Ein góð byrjan

Samstarvsavtalan millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Borgaralistan varð løgd fram í dag. Tað, sum verður sagt í hesum skjali um mentan og list avdúkar, at meirilutin í Tórshavnar Býráði er greiður yvir týdningin, sum hetta økið hevur fyri ein høvuðstað og tað er gott – ikki minst tann síðsta staðfestingin. Vónin er framhaldandi ljósagrøn og á tremur av stórfingnum leiklistadreymum.

Í avtaluni stendur um mentan og list:

Ein livandi høvuðsstaður hevur eitt ríkt mentanarlív

Í høvuðsstaðnum er altíð okkurt mentanartiltak at fara til – konsertir, listaframsýningar, sjónleikur, festivalar, fyrilestrar. Allar hesar upplivingarnar eru við til at gera høvuðsstaðin livandi og spennandi. Sum høvuðsstaður vilja vit framhaldandi ganga fremst á mentanarøkinum og styrkja um føroyska mentan, list og um føroyska málið.

Samgongan vil virka fyri betri arbeiðsumstøðum hjá okkara skapandi listafólki, tá ið talan er um arbeiðshøli, høli til venjingar, framførslur og framsýningar.

Ferð verður nú sett á Býarsavnið í Gamla hospitali. Tað skal framtíðartryggjast og verða ein mentanarperla í fremstu røð.

Kommunan skal fara í virkið samstarv um at fáa barndómsheimið hjá Williami Heinesen, heiðursborgara í býnum, til eitt savn, so fólk kunnu síggja, hvar víðagitni listamaðurin skapti síni stóru listaverk.

Mentanarpolitikkurin skal orðast, sum leggur greiðar ætlanir og mál fyri mentan og list í kommununi, herundir stuðul.

Musikkskúlin verður umvældur og ein langtíðarætlan verður gjørd fyri Hátún. Tilboðini hjá Musikkskúlanunum skulu víðkast í bygdunum.

Vit vilja arbeiða fyri at betra atgongdina til mentan og list. Tað veri seg við tilboðum í dagstovnum, skúlum og atkomu til ljóðføri og onnur mentanartilboð, eitt nú undirvísing í myndlist og leiklist.

Tórshavnar kvøldskúli, sum bjóðar alskyns spennandi og mennandi tilboð, skal hava betri karmar.

Høvuðsstaðarkommunan skal framhaldandi stuðla øllum søvnunum í kommununi. Tjóðleikhúsið verður viðgjørt, og ein staðseting í høvuðsstaðnum verður vald.

Kinna Poulsen