Samanborið við januar og hansara troyttandi, slunkna og rutineraða endaloysi, er eitt sindur betur skil á februar ha? Tá mann hevur ráð at keypa sær ljósareyðar tulipanir og so er hann stuttur, februar, men eisini á tremur av teknum í sól og mána umframt einum merkisverdum vilja til ljós og hita. Leggja vit aftrat, at februar eyðsýniliga er tíðspunktið, tá Marius Olsen sýnir fram sína list í Steinprenti, ja so er líka við, at februar gerst ein yndismánaði. Tað er akkurát eitt ár síðan Marius hevði sína sera fagnaðu serframsýning í Steinprenti og aftur hesa ferð fer hann at framsýna spildurnýggj verk, sum hann hevur prentað á verkstaðnum hesar seinastu 3 vikurnar. Sum skilst var tað ikki meiningin at gera framsýning á hesum sinni, men í Steinprenti eru tey á verkstaðnum so eldhugað um nýggju verkini, at tey vilja deila tey við okkum og bjóða øllum at vera vælkomin til eina impromptu framsýning, eina spontana fernisering hósdagin 6.februar klokkan 17-18. Mann gleðir seg altíð at síggja nýggj verk hjá Mariusi Olsen, sum tulkar náttúruna á sín egna serliga hátt í myndum, ið eru einfaldar og kompleksar í senn. Hetta er list, sum er minimal og maximal alt um eina leið. Í hesum myndum verður landslagið lýst við stórum tokka og ansi fyri ljósi og litum, men eisini við einum serligum sjónarmiði, har ein ávís fjarstøða hómast millum skoðara og myndevni í myndum, sum bæði tykjast cool og kærleiksfullar. At skoða landið við fjarstøðu er klassiskt romantiskt myndevni, sum í myndini omanfyri fær eitt modernað brá, tí landslagið er lýst úr erva í eini ovalari mynd sum var tað skoðað úr einum flogfari. Marius Olsen er ein av teimum heilt fáu listafólkunum, ið hevur halgað seg listaliga til grafikkin. Tessvegna er hann tøkniliga serliga væl fyri at útinna síni hugskot í verki, tann dugnaskapurin er ikki tað, sum hansara verk primert snúgva seg um, men ein førleiki, sum ger hann føran fyri at náa síni listaligu mál.
Kinna Poulsen