (2023)
Leygardagin 1.mars klokkan 15 letur upp framsýning við føroyskari myndlist á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tónleikur hevur tónar, og myndlist hevur littónar. Tú kanst bæði komponera eina mynd og eitt tónleikaverk. Ein svita kann vera ein røð av myndlistaverkum ella ein røð av tónleikaverkum við sama tema. Longu í málinum er samanfall millum myndlist og tónleik. Henda framsýningin kannar samanhang og munir millum myndlist og tónleik. Tónar í list er ein tillagað útgáva av framsýningini Tónar í list, kuraterað av Onnu Mariu Dam Ziska eftir hugskoti hjá fyrrverandi stjóranum í Listasavninum Karinu Lykke Grand, ið var framsýnd á Listasavni Føroya í 2023
Tónleikur er og hevur verið íblástur hjá óteljandi listafólkum. Somuleiðis eru fleiri tónleikaverk gjørd við íblástri úr myndlistini. Á framsýningini eru verk úr myndlistini, sum bæði eru í beinleiðis og óbeinleiðis dialogi við tónleikin. Eisini verða framsýnd/spæld verk, har munur ikki kann gerast á teimum báðum listagreinunum.
Listafólk í framsýningini eru: Hansina Iversen / Margrethe Odgaard og Teitur / Heðin Ziska Davidsen / Guðrið Poulsen / Jóna Rasmussen / Vigdis Petersen / Olivur við Neyst / Astri Luihn / Ingálvur av Reyni / William Heinesen / Heiðrik á Heygum / & Bartal og Maria Tórgarð / Rammatik
Í sambandi við framsýningina verður ein serlig skrá við samrøðum og øðrum framførslum. Les meira á https://www.nordatlantens.dk/da/arrangementer/2025/artist-talk-hansina-iversen-og-he%C3%B0in-ziska-davidsen/
TONER I KUNST 1. marts—24. august 2025
Musikken har toner, og billedkunsten har farvetoner. Man kan komponere både et billede og et stykke musik. En suite kan være en serie af kunstværker eller en række musikstykker komponeret over samme tema. Allerede i sproget er der sammenfald mellem billedkunst og musik. Denne udstilling udforsker dialoger og udvekslinger mellem billedkunst og musik. Toner i kunst er en tilpasset version af udstillingen Tónar í list kurateret af og vist på Listasavn Føroya (Færøernes Nationalgalleri) i 2023-24 – og udstillingen sætter særligt fokus på udvekslingen mellem billedkunsten og musikken på den færøske kulturscene. Musik er og har været inspirationskilde for et utal af kunstnere og deres produktion af værker. Ligeledes er adskillige musikstykker komponeret med inspiration fra billedkunsten. Billedkunsten har desuden spillet en central rolle i tilblivelsen af albumcovers og musikvideoer. Udstillingen præsenterer værker fra billedkunsten, som både er i direkte og indirekte dialog med musikken. Den viser også værker af udøvere, der både er musik musikere og billedkunstnere, og værker, hvor der ikke kan skelnes mellem de to kunstarter. Kunstnere i udstillingen Hansina Iversen / Margrethe Odgaard og Teitur / Heðin Ziska Davidsen / Guðrið Poulsen / Jóna Rasmussen / Vigdis Petersen / Olivur við Neyst / Astri Luihn / Ingálvur av Reyni / William Heinesen / Heiðrik á Heygum / & Bartal og Maria Tórgarð / Rammatik I kataloget kan du finde små tekster til hvert af de udstillede værker. Læs mere: nordatlantens.dk/tonerikunst Samtaleprogram Sideløbende med udstillingen Toner i kunst præsenterer vi et særligt program, der udfolder forskellige dialoger mellem billedkunst og musik gennem samtaler, film og små cafékoncerter. Læs mere på nordatlantens.dk/tonerikunst/samtaler Udstillingen er støttet af Knud Højgaards Fond, Overretssagfører L. Zeuthens Mindelegat og Dr. Margrethes & Prins Henriks Fond
Heimsbókmentir í Havn
/- Nýggjur føroyskur bókmentafestivalur
Frá mikudegnum 26. februar 2025 til leygardagin 1. mars.
Bókmentir og dypping, arkitekturur og bókmentir í dag, bókasniðgáva í Føroyum, norðurlendsk yrking í dag, at fiska hákellingar í Norðurnoregi, at vinna á PTSD og alkoholismu, trøll innan nýggjar bókmentir – evnini eru fjølbroytt á nýggja føroyska bókmentafestivalinum.
Festivalurin hevur til endamáls at varpa ljós á føroyskar bókmentir og mentan, styrkja norðurlendskt og altjóða samstarv og eggja til nýggjar hugsanir um okkara felags framtíð.
Her eru m.a. kjak og samrøður, framsýning, upplestur og filmsýningar, har vit t.d. fara at kanna, hvussu bókmentir taka støðu til átrokandi spurningar sum menniskjans samband við náttúruna og møguleikan fyri nýggjum frásøgnum - kunnu t.d. eldri bókmentasløg so sum sagnir og ævintýr hava týdning í dag?
Við eru útlendsk nøvn sum heimskenda Amy Liptrot úr Skotlandi, Naja Marie Aidt úr Danmark, Morten A. Strøksnes úr Noregi, Rasmus Daugbjerg úr Danmark, Anna Maria Bogadóttir úr Íslandi, Haukur Ingvarsson úr Íslandi, Anna Fohlin Mattsson úr Svøríki og Johan Jönson úr Svøríki.
Úr Føroyum koma Marjun Syderbø Kjelnæs, Jóanes Nielsen, Trygvi Danielsen, Beinir Bergsson, Nansý Sunadóttir, Vónbjørt Vang, Oddfríður M. Rasmussen, Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger og Guðrið Poulsen.
Støð eru m.o.: Reinsaríið, Býarbókasavnið, Landsbókasavnið, Gamli Bókhandil, Listasavn Føroya, Havnar bio, Bátafelagið í Runavík og Saunadypp.
Viðfyriskiparar eru m.o.: Tórsgøta, Býarbókasavnið, Landsbókasavnið, Listasavn Føroya, Rithøvundafelag Føroya, Vencil, Runavíkar kommuna, Gamli Bókahandil, Sprotin, Ungu Føroyar og Aðalkonsulát Íslands.
Høvuðsstuðlar eru Tórshavnar býráð, Almanna- og Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landins og Kulturkontakt Nord.
Flestu tiltøkini eru ókeypis, men tvey teirra kosta:
Atgongumerki til Listasavn Føroya 27. februar kl. 17-20 - 100 kr. https://faroeislandsfestival.atgongumerki.fo/webshop/event/2858132/order/main
Atgongumerki leygardagin 1. mars kl. 15.00-22.30 - 175 kr. fyri allan dagin. https://faroeislandsfestival.atgongumerki.fo/webshop/event/2858127/order/main
Skráin er at finna á https://www.faroeislandsfestival.net/
Við Tjarnir millum framtíð og fortíð
/Leygardagin læt nýggja stórhøllin við Tjarnir upp og dagin eftir var undirritaða og hugdi at høllini, sum er staðsett á Atlagøtu í Hoyvíkshaganum. Talan um ein veldugan reyðan kassabygning, ið sær út til at vera dottin niður av mánanum og beint niður í ein føroyskan haga. Orsøkin til, at høllin kortini er imponerandi hevur helst við støddina at gera, tí høllin er ótrúliga stór og tað sama er galdandi fyri alt vegastrekkið, ið er sum grópað niður í fjallið við himmalhøgum fjallasíðum – tann omanhalli vegurin verður neyvan stuttligur í vetraródn. Tað er hugtakandi at uppliva tann øgiliga effektivitetin, men eisini hugstoytt at ásanna hvussu lítil okkara náttúra gerst í eini tílíkari verkætlan. Fjallalendið tykist skorið niður sum var tað ein marmorkøka. Runt í moldutum byggilendi standa gravimaskinir sløddar sum leikutoy hjá einum barni. Komin út úr bilininum hómi eg Sornfelli onkrastaðni í blánanum. Tað er heilt ótrúligt og eitt sindur futuristiskt sum ein bygningur, skaptur til komandi ættarlið við nýggjum perspektivum.
Tá eg soleiðis standi uttan fyri høllina og gáni, kemur ein fyrikomandi maður framvið, ið vísir seg at vera stjórin í stórhøllini, Regin W. Dalsgaard. Hann bjóðar mær innar í risastóru høllina, sum Edward Fuglø hevur prýtt við eini myndrond, sum ivaleyst er størsta listprýðing í Føroya søgu. Myndrondin er prentað á betongveggin við geislaprentara – hetta var ein stór avbjóðing, ið tók tríggjar vikur at realisera, greiðir stjórin mær frá – og eg hugsi, at hetta tó var nakað skjótari enn tá Michelangelo málaði loftið í Sixtinska Kapellinum – tá hevði hann og hansara hjálparmenn ivaleyst ynskt sær ein geislaprentara. Eftirtíðin kann kortini fegnast um, at alt arbeiðið varð gjørt al fresco við hond, pensli og máling, tí alt slag av digitalum prenti (ið gerst alt vanligari partur av listprýðingum) ber við sær okkurt slag av tilfarsligari frástøðu, av ópersónligum, maskinkendum framburði og slættleika, ið ikki minst merkir myndir frá AI og ger tær fullkomiliga óáhugaverdar.
Tá hugsað verður um funktiónina á stórhøllini, sum skal brúkast til bæði ítrott og tónleik, er myndevnið hjá Edwardi Fuglø væl valt og fevnir bæði gleim og ljóm. Listamaðurin kallar sína myndprýðing fyri “Lúðraljóð”. Hon avmyndar stiliseraðar svartar lúðrar, sum snara seg um alla myndrondina kring ymisk myndevni úr føroyskari náttúru so sum sveimandi klettar og hagasóljur. Litirnir eru lutfalsliga myrkir, svart, grátt og myrkagrønt á gráari grund við hendinga gulum brigdum. Listprýðingin fungerar soleiðis at skilja, at hon samlar tað risastóra hølið visuelt við myrkagrøna tónanum, ið sæst aftur í innbúgvi og detaljum í bygninginum. Sambært tekstinum, sum kann lesast umvegis eini QR-kotu á vegginum, sipar lúðrarljóðið til bæði tann forna hagan og til kvæðaheimin. Fagurfrøðiliga tykist myndin sipa til okkurt keltiskt ella til víkingatíð; stílurin fær meg í hvussu er at hugsa um onkra teknirøð í 1980´unum, var tað Valhalla hon æt? Standmyndin uttanfyri høllina; Speglingar hjá Hans Paula Olsen fær meg at hugsa um 1990´ini. Hon avmyndar eina vakra unga kvinnu og hennara speglmynd, stoypt í bronsu - nakað sum barnakonan við inngongdina til Listasavn Føroya. Flottu standmyndirnar kring Listasavnið eru frá umleið 1992. Henda nýggja standmyndin er eitt typiskt HPO- verk við ítøkiligu speglingini og samansetingini millum hegnisliga formaðu kvinnufigurarnar og so steinsúlurnar. Nakni menniskjafigururin er eitt klassiskt myndevni og hevur verið tað síðan fornøld – einki løgið í tí, fá núlivandi listafólk duga hetta betur enn Hans Pauli Olsen og tað hava vit eftirhondini sæð rættiliga nógv dømi um í almenna rúminum her á landi.
Samanborið við stórhøllina sum slóðbrótandi verkætlan sýnist listin sera afturlítandi og sum skilst verður konsert við Bryan Adams har á staðnum. Eg helt ikki, at vit høvdu tørv á meira bygdaball í Føroyum enn vit hava frammanundan, men tað sær ikki mætari út. At samanbera ítrótt við list fær mann líka lítið burtur úr sum at máta hvørt skinsakjøt ella skerpikjøt er best – tað eru tey bæði – hvørt til sína tíð. Allíkavæl hendir tað lutfalsliga ofta, at eg vegna listina øvundi ítróttini hennara framfýsna lyndi – ikki minst tá tað kemur til at skaffa sær hølisumstøður og miðlapláss. Í tjúgu ár hevur tankin um tjóðleikhús føroyinga rikist sum bukka millum sengur og enn er einki munagott hent við hesum fyri okkum grundleggjandi mentanarstovni. Tað tók nøkrum monnum 22 mánaðar at fáa stórhøllina transformeraða frá garvillum hugskoti til ítøkiligan veruleika. Vit duga, tá vit vilja og vit vilja eftir øllum at døma nakað, sum er stórt, privat og maskulint.
Eitt, sum kann undra er, at fólk framvegis ikki tykjast hava fingið við hvussu stóran týdning list hevur. Eg meini hvat hava vit kjakast um síðan stórhøllin læt upp? Er tað reyða fasadan á stórhøllini, høgu lyktapelarnir ella gráu betongveggirnir í høllini? Nei, tað er listin! Og tí skuldi bygginevndin havt gjørt sær betur ómak við listaliga partinum og leitað sær listfakliga ráðgeving til tess at tryggja bæði dygd men eisini javna listaliga umboðan, at bæði listakvinnur og -menn eru við í eini tílíkari listprýðing. Tað mest margháttliga er, at tað ber til at gera eina listprýðing í 2025, sum í so stóran mun sær burtur frá teirri risastóru menningini, sum føroysk list hevur verið fyri í hesari øldini.
Kinna Poulsen
Tí at hugmyndin er meira enn gerðin
/foto: gwenaël akira helmsdal carré
Á gólvinum í Sjónleikarhúsinum gongur ein maður og melur við einum glúpi, ið at síggja til er hansara dýrasta ogn og tað er kanska ikki so løgið. Í øllum førum tykist hesin góði, grøni glúpur veita honum kós og endamál í einum lutfalsliga kaotiskum umhvørvi. Jú, mangt er løgið í Dreymaleiki og tá verður ikki hugsað um ta annars sjáldsama luftigu byrjanina á sjónleikinum, tá tann unga Agnes, dóttir gudin Indra kemur sveimandi niður á jørðina at vita hvussu menniskjuni á bláu gongustjørnini liva teirra lív.
Tað er Teatur Grugg, sum saman við Havnar Sjónleikarfelag framførir Dreymaleik eftir August Strindberg í týðing hjá Hanusi Kamban, sum forlagið Náttsól gevur út. Hetta er fyrstu ferð, Dreymaleikur verður framførdur í Føroyum. Leikurin er í skapi óregluligur eins og ein ørkymlandi dreymur, ið bjóðar galdandi reglum av og støðugt myndar nýggjar samanhangir. Men undranin miðsavnar seg serliga um menniskjuni og okkara stríð við at liva upp til allar møguligar og ómøguligar skipanir, sum vit sjálvi seta á stovn og sum knýta okkum føst í ævig mynstur av meiningsleysum endurtøkum. Sjálvt um okkurt er absurd og annað heilt abstrakt, kennir áskoðarin seg lættliga aftur bæði í leitanini eftir meining og frágreiðingum, sum kunnu geva tilveruni eitt endamál, men vit kenna eisini typurnar aftur, bæði frísk og sjúk, droymarar og dekanar.
Sjálvt um leikurin hevur dreymsins brotkenda form, er søgugongdin klassisk á tann hátt, at vit fylgja einum leitandi høvuðspersóni. - Synd er í menniskjunum heldur hon Agnes, sum upplivir nógva líðing og vitloysi á foldum. Hennara himmalska sjónarmið er ein frásagnarlig gáva. Tá vit læna hennara eygu og oyru, undrast vit stórliga og føla okkum eitt sindur sum Dorothy og hundur hennara, Toto, tá tey í sangfilminum um The Wonderful Wizard of Oz mugu ásanna, at tey neyvan eru heima í Kansas longur. Teirra rannsóknarferð miseydnast, halda tey, tá tey uppdaga, at tann stóri gandakallurin er ein svikari, sum einki hevur uppá seg og sum í øllum førum ikki hevur størri lívsinnlit enn Dorothy og vinir hennara. Í veruleikanum hava tey funnið svarini í vinarlagnum válandi eftir gula steinvegnum. Í Dreymaleiki hendir nøkulunda tað sama, tá ein ávís hurð eftir mikið stríð verður latin upp og tað vísir seg, at einki er innanfyri.
Brennandi spurningurin er um tað í roynd og veru er so synd í menniskjunum sum tey sjálvi halda og um tey ikki grenja nakað nógv. Leikurin tykist bæði í skapi og innihaldi ómetaliga modernaður og relevantur hóast mong ár eru liðin síðan hann var skrivaður í 1901. August Strindberg (1849-1912) var ein merkiliga markleysur listamaður, hvørs verk fevnir um meira enn trýssinstjúgu sjónleikir og yvir tríati skaldsøgur, yrkingar og aðrar tekstir. Hann var listamálari, fekst við fotografi o.a. og sjálvandi hevur eitt so fjøltáttað kreativt flogvit síni egnu, avgjørdu hugskot til hvussu pallmyndin skal síggja út í Dreymaleiki. Handritið er eisini fult av tílíkum leikleiðbeiningum, men hesar hevur leikstjórin Ria Torgarð í fleiri førum valt frá. Scenografiskt er Dreymaleikur minimalistiskt avgreiddur og avmarkaður til lutfalsliga einfaldar leikbúnar og rekvisittir. Tað er sera skilagott, at uppsetingin tekur atlit til staðsetingina í einum rúmi, sum í skjótt hundrað ár hevur verið sjónleikarhús í okkara høvuðstaði. Tað var teknað av arkitektinum H.C.W.Torgarð og læt upp á ólavsøku í 1926. Har hava vit sæð sjónleikir, biograffilmar og har hevur mangur dansur verið í søguliga salinum, ið harumframt er visuelt markantur; reyður og gulur við nógvum hurðum. Hurðar eru grundleggjandi bæði í dreymum, men ikki minst í Dreymaleiki, so sjálvandi skal pallurin vera millum hurðarnar niðri á gólvinum, har áskoðarar plaga at sita. Tað er genialt, tá hurðarnar í byrjanini bresta aftur – og eisini tá vit síggja út í gongina, ið verður ein eyka pallur, ein lítil klaustrofobiskur kassi, har heryvirmaðurin í sjálvvaldum fjøtrum melur um beinini á sær sjálvum.
At endurgeva søgugongdina í hesum leiki er eins stór avbjóðing og tað kann vera at lýsa onkran torskildan dreym í fleiri pørtum, tí leikurin hevur ein dreymakendan bygnað, sum ikki gerst minni ørkymlandi av, at tað eru fleiri støð og stig í søguni, har okkurt hongur logiskt saman, meðan annað ikki ger. Men Agnes kemur niður á jørðina og ógvast tá um hvussu ringt øll hava tað. Á sama hátt sum eitt annað Guðs lamb, Jesus Kristus, roynir hon at ofra seg, at taka á seg alla angist og stúran og at liva sum menniskja, men tað er henni alt ov mikið, so at hon stingur í sekkin og fer sum ein onnur Nora frá bæði manni og barni. Við sær fær hon nøkur orð frá einum skapara til ein annan og eg haldi, at tað er onkrastaðni har á leið móti endanum, at tey mest hugtakandi orðini í leikinum verða søgd. Yrkjarin fregnast eftir at hoyra hvat tað ringasta var ella hvat píndi ungu kvinnuna mest meðan hon var á jørðini. Hon svarar: “Tað at vera til, at føla mína sjón kámaða av einum eyga, mína hoyrn doyvda av einum oyra, og mín tanka, mín fonlætta, ljósa tanka fjøtraðan í villiniborgum av feittsloyfum...”. -Villiniborgir av feittsloyfum er ein mest sum ov ítøkilig mynd av heilanum og hetta er yvirhøvur ein ótrúliga neyv lýsing av paradoksalu støðuni millum tað perfekta hugskotið og óperfekta veruleikan, har tankar mega flúgva, meðan likamið stendur pinnastilt. Strindberg er als ikki óstuttligur, tá hann staðfestir hvussu sansirnir (ið jú eru okkara einastu álit), onkursvegna toga støðið niður.
Vit hava innan føroyska leiklist seinastu árini sæð fleiri dømi við samstarvi millum leik og lærd t.d. sóu vit herfyri næmingar á Glasi spæla Shakespeare saman við yrkisleikarum. Hóast vit sjálvsagt gleða okkum til komandi topp-yrkisleikir á Tjóðpallinum, er tílíkt samstarv fyrimyndarligt, gevandi og neyðugt. Sjónleikur er ein ótrúliga viðkvom listagrein. Øll framførslan er eins og ein samanhangandi og spent tamburin, sum flaknar í sama sekundi ein sjónleikari er ov seinur, ov skjótur ella ivasamur við sínum replikkum ella rørslum og hennara ella hansara eygnabrá og høvuðburður ikki stemma. Sum heild er Dreymaleikur væl leiktur við góðum málsligum framburði og mær nýtist neyvan at siga, at tann smidligi og neyvi sjónleikarin Hans Torgarð er serliga formidabul í øllum sínum leiklutum ella at systurin Súsanna Torgarð somuleiðis rakar seymin á høvdið við teirri lagnutungu vaktarkonuni hvørs mytiska tol (sum í eini søgu hjá William Heinesen) ber brá av masokismu. Hin systurin, Ria Torgarð riggar somuleiðis serliga væl í tí eitt sindur speiska yrkjaraleiklutinum og Ebba Malena Debess Thomsen er yndislig, men eisini sannførandi sikkur í leiklutinum sum Agnes gudadótturin.
Dreymaleikur er ein ómetaliga fjølbroyttur leikur, sum skiftir stíl millum symbolismu og surrealismu við brigdum av lagnutungari naturalismu. Leikupplivingin er undirhaldandi við dansi og tónleiki og tað er imponerandi - eisini hvussu nógv fæst burturúr teirri einføldu scenografiini við sannførandi koreografi, ljósi, ljóði og tónleiki ikki minst. Jákup Torgarð gjørdi dreymakenda sirkustónleikin við teimum ófrættakendu vilstu tónunum, sum samla leikin og mitt í øllum eru vit í teknotransudansi í speglsólbrillum og vilja skrúva harðari frá. Leikbúnamakari er Anna Kristin Bæk, hvørs sáttliga grátónaveldi er skynsamiliga valt við atliti til koloristiska pallin. Sjónleikur er eins og filmur eitt kollektivt listaslag, so har eru nógv fólk, sum eiga rós fyri Dreymaleik (nøvnini kunnu síggjast niðast).
Samanumtikið er Dreymaleikur ein hugtakandi uppliving – stuttligt at uppliva talent, roynd sum óroynd og sum heild áhugan, ið tykist brennandi í løtuni fyri drama bæði til film og pall. Mest bilsin var eg av Búa Rouch, sum m.a. var Plakatmaðurin við høgt elskaða glúpinum, ið kortini ikki var heilt so frágera góður, sum hann helt í fyrstani (“tí at hugmyndin er meira enn gerðin – hægri enn sakin” sum Heryvirmaðurin staðfestir). Búi Rouch er kendur sum ein framúr dugnaligur dansari og koreografur, men at hann er eisini ein so fínur sjónleikari, var eg ikki greið yvir. Hann er stuttligur – tað eru lutfalsliga fá fólk og hansara upptraðkan er bæði í álvara og skemti merkt av eini vælgerandi nærveru og nerv, sum ger áskoðaran spenta at vita hvat hann nú fer at finna uppá. Skundið tykkum at keypa atgongumerki til eina av teimum fimm sýningunum, sum verða hesa vikuna.
Kinna Poulsen - Listaportal
Foto: gwenaël akira helmsdal carré
Framsýning hjá næmingum í Myndlist A á Glasi
/Sanna Dulavík: Tekur tú tað við heim
Fríggjadagin í farnu viku var sjón fyri søgn á Glasi, at tað loysir seg at hava fingið etablerað eitt A-stig innan myndlistalærugreinina á miðnámi. Tá var ein lítil men góð framsýning við verkum hjá næmingum, sum í løtuni ganga á myndlist A. Vit hava í fleiri ár bjóðað myndlist fram á C og B-stigi, har frálæran í stóran mun snýr seg um at økja tað visuella og fagurfrøðiliga tilvitið við at viðgera og skapa myndir. Her er eitt nú myndagreining av stórum týdningi - ein førleiki, sum kann brúkast í fleiri øðrum lærugreinum. Ásannandi, at áhugin fyri list er vaksandi í samfelagnum í okkara tíð, sum javnt og samt krevur av okkum, at vit duga at týða tann dagliga myndameldurin, hava vit í mong ár ynskt at lyfta lærugreinina upp á A-stig. Hetta eydnaðist og í fjør var fyrsta holdið upprættað við myndlist á A-stigi og har snýr tað seg í stóran mun um samtíðarlistina - ta torføru, eksperimenterandi og av somu orsøk eisini ógvuliga spennandi listina í okkara tíð. Eg seti inn myndir frá framsýningini herundir. Jóannes Gaard er lærari hjá Myndlist A 24-25.
Beinta Fjallsbak: Narcissus
Ingibjørg Rosendal: Grátur
Marid Neslíð: Avdottin
Lea Hammer: Musselmalet
Lea Olivia Eldevig: Skamslidt divan