Listafólkaprát í Listasavninum
/Listafólkaprát: Um at geva kenslum skap v/ Maibritt Marjunardóttir og Guðrið Poulsen
Sunnudagin 9. mars kl. 16 verður listafólkaprát við listakvinnurnar Maibritt Marjunardóttur og Guðrið Poulsen. Turið Nolsøe, Ph.d. í retorikki, verður orðstýrari.
Hvussu geva vit kenslum listalig skap? Hvat ger tað við okkum at uppliva verk við kroppinum? Hetta eru kjarnuspurningar, sum fara at mynda samrøðuna.
Maibrit Marjunardóttir er í løtuni partur av serframsýningini “Træðrir” við verkinum “Anhedonia”. “Anhedonia” er eitt stórt og svart bundið installatiónsverk, ið fyllir nærum alt rúmið – eisini við ljóði. Til ber at ganga ímillum bundnu skapini og ljóðmyndin laðar uppundir kropsligu upplivingina. Orðið “Anhedonia” merkir manglandi evni at kenna gleði ella at njóta upplivingar, sum vanliga høvdu verið hugtakandi ella gevandi. Anhedonia verður ofta sett í samband við tunglyndi ella strongd. Sambært Maibritt Marjunardóttur hevur tilgongdin at skapa hetta verkið verið eitt slag av terapi ella meditatión – tað at binda seg burtur úr eini kenslu.
Guðrið Poulsen er fjøllistakvinna og arbeiðir bæði í stórum og lítlum formati. Landslagið og náttúran spæla ein sentralan leiklut í hennara list, og somuleiðis er tað kvinnuliga eitt afturvendandi evni. Nevnast kann 5m høga standmyndin fyri kvinnur deyðar í barsilssong, ið stendur í Fuglafirði. Við minnismerkinum gevur Guðrið bæði kenslum og minnum skap. Søgurnar – bæði tær persónligu og samfelagsligu – fáa eitt ítøkiligt og samstundis abstrakt skap og byggja á eina rúmliga uppliving, ið er bæði monumental og lítillátin um somu tíð.
Listafólkaprátið fer at snúgva seg um, hvussu vit uppliva list við kroppinum, og hvussu kenslur kunnu fáa skap gjøgnum listaligar tilgongdir. Eisini fer prátið at snúgva seg um tilfar, tilgongd, abstraktión og kvinnusøgu.
Listafólkaprátið verður sunnudagin 9. mars kl. 16. Listasavnið er opið frá kl. 11-17 og møguleiki er at vitja framsýningina "Træðrir" áðrenn listafólkaprátið byrjar. Eftir prátið ber til at seta spurningar.
Hetta er sætta tiltakið í einari røð av tiltøkum, ið Listasavn Føroya skipar fyri í samstarvi við Listafelag Føroya.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.
Listasavn Føroya
Tónar í list á Norðurbryggjuni - vernissage
/Leygardagin 1.mars læt upp framsýningin Toner i kunst við føroyskari list á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Framsýnarar á listaframsýningini eru: Hansina Iversen / Margrethe Odgaard og Teitur / Heðin Ziska Davidsen / Guðrið Poulsen / Jóna Rasmussen / Vigdis Petersen / Olivur við Neyst / Astri Luihn / Ingálvur av Reyni / William Heinesen / Heiðrik á Heygum / & Bartal og Maria Tórgarð / Rammatik. Á ferniseringini var fult av framsýningargestum og nøkur av teimum framsýnandi listafólkunum vóru til staðar; Hansina Iversen, Heðin Ziska Davidsen, Vígdis Petersen og Astri Luihn. Stjórin í Norðurbryggjuni, Karin Elspudóttir bjóðaði vælkomin og síðani helt Gunnar Holm-Jacobsen upplatingarrøðu.
VELKOMMEN
Musik og billedkunst har altid været tæt forbundet. Toner kan males, og farver har klange. I denne udstilling, Toner i kunst, undersøger vi de mange måder, hvorpå musik og billedkunst smelter sammen, inspirerer hinanden og skaber nye udtryk.
Udstillingen er en tilpasset version af Tónar í list, kurateret af og vist på Listasavn Føroya (Færøernes Nationalgalleri) i 2023-24. Den sætter særligt fokus på dialogen mellem billedkunst og musik på den færøske kulturscene og præsenterer værker, der udforsker denne forbindelse i både direkte og indirekte former.
Mange kunstnere har fundet inspiration i musikkens rytme, harmoni og stemning, mens kom- ponister og musikere ofte har ladet sig inspirere af billedkunstens visuelle udtryk. Albumcovers, musikvideoer og scenografi er blot nogle eksempler på, hvordan kunstarterne mødes og beriger hinanden.
Udstillingen præsenterer værker af kunstnere, der arbejder i krydsfeltet mellem disse kunstformer. Nogle af dem er både billedkunstnere og musikere, andre lader deres værker tale med musikalske strukturer eller stemninger. Fælles for dem er en nysgerrighed over for, hvordan kunstens forskellige sprog kan forenes og skabe nye oplevelser.
I kataloget finder du små tekster, der introducer de udstillede værker. Desuden ledsages udstillingen af et samtale- og musikprogram, hvor kunstnere og musikere deler deres tanker og processer.
Vi håber, at Toner i kunst vil åbne øjne og ører for den rige samklang mellem billedkunst og musik og skabe nye forbindelser mellem kunstarterne.
En stor tak til Listasavn Føroya og til alle kunstnerne – og tak til Knud Højgaards Fond, Overretssagfører L. Zeuthens Mindelegat og Dronning Margrethes og Prins Henriks Fond.
Karin Elsbudóttir
Direktør, Nordatlantens Brygge
Kære kunstnere og kære gæster,
Det er med stor glæde, at jeg står her i dag for at åbne udstillingen Toner i kunst.
Den færøske musikscene blomstrer i disse år, og det gør kunstscenen også. Og det gælder for både musikken og billedkunsten, at udtrykkene er mange og endda meget forskellige, både hvad angår tematisk og stilistisk tilgang. Alligevel finder jeg en færøsk klangbund i både den musik og kunst, der knyttes sammen her, hvor et hav af forskellige forbindelser mellem kunst og musik toner frem i det flerstrengede udvalg af værker, som udstillingen præsenterer.
Her kan man opleve værker lavet i samarbejde mellem billedkunstnere og komponister såsom Margrethe Odgaard og Teitur. Eller se og høre Rammatiks eksperimentelle kunstfilm Memotekið, der rent billedmæssigt præsenter os for originalt koreograferet dans, som er optaget med super 8mm-kamera i de færøske landskaber, der i filmen så mødes med et lige så fascinerende lydlandskab. Og på udstillingen ser vi også filmformatet anvendt i dialog med både billedkunsten og musikken i værker af Heiðrik á Heygum, & Bartal og Maria Tórgarð
Blandt de udstillede værker er også William Heinesens velkendte billede Spælimenninir i Hoydølum, der også pryder udstillingens plakat (her bag mig). Og når det billede skal fremhæves her, er det ikke blot fordi Heinesen er blandt de mest kendte færinger. Og det er heller ikke fordi vi i år fejrer 125-året for hans fødsel. Nej, det er nok først og fremmest, fordi musikken spillede en så stor rolle i hans liv og virke.
Ud over at være digter og forfatter var William Heinesen både billedkunstner og komponist. Hans bidrag til færøsk musik var ganske vist ikke så omfattende, men hans kompositioner fra 1950’erne har dog musikhistorisk betydning, for de var blandt de første færøske instrumentale værker. Men musikken flettes også ind i hans øvrige virke. Endda meget markant. De fleste kender hans roman De Fortabte Spillemænd, der er et pragteksempel på, hvordan musik kan væve sig ind i litteraturen. Og med blandt andet sine mytologisk inspirerede papirklip bidrog Heinesen desuden til både billedkunsten og musikscenen på Færøerne. Flere af hans papirklip er blevet anvendt til pladecovers for det færøske pladeselskab Tutl, hvilket man også kan se på udstillingen.
En lang række moderne billedkunstnere har ladet sig inspirere af musikken i værker, hvor musikkens klang og rytme omsættes til farve og form. I udstillingen ser vi eksempler på det i abstrakte fortolkninger som hos førnævnte Teitur og Margrethe Odgaard, men også i værker af Jóna Rasmussen, Vígdis Petersen, Heðin Ziska Davidsen, Hansina Iversen og Guðrið Poulsen. Og der figurative fortolkninger i værker af blandt andre Ingálvur av Reyni og Olivur við Neyst.
Og så er der Astri Luihn. Hun uddannede sig oprindeligt i musikvidenskab og forskede i folkemusik, men skiftede så spor til billedkunsten. Med sit værk Lyd i kunsten – eller Listaljóð, som det hedder på færøsk – spørger hun os, publikum, om billedkunsten kan klinge? Og om der i hele taget er nogen større forskel på kunstarterne. Ikke hvad angår, hvordan de berører os, svarer hun. Og jeg må erklære mig enig.
Jeg er ikke blot stolt og glad for at stå her netop i dag og åbne udstillingen Toner i kunst på Nordatlantens Brygge. For huset her er også min arbejdsplads. Det er her Færøernes Repræsentation holder til - det er her, jeg har min daglige gang. Derfor ser jeg også frem til at jeg på daglig basis kan træde ind i udstillingen og både opleve og reflektere over de udstillede værker. For de antænder nye tanker og refleksioner, hver gang man møder dem. De kalder på at blive oplevet. Og derfor er det mig en stor glæde at erklære udstillingen Toner i kunst åbnet.
Gunnar Holm-Jacobsen
Fotomyndir: Norðurbryggjan Karin Rørbech
Vónbjørt Vang í uppskoti at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
/Føroyska uppskotið at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 er Svørt orkidé hjá Vónbjørt Vang. Svørt orkidé er triðja yrkingasavnið hjá Vang - og sambært tilnevningarnevndini hennara sterkasta higartil. Verkið tematiserar sorgina og umsorganina hjá eini mammu um eitt barn, sum veksur upp og gongur sínar egnu leiðir og møguliga villist. Serliga er tað kenslan av undirliggjandi órógvi og máttloysi av ikki at hava tamarhald og samband longur; um sambandið millum móður og barn, sum alt meira broytist og minkar, so hvørt sum barnið gerst eldri. Verkið snýr seg um mammuna sum sjálvstøðuga veru, sum í stríðnum móti mótloysi, stúran og angist fyri ikki at kunna hjálpa ella røkka sínum barni, hevur tørv á kropsligari styrki. Verkið hjá Vang arbeiðir við fleiri løgum av meining og materialiteti, har tekstir, myndir og sitat úr øðrum verkum eru flættað saman í kollasjukendum formi. Nýtslan av brotum og sjónligum elementum leggur dent á, at upplivingarnar hjá mammuni eru býttar og leitandi – roynd hennara at finna eitt mál til tað ósigandi. Vónbjørt Vang fekk virðisløn M.A.Jacobsens í fjør fyri Svørt orkidé.
Tey tilnevndu eru:
Danmark
Madame Nielsen: Dødebogsblade, dagbogsroman, Forlaget Wunderbuch, 2024.
Thomas Boberg: Insula, roman, Gyldendal, 2024.
Finnland
Anu Kaaja: Rusetti, roman, Kustantamo S&S, 2023.
Milja Sarkola: Min psykiater, roman, Förlaget, 2024.
Føroyar
Vónbjørt Vang: Svørt orkidé, digte, Forlaget Eksil, 2023.
Grønland
Lisathe Møller: Qaamarngup taartullu akisugunneri, roman, Lisathe Møller Forlag
Ísland
Eiríkur Örn Norðdahl: Náttúrulögmálin, roman, Mál og menning, 2023.
Þórdís Helgadóttir: Armeló, roman, Mál og menning, 2023.
Noreg
Johan Harstad: Under brosteinen, stranden! Roman, Gyldendal, 2024.
Arne Lygre: I vårt sted, skuespil, Aschehoug forlag, 2024.
Samiska máløkið
Jalvvi Niillas Holmberg: Goatnelle, roman, DAT, 2024.
Svøríki
Lotta Lotass: Rubicon / Issos / Troja, digtsamling, Ekphrasis förlag, 2024.
Andrzej Tichý: Händelseboken, roman, Albert Bonniers förlag, 2024.
Áland
Carina Karlsson: Marconirummet, digtsamling, Schildts & Söderströms, 2024.
Starvslønir 2025
/Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvsløn og íverksetanarstudning til listaligt og mentanarligt arbeiði fyri 2025.
Starvsløn varð latin Tróndi Bogason Hansen, tónaskaldi í 12 mánaðir. Kim Simonsen, rithøvundi í 6 mánaðir. Harumframt fingu 42 umsøkjarar starvsløn í ávikavíst 1, 2, 3, 4 og 5 mánaðir.
Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 6. januar 2025, ið hevur til endamáls at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.
Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í Løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins, og sum eftir nevndarinnar meting er av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.
Grunnurin fekk í alt 94 umsóknir, og søkt varð um starvsløn fyri slakar DKK 32 mió. Av hesum vóru 44 umsóknir játtaðar. Latnar vóru 101 mánaðarlønir tilsamans fyri DKK 4,1 mió.
Endamálið við íverksetanarstudningi er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki. Íverksetanarstudningurin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listararbeiði. Stuðulin verður latin eftir nevndarinnar meting av listarligum dygdareyðkennum.
Umsøkjararnir til íverksetanarstudning vóru 19 í tali, og nevndin gjørdi av at lata hesum 4
íverksetanarstudning fyri tilsamans DKK 300.000:
Beinir Bergsson (bókmentir)
Mariann Hansen (leiklist)
Alda Mohr Eyðunardóttir (myndlist)
Simona Eivinnsdóttir (tónlist)
Starvslønir 2025
Tróndur Bogason Hansen 12 Beinir Bergsson 2 Maria Winther Olsen 2
Kim Simonsen 6 Kristina Sørensen Ougaard 2 Eir í Ólavsstovu 2
Anna Katrin Ø. Egilstrøð 5 Magnus Gaard 2 Rannvá G. Niclasen 1
Olaf Johannessen 4 Kári Linderoth Jacobsen 2 Ebba Malena Debess Thomsen 1
Elin á Rógvi 3 Rannvá Holm Mortensen 2 Vár Bech Árting 1
Randi Samsonsen 3 Jóanes Nielsen 2 Rebekka Petersen 1
Herborg Silja Strøm 3 Birgit Remmel 2 Sjúrður Hammer 1
Høgni Mohr 3 Torfinnur Jákupsson 2 Lars Kolbjørn Moa 1
Durita Dahl Andreassen 2 Trygvi Danielsen 2 Malan Poulsen 1
Jákup Veyhe 2 Heri Joensen 2 Súsanna Tórgarð 1
Marita S. Dalsgaard 2 Ingun Christensen 2 Hans Tórgarð 1
Búi Rouch 2 Guðrið Poulsen 2 Anna Hüdepohl 1
Bárður Reinert Poulsen 2 Janus á Húsagarði 2
Heðin Ziska Davidsen 2 Pauli Reinert Poulsen 2
Lasse Thorning Jæger 2 Lena Nicolajsen 2
Lea Kampmann 2 Jón Thorsteinsson 2
(Tíðindaskriv frá Mentanargrunni Landsins)
Tónar í list á Norðurbryggjuni
/Hansina iversen purple rain (2023)
Leygardagin 1.mars klokkan 15 letur upp framsýning við føroyskari myndlist á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tónleikur hevur tónar, og myndlist hevur littónar. Tú kanst bæði komponera eina mynd og eitt tónleikaverk. Ein svita kann vera ein røð av myndlistaverkum ella ein røð av tónleikaverkum við sama tema. Longu í málinum er samanfall millum myndlist og tónleik. Henda framsýningin kannar samanhang og munir millum myndlist og tónleik. Tónar í list er ein tillagað útgáva av framsýningini Tónar í list, kuraterað av Onnu Mariu Dam Ziska eftir hugskoti hjá fyrrverandi stjóranum í Listasavninum Karinu Lykke Grand, ið var framsýnd á Listasavni Føroya í 2023
Tónleikur er og hevur verið íblástur hjá óteljandi listafólkum. Somuleiðis eru fleiri tónleikaverk gjørd við íblástri úr myndlistini. Á framsýningini eru verk úr myndlistini, sum bæði eru í beinleiðis og óbeinleiðis dialogi við tónleikin. Eisini verða framsýnd/spæld verk, har munur ikki kann gerast á teimum báðum listagreinunum.
Listafólk í framsýningini eru: Hansina Iversen / Margrethe Odgaard og Teitur / Heðin Ziska Davidsen / Guðrið Poulsen / Jóna Rasmussen / Vigdis Petersen / Olivur við Neyst / Astri Luihn / Ingálvur av Reyni / William Heinesen / Heiðrik á Heygum / & Bartal og Maria Tórgarð / Rammatik
Í sambandi við framsýningina verður ein serlig skrá við samrøðum og øðrum framførslum. Les meira á https://www.nordatlantens.dk/da/arrangementer/2025/artist-talk-hansina-iversen-og-he%C3%B0in-ziska-davidsen/
TONER I KUNST 1. marts—24. august 2025
Musikken har toner, og billedkunsten har farvetoner. Man kan komponere både et billede og et stykke musik. En suite kan være en serie af kunstværker eller en række musikstykker komponeret over samme tema. Allerede i sproget er der sammenfald mellem billedkunst og musik. Denne udstilling udforsker dialoger og udvekslinger mellem billedkunst og musik. Toner i kunst er en tilpasset version af udstillingen Tónar í list kurateret af og vist på Listasavn Føroya (Færøernes Nationalgalleri) i 2023-24 – og udstillingen sætter særligt fokus på udvekslingen mellem billedkunsten og musikken på den færøske kulturscene. Musik er og har været inspirationskilde for et utal af kunstnere og deres produktion af værker. Ligeledes er adskillige musikstykker komponeret med inspiration fra billedkunsten. Billedkunsten har desuden spillet en central rolle i tilblivelsen af albumcovers og musikvideoer. Udstillingen præsenterer værker fra billedkunsten, som både er i direkte og indirekte dialog med musikken. Den viser også værker af udøvere, der både er musik musikere og billedkunstnere, og værker, hvor der ikke kan skelnes mellem de to kunstarter. Kunstnere i udstillingen Hansina Iversen / Margrethe Odgaard og Teitur / Heðin Ziska Davidsen / Guðrið Poulsen / Jóna Rasmussen / Vigdis Petersen / Olivur við Neyst / Astri Luihn / Ingálvur av Reyni / William Heinesen / Heiðrik á Heygum / & Bartal og Maria Tórgarð / Rammatik I kataloget kan du finde små tekster til hvert af de udstillede værker. Læs mere: nordatlantens.dk/tonerikunst Samtaleprogram Sideløbende med udstillingen Toner i kunst præsenterer vi et særligt program, der udfolder forskellige dialoger mellem billedkunst og musik gennem samtaler, film og små cafékoncerter. Læs mere på nordatlantens.dk/tonerikunst/samtaler Udstillingen er støttet af Knud Højgaards Fond, Overretssagfører L. Zeuthens Mindelegat og Dr. Margrethes & Prins Henriks Fond
Heimsbókmentir í Havn
/- Nýggjur føroyskur bókmentafestivalur
Frá mikudegnum 26. februar 2025 til leygardagin 1. mars.
Bókmentir og dypping, arkitekturur og bókmentir í dag, bókasniðgáva í Føroyum, norðurlendsk yrking í dag, at fiska hákellingar í Norðurnoregi, at vinna á PTSD og alkoholismu, trøll innan nýggjar bókmentir – evnini eru fjølbroytt á nýggja føroyska bókmentafestivalinum.
Festivalurin hevur til endamáls at varpa ljós á føroyskar bókmentir og mentan, styrkja norðurlendskt og altjóða samstarv og eggja til nýggjar hugsanir um okkara felags framtíð.
Her eru m.a. kjak og samrøður, framsýning, upplestur og filmsýningar, har vit t.d. fara at kanna, hvussu bókmentir taka støðu til átrokandi spurningar sum menniskjans samband við náttúruna og møguleikan fyri nýggjum frásøgnum - kunnu t.d. eldri bókmentasløg so sum sagnir og ævintýr hava týdning í dag?
Við eru útlendsk nøvn sum heimskenda Amy Liptrot úr Skotlandi, Naja Marie Aidt úr Danmark, Morten A. Strøksnes úr Noregi, Rasmus Daugbjerg úr Danmark, Anna Maria Bogadóttir úr Íslandi, Haukur Ingvarsson úr Íslandi, Anna Fohlin Mattsson úr Svøríki og Johan Jönson úr Svøríki.
Úr Føroyum koma Marjun Syderbø Kjelnæs, Jóanes Nielsen, Trygvi Danielsen, Beinir Bergsson, Nansý Sunadóttir, Vónbjørt Vang, Oddfríður M. Rasmussen, Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger og Guðrið Poulsen.
Støð eru m.o.: Reinsaríið, Býarbókasavnið, Landsbókasavnið, Gamli Bókhandil, Listasavn Føroya, Havnar bio, Bátafelagið í Runavík og Saunadypp.
Viðfyriskiparar eru m.o.: Tórsgøta, Býarbókasavnið, Landsbókasavnið, Listasavn Føroya, Rithøvundafelag Føroya, Vencil, Runavíkar kommuna, Gamli Bókahandil, Sprotin, Ungu Føroyar og Aðalkonsulát Íslands.
Høvuðsstuðlar eru Tórshavnar býráð, Almanna- og Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landins og Kulturkontakt Nord.
Flestu tiltøkini eru ókeypis, men tvey teirra kosta:
Atgongumerki til Listasavn Føroya 27. februar kl. 17-20 - 100 kr. https://faroeislandsfestival.atgongumerki.fo/webshop/event/2858132/order/main
Atgongumerki leygardagin 1. mars kl. 15.00-22.30 - 175 kr. fyri allan dagin. https://faroeislandsfestival.atgongumerki.fo/webshop/event/2858127/order/main
Skráin er at finna á https://www.faroeislandsfestival.net/
Við Tjarnir millum framtíð og fortíð
/Leygardagin læt nýggja stórhøllin við Tjarnir upp og dagin eftir var undirritaða og hugdi at høllini, sum er staðsett á Atlagøtu í Hoyvíkshaganum. Talan um ein veldugan reyðan kassabygning, ið sær út til at vera dottin niður av mánanum og beint niður í ein føroyskan haga. Orsøkin til, at høllin kortini er imponerandi hevur helst við støddina at gera, tí høllin er ótrúliga stór og tað sama er galdandi fyri alt vegastrekkið, ið er sum grópað niður í fjallið við himmalhøgum fjallasíðum – tann omanhalli vegurin verður neyvan stuttligur í vetraródn. Tað er hugtakandi at uppliva tann øgiliga effektivitetin, men eisini hugstoytt at ásanna hvussu lítil okkara náttúra gerst í eini tílíkari verkætlan. Fjallalendið tykist skorið niður sum var tað ein marmorkøka. Runt í moldutum byggilendi standa gravimaskinir sløddar sum leikutoy hjá einum barni. Komin út úr bilininum hómi eg Sornfelli onkrastaðni í blánanum. Tað er heilt ótrúligt og eitt sindur futuristiskt sum ein bygningur, skaptur til komandi ættarlið við nýggjum perspektivum.
Tá eg soleiðis standi uttan fyri høllina og gáni, kemur ein fyrikomandi maður framvið, ið vísir seg at vera stjórin í stórhøllini, Regin W. Dalsgaard. Hann bjóðar mær innar í risastóru høllina, sum Edward Fuglø hevur prýtt við eini myndrond, sum ivaleyst er størsta listprýðing í Føroya søgu. Myndrondin er prentað á betongveggin við geislaprentara – hetta var ein stór avbjóðing, ið tók tríggjar vikur at realisera, greiðir stjórin mær frá – og eg hugsi, at hetta tó var nakað skjótari enn tá Michelangelo málaði loftið í Sixtinska Kapellinum – tá hevði hann og hansara hjálparmenn ivaleyst ynskt sær ein geislaprentara. Eftirtíðin kann kortini fegnast um, at alt arbeiðið varð gjørt al fresco við hond, pensli og máling, tí alt slag av digitalum prenti (ið gerst alt vanligari partur av listprýðingum) ber við sær okkurt slag av tilfarsligari frástøðu, av ópersónligum, maskinkendum framburði og slættleika, ið ikki minst merkir myndir frá AI og ger tær fullkomiliga óáhugaverdar.
Tá hugsað verður um funktiónina á stórhøllini, sum skal brúkast til bæði ítrott og tónleik, er myndevnið hjá Edwardi Fuglø væl valt og fevnir bæði gleim og ljóm. Listamaðurin kallar sína myndprýðing fyri “Lúðraljóð”. Hon avmyndar stiliseraðar svartar lúðrar, sum snara seg um alla myndrondina kring ymisk myndevni úr føroyskari náttúru so sum sveimandi klettar og hagasóljur. Litirnir eru lutfalsliga myrkir, svart, grátt og myrkagrønt á gráari grund við hendinga gulum brigdum. Listprýðingin fungerar soleiðis at skilja, at hon samlar tað risastóra hølið visuelt við myrkagrøna tónanum, ið sæst aftur í innbúgvi og detaljum í bygninginum. Sambært tekstinum, sum kann lesast umvegis eini QR-kotu á vegginum, sipar lúðrarljóðið til bæði tann forna hagan og til kvæðaheimin. Fagurfrøðiliga tykist myndin sipa til okkurt keltiskt ella til víkingatíð; stílurin fær meg í hvussu er at hugsa um onkra teknirøð í 1980´unum, var tað Valhalla hon æt? Standmyndin uttanfyri høllina; Speglingar hjá Hans Paula Olsen fær meg at hugsa um 1990´ini. Hon avmyndar eina vakra unga kvinnu og hennara speglmynd, stoypt í bronsu - nakað sum barnakonan við inngongdina til Listasavn Føroya. Flottu standmyndirnar kring Listasavnið eru frá umleið 1992. Henda nýggja standmyndin er eitt typiskt HPO- verk við ítøkiligu speglingini og samansetingini millum hegnisliga formaðu kvinnufigurarnar og so steinsúlurnar. Nakni menniskjafigururin er eitt klassiskt myndevni og hevur verið tað síðan fornøld – einki løgið í tí, fá núlivandi listafólk duga hetta betur enn Hans Pauli Olsen og tað hava vit eftirhondini sæð rættiliga nógv dømi um í almenna rúminum her á landi.
Samanborið við stórhøllina sum slóðbrótandi verkætlan sýnist listin sera afturlítandi og sum skilst verður konsert við Bryan Adams har á staðnum. Eg helt ikki, at vit høvdu tørv á meira bygdaball í Føroyum enn vit hava frammanundan, men tað sær ikki mætari út. At samanbera ítrótt við list fær mann líka lítið burtur úr sum at máta hvørt skinsakjøt ella skerpikjøt er best – tað eru tey bæði – hvørt til sína tíð. Allíkavæl hendir tað lutfalsliga ofta, at eg vegna listina øvundi ítróttini hennara framfýsna lyndi – ikki minst tá tað kemur til at skaffa sær hølisumstøður og miðlapláss. Í tjúgu ár hevur tankin um tjóðleikhús føroyinga rikist sum bukka millum sengur og enn er einki munagott hent við hesum fyri okkum grundleggjandi mentanarstovni. Tað tók nøkrum monnum 22 mánaðar at fáa stórhøllina transformeraða frá garvillum hugskoti til ítøkiligan veruleika. Vit duga, tá vit vilja og vit vilja eftir øllum at døma nakað, sum er stórt, privat og maskulint.
Eitt, sum kann undra er, at fólk framvegis ikki tykjast hava fingið við hvussu stóran týdning list hevur. Eg meini hvat hava vit kjakast um síðan stórhøllin læt upp? Er tað reyða fasadan á stórhøllini, høgu lyktapelarnir ella gráu betongveggirnir í høllini? Nei, tað er listin! Og tí skuldi bygginevndin havt gjørt sær betur ómak við listaliga partinum og leitað sær listfakliga ráðgeving til tess at tryggja bæði dygd men eisini javna listaliga umboðan, at bæði listakvinnur og -menn eru við í eini tílíkari listprýðing. Tað mest margháttliga er, at tað ber til at gera eina listprýðing í 2025, sum í so stóran mun sær burtur frá teirri risastóru menningini, sum føroysk list hevur verið fyri í hesari øldini.
Kinna Poulsen
Tí at hugmyndin er meira enn gerðin
/foto: gwenaël akira helmsdal carré
Á gólvinum í Sjónleikarhúsinum gongur ein maður og melur við einum glúpi, ið at síggja til er hansara dýrasta ogn og tað er kanska ikki so løgið. Í øllum førum tykist hesin góði, grøni glúpur veita honum kós og endamál í einum lutfalsliga kaotiskum umhvørvi. Jú, mangt er løgið í Dreymaleiki og tá verður ikki hugsað um ta annars sjáldsama luftigu byrjanina á sjónleikinum, tá tann unga Agnes, dóttir gudin Indra kemur sveimandi niður á jørðina at vita hvussu menniskjuni á bláu gongustjørnini liva teirra lív.
Tað er Teatur Grugg, sum saman við Havnar Sjónleikarfelag framførir Dreymaleik eftir August Strindberg í týðing hjá Hanusi Kamban, sum forlagið Náttsól gevur út. Hetta er fyrstu ferð, Dreymaleikur verður framførdur í Føroyum. Leikurin er í skapi óregluligur eins og ein ørkymlandi dreymur, ið bjóðar galdandi reglum av og støðugt myndar nýggjar samanhangir. Men undranin miðsavnar seg serliga um menniskjuni og okkara stríð við at liva upp til allar møguligar og ómøguligar skipanir, sum vit sjálvi seta á stovn og sum knýta okkum føst í ævig mynstur av meiningsleysum endurtøkum. Sjálvt um okkurt er absurd og annað heilt abstrakt, kennir áskoðarin seg lættliga aftur bæði í leitanini eftir meining og frágreiðingum, sum kunnu geva tilveruni eitt endamál, men vit kenna eisini typurnar aftur, bæði frísk og sjúk, droymarar og dekanar.
Sjálvt um leikurin hevur dreymsins brotkenda form, er søgugongdin klassisk á tann hátt, at vit fylgja einum leitandi høvuðspersóni. - Synd er í menniskjunum heldur hon Agnes, sum upplivir nógva líðing og vitloysi á foldum. Hennara himmalska sjónarmið er ein frásagnarlig gáva. Tá vit læna hennara eygu og oyru, undrast vit stórliga og føla okkum eitt sindur sum Dorothy og hundur hennara, Toto, tá tey í sangfilminum um The Wonderful Wizard of Oz mugu ásanna, at tey neyvan eru heima í Kansas longur. Teirra rannsóknarferð miseydnast, halda tey, tá tey uppdaga, at tann stóri gandakallurin er ein svikari, sum einki hevur uppá seg og sum í øllum førum ikki hevur størri lívsinnlit enn Dorothy og vinir hennara. Í veruleikanum hava tey funnið svarini í vinarlagnum válandi eftir gula steinvegnum. Í Dreymaleiki hendir nøkulunda tað sama, tá ein ávís hurð eftir mikið stríð verður latin upp og tað vísir seg, at einki er innanfyri.
Brennandi spurningurin er um tað í roynd og veru er so synd í menniskjunum sum tey sjálvi halda og um tey ikki grenja nakað nógv. Leikurin tykist bæði í skapi og innihaldi ómetaliga modernaður og relevantur hóast mong ár eru liðin síðan hann var skrivaður í 1901. August Strindberg (1849-1912) var ein merkiliga markleysur listamaður, hvørs verk fevnir um meira enn trýssinstjúgu sjónleikir og yvir tríati skaldsøgur, yrkingar og aðrar tekstir. Hann var listamálari, fekst við fotografi o.a. og sjálvandi hevur eitt so fjøltáttað kreativt flogvit síni egnu, avgjørdu hugskot til hvussu pallmyndin skal síggja út í Dreymaleiki. Handritið er eisini fult av tílíkum leikleiðbeiningum, men hesar hevur leikstjórin Ria Torgarð í fleiri førum valt frá. Scenografiskt er Dreymaleikur minimalistiskt avgreiddur og avmarkaður til lutfalsliga einfaldar leikbúnar og rekvisittir. Tað er sera skilagott, at uppsetingin tekur atlit til staðsetingina í einum rúmi, sum í skjótt hundrað ár hevur verið sjónleikarhús í okkara høvuðstaði. Tað var teknað av arkitektinum H.C.W.Torgarð og læt upp á ólavsøku í 1926. Har hava vit sæð sjónleikir, biograffilmar og har hevur mangur dansur verið í søguliga salinum, ið harumframt er visuelt markantur; reyður og gulur við nógvum hurðum. Hurðar eru grundleggjandi bæði í dreymum, men ikki minst í Dreymaleiki, so sjálvandi skal pallurin vera millum hurðarnar niðri á gólvinum, har áskoðarar plaga at sita. Tað er genialt, tá hurðarnar í byrjanini bresta aftur – og eisini tá vit síggja út í gongina, ið verður ein eyka pallur, ein lítil klaustrofobiskur kassi, har heryvirmaðurin í sjálvvaldum fjøtrum melur um beinini á sær sjálvum.
At endurgeva søgugongdina í hesum leiki er eins stór avbjóðing og tað kann vera at lýsa onkran torskildan dreym í fleiri pørtum, tí leikurin hevur ein dreymakendan bygnað, sum ikki gerst minni ørkymlandi av, at tað eru fleiri støð og stig í søguni, har okkurt hongur logiskt saman, meðan annað ikki ger. Men Agnes kemur niður á jørðina og ógvast tá um hvussu ringt øll hava tað. Á sama hátt sum eitt annað Guðs lamb, Jesus Kristus, roynir hon at ofra seg, at taka á seg alla angist og stúran og at liva sum menniskja, men tað er henni alt ov mikið, so at hon stingur í sekkin og fer sum ein onnur Nora frá bæði manni og barni. Við sær fær hon nøkur orð frá einum skapara til ein annan og eg haldi, at tað er onkrastaðni har á leið móti endanum, at tey mest hugtakandi orðini í leikinum verða søgd. Yrkjarin fregnast eftir at hoyra hvat tað ringasta var ella hvat píndi ungu kvinnuna mest meðan hon var á jørðini. Hon svarar: “Tað at vera til, at føla mína sjón kámaða av einum eyga, mína hoyrn doyvda av einum oyra, og mín tanka, mín fonlætta, ljósa tanka fjøtraðan í villiniborgum av feittsloyfum...”. -Villiniborgir av feittsloyfum er ein mest sum ov ítøkilig mynd av heilanum og hetta er yvirhøvur ein ótrúliga neyv lýsing av paradoksalu støðuni millum tað perfekta hugskotið og óperfekta veruleikan, har tankar mega flúgva, meðan likamið stendur pinnastilt. Strindberg er als ikki óstuttligur, tá hann staðfestir hvussu sansirnir (ið jú eru okkara einastu álit), onkursvegna toga støðið niður.
Vit hava innan føroyska leiklist seinastu árini sæð fleiri dømi við samstarvi millum leik og lærd t.d. sóu vit herfyri næmingar á Glasi spæla Shakespeare saman við yrkisleikarum. Hóast vit sjálvsagt gleða okkum til komandi topp-yrkisleikir á Tjóðpallinum, er tílíkt samstarv fyrimyndarligt, gevandi og neyðugt. Sjónleikur er ein ótrúliga viðkvom listagrein. Øll framførslan er eins og ein samanhangandi og spent tamburin, sum flaknar í sama sekundi ein sjónleikari er ov seinur, ov skjótur ella ivasamur við sínum replikkum ella rørslum og hennara ella hansara eygnabrá og høvuðburður ikki stemma. Sum heild er Dreymaleikur væl leiktur við góðum málsligum framburði og mær nýtist neyvan at siga, at tann smidligi og neyvi sjónleikarin Hans Torgarð er serliga formidabul í øllum sínum leiklutum ella at systurin Súsanna Torgarð somuleiðis rakar seymin á høvdið við teirri lagnutungu vaktarkonuni hvørs mytiska tol (sum í eini søgu hjá William Heinesen) ber brá av masokismu. Hin systurin, Ria Torgarð riggar somuleiðis serliga væl í tí eitt sindur speiska yrkjaraleiklutinum og Ebba Malena Debess Thomsen er yndislig, men eisini sannførandi sikkur í leiklutinum sum Agnes gudadótturin.
Dreymaleikur er ein ómetaliga fjølbroyttur leikur, sum skiftir stíl millum symbolismu og surrealismu við brigdum av lagnutungari naturalismu. Leikupplivingin er undirhaldandi við dansi og tónleiki og tað er imponerandi - eisini hvussu nógv fæst burturúr teirri einføldu scenografiini við sannførandi koreografi, ljósi, ljóði og tónleiki ikki minst. Jákup Torgarð gjørdi dreymakenda sirkustónleikin við teimum ófrættakendu vilstu tónunum, sum samla leikin og mitt í øllum eru vit í teknotransudansi í speglsólbrillum og vilja skrúva harðari frá. Leikbúnamakari er Anna Kristin Bæk, hvørs sáttliga grátónaveldi er skynsamiliga valt við atliti til koloristiska pallin. Sjónleikur er eins og filmur eitt kollektivt listaslag, so har eru nógv fólk, sum eiga rós fyri Dreymaleik (nøvnini kunnu síggjast niðast).
Samanumtikið er Dreymaleikur ein hugtakandi uppliving – stuttligt at uppliva talent, roynd sum óroynd og sum heild áhugan, ið tykist brennandi í løtuni fyri drama bæði til film og pall. Mest bilsin var eg av Búa Rouch, sum m.a. var Plakatmaðurin við høgt elskaða glúpinum, ið kortini ikki var heilt so frágera góður, sum hann helt í fyrstani (“tí at hugmyndin er meira enn gerðin – hægri enn sakin” sum Heryvirmaðurin staðfestir). Búi Rouch er kendur sum ein framúr dugnaligur dansari og koreografur, men at hann er eisini ein so fínur sjónleikari, var eg ikki greið yvir. Hann er stuttligur – tað eru lutfalsliga fá fólk og hansara upptraðkan er bæði í álvara og skemti merkt av eini vælgerandi nærveru og nerv, sum ger áskoðaran spenta at vita hvat hann nú fer at finna uppá. Skundið tykkum at keypa atgongumerki til eina av teimum fimm sýningunum, sum verða hesa vikuna.
Kinna Poulsen - Listaportal
Foto: gwenaël akira helmsdal carré
Framsýning hjá næmingum í Myndlist A á Glasi
/Sanna Dulavík: Tekur tú tað við heim
Fríggjadagin í farnu viku var sjón fyri søgn á Glasi, at tað loysir seg at hava fingið etablerað eitt A-stig innan myndlistalærugreinina á miðnámi. Tá var ein lítil men góð framsýning við verkum hjá næmingum, sum í løtuni ganga á myndlist A. Vit hava í fleiri ár bjóðað myndlist fram á C og B-stigi, har frálæran í stóran mun snýr seg um at økja tað visuella og fagurfrøðiliga tilvitið við at viðgera og skapa myndir. Her er eitt nú myndagreining av stórum týdningi - ein førleiki, sum kann brúkast í fleiri øðrum lærugreinum. Ásannandi, at áhugin fyri list er vaksandi í samfelagnum í okkara tíð, sum javnt og samt krevur av okkum, at vit duga at týða tann dagliga myndameldurin, hava vit í mong ár ynskt at lyfta lærugreinina upp á A-stig. Hetta eydnaðist og í fjør var fyrsta holdið upprættað við myndlist á A-stigi og har snýr tað seg í stóran mun um samtíðarlistina - ta torføru, eksperimenterandi og av somu orsøk eisini ógvuliga spennandi listina í okkara tíð. Eg seti inn myndir frá framsýningini herundir. Jóannes Gaard er lærari hjá Myndlist A 24-25.
Beinta Fjallsbak: Narcissus
Ingibjørg Rosendal: Grátur
Marid Neslíð: Avdottin
Lea Hammer: Musselmalet
Lea Olivia Eldevig: Skamslidt divan
Samtíðardansur: Rannvá og Vár fingið gávugóðs
/Seinnapartin var hátíðarhald á Fróðskaparsetri Føroya, tá ungu samtíðardansararnir, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Vár Bech Árting, fingu gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Í dag, 8. februar, er føðingardagur Thorvald Poulsens av Steinum, og á hesum degi á hvørjum ári verður peningagáva úr grunni hansara latin ungum listafólki fyri stuðla teirra listaligu menning og útbúgving.
Í ár varð gávugóðsið latið samtíðardansarunum, Vár Bech Árting og Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, sum longu hava víst framúrskarandi listalig evni og framtakshug.
Blaðungar fóru tær at dansa og vísa áhuga fyri samtíðardansi sum listagrein. Síðani 2021 hevur RIVA, dansibólkurin við teimum báðum á odda, staðið fyri seks verkætlanum.
Í 2024 tóku tær tikið stig til “bydans”, ið er fyrsti føroyski samtíðardansifestivalurin, við verkum úr fleiri Norðurlondum.
Vár og Rannvá hava víst áhuga fyri útbúgving í dansi og tikið útbúgving á BA-stigi og diplomstigi, ávikavist í 2019 og 2021.
Við gávugóðsinum vil Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum eggja teimum til at halda fram við at útbúgva seg og menna samtíðardans sum listagrein í Føroyum.
Kelda: www.setur.fo
Røða til framsýning hjá Mariusi Olsen í Steinprent 6.februar 2025
/IMPROMPTU – tað fær meg at hugsa um Chopin og hansara leikandi løttu, sorgblíðu klaverkompositiónir. Tað er einfeldi og dýpd. Impromptu er heitið á hesari framsýningini, sum er improviserað og spontan. Tað er akkurát eitt ár síðan Marius seinast framsýndi her – tað var tann ómetaliga vælumtókta framsýningin, tá fólk mundu farið til hendurs so ivrig vóru tey eftir at keypa. Tað var stuttligt at síggja, tí tað havi eg ikki sæð fyrr á eini grafikkframsýning – eg hugsi, at tað eru fleiri orsøkir til áhugan – tað snýr seg sjálvandi um dygd - at verkini eru áhugaverd og serlig, men er kanska eisini treytað av lutfalsliga smáu uppløgunum, sum Marius kann finna uppá at gera – ofta við unikkum royndarprentum.
Á hesari framsýningini síggja vit nýggj prent, sum Marius hevur gjørt í Steinprenti saman við Louise Aakerman Nielsen, steinprentara. Nýggju verkini hanga saman við nøkrum eldri verkum. Sum skilst var tað ikki ætlanin at gera framsýning hesa ferð, men á verkstaðnum vórðu tey so mikið eldhugað um nýggju verkini, at tey ynsktu at deila tey við okkum og tí standa vit her í dag til eina impromptu framsýning á eini spontanari fernisering. Nú árini fara at fjølgast og liðin eru sekstan ár síðani verkstaðurin flutti úr Listasavninum og fimtan ár eru síðan vit stovnaðu stuðulsfelagið Steinbrá – er tað stuttligt at minnast aftur á samrøður við Jan Andersson og hvussu spentur hann var uppá nettupp hetta at fáa møguleikan at framsýna eisini, tí so kundi mann nettupp spontant vísa smakkroyndir av øllum tí fantastiska, sum varð framleitt á verkstaðnum. Men ofta er ikki pláss, tí gallaríið er í roynd og veru nógv tað týdningarmesta av sínum slag í Føroyum og er ofta upptikið av góðum framsýningum, sum eru væl planlagdar langa tíð frammanundan.
Mann gleðir seg altíð at síggja nýggj verk hjá Mariusi Olsen, sum tulkar siðbundin myndevni á sín egna serliga hátt í myndum, ið eru einfaldar og kompleksar í senn. Hetta er list, sum er minimal og maximal alt um eina leið. Ikki sjáldan kemur okkurt fremmant element inn ímillum skoðara og myndarúm – tað kan vera ein spegling í einum rúti, ein ljósmastur, ein lampa ella ein grindil, sum leggur eitt hugsunarsamt brá niður yvir myndirnar.
Í myndaheiminum hjá Mariusi verður landslagið lýst við stórum tokka og ansi fyri skærum ljósi og litum, men eisini við einum serligum sjónarmiði, har ein ávís fjarstøða hómast millum skoðara og myndevni í myndum, sum tessvegna tykjast bæði kærleiksfullar og kular.
At skoða landslagið við fjarstøðu er jú eitt klassiskt romantiskt myndevni, har frástøðan leggur dent á okkurt slag av longsli, men eisini á eina girnd eftir at eiga hetta landslagið – tílíkan ótálmaðan grammleika uppliva vit nettupp í løtuni, nú tað í miðlinum verður tosað um at ogna sær landaøki sum Grønland og Gaza, sum var talan um gøturnar í Matadorspælinum.
Hjá Mariusi Olsen fær romantiska landslagsmyndevnið eitt modernað samtíðarligt brá til dømis tá vit síggja landslagið lýst úr erva í einari ovalari mynd sum var tað skoðað úr vindeyganum á einum flogfari. Ein ómetaliga áhugaverd mynd, sum fekk meg at hugsa um Steffan Danielsen við tí originala perspektivinum – hann málaði Nólsoynna uppi og niðri og altso eisini úr fuglaperspektivi. Hetta prentið hjá Mariusi er jú sera einfalt. Vit síggja niður yvir Koltur, sum liggur hvít og svørt í djúpbláa sjónum – I sjálvum sær er Koltur eitt so mikið dyrkað myndevni í føroyskari list, at vakra oyggin næstan í sjálvum sær er ein myndlistalig klisjé, men hetta er so ein heilt øðrvísi Koltursmynd – tí hvat er tað, vit síggja? Er tað hol í pappírinum. Tað er eyðkent fyri listamannin at uppstiga pappírið, so at tað ikki bara er tilfarið, sum myndin er prentað á, men at tað eisini fær leiklut sum týdningarmikil partur av myndevninum. Ein fløta av tómleika, sum ikki er tóm, men gevur ímyndina av einum rúmi ella eini rammu og í hesum førum er tað plastikktilfarið, sum er rundan um vindeyguni í flogfarinum og sum vit øll kenna so ómetaliga væl.
Marius Olsen er ein av teimum heilt fáu av okkara listafólkum, sum hevur halgað seg listaliga til grafikkin. Tessvegna er hann tøkniliga serliga væl fyri at útinna síni hugskot í verki. Hesin dugnaskapur, tann stóri tekniski kunnleikin er tó ikki tað, sum hansara verk primert snúgva seg um, men ein førleiki, sum ger hann føran fyi at náa listaliga á mál ferð eftir ferð. Hjartaliga til lukku við flotta avrikinum, Marius og tit í Steinprenti. Takk fyri.
Kinna Poulsen
Kvøldaropið í Listasavni Føroya: Sansaligheit og empati í politiskari list v/ Jóhan Martini Christiansen og Maritu Dalsgaard
/Hóskvøldið 13. februar kl. 19.30 verður listafólkaprát við myndlistamannin Jóhan Martin Christiansen og leiklistakvinnuna Maritu Dalsgaard.
Prátið tekur útgangsstøði í verkinum "Jeppe svevur" eftir Jóhan Martin Christiansen, sum í løtuni er partur av serframsýningini "Træðrir". Prátið fer at snúgva seg um, hvussu list kann verða við til at menna vitan og skapa kensluliga fatan og empati. Bæði Jóhan Martin og Marita arbeiða nevniliga við evnum, ið eru politisk og sansalig um somu tíð. Marita Dalsgaard leikstjórnaði í 2023-24 leikin “Lortið” (La Merda) eftir Christian Ceresoli.
Í hesum báðum verkunum "Jeppe svevur" og "Lortið", bjóðar nakni kroppurin okkum inn í eitt intimt rúm, ið ikki er seksualiserað. Verkini kunnu setast í ein feministiskan og LGBTQ+ kontekst og leggja upp til samrøðu um leiklutin hjá politisku listini - í dag eins og í føroyskari listasøgu.
Listasavnið letur upp kl. 19 og høvi verður at síggja framsýningina "Træðrir", áðrenn listafólkaprátið byrjar kl. 19.30. Eftir listafólkaprátið ber til at seta spurningar. Kirstin Helgadóttir verður orðstýrari.
Hetta er fimta tiltakið í einari røð av tiltøkum, ið Listafelag Føroya skipar fyri í samstarvi við Listasavn Føroya.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.
IMPROMPTU - Marius Olsen sýnir fram í Steinprenti
/Samanborið við januar og hansara troyttandi, slunkna og rutineraða endaloysi, er eitt sindur betur skil á februar ha? Tá mann hevur ráð at keypa sær ljósareyðar tulipanir og so er hann stuttur, februar, men eisini á tremur av teknum í sól og mána umframt einum merkisverdum vilja til ljós og hita. Leggja vit aftrat, at februar eyðsýniliga er tíðspunktið, tá Marius Olsen sýnir fram sína list í Steinprenti, ja so er líka við, at februar gerst ein yndismánaði. Tað er akkurát eitt ár síðan Marius hevði sína sera fagnaðu serframsýning í Steinprenti og aftur hesa ferð fer hann at framsýna spildurnýggj verk, sum hann hevur prentað á verkstaðnum hesar seinastu 3 vikurnar. Sum skilst var tað ikki meiningin at gera framsýning á hesum sinni, men í Steinprenti eru tey á verkstaðnum so eldhugað um nýggju verkini, at tey vilja deila tey við okkum og bjóða øllum at vera vælkomin til eina impromptu framsýning, eina spontana fernisering hósdagin 6.februar klokkan 17-18. Mann gleðir seg altíð at síggja nýggj verk hjá Mariusi Olsen, sum tulkar náttúruna á sín egna serliga hátt í myndum, ið eru einfaldar og kompleksar í senn. Hetta er list, sum er minimal og maximal alt um eina leið. Í hesum myndum verður landslagið lýst við stórum tokka og ansi fyri ljósi og litum, men eisini við einum serligum sjónarmiði, har ein ávís fjarstøða hómast millum skoðara og myndevni í myndum, sum bæði tykjast cool og kærleiksfullar. At skoða landið við fjarstøðu er klassiskt romantiskt myndevni, sum í myndini omanfyri fær eitt modernað brá, tí landslagið er lýst úr erva í eini ovalari mynd sum var tað skoðað úr einum flogfari. Marius Olsen er ein av teimum heilt fáu listafólkunum, ið hevur halgað seg listaliga til grafikkin. Tessvegna er hann tøkniliga serliga væl fyri at útinna síni hugskot í verki, tann dugnaskapurin er ikki tað, sum hansara verk primert snúgva seg um, men ein førleiki, sum ger hann føran fyri at náa síni listaligu mál.
Kinna Poulsen
Nýggjur stjóri á Tjóðpalli Føroya
/Fríggjadagin kom loksins hvítur roykur úr Leiklistaráðnum og boð um, at eftirstundaði nýggi stjórin í Tjóðpalli Føroya er settur. Sambært tíðindaskrivinum er nýggi stjórin norðmaður úr Oslo og eitur Harald Thompson Rosenstrøm. Hann hevur útbúgvingar og royndir, men ikki innan føroyska leiklistaøkið – har er hann eitt óskrivað blað. Hann er 38 ára gamal og útbúgvin sjónleikari á Moscow Art Theatre School í Moskva undir leiðslu av Kirill Seebrennikov. Harald Thompson Rosenstrøm hevur lisið búskap og leiðslu á BI í Noregi og hevur eina Masterútbúgving innan filmshandrit frá TAMK í Finnlandi. Síðani 2022 hevur Harald Thompson Rosenstrøm arbeitt sum listarligur leiðari millum annað á leikhúsinum Vabalava í Estlandi og áðrenn hetta var hann rektari á leiklistarligum fólkaháskúla í Noregi í 5 ár. Hann hevur eisini starvast sum sjónleikari og leikstjóri á leikhúsum í Noregi, Russlandi, Frakland, Estlandi og Kosovu, umframt undirvíst innan sjónleik.
Harald Thompson Rosenstrøm byrjar sum stjóri á Tjóðpallinum 1.apríl og fær úr at gera við eitt nú at fáa eitt føroyskt tjóðleikhús til veruleika - tað hevur sum kunnugt verið avtalað og staðsett upp til fleiri ferð uttan at avtalurnar hava hildið. Týdningarmesta uppgávan hjá nýggja stjóranum verður kortini at geva yrkisleiklistini her á landi best møgulig kor okkum øllum at gagni. Tí má hann savna leiklistaøkið, ið alt ov leingi hevur verið syndrað. Tað merkir í roynd og veru, at hann sum skjótast skal fáa fatur á teimum av okkara bestu leikarum og bólkum, sum hava rikist runt og spælt sjónleik allar hugsandi og eisini óhugsandi støð. Teimum skal hann bjóða inn á gólvið í fínustovu, tí ja, enn er leiklistaliga fínastovan hjá okkum á Meiarínum í Havn har Føroya einasti alment fíggjaði tjóðpallur heldur til. Harumframt verður avbjóðingin at geva Tjóðpallinum ein greiðan, skilagóðan og viðkomandi leiklistaligan profil og yvirhøvur at mynda virknasta og besta leiklistastovnin í norðuratlantshavi bæði úteftir og innanhýsis. Vit bíða alspent og ynskja nýggja stjóranum hepna hond við stóru uppgávuni. Ætlanin var, at nýggi stjórin skuldi taka við 1. februar, men av tí at hann ikki byrjar fyrr enn 1. apríl, hevur Leiklistaráðið gjørt av at leingja við núverandi stjóran, Jenny Petersen, fyribils í ein mánað til 1. mars.
Í Leiklistaráðnum eru Rønn Eliasen, forfólk, vald av landsstýriskvinnuni (frá oktober 2024), Margretha Nónklett, forfólk, vald av landsstýriskvinnuni (til juli 2024), Benjamin Gaasedal, valdur av landsstýriskvinnuni, Vár Berghamar Jacobsen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya (frá juni 2024), Durita Dahl Andreassen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya (til juni 2024), Arnfinnur Nesá, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya, Ria Tórgarð, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya, Heini Gaard, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð, Barbara Hentze í Stórustovu, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya.
Kinna Poulsen
Pauli í Sandagerði sjeyti
/Í dag fyllir Pauli í Sandagerði hálvfjers ár. Leif Hansen, formaður í Kórsambandi Føroya hevur skrivað honum hesa heilsan:
Tónaskaldið og kórleiðarin Pauli í Sandagerði 70 ár – ein heilsan.
Í dag fyllir eitt av okkara størstu tónaskøldum runt. Pauli í Sandagerði var tann fyrsti endurnýggjarin av føroyskum kórtónleiki. Hansara tónleikaverk frá 1970’unum og frameftir bóru boð um eina nýggja tíð og aðrar tónar enn fólk vóru von við.
Pauli varð føddur 28. januar 1955 í Havn. Hann tók læraraútbúgving frá Jonstrup Seminarium og Føroya læraraskúla og var í Nógv ár lærari í Eysturskúlanum. Tað var eisini í Eysturskúlanum at Gentukórið varð stovnað fyrst í 80’inum. Kórið menti seg nógv og varð saman við gentukórinum í Fuglafirði at rokna sum eitt ótrúligt framstig fyri kórsang í Føroyum. Fyrst í 90’unum bleiv kórið betur kent sum Cantabile og var til tíðir broytt til blandað kór.
Føroyskur tóni
“Tað upprunaliga ljóðið í traditionellum føroyskum sangi hevur givið tónaskaldinum íblástur. Vit skula leita aftur í tíð, aftur til ljóðið sum myndaði tað andaliga og tað verðsliga lívið hjá teimum, sum í Føroyum búðu.” Soleiðis stendur skrivað um tónleikin hjá Paula í Sandagerði á húsanum til fløguna Tonglabeiggi, sum kom út í 1998 (mín umseting úr enskum). Men hvørjir lutir í føroyskum andaligum og verðsligum sangi hava ávirkað tónleikin hjá Paula? Ímyndin av einum serligum føroyskum tóna, eisini í nútíðartónleiki, hevur í Føroyum eins og aðrastani útgangsstøði í eini hugsan um, at tað er ein ella annar samanhangur millum tann nýggjari tónleikin og tann siðbundna føroyska tónleikin. Tann føroyski tónin og harvið eisini tann nýggi føroyski tónleikurin skal onkursvegna innihalda somu autentisku drøg, sum vit halda, at kvæðini og sálmasangurin innihalda. Brúkið hjá Paula í Sandagerði av fólkatónleikaligum drøgum muga sigast at byggja á eina individuella tulking. Tí er ikki lætt at vísa á ein beinleiðis samanhang millum føroysk fólka- og/ella kirkjutónleikalig brá og tónleikin hjá Paula. At flestu løg og melodilinjur hjá Paula eru í moltónart, kann tykjast merkisvert og er tað kanska her at ein lutur til at skilja samanhangin millum ljóðið í traditionellum føroyskum sangi og tónleikinum hjá Paula liggur.
Tónleikurin úr Sandagerði
At Pauli longu tíðliga í sínum tónleiki fer frá einfaldu strofisku kompositiónini til gjøgnumkomponeraðar kompositiónir meti eg at verða beinleiðis ávirkað frá danska tónaskaldinum Vagn Holmboe. Fleiri dømi eru um at Pauli leitar sær íblástur frá Holmboe tá um satsbygnað ræður. Líkheit er til dømis at síggja í formi og bygnaði í Øens kirkegård hjá Holmboe og frálíka Heystkvøld í Havn hjá Paula. Men tónleikurin hjá Paula í Sandagerði ber frá fyrsta degi brá av orginaliteti. Melodiurin er berandi element í tónleikinum. Eg haldi, at tað melodiska uppfinningarsemið, sum vit síggja í tónleikinum hjá Paula, ikki finnur sín líka í Føroyum. Í fyrstu sangunum, sum vóru skrivaði í 1970’inum liggur melodiurin oftast í sopranrøddini, men í seinni verkunum kemur melodiska hugflogi hjá tónaskaldinum fram í øllum røddum. Somuleiðis kann ein persónlig kompositorisk menning hómast; frá einfaldum sangum til kompleksar kompositiónir. Tónaskaldið flytir seg, so at siga, frá fólksligum kórsangi (t.d. Á Grækarismessu 1978) til meira kompleksan listarligan tónleik (t.d.Goymi eg minni 1989).
Tó at Pauli nógvu seinastu árini hevur búð og virka í Danmark, so vitjar hann ofta heim til Føroyar at framføra tónleik. Seinast í november í fjør tá verkið Dropi er tú – ein sangur um lívið, varð framført í Løkshøll.
Vónin er at Pauli framhaldandi fer at skriva tónleik og at kór í Føroyum eisini framføra hansara tónleik.
Vegna Kórsamband Føroya vil eg ynskja tær hjartaliga til lukku á føðingardegnum.
Leif Hansen, formaður
Knud Odde sjeyti
/Í dag 25.januar fyllir listamaðurin Knud Odde sjeyti ár. Knud Odde var fyrst kendur í tónleikahøpi frá bólkinum Sods, sum seinni kallaðist Sort Sol, har hann var basspælari og tónaskald, og sjálvt um hann í nógv ár hevur verið myndlistamaður at kalla burturav, hevur tónleikurin verið har - hann hevur eitt nú givið fleiri vinylplátur út m.a. En sommernat i Tórshavn. Hann hevur verið partur av føroyskari samtíðarlist í hesari øldini á tann hátt, at hann hevur arbeitt í Steinprenti fleiri ferðir og framsýnt bæði har og í Norðurlandahúsinum.
Tað er ikki minst hansara portrettmynd av Steffani Danielsen, sum stendur eftir sum eitt av høvuðsverkunum, ið er komið burtur úr á verkstaðnum í Steinprenti. Steffan var á so mangan hátt serstakur og ein einari í føroyskari list. Tað sama er Knud Odde, sum eisini myndevnisliga hevur stóran áhuga fyri teimum, sum á onkran hátt skara framúr og skilja seg úr mongdini. Hann hevur skapað ógloymandi portrettmyndir av t.d. Herman Bang, Rainer Maria Rilke, Patti Smith, Gunnar Ekelöf og mongum øðrum listafólkum – ikki minst bókmentaligum úrmælingum. Framsýningin, sum Knud Odde hevði saman við svenska listamanninum Jan Håfstrøm í Norðurlandahúsinum í 2011 Kosmisk Sömngångare við Inger Smærup Sørensen sum kurator, tók støði í teirra felags áhuga fyri yrkjaranum Gunnar Ekelöf.
Undirritaða fekk heiðurin av at vera ein av teksthøvundunum í flottu bókini Luna Convento, sum varð givin út tá framsýningin við sama heiti var á Sophienholm og Vendsyssel Kunstmuseum – tað var í 2016. Tíðin gongur óluksáliga skjótt. Liðin eru longu fimtan ár síðan Steffan Danielsen-portrettið var til og litografiski steinurin við portrettinum hevur framvegis sítt heiðurspláss á hillini á verkstaðnum í Steinprenti. Tað er ein framúrskarandi mynd av Nólsoyarmálaranum, sum hyggur gjølloygdur út úr myndini. Strikan er tann eyðkenda bylgjandi fagra hjá Knud Odde. Tær seinastu framsýningarnar hjá honum, eg havi havt ta fragd at uppliva eitt nú í Banja Rathnov Galleri í Studiestræde í Keypmannahavn, hava verið meira einfaldar uttan tær nógvu bókmentaligu tilsipingarnar. Huglagið kann framvegis kennast sorgblítt eins og ansurin fyri tí ornamentala framvegis er merkisverdur. Men tað snýr seg nógv um vakurleikan í tí einfalda. Tað dekorativa í einum útsýni, tað sigandi í tómleikanum, tað monumentala í einseminum, tað neyva í einum litflata – hesin listaligi framburður er ikki merktur av stórum armrørslum og kollveltingarhuga. Hetta er innilig og vøkur list, merkt av stórum tokka til lívið og listina. Hjartaliga til lukku Knud Odde.
Nevndin fyri Mentanargrunnin vald av nýggjum
/Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur sett nýggja nevnd fyri Mentanargrunnin fyri komandi fýra árini.
Almanna- og Mentamálaráðið: Sambært kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins verður grunnurin stjórnaður av nevnd við fimm limum og fimm varalimum, sum landsstýrismaðurin í mentamálum tilnevnir.
Tveir nevndarlimir og tveir varalimir skulu tilnevnast eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya. Sambært § 3 í løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins tilnevnir landsstýrismaðurin forfólk og næstforfólk. Sambært somu lógargrein skal nevndin hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan.
Nevndin er mannað soleiðis
Limir:
Hedvig Westerlund-Kapnas
Ivan Hentze Niclasen
Brynhild Næs Petersen
Kinna Poulsen
Hans Torgarð
Varalimir:
Paula Gaard
Dánial Hoydal
Birgir Kruse
Sólvá Svartafoss
Nicolaj Falck