Knud Odde sjeyti

Í dag 25.januar fyllir listamaðurin Knud Odde sjeyti ár. Knud Odde var fyrst kendur í tónleikahøpi frá bólkinum Sods, sum seinni kallaðist Sort Sol, har hann var basspælari og tónaskald, og sjálvt um hann í nógv ár hevur verið myndlistamaður at kalla burturav, hevur tónleikurin verið har - hann hevur eitt nú givið fleiri vinylplátur út m.a. En sommernat i Tórshavn. Hann hevur verið partur av føroyskari samtíðarlist í hesari øldini á tann hátt, at hann hevur arbeitt í Steinprenti fleiri ferðir og framsýnt bæði har og í Norðurlandahúsinum.

Tað er ikki minst hansara portrettmynd av Steffani Danielsen, sum stendur eftir sum eitt av høvuðsverkunum, ið er komið burtur úr á verkstaðnum í Steinprenti. Steffan var á so mangan hátt serstakur og ein einari í føroyskari list. Tað sama er Knud Odde, sum eisini myndevnisliga hevur stóran áhuga fyri teimum, sum á onkran hátt skara framúr og skilja seg úr mongdini. Hann hevur skapað ógloymandi portrettmyndir av t.d. Herman Bang, Rainer Maria Rilke, Patti Smith, Gunnar Ekelöf og mongum øðrum listafólkum – ikki minst bókmentaligum úrmælingum. Framsýningin, sum Knud Odde hevði saman við svenska listamanninum Jan Håfstrøm í Norðurlandahúsinum í 2011 Kosmisk Sömngångare við Inger Smærup Sørensen sum kurator, tók støði í teirra felags áhuga fyri yrkjaranum Gunnar Ekelöf.

Undirritaða fekk heiðurin av at vera ein av teksthøvundunum í flottu bókini Luna Convento, sum varð givin út tá framsýningin við sama heiti var á Sophienholm og Vendsyssel Kunstmuseum – tað var í 2016. Tíðin gongur óluksáliga skjótt. Liðin eru longu fimtan ár síðan Steffan Danielsen-portrettið var til og litografiski steinurin við portrettinum hevur framvegis sítt heiðurspláss á hillini á verkstaðnum í Steinprenti. Tað er ein framúrskarandi mynd av Nólsoyarmálaranum, sum hyggur gjølloygdur út úr myndini. Strikan er tann eyðkenda bylgjandi fagra hjá Knud Odde. Tær seinastu framsýningarnar hjá honum, eg havi havt ta fragd at uppliva eitt nú í Banja Rathnov Galleri í Studiestræde í Keypmannahavn, hava verið meira einfaldar uttan tær nógvu bókmentaligu tilsipingarnar. Huglagið kann framvegis kennast sorgblítt eins og ansurin fyri tí ornamentala framvegis er merkisverdur. Men tað snýr seg nógv um vakurleikan í tí einfalda. Tað dekorativa í einum útsýni, tað sigandi í tómleikanum, tað monumentala í einseminum, tað neyva í einum litflata – hesin listaligi framburður er ikki merktur av stórum armrørslum og kollveltingarhuga. Hetta er innilig og vøkur list, merkt av stórum tokka til lívið og listina. Hjartaliga til lukku Knud Odde.