Leygardagin læt nýggja stórhøllin við Tjarnir upp og dagin eftir var undirritaða og hugdi at høllini, sum er staðsett á Atlagøtu í Hoyvíkshaganum. Talan um ein veldugan reyðan kassabygning, ið sær út til at vera dottin niður av mánanum og beint niður í ein føroyskan haga. Orsøkin til, at høllin kortini er imponerandi hevur helst við støddina at gera, tí høllin er ótrúliga stór og tað sama er galdandi fyri alt vegastrekkið, ið er sum grópað niður í fjallið við himmalhøgum fjallasíðum – tann omanhalli vegurin verður neyvan stuttligur í vetraródn. Tað er hugtakandi at uppliva tann øgiliga effektivitetin, men eisini hugstoytt at ásanna hvussu lítil okkara náttúra gerst í eini tílíkari verkætlan. Fjallalendið tykist skorið niður sum var tað ein marmorkøka. Runt í moldutum byggilendi standa gravimaskinir sløddar sum leikutoy hjá einum barni. Komin út úr bilininum hómi eg Sornfelli onkrastaðni í blánanum. Tað er heilt ótrúligt og eitt sindur futuristiskt sum ein bygningur, skaptur til komandi ættarlið við nýggjum perspektivum.
Tá eg soleiðis standi uttan fyri høllina og gáni, kemur ein fyrikomandi maður framvið, ið vísir seg at vera stjórin í stórhøllini, Regin W. Dalsgaard. Hann bjóðar mær innar í risastóru høllina, sum Edward Fuglø hevur prýtt við eini myndrond, sum ivaleyst er størsta listprýðing í Føroya søgu. Myndrondin er prentað á betongveggin við geislaprentara – hetta var ein stór avbjóðing, ið tók tríggjar vikur at realisera, greiðir stjórin mær frá – og eg hugsi, at hetta tó var nakað skjótari enn tá Michelangelo málaði loftið í Sixtinska Kapellinum – tá hevði hann og hansara hjálparmenn ivaleyst ynskt sær ein geislaprentara. Eftirtíðin kann kortini fegnast um, at alt arbeiðið varð gjørt al fresco við hond, pensli og máling, tí alt slag av digitalum prenti (ið gerst alt vanligari partur av listprýðingum) ber við sær okkurt slag av tilfarsligari frástøðu, av ópersónligum, maskinkendum framburði og slættleika, ið ikki minst merkir myndir frá AI og ger tær fullkomiliga óáhugaverdar.
Tá hugsað verður um funktiónina á stórhøllini, sum skal brúkast til bæði ítrott og tónleik, er myndevnið hjá Edwardi Fuglø væl valt og fevnir bæði gleim og ljóm. Listamaðurin kallar sína myndprýðing fyri “Lúðraljóð”. Hon avmyndar stiliseraðar svartar lúðrar, sum snara seg um alla myndrondina kring ymisk myndevni úr føroyskari náttúru so sum sveimandi klettar og hagasóljur. Litirnir eru lutfalsliga myrkir, svart, grátt og myrkagrønt á gráari grund við hendinga gulum brigdum. Listprýðingin fungerar soleiðis at skilja, at hon samlar tað risastóra hølið visuelt við myrkagrøna tónanum, ið sæst aftur í innbúgvi og detaljum í bygninginum. Sambært tekstinum, sum kann lesast umvegis eini QR-kotu á vegginum, sipar lúðrarljóðið til bæði tann forna hagan og til kvæðaheimin. Fagurfrøðiliga tykist myndin sipa til okkurt keltiskt ella til víkingatíð; stílurin fær meg í hvussu er at hugsa um onkra teknirøð í 1980´unum, var tað Valhalla hon æt? Standmyndin uttanfyri høllina; Speglingar hjá Hans Paula Olsen fær meg at hugsa um 1990´ini. Hon avmyndar eina vakra unga kvinnu og hennara speglmynd, stoypt í bronsu - nakað sum barnakonan við inngongdina til Listasavn Føroya. Flottu standmyndirnar kring Listasavnið eru frá umleið 1992. Henda nýggja standmyndin er eitt typiskt HPO- verk við ítøkiligu speglingini og samansetingini millum hegnisliga formaðu kvinnufigurarnar og so steinsúlurnar. Nakni menniskjafigururin er eitt klassiskt myndevni og hevur verið tað síðan fornøld – einki løgið í tí, fá núlivandi listafólk duga hetta betur enn Hans Pauli Olsen og tað hava vit eftirhondini sæð rættiliga nógv dømi um í almenna rúminum her á landi.
Samanborið við stórhøllina sum slóðbrótandi verkætlan sýnist listin sera afturlítandi og sum skilst verður konsert við Bryan Adams har á staðnum. Eg helt ikki, at vit høvdu tørv á meira bygdaball í Føroyum enn vit hava frammanundan, men tað sær ikki mætari út. At samanbera ítrótt við list fær mann líka lítið burtur úr sum at máta hvørt skinsakjøt ella skerpikjøt er best – tað eru tey bæði – hvørt til sína tíð. Allíkavæl hendir tað lutfalsliga ofta, at eg vegna listina øvundi ítróttini hennara framfýsna lyndi – ikki minst tá tað kemur til at skaffa sær hølisumstøður og miðlapláss. Í tjúgu ár hevur tankin um tjóðleikhús føroyinga rikist sum bukka millum sengur og enn er einki munagott hent við hesum fyri okkum grundleggjandi mentanarstovni. Tað tók nøkrum monnum 22 mánaðar at fáa stórhøllina transformeraða frá garvillum hugskoti til ítøkiligan veruleika. Vit duga, tá vit vilja og vit vilja eftir øllum at døma nakað, sum er stórt, privat og maskulint.
Eitt, sum kann undra er, at fólk framvegis ikki tykjast hava fingið við hvussu stóran týdning list hevur. Eg meini hvat hava vit kjakast um síðan stórhøllin læt upp? Er tað reyða fasadan á stórhøllini, høgu lyktapelarnir ella gráu betongveggirnir í høllini? Nei, tað er listin! Og tí skuldi bygginevndin havt gjørt sær betur ómak við listaliga partinum og leitað sær listfakliga ráðgeving til tess at tryggja bæði dygd men eisini javna listaliga umboðan, at bæði listakvinnur og -menn eru við í eini tílíkari listprýðing. Tað mest margháttliga er, at tað ber til at gera eina listprýðing í 2025, sum í so stóran mun sær burtur frá teirri risastóru menningini, sum føroysk list hevur verið fyri í hesari øldini.
Kinna Poulsen