Nýggjur stjóri á Tjóðpalli Føroya

Fríggjadagin kom loksins hvítur roykur úr Leiklistaráðnum og boð um, at eftirstundaði nýggi stjórin í Tjóðpalli Føroya er settur. Sambært tíðindaskrivinum er nýggi stjórin norðmaður úr Oslo og eitur Harald Thompson Rosenstrøm. Hann hevur útbúgvingar og royndir, men ikki innan føroyska leiklistaøkið – har er hann eitt óskrivað blað. Hann er 38 ára gamal og útbúgvin sjónleikari á Moscow Art Theatre School í Moskva undir leiðslu av Kirill Seebrennikov. Harald Thompson Rosenstrøm hevur lisið búskap og leiðslu á BI í Noregi og hevur eina Masterútbúgving innan filmshandrit frá TAMK í Finnlandi. Síðani 2022 hevur Harald Thompson Rosenstrøm arbeitt sum listarligur leiðari millum annað á leikhúsinum Vabalava í Estlandi og áðrenn hetta var hann rektari á leiklistarligum fólkaháskúla í Noregi í 5 ár. Hann hevur eisini starvast sum sjónleikari og leikstjóri á leikhúsum í Noregi, Russlandi, Frakland, Estlandi og Kosovu, umframt undirvíst innan sjónleik.

Harald Thompson Rosenstrøm byrjar sum stjóri á Tjóðpallinum 1.apríl og fær úr at gera við eitt nú at fáa eitt føroyskt tjóðleikhús til veruleika - tað hevur sum kunnugt verið avtalað og staðsett upp til fleiri ferð uttan at avtalurnar hava hildið. Týdningarmesta uppgávan hjá nýggja stjóranum verður kortini at geva yrkisleiklistini her á landi best møgulig kor okkum øllum at gagni. Tí má hann savna leiklistaøkið, ið alt ov leingi hevur verið syndrað. Tað merkir í roynd og veru, at hann sum skjótast skal fáa fatur á teimum av okkara bestu leikarum og bólkum, sum hava rikist runt og spælt sjónleik allar hugsandi og eisini óhugsandi støð. Teimum skal hann bjóða inn á gólvið í fínustovu, tí ja, enn er leiklistaliga fínastovan hjá okkum á Meiarínum í Havn har Føroya einasti alment fíggjaði tjóðpallur heldur til. Harumframt verður avbjóðingin at geva Tjóðpallinum ein greiðan, skilagóðan og viðkomandi leiklistaligan profil og yvirhøvur at mynda virknasta og besta leiklistastovnin í norðuratlantshavi bæði úteftir og innanhýsis. Vit bíða alspent og ynskja nýggja stjóranum hepna hond við stóru uppgávuni. Ætlanin var, at nýggi stjórin skuldi taka við 1. februar, men av tí at hann ikki byrjar fyrr enn 1. apríl, hevur Leiklistaráðið gjørt av at leingja við núverandi stjóran, Jenny Petersen, fyribils í ein mánað til 1. mars.

Í Leiklistaráðnum eru Rønn Eliasen, forfólk, vald av landsstýriskvinnuni (frá oktober 2024), Margretha Nónklett, forfólk, vald av landsstýriskvinnuni (til juli 2024), Benjamin Gaasedal, valdur av landsstýriskvinnuni, Vár Berghamar Jacobsen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya (frá juni 2024), Durita Dahl Andreassen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya (til juni 2024), Arnfinnur Nesá, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya, Ria Tórgarð, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya, Heini Gaard, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð, Barbara Hentze í Stórustovu, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya.

Kinna Poulsen