Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsi 7.mars 2025 - vernissage

Í dag læt upp framsýning við nýggjum málningum hjá Torbirni Olsen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Símun bjóðaði vælkomin, Karl Martin og Mikkjal spældu eitt lag og síðani helt undirritaða røðu, sum ljóðaði nøkulunda soleiðis:

Ljósið skapar litirnar. Tað er ljósið, sum er fysiska fortreytin fyri, at vit uppliva litir sum vit gera. Torbjørn Olsen er tískil ikki bara lit- men eisini ljósmeistari. At ljósið er ein høvuðsmotorur í málningunum hjá Torbirni Olsen er ein sannroynd, sum ikki bara merkist í hansara verkum, men sum ávirkar alla atmosferuna kring málaran, meðan hann arbeiðir. Tað veit eg, tí eg eitt tíðarskeið sat fyri honum og varð portretterað. Eg sat nokk so leingi. Tað var um várið og ljósið skifti soleiðis sum tað ofta ger og hvørja ferð sólin kagaði fram og lýsti atelierrúmið upp, var tað sum setti hong gongd á eina villa prosess, sum gav málarínum eina at kalla turbokenda megi. Hetta hendir, tá ljósið rakar eygað hjá Torbjørn, ferðast út í hondina og floymir út á løriftið sum lýsandi penslastrok.

Torbjørn málar tingini soleiðis sum hann sær tey og hevur fleiri ferðir nevnt henda myndevnisliga bundinskapin, at hann hevur tørv á at hava okkurt at mála eftir. Bert eitt eyga, men ikki eitt og hvørt eyga. Tí stórur munur er á myndamálinum hjá Torbirni og so tilvildarligum skrásetingum av veruleikanum soleiðis sum hann kann taka seg út í sínari gráu almindiligheit. Hann málar kanska tað, sum hann sær, men við einari heilt serligari, viðkvæmari ljós- og litkenslu. Meðan Torbjørn málar hevur hann fleiri penslar í gongd í senn við reyðum, gulum, bláum og svørtum, sum hann við jøvnum millumbilum trýstur ymsastaðni niður í palettina og hiðani beinleiðis á løriftið, har penslastrokini fjølgast flykrandi og løtt kring teknaðu skapini, ið eru fundamentið í málningunum. Arbeiðishátturin tykist ivaleysur, men er tað ikki. Als ikki. Hansara palett er eitt marglitt fjallalandslag av máling á einum stálvogni við hjólum, sum listamaðurin kann flyta eftir tørvi. Tað sær rokaligt út, men her er ordan í tingunum og í litblandinum – tað sæst hvussu littúgvurnar spakuliga skifta lit í ymiskum blandingum á palettini. Millum litfjøll og dalar standa ymsar krukkur og blikk, sum við tíðini grógva fast og gerast partar av litlandslagnum.

Arbeiðshátturin hjá Torbjørn sýnist vísindaligur, men eisini merkiliga ítøkiligur. Tað er næstan eins og málarin roynir at fara í gjøgnum heilt – gjøgnum materiuna, málingina og løriftið til tess at hon kann umskapast í eini alkymistiskari prosess. Tað er sera áhugavert at uppliva. Listamaðurin stríðist av øllum alvi, hann arbeiðir sum úlvur á skóg og málar og skavar og málar út yvir aftur. Síðan setir hann seg at hyggja at tí, hann hevur útint, útlúgvaður.

Sjálvt litríku, frísku modernistisku myndirnar kunnu tykjast ógvuliga ymiskar frá gomlum myrkum myndum úr barokktíðini, eru tvær stórar listarligar fyrimyndir úr 17.øld; tað eru barokkmeistararnir báðir, italski Caravaggio og spanski Velazquez, ið báðir arbeiða við ljósi í myrkri ella við clair obscur og við stórfingnum figurkompositiónum, sum Torbjørn Olsen eisini hevur arbeitt við í sínum altartalvumyndum m.a. Ein meira eyðsýnd listarlig fyrimynd er franski impressionisturin Claude Monet, serliga verkini, sum meistarin málaði, tá hann var gamal, tá litirnir brenna og strokini gerast nokk so vill og abstrakt.

Portrettmyndirnar hava stóran og týdningarmiklan leiklut í renesansulistini, har humanisman tekur seg fram og áhugin fyri menniskjanum er vaksandi. Øll munu kenna ta lítlu portrettmyndina hjá Leonardo da Vinci av Monu Lisu og hennara berømta bros. Sum portrettmálari er Torbjørn Olsen tikin úr leikum, honum tørvar bert fáar strikur, so hevur hann fangað yvirbráið á einum menniskja. Hann letur sær tó ikki lynda við útsjóndini aleina, men ynskir eisini at lýsa sinnið og persónsmenskuna hjá tí portretteraða. Hann hevur málað ikoniskar portrettmyndir av sjónleikaranum Rosu av Rógvu og leikstjóranum Eyðuni Johannesen. Sami neyvleiki og málandi yvirskot sæst í mongum øðrum portrettmyndum, t.d. av Hera Smith, Williami Heinesen, av Karin, Beintu, av mær og mongum øðrum við – Ikki minst í altartalvumyndunum, sum avmynda persónar í bíbliuni og samstundis lýsa menniskju í okkara samtíð – í altartalvuni í Vík er t.d. eitt framúr portrett av Hanusi G at síggja millum allar lærusveinarnar.

Í serflokki eru tær mongu sjálvsmyndirnar, sum Torbjørn hevur málað frá sjeytiárunum og fram til dagin í dag. Hetta eru einastandandi, intens koloristisk meistaraverk á hædd við sjálvsmyndirnar hjá Ruth Smith. Eg droymi um at gera eina framsýning við sjálvsmyndum ella eina við portrettmyndum,  men har eru nógvir møguleikar í hansara samlaða verki, sum fevnir víða.

Torbjørn málar eisini modelmyndir, sum er eitt klassiskt listaslag – her á framsýningini síggja vit fleiri dømi um hetta m.a. nakrar monumentalar kompositiónir av einum standandi kvinnufiguri. Kvinnan er stødd miðskeiðis á gólvinum í atelierinum hjá listamanninum. Og meðan hon sæð burtur frá bjarta grøna jakkanum, er nokk so myrkt málað, glitrar øll rúmkonstruktiónin sum hon er av ljósi og av litum. Í so máta er Torbjørn Olsen serstakur listamaður. Hann sigur seg vera listaligan treytaðan av sínum myndevni antin tað er ein model ella eitt útsýni, men hyggja vit eftir, so eru hesi myndevni bara lítil partur av endaliga úrslitinum. Kanska kunnu vit tá siga, at Torbjørn brúkar síni myndevni sum eitt slag av ígongdsetarum í listaverkum, sum tá av tornar, eru nógv meira enn avmyndan. Hygg bara at útsýninum út yvir Nólsoyarfjørð, sum hann hevur málað óteljandi ferð. Eingin mynd er líka. Hygg at myndunum av Karini undir hatti. Her hevur listamaðurin brúkt modellina sum eitt grønt ella reytt skap í flykrandi ljósi og litum, sum hann savnar í eini máttmiklari, tríbýttari kompositión, har liturin á jakkanum og ljósið í rúminum eru útgangsstøði hjá eini sannari litveitslu. Eg eri hjartans takksom fyri at vera boðin við. Takk fyri.

Kinna Poulsen