Framsýning hjá næmingum í Myndlist A á Glasi
/Sanna Dulavík: Tekur tú tað við heim
Fríggjadagin í farnu viku var sjón fyri søgn á Glasi, at tað loysir seg at hava fingið etablerað eitt A-stig innan myndlistalærugreinina á miðnámi. Tá var ein lítil men góð framsýning við verkum hjá næmingum, sum í løtuni ganga á myndlist A. Vit hava í fleiri ár bjóðað myndlist fram á C og B-stigi, har frálæran í stóran mun snýr seg um at økja tað visuella og fagurfrøðiliga tilvitið við at viðgera og skapa myndir. Her er eitt nú myndagreining av stórum týdningi - ein førleiki, sum kann brúkast í fleiri øðrum lærugreinum. Ásannandi, at áhugin fyri list er vaksandi í samfelagnum í okkara tíð, sum javnt og samt krevur av okkum, at vit duga at týða tann dagliga myndameldurin, hava vit í mong ár ynskt at lyfta lærugreinina upp á A-stig. Hetta eydnaðist og í fjør var fyrsta holdið upprættað við myndlist á A-stigi og har snýr tað seg í stóran mun um samtíðarlistina - ta torføru, eksperimenterandi og av somu orsøk eisini ógvuliga spennandi listina í okkara tíð. Eg seti inn myndir frá framsýningini herundir. Jóannes Gaard er lærari hjá Myndlist A 24-25.
Beinta Fjallsbak: Narcissus
Ingibjørg Rosendal: Grátur
Marid Neslíð: Avdottin
Lea Hammer: Musselmalet
Lea Olivia Eldevig: Skamslidt divan