Røða til framsýning hjá Mariusi Olsen í Steinprent 6.februar 2025

IMPROMPTU – tað fær meg at hugsa um Chopin og hansara leikandi løttu, sorgblíðu klaverkompositiónir. Tað er einfeldi og dýpd. Impromptu er heitið á hesari framsýningini, sum er improviserað og spontan. Tað er akkurát eitt ár síðan Marius seinast framsýndi her – tað var tann ómetaliga vælumtókta framsýningin, tá fólk mundu farið til hendurs so ivrig vóru tey eftir at keypa. Tað var stuttligt at síggja, tí tað havi eg ikki sæð fyrr á eini grafikkframsýning – eg hugsi, at tað eru fleiri orsøkir til áhugan – tað snýr seg sjálvandi um dygd - at verkini eru áhugaverd og serlig, men er kanska eisini treytað av lutfalsliga smáu uppløgunum, sum Marius kann finna uppá at gera – ofta við unikkum royndarprentum.

Á hesari framsýningini síggja vit nýggj prent, sum Marius hevur gjørt í Steinprenti saman við Louise Aakerman Nielsen, steinprentara. Nýggju verkini hanga saman við nøkrum eldri verkum. Sum skilst var tað ikki ætlanin at gera framsýning hesa ferð, men á verkstaðnum vórðu tey so mikið eldhugað um nýggju verkini, at tey ynsktu at deila tey við okkum og tí standa vit her í dag til eina impromptu framsýning á eini spontanari fernisering. Nú árini fara at fjølgast og liðin eru sekstan ár síðani verkstaðurin flutti úr Listasavninum og fimtan ár eru síðan vit stovnaðu stuðulsfelagið Steinbrá – er tað stuttligt at minnast aftur á samrøður við Jan Andersson og hvussu spentur hann var uppá nettupp hetta at fáa møguleikan at framsýna eisini, tí so kundi mann nettupp spontant vísa smakkroyndir av øllum tí fantastiska, sum varð framleitt á verkstaðnum. Men ofta er ikki pláss, tí gallaríið er í roynd og veru nógv tað týdningarmesta av sínum slag í Føroyum og er ofta upptikið av góðum framsýningum, sum eru væl planlagdar langa tíð frammanundan.

Mann gleðir seg altíð at síggja nýggj verk hjá Mariusi Olsen, sum tulkar siðbundin myndevni á sín egna serliga hátt í myndum, ið eru einfaldar og kompleksar í senn. Hetta er list, sum er minimal og maximal alt um eina leið. Ikki sjáldan kemur okkurt fremmant element inn ímillum skoðara og myndarúm – tað kan vera ein spegling í einum rúti, ein ljósmastur, ein lampa ella ein grindil, sum leggur eitt hugsunarsamt brá niður yvir myndirnar.

Í myndaheiminum hjá Mariusi verður landslagið lýst við stórum tokka og ansi fyri skærum ljósi og litum, men eisini við einum serligum sjónarmiði, har ein ávís fjarstøða hómast millum skoðara og myndevni í myndum, sum tessvegna tykjast bæði kærleiksfullar og kular.

At skoða landslagið við fjarstøðu er jú eitt klassiskt romantiskt myndevni, har frástøðan leggur dent á okkurt slag av longsli, men eisini á eina girnd eftir at eiga hetta landslagið – tílíkan ótálmaðan grammleika uppliva vit nettupp í løtuni, nú tað í miðlinum verður tosað um at ogna sær landaøki sum Grønland og Gaza, sum var talan um gøturnar í Matadorspælinum.

Hjá Mariusi Olsen fær romantiska landslagsmyndevnið eitt modernað samtíðarligt brá til dømis tá vit síggja landslagið lýst úr erva í einari ovalari mynd sum var tað skoðað úr vindeyganum á einum flogfari. Ein ómetaliga áhugaverd mynd, sum fekk meg at hugsa um Steffan Danielsen við tí originala perspektivinum – hann málaði Nólsoynna uppi og niðri og altso eisini úr fuglaperspektivi. Hetta prentið hjá Mariusi er jú sera einfalt. Vit síggja niður yvir Koltur, sum liggur hvít og svørt í djúpbláa sjónum – I sjálvum sær er Koltur eitt so mikið dyrkað myndevni í føroyskari list, at vakra oyggin næstan í sjálvum sær er ein myndlistalig klisjé, men hetta er so ein heilt øðrvísi Koltursmynd – tí hvat er tað, vit síggja? Er tað hol í pappírinum. Tað er eyðkent fyri listamannin at uppstiga pappírið, so at tað ikki bara er tilfarið, sum myndin er prentað á, men at tað eisini fær leiklut sum týdningarmikil partur av myndevninum. Ein fløta av tómleika, sum ikki er tóm, men gevur ímyndina av einum rúmi ella eini rammu og í hesum førum er tað plastikktilfarið, sum er rundan um vindeyguni í flogfarinum og sum vit øll kenna so ómetaliga væl.

Marius Olsen er ein av teimum heilt fáu av okkara listafólkum, sum hevur halgað seg listaliga til grafikkin. Tessvegna er hann tøkniliga serliga væl fyri at útinna síni hugskot í verki. Hesin dugnaskapur, tann stóri tekniski kunnleikin er tó ikki tað, sum hansara verk primert snúgva seg um, men ein førleiki, sum ger hann føran fyi at náa listaliga á mál ferð eftir ferð. Hjartaliga til lukku við flotta avrikinum, Marius og tit í Steinprenti. Takk fyri.

Kinna Poulsen