Lognbrá

Marius Olsen í Steinprenti

Meðan ódn og myrkrið hava tikið ræði á okkara landi, er ljóst og liggjandi góðveður í Steinprenti. Eg eri farin inn á gólvið á verkstaðnum at heilsa uppá listamannin, Marius Olsen, sum leygardagin 3.februar klokkan 15-17 letur upp framsýning í Steinprenti.

Listamaður úr Havn

Marius er havnarmaður, sum í mong ár hevur búð og arbeitt í Finnlandi. Liðin eru tvey ár síðani Marius Olsen seinast framsýndi í Havn, so á nýggju framsýningini eru nógv nýggj verk at síggja, bæði træprent, etjingar, blandað grafiskt tøkni og steinprent, sum hann hevur við sær úr Finnlandi, men eisini umleið tíggju steinprent, sum hann hevur fingið burtur úr hesar seinastu vikurnar á verkstaðnum á Skálatrøð.

Dupult

Nýggju prentini eru eyðkend fyri listamannin, tí tey eru koloristisk, einføld og um somu tíð serstøk og samansett. Í hesum myndum verður náttúran lýst inniliga við skærum ljósi og mótljósi, men tað er eins og náttúruvakurleikin verður sæddur við dupultum eygnabragdi, ið bæði er fagnandi og turrisligt í senn. Marius Olsen er okkara mest royndi og best skikkaði grafiski listamaður, sum í ár hevur samstarvað við Jan Andersson og Steinprent í heili 30 ár. Um mann er so mikið heppin, at mann hevur verið til staðar meðan Marius Olsen hevur arbeitt á verkstaðnum, hevur mann upplivað spenta stemningin, sum ræður beint áðrenn síðsta prentiumfar, tá seinasti litur fullførir prentið. Tað er fantastiskt og ongantíð av handahógvi merkt hjá hesum annars suverent tekniskt kompetenta listamanninum.

Ælabogin

Fyri eitt listafólk við so inniligum áhuga fyri litum og ljósi sum Marius Olsen, er ælabogin ein náttúrlig avbjóðing og eitt afturvendandi myndevni, sum aftur í sínum nýggjasta brigdi greidliga er ein kunstigur ælabogi, ið við føgrum gjøgnumskygdum litum tekur seg upp á skák miðskeiðis í myndarúminum.

Serstakur listamaður

Í einari grein havi eg lýst Marius Olsen sum eitt slag av einum missing link ella millumfiguri í føroyskari list, ið antin er elst av teimum yngru ella yngst av teimum eldru. Hann er tann listamaðurin, sum helt fast í landslagnum, men gav tí eina meta-listaliga viðgerð í myndum, ið gera vart við, at okkurt slag av frástøðu er komið millum okkum og landslagið. Tað er ein frástøða, sum Marius lýsir myndevnisliga við at seta inn lýsingar av eitt nú lampum og klokkum í landslagsmyndina. Hesar myndir seta sær sjálvum og áskoðaranum spurningar, tær aktivera okkum, sum hyggja, og eru sjáldan eintýðugar.

Fleiri fláir

Tað er eyðkent fyri listamannin, at hansara myndir ikki bert fagna sublima vakurleikanum í landslagnum, men innihalda fleiri fláir og sum onkursvegna nerta við samtíðina, sjálvt um myndevni í støðum næstan kunnu tykjast náttúruromantisk. Eg komi í tankar um listafólk sum Caspar David Friedrich, Sámal Joensen-Mikines umframt Katsushika Hokusai sjálvandi og japansk-kinesiska zen-hugtakið, ið sipar til meditatión, nærveru og uppmerksemi; at vera í samljóði við sítt umhvørvi júst sum Janus Djurhuus mundi vera tað, tá hann umbroytti kendu yrkingina hjá Goethe Wandrers Nachtlied til eina føroyska grundmynd, sum vit øll kenna:

Yvir hvørjum tindi

er ró,

av nøkrum vindi

valla ljóð

villist um vøll.

Blikurin blundar á sundi –

burtur í blundi

berast vit øll.

Yrkingin er í sínum einfeldi meira modernað enn upprunaversiónin – eisini perspektivskiftið frá blikinum, tí tað er hansara friður, sum verður okkara alra.

Friðsæla

Sama friðsæla hómast í fleiri verkum hjá Mariusi, t.d. í eini avlangari, høgari mynd, ið strekkir seg upp um eitt svart klettaskap høgrumegin í myndini. - Undir myrka klettinum sletta aldur eins og villur gróður inn móti berginum. Longst til høgru í forgrundini lýsir ein lítil tríkantur av gulgrønum lendi, ið fevnir og tendrar bláu litirnar aftanfyri. Lítla myndin er eitt koloristiskt meistaraverk við nærveru og fráveru, har tú fyrst varnast føgru litirnar, men síðani vaksur tómleikin og gerst tað, sum myndin snýr seg um. Ein darrandi hvørvisjón av djúpbláum havi og ljómandi himmalhválvi, ið er skilt sundur av lýsandi hvítum támi. Myndin er vøkur – at kalla ornamental við spakuliga iriserandi litbroytingini frá eini tættari bláari pigmentering til okkurt, ið tykist meira opið og leyst. Myndin glógvar av ljósi, litum og nærveru – tað er so sterkt, at tú mást krympa eyguni saman meðan tú hyggur til tess at verja teg móti ljósinum og tá er tað tú varnast tað miðskeiðis í pappírslitta táminum; eitt næstan gjøgnumskygt skap í táminum – er tað eitt oyggjaskap ella ein hvørvisjón? Eg veit tað ikki, men gleði meg at síggja myndina aftur og allar hinar í Steinprenti leygardagin klokkan trý og sambært Mariusi og teimum í Steinprenti eru øll hjartaliga vælkomin.

Kinna Poulsen

Hansina Iversen SÚGA

Foto: Malle Madsen

Leygardagin 27.januar læt framsýningin SÚGA upp í Bonne Espérance við verkum hjá Hansinu Iversen. Talan er um eina monumentala, vakra uppheinging við einum stórum málningi og tveimum minni umframt eitt skulpturelt verk, ið tykist vera eitt nýbrot hjá listakvinnuni. Hon er ein málaramálari, ið kortini hevur sera greiða rúmkenslu - tískil er bæði tey einstøku verkini, men eisini heildin scenografisk og koreografisk av lyndi. Framsýningarstaðið er í atelierinum hjá listamanninum Jóhan Martin Christiansen, sum liggur á Værkstedsvej 59 í Valby og hagar høvdu nógv fólk leitað sær til upplatingina. Undirritaða helt eina røðu, sum kann lesast í framsýningarhølinum. Framsýningin er opin fram til 3.mars. https://bonneesperance.org/exhibitions/hansina-iversen/

Kinna Poulsen

Marius Olsen framsýnir nýggj verk í Steinprenti

Leygardagin 3.februar klokkan trý letur framsýning upp við nýggjum prentum hjá Mariusi Olsen. Listamaðurin hevur arbeitt á verkstaðnum í Steinprenti – burtur úr eru komin nýggj grafisk listaverk, ið eru eyðkend fyri listamannin, tí tey eru koloristiskt, einføld og um somu tíð samansett. Í hesum myndum verður náttúran lýst inniliga í skærum ljósi og mótljósi, men tað er eins og náttúruvakurleikin verður sæddur við dupultum eygnabragdi, sum bæði er fagnandi og turrisligt við frástøðu og beinleiðis í senn. Samstarvið millum Marius Olsen og Steinprent hevur í ár vart í 30 ár og listamaðurin kann samstundis hátíðarhalda, at liðin eru 40 ár síðani hann framsýndi á fyrsta sinni.

Øll eru hjartaliga vælkomin


Hansina Iversen sýnir fram í Keypmannahavn

Leygardagin 27.januar letur Hansina Iversen upp serframsýning í Bonne Espérance í Keypmannahavn.

Tíðindaskriv: Fernisering lørdag d. 27. januar 2024, kl. 14-18 Kl. 15 er der tale ved Kinna Poulsen.

Om udstillingen: Det er i forhandlingen mellem punkter, flader, farver, lag, bevægelser og på grænsen af maleriet, at Hansina Iversens værker bliver til. De seneste tre årtier har Iversen dedikeret sig til det nonfigurative maleri og litografi. Til udstillingen har Iversen lavet et storskalamaleri samt to mindre malerier og relieffer. Udstillingstitlen SÚGA, som er beslægtet med det danske ord suge, et udsagnsord, der betegner en aktivitet, men i færøsk sammenhæng anvendes ordet om naturen - om havets langsomme bevægelser inde ved land, hvor der hersker et spændt forhold mellem overflade og dybde, en slags stilhed før storm eller det seje træk før dønningerne slår mod klipperne.

Hansina Iversen (f. 1966, FO) er uddannet fra kunstakademierne i Reykjavik og Helsinki (1997) og har en lang række udstillinger, udsmykninger, scenografier o.lig. bag sig, både i Færøerne, her i Danmark og i udlandet. Pt. arbejder hun på en udendørs udsmykningsopgave sammen med Gudrun Hasle og Jessie Kleemann foran den Nordatlantiske Brygge, som er en gave fra Folketinget til Dronning Margrehte.

Bonne Espérance er et udstillingssted, som blev etableret i Valby i 2023, der har til formål at præsentere eksperimentelle projekter af en mangfoldig gruppe af kunstnere. Hensigten er at skabe rum for engageret produktion, diskussion og refleksion omkring kritiske kunstneriske diskurser. Der vil blive præsenteret cirka fire udstillinger om året. Udstillingsstedet drives af Jóhan Martin Christiansen, og er placeret i forlængelse af hans kælderatelier.

Kinna Poulsen har i forbindelse med udstillingen skrevet et essay om udstillingen og Iversens værker.

Udstillingen er generøst støttet af Københavns Kommune, Loftbrúgv, Mentanargrunnur Landsins, Statens Kunstfond og Valby Lokaludvalg.

Udstillingsperiode: 27. januar – 3. marts 2024 Åbningstider: lørdage kl. 12-16 og efter aftale

Listaligar mutatiónir í Norðurlandahúsinum

Fríggjadagin 2.februar klokkan 17 letur ein spennandi framsýning upp í Norðurlandahúsinum í Havn við verkum hjá Barbaru í Gongini og Hauge í Gongini Djernis. Eg upplivdi eina framsýning hjá teimum báðum á Norðurbyggjuni í Keypmannahavn og helt hana vera serliga tilfarsliga sæð, tí hon fevndi um ymisk listasløg, um design og videolist, men hon var ikki minst serstøk, tí hon var eitt kærleiksfult úrslit av samstarvi millum móður og son.

Av tí, at hølisumstøðurnar eru eitt sindur øðrvísi í Norðurlandahúsinum, verður framsýningin av sær sjálvum øðrvísi, men tað verður spennandi at síggja hvussu sniðgevin og listakvinnan Barbara í Gongini, sum fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2017 og sonur hennara, Hauge í Gongini Djernis fara at disponera.

Úr ummæli 4.juni 2022 Listaportal: Júst sum mótasýningarnar hjá Barbaru í Gongini, er henda listaframsýningin ógvuliga atmosferisk - tað er eins og alt hølið darrar í hálvaskýmingini við bláum skermljósi og fláum av elektroniskum ljóði.Tað er sjálvandi áhugavert at síggja design hjá Barbaru í Gongini framsýnd á eini listaframsýning. Hetta eru jú pløgg, sum eru hugsað og framleidd at fara í og sum ofta eru multifunktionel. Tað vil siga, at tú kanst brúka plaggið sum tú vilt um tú ert maður ella kona sum fótsíðan kjóla ella bundið upp sum blusu. Útvaldu verkini eru show stoppers tvs. hæddarpunkt hjá sniðgevaranum frá 2004 til 2019. Klæðini eru øll svørt, summi eru einføld monumental, meðan onnur eru merkt av nógvum áhugaverdum staklutum, ið kunnu vera assymetriskt staðsettir á meginbulinum – í fleiri førum er tað eins og designið vísir okkum hvussu verkini eru komponerað, fleiri staðni er tað eins og detaljur, lummar og seymingar sita uttaná heldur enn at vera krógvað innanfyri – her hava verkini eitt dekonstruktivt brá samstundis sum assymetrisku og diagonalu linjurnar skapa ein dynamikk og órógv í staklutum, ið verður endurtikið millum skermarnar í spennandi framsýningarheildini.

Silja Strøm skal listprýða Langhylin

Í dag boðaði Tórshavnar Kommuna frá, at tað verður listakvinnan Silja Strøm, ið skal prýða tann nýggja svimjihylin í Gundadali. Tað er frálíkt og púra upplagt bæði av ítróttarligum og myndevnisligum orsøkum - var hon ikki sjálv elitusvimjari, tá hon var yngri og hevur hon ikki ofta havt svimjarar við í sínum myndum? Men tað, sum hevur týdning í eini listprýðing er, at tað listaliga sæð eru allarbestu grundir at velja Silju Strøm, sum seinastu árini eisini hevur prógvað, at monumentalur dugur er í hennara fínu ofta smáu verkum. Tað sóu vit á framsýningini í Listasavninum og eisini á málningum, hon hevur sýnt fram í Víngarðinum, Gamla Seglhúsinum og í Steinprenti; Framúr verk, sum umframt ta eyðkendu elegantu konturstrikuna hjá Silju Strøm og hennara reina vakra litaval, eru meira málandi enn áður við einum meira samansettum og spennandi myndarúmi, ið kann fatast í fleiri stigum við figurativum og abstraktum myndamáli.

“Verkið hjá mær flytur seg millum jarðbundin motiv og leysari myndir. Kroppar eru defineraðir tættari at hvør øðrum. Har eru áskoðarar, fjepparar, fólk, ið stuttleika sær. Mosi í mynstrum og grót. Síðani eru flótandi, sveimandi kroppar. Ljósreflektiónir, aldur og streymur eru rundan um fólkini, ið bera meira kensluborðin og innanvend brá,” sigur Silja Strøm, listakvinna um listaverkið.

Silja Strøm er úr Vestmanna. Hon er útbúgvin á The Glasgow School of Art. Hon býr í London, men arbeiðir nógv í Føroyum. Silja Strøm hevur havt nógvar framsýningar úti og heima m.a. serframsýningina Listaleikir á Listasavni Føroya í 2019. Hon var somuleiðis við til at prýða nýggju politistøðina í Havn í 2021. Eftir ætlan letur langhylurin í Gundadali upp seinni í ár.

Kinna Poulsen

Listaárið 2023

guðrið poulsen - foto sirið stenberg

Tá eg hyggi út gjøgnum vindeygað síggi eg tað heilt týðiliga, at januar er komin. Hesin nakni, grái, eviga ófestligi mánaðin, tá alt tað stuttliga skal beinast burtur, kroppurin skal tuktast og skil skal koma á við grovum rugbreyði og rótfruktum. Eg veit ikki hvat hendir við mær í jólaferiuni, fyrst ætli eg mær alt møguligt, men sovni burtur í eini flóð av brúnari sós og rakni aftur við kaldan dreym og tað er januar og eitt nýtt ár og hvussu var við øllum hasum uppgávunum, lesa tær seg sjálvar? - Nåh, men tað gongur nokk, tí tað plagar tað og eg haldi longu, at umhvarvið av hesum nýggja árinum sær sjáldsama spennandi út, men meira um tað seinni. Nú mugu vit fyrst líta afturá tað brátt farna, taka samanum og spyrja hvat kom burturúr, hvussu skarst? Hendi nakað sum helst? Eg kann svara hasum alt fyri eitt og siga, at jú, halt kipp nógv hendi. Eg havi í hvussu er stríðst við at minka um hesa yvirlitsgreinina, sum allíkavæl er ófantaliga vavmikil og har eg kortini yvirhøvur ikki havi skrivað um alt eg upplivdi – Dania O.Tauvsen var eitt satt orkuverk í 23 – eg hoyrdi hana í Sjónleikarhúsinum beint áðrenn nýggjárið og tað var ein fragd at hoyra t.d. nú eru vit tvey fólk og eg burdi keypt mær hús í bergen, ið báðir eru nýggir yndissangir, eisini búff & buffet hjá Aggrasoppum, har Dania eisini er við saman við Eyðfinn Bogason Lamhauge og Trygva Danielsen.

Mentanarmiðlar

2023 var eitt hendingaríkt miðlaár, har vit mistu Dimmalætting ella soleiðis føldist tað tá hon bleiv transformerað til eina mánaðarliga reklamu- og vinnuavís, sum ikki tykist vinnukritisk, men tað øvugta ella tað hugsaði eg, tá eg seinast keypti Dimmu og lovaði mær sjálvari ikki at gera tað aftur. Nú skilst, at eitt ummæli eftir Turið Sigurðardóttir av nýggja yrkingasavninum hjá Tóroddi Poulsen er í blaðnum, so mongum brestur ætlan. Kringvarpið hótti við ikki at senda Nýggjárskonsertina og fekk eykajáttan alt fyri eitt og tað er gott, tí har má betri skil koma á - tað nyttar ikki, at heilar sendingar hvíla á einstøkum persónum, tí so blíva tær avlýstar, tá persónarnir fáa forfall og tað fáa vit jú øll somul viðhvørt. Men í Kringvarpinum eru kortini komnar tvær heilar mentanarsendingar; Vágskálin hjá Una Arge, sum er til ummæli burturav og Samværi hjá Beini Bergsson og Daniu O.Tausen, sum er ein listasending um og við listafólkum. Og sjálvt um eg haldi, at vit øll, ið ummæla kundu verið meira neyv og hvøss í okkara kritikki, so fegnist eg um báðar mentanarsendingar eisini tær hjá Frihedsbrevet, ið tó á sama hátt sum alt annað mentanartilfar er ov snakkesaligt. Tað er fínt at práta og at lurta eftir prátið, men kunnu tit ikki krydda prátið við fyrireikaðum, niðurskrivaðum og upplisnum ummælum? Sum í Glugganum fyrr í tíðini. Seriøs ummæli í hornbrillum uttan nakað tvætl. Tað haldi eg. Varðin er komin, eg gleði meg at lesa bæði hann og hin uppafturrisna Vencil – eg vóni, at eisini onkur kritiskur tekstur er at finna har.

Foto bjarni ártin

Konubrot

Listaliga hevur 2023 ikki minst verið eitt sterkt kvinnuár, sum byrjaði við, at tríggjar kvinnur fingu mentanarvirðislønirnar; Hansina Iversen fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyri m.a. at hava víðkað føroyska listahugtakið. Í grundgevingini stóð m.a.: “Listakvinnan Hansina Iversen hevur víðkað hugtakið um, hvat føroysk málningalist er og kann vera. Hennara støðuga menning og endurnýggjan vísir, at hon er ein listamálari í fremstu røð, og hon er eisini nógv umbiðin bæði uttanlands og her heima. Tað er ein serlig kvirra og friður yvir verkunum hjá henni, hóast litir og skap mangan standa í andstøðu hvørt til annað. Verkini byggja á sansan, har litirnir eru tað, sum er tað mest eyðkenda. Í verkunum kannar listakvinnan tað abstrakta, ikki náttúru ella umhvørvi, men heldur linjuna og litirnar. Fyri sínar eyðsýndu listarligu gávur og tey mongu listaverkini, hon hevur evnað til hegnisliga, fær Hansina Iversen Mentanarvirðisløn landsins 2022.” Alda Mohr Eyðunardóttir fekk Virðisløn til ungt listafólk og Guðrið Poulsen fekk Heiðursgávu Landsins. Síðstnevnda listakvinna syrgdi eisini fyri, at árið eisini endaði sum eitt sterkt kvinnuár. Tað gjørdist greitt, tá hennara standmynd til kvinnur deyðar í barsilssong varð avdúkað í Fuglafirði í desember. Eitt verk, sum brýtur upp úr nýggjum bæði evnisliga, formliga og tilfarsliga við tað, at hetta er fyrsta monumentala, abstrakta keramikkstandmynd í Føroyum. Stigtakarar til hetta týdningarmikla verkið eru Poulina Abrahamsen, Anne Mette Greve Klemensen og Brynhild Næs Petersen. Verkið hjá Guðrið er fimm metrar høgt og tað sama er galdandi fyri verkið, sum Randi Samsonsen hevur skipað fyri á Trapholt. THINGS MATTER merkir lutir og tilfar og at ting hava týdning. Hetta er ein verkætlan, sum tekur støði í standmyndum, minnisvarðum og listaverkum í almenna rúminum sum heild. Føroyska listakvinnan, Randi Samsonsen hevur í samstarvi við danska listasavnið, Trapholt Museum í Kolding bjóðað áhugaðum til at endurgeva bundnar variantar av listaverkum í almenna rúminum. Listakvinnan hevur fleiri ferð verið niðri og havt fyrilestrar og workshops, har hon hevur greitt frá sínum hugskotum m.a. um, at luttakarar í verkætlanini umvegis hondarbeiði skapa eina ítøkiliga tilfarsliga, sansaliga relatión til verkini, sum tey binda.

Annars hevur nevndin, sum innstillar mentanarvirðislønarmóttakarar broytt skipanina, sum plagdi at vera eitt ár afturúr. Tí var enn ein mentanarvirðislønarhandan í 2023, tá Birita Mohr fekk serstøku virðislønina fyri sín leiklut innan yrkisleiklistina. Eilif Samuelsen fekk heiðursgávu Landsins fyri sínar mongu týðingar. Sømdargávu landsins fekk Ole Wich fyri útint listaligt avrik síðan og síðst men ikki minst fekk Teitur Lassen Mentanarvirðisløn Landsins.

Framsýningar og tiltøk

Fríggjadagin 3.februar klokkan 16.00 læt serframsýningin Myndir í trúnni upp á Listasavni Føroya við verkum hjá átjan listafólkum. Í ummæli skrivaði eg m.a.: “Tematiskar framsýningar hava sterkar og veikar síður. Bæði viðvíkjandi miðlan og námsfrøðiliga eru eyðsæddir fyrimunir við tílíkum framsýningum, tí tú her hevur ein tematiskan karm at seta eygleiðingar og fatanir inn í. Eisini hevur tú eitt upplagt høvi at gera ein listasøguligan bygnað, so at áskoðarin t.d. kann síggja menningina; hvussu eitt myndevni verður lýst í einum tíðarskeiði samanborið við eitt annað – elsta verkið á framsýningini er frá 1842 og tað nýggjasta er frá 2022. Framsýnd verður eisini ein gomul altartalva eins og dømi um gamlar myndabíbliur verða framsýnd. Einki at ivast í, at framsýningin fer at verða væl dámd millum skúlaungdóm og ikki minst millum lærarar...”

Fríggjadagin 10.3.2023 læt ein heilt serlig og nemandi framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík til minnis um sangaran og menniskjað Mikkjal Gaard Hansen, sum doyði í 2021 bert 39 ára gamal. Hann var oddamaður í m.a. tungmálmsbólkinum SIC Tað er finska listakvinnan og fotografurin Eija Mäkivuoti, sum hevur skipað fyri framsýningini. Hon greiðir frá, at hetta er ein framsýning til heiðurs fyri og til minnis um Mikkjal G.Hansen og tað samstarvið, Eija hevur havt við hann og við SIC. Fleiri spennandi framsýningar vóru m.a. í Steinprenti, m.a. hjá finsku listakvinnuni, Anna Seppälä, ið framsýndi ekspressivar, litríkar og surrealistiskar myndir.

Á hátíðarhaldi hjá Listasambandi Føroya varð avdúkað, at yrkjarin Beinir Bergsson, fær 40.000 krónur í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2022. Í februar var ráðstevna í Norðurlandahúsinum við heitinum Confronting coloniality Hvussu plasera vit Føroyar í søguliga kjakinum um kolonialismu, og hvussu skilja vit ávirkanina av kolonialiteti í einum nútíðarhøpi. Rithøvundafelagið handaði Katrini Joensen Næs Ebbuvirðislønina, sum vanliga verður latin innan ritlist. Katrin Joensen-Næs hevur valt sær eina listaleið innan filmslistina og er farin á filmskúla.

Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen arbeiddi í Steinprenti í fleiri umførum og gav harumframt út tvey yrkingasøvn út. Gula bókin, Heiti kom í mars. Á bakpermuni á vøkru bókini sæst eitt pinkalítið skip í sjónarringinum við bingjum, sum eru stáplaðar heilt til himmals. Tóroddur Poulsen hevur gjørt fleiri myndir við sama myndevni og mann kann kanska siga, at laðingin er grundleggjandi partur av hansara listaligu mannagongd. Um tað eru steinar, stampar, sukurmolar, víngløs, súkklur ella orð, so verður tilfarið laðað upp sum var talan um púra ítøkiligar varðar. At tað ikki er heilt so einfalt minnir dekonstruktiva inngangsørindið okkum á “tak teg nú saman/ og skrúva teg sjálvan sundur/ sum tað samansetta skald/ tú ikki vildi vera.... Fyri kortum kom nýggjasta savnið, TANN ÁKÆRDI BOÐBERJIN, eg skrivaði m.a: “..Kanska er TANN ÁKÆRDI BOÐBERJIN sjálvur yrkjarin, sum í skjótt fjøruti ár hevur borðreitt sínar lyrisku úrdráttir fyri okkum í sínum gløggskygda botnfalli og gruggi. Eg veit ikki hvat hann er ákærdur fyri - kanska er tað hansara lívstíðardómur at skriva og skapa list og møguliga eru rekvisittir sum stavur og hoyritól farin at okkum á, at heldur ikki yrkjarin er ævigur. Hansara 48.bók kom út samstundis sum Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum og sjálvandi skuldi hann verið boðin við. So kundi hann t.d. lisið upp fantastiskar yrkingar sum ta stuttligu “um eg var sjómaður” (s.66), ta stórfingnu spøkilsisyrkingina “SKIPIД (s.71) ella ta “heilt stóra yrkingina” (s.85), so at lurtarin slapp at njóta málsliga neyvleikan og listaliga og poetiska originalitetin hjá einum heilt einastandandi føroyskum yrkjara...”.

Listagávur

Á Listasavninum vórðu tey begávað á ymsan hátt m.a. við eini stórfingnari gávu við Mikines-verkum, ið telur ikki færri enn seytjan listaverk hjá Sámali Joensen-Mikines - harímillum er okkurt høvuðsverk. Á Listasavninum tóku tey í desember 2021 ímóti eini dulnevndari Mikines-gávu. Tað vóru átta málningar og nú seytjan listaverk eru komin aftrat er greitt, at gávugevarin nú sum tá er Birte Schultz-Lorentzen, einkja eftir Torkil Mortensen. Tey vóru listasamlarar við serligum áhuga fyri listini hjá Sámal Joensen-Mikines. Listasavnið fekk somuleiðis stuðul frá Ny Carlsbergfondet til at keypa stóra málningin Speaking in Tongues, ið er eitt høvuðsverk hjá Hansinu Iversen, sum nú er vorðin partur av føstu samlingini á Listasavni Føroya. Hansina gjørdi málningin til framsýningina, Speaking in Tongues, sum hon og Jóhan Martin Christiansen høvdu saman í Møstings Hus í Keypmannahavn í 2020.

Sólárið

Vit vóru til dupultan føðingardag, tá bæði Norðurlandahúsið og Føroya Symfoniorkestur fylltu runt. Nýggju Symfoniirnar 1 og 2 hjá Tróndi Bogason vórðu frumframførdar. Tað serliga við symfoniini hjá er ein stílsamanbrestur, ið kemst av, at Symfoni nr.1 tekur støði í klassiskum stíli meðan Symfoni nr.2 er meira samtíðarlig og alternativ - á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum verður hesin parturin kallaður fyri ein antifonala. Anti merkir ímóti og kann sostatt allýsast sum ein avantgarduformur, ið verður skaptur upp ímóti teirri siðbundnu symfoniini Árinið av samansetingini í verkinum hjá Tróndi Bogason er filmsligt og gav hugasamband við alt millum himmal og jørð – í byrjanini sá eg fyri mær onkra hugnaliga salong í Titanic við múgvandi, væl klæddum ferðafólkum, sum hugnaðu sær við vøkrum tónleiki afturvið og so BUMM er ísfjallið brádliga har og ein varhugi av onkrum ófrættakendum, sum vendi aftur fleiri ferð. Ein varhugi av, at okkurt nýtt er í ferð við bróta seg fram. Tað er sera hugtakandi. Symfoniin ljóðaði sera væl og var meira samanhangandi og minni løgin enn eg hevði roknað við. Har vóru nokk so drúgvar melodiøsar passasjur, har samtíðarljóðini bara stungu seg fram viðhvørt sum suð ella pling og stuttligur polyrytmiskar gongdir millum einstaklingar og orkestur. Orkestrið spældi sum heild serstakliga væl - tað tóktist sum um tónleikararunum dámdi symfoniina. Í klassiska partinum var tað stuttligt at uppliva hvussu strúkararnir ordiliga vóru í essinum, meðan teir spældu og tað sama vóru blásararnir, tá teirra løta kom seinni og teir sluppu framat við onkrum, sum minti um eitt tableau úr gomlum tíðum við veiðiliði, reiðingarrosum, veiðilúrum og hundum og Wagner – her tóktist tað sum um tónaskaldið hevur havt tað eitt sindur stuttligt við stílsløgunum. Sjálvt um kórparturin bygnaðarliga tóktist eins og eitt slag av einum appendiksi ella onkrum, sum er lagt aftrat omaná verkið, dámdi mær sera væl, tá kórið sang og yrkingin hjá Paul Celan var framførd nokk so einfalt og greitt og eitt sindur metalliskt við mikrofonum haldi eg – í hvussu er hoyrdi eg sera væl tann partin og kendi málið á onkrum serliga mælskum kórsangarum heilt aftur til har eg sat.

Foto: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Lykkenborg

Tíðliga í apríl eydnaðist mær endiliga at koma so langt sum til leikin Lykkenborg Eg kendi frammanundan til Lykkenborg, sum man vera tað størsta ella vavmesta dømi um sonevnda outsiderart í Føroyum. Eg skrivaði um hesa verkætlan í eini bók um Nólsoyarmálaran Steffan Danielsen, ið eisini var hildin at vera øðrvísi ella serligur, umframt at hann var myndlistaligur úrmælingur. Men av tí, at fólk í listaumhvørvinum vóru so fræg, at tey tóku væl ímóti Steffani (serliga Jack Kampmann), so at hansara verk sluppu framat at hanga saman við myndum hjá viðurkendum starvsfelagum, var hann ikki so nógv uttanfyri, sum Poul Jóhannus Poulsen. Ein annar eyðsæddur munur var, at meðan Steffan Danielsen arbeiddi við einum frammanundan viðurkendum listaslagi, málningum, sprongdi bygnaðurin hjá Poul Jóhannusi allar rammur. Í dag vildi mann kortini ikki ivast í, at hansara verkætlan, Lykkenborg, var listalig. Tað sama er galdandi fyri leikin, Lykkenborg, ið er eitt monument ognað krúllum, fløkjum og øðrum óreglusemi. Leikurin lýsir tilveruna hjá Poul Jóhannusi, sum verður happaður og sligin av bæði børnum og vaksnum og sum, tá hann ein penan dag reagerar og slær aftur, verður sendur til Danmarkar á anstalt. Huglagið í hesum næsta partinum er nógv daprari og meira ekspressivt enn í tí fyrra ljósara – ljóðmyndirnar hjá Dánjali á Neystabø, ið er á pallinum allatíðina, mála endaleysa einsemið og klaustrofobiska myrkrið, sum tann bara trettan ára drongurin verður sendur niður í, har samskiftið gongur fyri seg á einum máli, sum hann ikki skilir. Hesin parturin av niðurgeringini - tann málsligi, er merkisvert væl lýstur. Og vitanin um tey mongu føroysku børnini, ið vælmeinandi læknar sendu niður í einsemið og vónloysið, ger ikki hendan seinna partin av leikinum lættari. Eg græt.

Heiðrikur á Heygum

Í vár framsýndi Heiðrikur á Heygum stórar pappírsmyndir í Müllers Pakkhúsi “(myndirnar) eru pallsettar konseptuelt sum hingu tær á einum sláturhúsi við krókum og intermistiskum, men eisini dramatiskum ljóskastarum, við plastikki fyri vindeygu og endaveggin, har trappurnar eru. Úr hátalarunum hoyrist ein ljóðmynd hjá Heðin Ziska Davidsen, ið økir um kensluna av at vera stødd í einum slaktaríi. Tær bestu av myndunum eru ógvusligar, ekspressivar, likamligar og herliga vulgerar á ein hátt, ið ber brá av eiggiligu blómumyndunum hjá Georgia o´Keeffe ella teimum meira ekstremu in your face lýsingunum av kynsgøgnum hjá Lee Lozano. Sjálvt um framsýningin er flott og stemningsfult pallsett, kann eg ivast eitt sindur í civilisatiónskritiska konseptinum - hvussu originalt tað er ella hvussu djúpt tað stingur - men kann við egnum eygum staðfesta, at litføgru verkini eru væl úr hondum greidd og at tað veruliga klæðir Heiðriki at fara upp í stødd og sleppa teymunum, so at verkini sleppa at frígera seg koloristiskt og ekspressivt.

Avantgarde

Útbúgvingin í listaligum arbeiði (ÚLA) á Fróðskaparsetrinum https://www.setur.fo/fo/utbugving/bachelor/listaligt-arbeidi/ skipaði fyri almennum seinnapartsseminari um avantgarde í Kongshøll leygardagin 13. mai. Avantgarde siga vit um okkurt, sum er øðrvísi enn tað etableraða. Listaliga er orðið næstan synonymt við kollvelting. Eingin samanhangandi viðgerð av avantgarde finst á føroyskum. Spurningurin er kanska, um avantgarde finst í føroyskari list ella um rættilig avantgarde yvirhøvur er til í norðurlendskari list. Tey radikalu listaligu eksperimentini í 20. øld fóru fyri tað mesta fram í stórbýum í Europa og USA, men tey sóust týðiliga aftur í Norðurlondum, og einstakar framsýningar, verk og listaligar hendingar í Føroyum frá 1970’num og fram hava kanska havt í sær avantgardistisk eyðkenni uttan at vera avantgarde. Fjórða og síðsta bind í søguni um avantgarde í Norðurlondum, A Cultural History of the Avant-Garde in the Nordic Countries, kom út í fjør. Útbúgvingin í listaligum arbeiði skipaði í hesum sambandi fyri einum seinnapartsseminari, har Tania Ørum, sum er ein av ritstjórunum á stóra verkinum og lektari á universitetinum í Keypmannahavn, Johanna Drucker, professari á UCLA í Los Angeles, og Martin Glaz Serup, ph.d. og yrkjar tóku lut.

Hansina Iversen

Hansina Iversen hevði úr at gera í 2023, tá hon arbeiddi við verkinum, sum hon ger saman við grønlendsku Jessie Kleeman og donsku Gudrun Hasle uttan fyri Norðurbryggjuna í Keypmannahavn – felagsverkið var jubileumsgáva frá Fólkatinginum til Margretu drottning. Harumframt hevði Hansina Iversen tvær stórar serframsýningar í ávikavist Gamla Seglhúsinum í Klaksvík og í Steinprenti í Havn. Til framsýningina Purple Rain hevåi Hansina Iversen serliga arbeitt við kobolt violettum, ið er ein serstakur litur - kostnaðarmikil, tí hann er sera konsentreraður og ljósektaður. Við litinum arbeiðir listakvinnan bæði í dýpdini og á yvirflatanum á løriftinum. Purpurlitti, violetti, bláreyði, lilla liturin hevur sína egnu listasøgu, har hann gjøgnum øldur hevur verið knýttur at konga- og keisaratign, at kirkju og at gandi. Violett sameinir kalt og heitt, andligt og holdborið, bláan himmal og reytt blóð. Purple Rain merkir violett regn og er jú eisini heitið á eini slóðbrótandi poppútgávu hjá Prince í 1984.

Jóhan Martin Christiansen hevði somuleiðis fleiri framúr framsýningar í 2023 - t.d. hjá Danske Grafikere, har hann framsýndi grafikk og relieffir. Hann var somuleiðis við á Ólavsøkuframsýningini og hevur í løtuni eina framsýning í gamla roykirúminum í Hoydølum, sum kann síggjast eftir avtalu. Har verður helst onkur tiltøk í ár í sambandi við framsýningina, ið listaliga, bæði konseptuelt og skulpturelt brýtur upp úr nýggjum.

Silja Strøm

Í mai var ein løtt og dansandi framsýning hjá Silju Strøm at síggja í Gamla Seglhúsi í Klaksvík. Dansimyndirnar hjá Silju Strøm eru ikki merktar av tjóðskaparligari hetjudyrkan – tær tykjast hinvegin lættar og óhátíðarligar myndir av menniskjum, sum taka saman hendur og skapa ítøkiligt samband hvør við annan.  Stílurin í málningunum hjá Silju Strøm er enn sum áður abstraktur og figurativur í senn. Typiskt er talan um myndir, sum kykna kring menniskjafigurar. Hesir figurarnir, sum sveima, dansa og interagera, seta gongd í myndirnar við strokum av máling, sum bylgja kring teir eins og spor av rørslum. Abstrakt strok blanda seg uppí og umskarast við ítøkilig skap. Primerlitirnir reytt, gult og blátt mynda ein koloristiskan grundtóna, ið klingar saman í einum litríkum samspæli av ljósfylltum og følnum brigdum. Bæði koloristiskt og bygnaðarliga eru myndirnar hjá Silju vorðnar meira kompleksar, meira málandi og meira áhugaverdar enn tær vóru við fleiri løgum og fleiri nuansum. Myndirnar eru enn frásagnarligar – tær fortelja okkurt, men hetta eru ikki søgur, sum eru skipaðar í eina byrjan, miðju og enda. Ofta eru kompositiónirnar rundleittar og sum áskoðari mást tú sjálv sleppa tær uppí dansin og avgera hvar tín søga skal byrja og hvagar hon skal fara.

Norðurlandahúsið 40

8.mai fyllti Norðurlandahúsið fjøruti ár. Her á Listaportalinum ljómaðu hurráróp fyri hesum einastandandi týdningamikla stovni, ið er ómissandi partur av stóra listaliga upptúrinum, sum vit hava upplivað hesa síðstu hálvu øldina og enn eru í ferð við. Tað var frá byrjan inspirerandi og fullkomiliga øðrvísi í Føroyum at uppliva listina tikna í so stórum álvara sum í Norðurlandahúsinum – heilt frá byrjan hevði Norðurlandahúsið sjáldsamt format og framfýsni – arkitektoniskt, listaliga, men eisini hugsjónarliga og tað hevur húsið framvegis – eisini tá tey flagga við LGBT flagginum, seta kríggið í Ukraina á skránna ella skipa fyri framsýningum við sámiskari list. Tað er týdningarmikið og forkunnugt. Tað var áhugavert at hoyra núverandi stjóran í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes í morgunsendingini tosa um breiddina í teim uppgávum, sum húsið átekur sær. Hon nevndi sum dømi teir mongu tilflytarar í Føroyum, sum vit áttu at gjørt meira fyri og hesum eri eg ómetaliga samd við henni. Menniskju eru okkara størsta tilfeingi og tað er einastandandi at fáa fólk higar uttanífrá. Vit áttu fyri langari tíð síðan at gjørt meira fyri at fáa tey at føla seg vælkomnan. Har er so nógv, mann kundi gjørt, fingið ein máltátt í útvarpinum við frálæru á enskum og føroyskum. Og hvat við eini sending við ukrainskum tónleiki og práti við ukrainsk flóttafólk á enskum/føroyskum/ukrainskum? Eisini kundi mann havt tailendskan tónleik, matsendingar osfr. og hvør veit um Norðurlandahúsið kundi havt ein leiklut har? Eg havi sjálv sungið, havt fyrilestrar, kuraterað framsýningar, lurtað, hugt, upplivað alt millum himmal og jørð í Norðurlandahúsinum, eri inniliga takksom fyri alt og havi ofta ringa samvitsku um alt tað nógva, eg ikki nái av frálíkum framførslum í Norðurlandahúsinum - kortini loyvi eg mær at reisa meg upp her eg siti og rópa hurrá fyri Norðurlandahúsinum, sum við sínum fjøruti árum enn er í besta aldri - Hurrá fyri Erlendi Patursson, sum fann uppá Norðurlandahúsið og fyri Ola Steen og Kollbrún Ragnarsdóttir úr Íslandi, sum teknaðu húsið. Hurrá fyri norðurlendsku visiónini, ið var ítøkilig við norskum granittgólvi, donskum stáli, íslendskum flagtaki, finskum innbúgvi og svenskum viði og hurrá fyri øllum, sum hava framført, framsýnt ella hava upplivað framførslur og annað í tínum herligu hølum. Hurrá fyri fyriskiparunum, stjórum og øllum sum arbeiða og hava arbeitt í Norðurlandahúsinum. Hurrá fyri okkum, sum hava fragdina at eiga teg - í ovfarakæti syngja vit “Vit vilja eisini hava ein hava á høvdinum, ein hava á høvdinum, ein hava á høvdinum”.

Tummas Jákup Thomsen

Í maimánaða var eitt av ársins listaligu hæddarpunktum í Saltangará, har fjepparar hjá listamanninum Tummas Jákupi Thomsen við Tótu Árnadóttir á odda høvdu fyriskipað serframsýning Framsýningin fekk meg at hugsa nógv um sjónarmið og perspektiv. Í filminum Svartur sannleiki um Ingálv av Reyni tosar hann einastaðni um perspektiv. Tað er ein fagran summardag, hann skoðar út yvir fjøllini og sigur, at hetta kallar á eina stórfingna panoramamynd og leggur síðani brosandi og huffandi aftrat, at nei, hatta klárar hann ikki. Ein panoramisk mynd breiðir seg jú horisontalt yvir 160° víðformat – tað ber til á telefonum at taka tílíkar myndir, sum tó tykjast onkursvegna strævnar, strektar og eitt sindur falskar á at líta. Tummas Jákup Thomsen er ongantíð ósannur, men fyri hann er eitt tílíkt breitt sjónarmið líka vanligt sum so mong onnur. Hjá honum er sjónarmiðið sum heild ikki eins bundið og hjá øðrum og javnan er útgangsstøðið onkursvegna uttanfyri okkara vanligu longdar- og breiddarstig. Í einari lítlari mynd hongur ein persónur í leysari luft og hyggur kerliga niður á heimligu fjøllini. Myndin fær meg at hugsa um Major Tom, tá hann í Space Oddity hjá David Bowie sveimar úti í rúmdini “floating in a most peculiar way/ And the stars look very different today/ For here am I sitting in a tin can/ Far above the world/ Planet Earth is blue/ And there's nothing I can do”. Skuldi mann funnið uppá at týtt Space Oddity til føroyskt og alt møguligt sovorði fær mann hug at gera á inspirerandi framsýningini hjá Tummas Jákupi, so verður tað til Rúmdarserlæti.

Kim Simonsen

Í juni kom nýtt yrkingasavn frá Kim Simonsen. Yrkingasavnið við demonstrativt drúgva og typiskt kimsimonsenska heitinum Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum inniheldur yrkingar, ið bera brá av at vera instant classic ikki minst tær skroypiligu pápayrkingarnar, sum fingu meg at hugsa um Søren Ulrik Thomsen og Jóanes Nielsen, ið einaferð skrivaði um at byggja Føroyar á aldum. Eg havi hoyrt Kim Simonsen lisið yrkingarnar upp fleiri ferð, men tað er ikki einasta grund til hesa instant classic, meðan eg lesi. Bókin er góð.

Broddur

Í juli læt ein framsýning upp í Müllers Pakkhúsi við heitinum Broddur: Neyvan er broddur mjúkur at strúka, tí tað eru tey ytstu grovu hárini á seyðaullini, vit kalla brodd. Broddur kann somuleiðis sipa til okkurt hvasst ella spískt, sum stingur seg fram - tað kundi tessvegna ligið okkurt progressivt í at kalla eina framsýning fyri Brodd og tað ger tað eisini - í øllum førum partvíst á framsýningini, Broddur, ið somuleiðis fevnir um mjúkar flatar. Meðan eg gekk runt og skoðaði tey fínu verkini, fekk eg brádliga tann tankan, at vit møguliga hava gjørt tóvirkislistini eina bjarnartænastu við øllum teimum mongu tilfarsligu, handverkligu, siðsøguligu og eftirhondini eisini rættiliga eksotiserandi (ferðafólkavinaligu) frágreiðingunum, sum partú skulu knýtast uppí hana. - Alt gott um ull sum Føroya gull og burðardygt tilfar osfr. men skal tekstillistin javnsetast við aðra myndlist í okkara tíð, má hon leggja ullarprátið á hillina - samanbera vit við oljumálningar, standmyndir og installatiónslist, so fevna tey listaverkini eyðvitað um annað og meira enn bara sítt tilfar og tøkni. Fleiri dømi eru á framsýningini um tekstilverk, ið onkursvegna transcendera sítt ullinta upphav og gerast poetisk. Gamaní er framsýningin í Müllers Pakkhúsi, sum tað hoyrist á framsýningarheitinum og fleiri verkheitum, miðsavnað um ull sum tilfar við dømum úr t.d.húsbúnaði, húsabjálving og klædnadesign, men tað er kortini heilt týðiligt, at tey listaligu atlitini hava ligið frammarlaga - tað sást á mátanum framsýningin var sorterað og disponerað, so at tað var ein fragd at uppliva hesi abstraktu høvuðsverkini úr føroyskari listasøgu og samtíðarlist t.d. Fiskastykki hjá Súsan í Jákupsstovu, ið er ein fjálg og vøkur vovin mynd frá umleið 1980 við dekorativum, geometriseraðum gráum og bláum mynstri og við heitari gulum og brúnligum skapum rundanum. Myndevnisliga útgangsstøðið er tikið í snøgga saltfiskaskapinum og mynstrunum, tá fiskurin varð breiddur - sum listakvinnan upplivdi sum smágenta á fiskastykkinum í Sørvági - men alt tað hevur í roynd og veru lítlan og ongan týdning fyri fatanina av einum tílíkum abstraktum verki, ið skapar sín egna sjálvstøðuga heim av formum og litum, sum broytist alt eftir hvagar tú hyggur og fokuserar á myndaflatanum. Mann má geva sær tíð at hyggja, at mann varnast øll frábrigdini og forskjótingarnar, ið henda tá tú skiftir millum at lata eygað hvíla á staklutum og heildum,

Wicked Fysikk

SUPERVISJÓN er eitt lítið parlistakollektiv, sum eg eri fjeppari av. Tað eru tey bæði Lív Maria Róadóttir Jæger og Lasse Thorning Jæger, sum hava givið út poesi og tónleik; FAST TRAKK var útvalt sum millum ársins bestu løg á bretska Far Out Magazine. Lív gav út tvey hefti, eitt turkis og eitt pink og eg havi framvegis bara lisið tað fyrra, tí eg fekk so #&%¤” nógv at gera, men so hevur mann okkurt at gleða seg til, mær dámar væl Wicked Fysikk, har tøl og nummur hava stóran leiklut – yrkjarin kunnaði meg um, at talan er um eina sonevnda Bekkers-nummerering, sum er ein citatiónskipan sum verður brúkt spesifikt til at finna runt í teksti og verkum hjá Aristoteles tvørtur um ymiskar útgávur/umsetingar gjøgnum tíðinar. Fysikkin hjá Aristoteles er eitt savn av vísindaligum tekstum um ymisk náttúrufyribrigdi, sum grikski filosoffurin og fjølfrøðingurin skrivaði í fleiri ritgerðum. Heimsmyndin hjá Aristoteles var geocentrisk og tók støði í teimum fýra frumevnunum, í rørslum, broytingum, íkomu og hvørving við atliti til sansir, minni og tilvit. Sjálv havi eg eina nógv betur hilling á hinum útgangsstøðinum hjá yrkingini, t.e. popphittið Wicked Game hjá Chris Isaak frá 1989 og sum David Lynch hevði við í síni døkku grimdarromansu, Wild at Heart í 1990, tá ungdómar av álvara tóku innsmikrandi dapra sangin um ólukkuligan kærleika til sín. Millum okkum lesandi fyrst í hálvfemsunum var sangurin koyrdur á repeat og var ein formidabul og nógv nýttur klemmi-og fríggisangur. Aristoteles skilir í millum tað, sum er í rørslu og tað, sum stendur stilt og tað er við hesum setningi í parentes, at yrkingin byrjar við eini staðfesting av, at okkurt er úr natúr meðan annað ikki er. Síðan stinga nakrir meira gerandisligir og samtíðarligir lutir seg upp sum sofa, sjónvarp og videolag - spurt verður um hvar hesi passa inn. Endurtikna reglan ”minni um skýggj/ minni um skýggj” festir í myndirnar av skýggjum í bóklinginum og leiðir okkum yvir í næsta part, sum lýsir eitt minni um videolagið hjá Herb Ritts av Wicked Game, har tónleikarin Chris Isaak og supermodellin Helena Christensen spæla forelskaði á eini strond í Hawaii. Videolagið verður í huganum á yrkjaraegnum til eitt slag av skapanarsøgu um tey fyrstu menniskjuni á jørð, sum ”koma úr aldunum/ næstan nakin”. Teir báðir leikararnir verða lýstir sum mann sær teir í videolagnum í sansaligum nærmyndum av húð og eygnavippum og við samkennandi eitt sindur barnsligari empati: ”hvassi hvassi pálmin/ hon gníggjar kroppin har/ eg haldi at hon fær ilt”. Yrkjaraegið roynir at skipa hesi minni sambært kategoriseringini hjá Aristoteles av tí, sum er í rørslu og tað, sum er stilt. Triðja brot snýr seg um at minnast tíðina, sum fer; egpersónurin er bangin fyri at gloyma og minnast sítt lív gjøgnum sjónvarpsrásina MTV.

”…eg minnist aftureftir

gjøgnum linsuna í einum kamera

eg skilji at tíðin er ein døkk mekanikk

ein rond millum land og sjógv á monokromum Hawaii

í einum videolag…”

Foto: akhc

Lear Kongur

Ein av ársins størstu listupplivingum var í Sjónleikarhúsinum, tá eg upplivdi Lear Kong, har álit var eitt aðalmál: Í grundini er álit eitt aðalmál í framførsluni av Lear Kongi - tað skilja vit frá fyrsta sekundi, tá maðurin, sjónleikarin Egi Dam kemur inn á pallin haldandi um konu sína, Biritu Mohr, sjónleikara, meðan hann prátar um hennara byrjan innan sjónleik, um stovnanina av Grímu og ymiskt, sum eitt langt og ríkt sjónleikaralív hevur borið við sær, men hey, so er ein lítil fittur fívil har og minnir okkum á, at tað var eina heilt aðrastaðni, hetta sjónleikaralívið byrjaði og tað var við leikinum Fívilin, sum Birita Mohr spældi púra sjálv. Gjøgnum allan Lear Kong er henda sama mannagongdin brúkt, at Birita á pallinum verður mint á hvat tað er, hon í leikluti sínum sum Lear Kongur, skal siga. –”Tú sigur…. ” verður endurtikið aftur í aftur ella ”Í sjónleikinum, sum vit spæla…” er tað soleiðis og soleiðis. Tað minnir um, tá børn spæla og tey minna hvønn annan á hvat tað er, sum gongur fyri seg. Mannagongdin vísir seg at vera eitt einastandandi effektivt amboð námsfrøðiliga sæð – eisini í sambandi við at miðla Shakespeare. Tað er eins og viljin til at forklára minnisveika starvsfelaganum tað, hon skal siga, rakar okkum øll, sum tessvegna betur skilja tað, sum verður sagt. Tað vísir seg sum, at tá tann sonevndi fjórði veggurin verður brotin av áðum, ið eru so sjálvsagdar og menniskjansliga átrokandi sum hesar, ja, so gongur tað á ongan hátt út yvir listaliga støðið. Tað er eitt sindur sum við ævintýrunum hjá H.C.Andersen, sum kunnu fatast á fleiri stigum, ið væl at merkja ikki eru stigskipað soleiðis, at ein fatan er flottari enn hin.

ÓF2023

Kirstin Helgadóttir kurateraði Ólavsøkuframsýningina, ið tó, at hon var gjøgnumkuraterað líktist eini Ólavsøkuframsýning Ole Wich hevur gjørt eitt ordans Ólavsøkuframsýningarverk, sum fekk framsýningargestir at stúrsa við og at kjakast. Tað er ein fallosfigurur úr viði, sum hongur andbráður á vegginum, gjøgnumgataður av ljósareyðum pílum og við flirtandi eygnavippum sum stýrifjaðrum. Listaverkið er stuttligt og gevur saman við heitinum, Dianas bytte varhugan av eini kynspolitiskari samtíðarviðmerking til ta mangan útsettu støðuna hjá dreingjum og monnum í súginum eftir Metoobylgjuna. Gerandisdagsopinberingarnar eru fjølbroyttar og kunnu snúgva seg um náttúruupplivingar sum tær av fossunum hjá Øssuri Johannessen. Í fleiri førum snýr tað seg um at halda uppá egnan sjálvsavgerðarrætt - ikki tjóðskaparliga (als ikki!), men meira persónliga sum í fínu verkunum hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir ”Tornurósa vakti seg sjálva” og hjá Elin Josefinu Smith Wollfsen við herliga heitinum ”JEG GERI SUM JEG VILL” - eingin uppíblanding neyðug! Eitt afturvendandi rák seinnu árini er crossover list og tað, at fleiri luttakarar í Ólavsøkuframsýningini eru listafólk innan onnur listasløg enn tað myndlistaliga, tey eru rithøvundar, grafikarar, dansarar, tónleikarar osfr.

myndin er frá eini framsýning hjá brandi patursson í víngarðinum

Omaná

Í summar var áin í miðbýnum í Havn latin upp. Ætlanin var upprunaliga at lata ta gomlu ánna upp aftur, sum var løgd undir lok í 1956, men av ymsum ávum var onnur loysn vald, sum okkurt ljóst høvd alt fyri eitt doypti Omaná. Summi halda, at ein manngjørd á ikki er nøkur verulig á og spurningurin er um áin ikki er eitt modernað slag av tí danir plagdu at kalla “vandkunst”, also eitt vatnverk, sum er gjørt til minnis um Havnará og sum eisini visuelt og akustiskt skapar samanhang. Navnið spillir ongan og spurningurin er um ikki áin, ið strekkir seg frá gamla vakra grótbygninginum hjá Betri Banka oman ímóti standmyndini hjá Anne Marie Carl-Nielsen av Rasmusi Effersøe á tinghúsvøllinum fer at vinna okkara hjørtu. Har hevur í hvussu er manglað okkurt slag av visuellum vegamóti á Vaglinum og eg haldi, at listamaðurinr Brandu Patursson er farin skilagott til verka við stórari virðing fyri søguríka høvuðsstaðarumhvørvinum og verandi visuellum umstøðum. Tað kann ljóða eitt sindur øvugt at rósa einum listafólki fyri at gera lítið av, men mann kann jú livandi ímynda sær hvussu ræðuliga illa ein monumental skulpturel prýðing við eiggiligum havfrúum og marmenlum fyri ikki at siga politikarum hevði riggað har. Sambært listamanninum skal prýðingin ikki yvirdoyva, men heldur ganga inn í býarrúmið eins og partur av eini organiskari heild og við støði í teimum elementum, sum mynda eina veruliga á, tvs. vatni og gróti. Glas er eitt slag av náttúru í sjálvum sær við tað, at glas er framleitt úr smeltaðum kvartsi, sum er vanligasta mineralið á jørðini og sum eitt nú finst í sandi - eitt sindur einfalt kann mann siga, at glas er smeltaður sandur. Brandur Patursson hevur valt at brúka ólitað glas, ið er gjøgnumskygt við grønbláari glæmu og minnir um vatn. Hetta gevur optimalar umstøður í mun til speglingar, silvitni og onnur undurfull árin av ljós og vatni, men hóskar eisini serstakliga væl koloristiskt bæði sum mótsetningslitur til ikoniska reyða litin í gamla meinigheitshúsinum og gomlu kioskini hjá Astu og við tann flotta gamla grótbygningin, grøna umhvørvið og vøkru grønligu glasfasaduna á gamla telefonverksbygninginum.

Svart uppá hvítt

Á framsýningini SVART UPPÁ HVÍTT, sum læt upp í Steinprenti fríggjadagin 8.september fóru vit back to basics til tann svarta litin, sum er púra grundleggjandi innan myndlistina heilt frá holumálningunum, har tey hava brúkt m.a. trækol at tekna við. Griksku krukkurnar vórðu prýddar við svørtum mynstrum og svart var eisini tíðliga brúkt sum konturstrika kring figurar í ymsum tekningum og málningum. Innan grafikkin var svart somuleiðis frá byrjan grundleggjandi. Svart er ein ómetaliga sterkur litur við stórar megi og nógvum ymiskum møguleikum, ið fevna tað sorgblíða, tað aggressiva, men eisini tað vakra ella neyva. Fyri meg persónliga var uppgávan at kuratera hesa framsýningina eitt listaligt hæddarpunkt – ikki minst tá Randi Samsonsen kom við sínum ískoyti, eini kolasvartari hangandi standmynd, sum var millum mest áhugaverdu listaverkini, eg sá í 2023.

Jens Dam Ziska

Í Víngarðinum høvdu vit framsýningar við fotomyndum hjá Inga Joensen, foto- og vatnlitsmyndum hjá Eija Mäkivuoti, glasverkum hjá Brandi Patursson og málningum hjá Jens Dam Ziska: Koloristiskt kemur mann í tankar um ymsar fínar landslagstulkarar og abstraktar málarar, føroyskar sum altjóða, sum mann kundi nevnt og neymdroppað, men tað er kanska meira áhugavert beint her at staðfesta, at okkurt er uppá spæl í málningunum hjá Jens Dam Ziska, ið er egið fyri listamannin og merkt av samtíðarligum zeitgeist, sum hómast hjá øðrum ungum listafólkum - eisini innan onnur listasløg. Kanska er talan um ein nýggjan inniligleika, ein longsul eftir tilfarsligum og innihaldsligum autentisiteti, ið treiskast upp ímóti serliga slagnum av líkasælu, ið kann fylgja við einum høgt útviklaðum vitanarstigi post-internet og sum heild.

alda mohr eyðunardóttir foto torben eskerod

Stof til eftertanke

Framsýningin STOF TIL EFTERTANKE við verkum hjá føroysku Aldu Mohr Eyðunardóttir og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard umframt íslendsku Ýrúrari læt upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 23.september. Framsýningarhølini á Norðurbryggjuni eru á tveimum hæddum og meðan verkini hjá teimum báðum føroysku listakvinnunum eru framsýnd í neðra, sást íslendska nýnýtsluverkætlanin uppiá. Munurin millum ta íslendsku, kreativu nýnýtsluna og tey føroysku listaverkini er mest týðiligur í tilfari og litum, men munurin millum føroysku luttakararnar er í grundini eisini stórur, tó at báðar brúka ólitaða ull í verkum sínum við atliti til burðardygd. Eg havi ikki hugsað so nógv um tað áður, men samansetingin millum listakvinnurnar leggur onkursvegna dent á ymiskleikan; at verkini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hava eitt meira designkent finish enn tann meira ráa myndlistin hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir. Stóra vovna verkið hjá Ragnhild, Dimmið havi eg sæð áður á framsýningum í Listasavninum og Müllers Pakkhúsi og tað er framhaldandi stórfingið og vakurt. Listin hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir sveimar onkrastaðni millum ítøkiligt og óítøkiligt. Millum tilfar, assosiatiónir og poesi. Á sama hátt sum í verkunum hjá Jóhan Martini Christiansen, ið er týdningarmikil fyrimynd hjá yngra ættarliðnum av føroyskum listafólkum, taka verkini hjá Aldu javnan atlit til samanhangin, staðið ella støðuna, har tey verða framsýnd. Í framsýningini á Norðurbryggjuni, har bæði nýggj og eldri verk eru við, sipar t.d. bronsuverkið Hosur til søguliga leiklutin hjá Norðurbryggjuni sum pakkhús, vegamót og transithøll hjá vørum til og úr Føroyum. Somu tilsipingar hómast somuleiðis í installatiónsverkinum miðskeiðis í framsýningarhølinum úr m.a. hegni og skroypiligum hegnspelum, ið eru evnaðir  úr isomalt við skipskeks. “At byrgja meiningina inni, tá ið vit oyðileggja hana hvør sær” er heitið á verkinum og byrjanin uppá eina sonevnda bindiyrking, sum bæði er partur av verkinum og kann lesast á verklistanum. Tað er áhugavert at lata hegn fáa so stóran leiklut á eini listaframsýning og so júst hetta slagið av hegni, sum onkuntíð skal vera í seyðahøgum standi, men sum annars er so vanligt í Føroyum, at vit mest leggja tað til merkis, tá tað ikki er har og seyður rennur út á vegin. Innan føroyska myndlist er hegnið ofta partur av landslagslýsingum hjá t.d. Steffani Danielsen, har tað í støðum gevur ein varhuga av avbyrging og at vera uttanfyri. Hegnverkið hjá Aldu er ikki heilt so eintýðugt, men er hugtakandi við tilfarsliga grundmótsetninginum millum autoritera stálhegnið og skroypiligu pelarnar úr sukri og keks - ein partur av hegninum stendur uppi og hin er niðurdottin. Tað er afturvendandi í verkunum hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir, at tey onkursvegna upploysast og forfarast longu í síni skapan. Verkætlanin hjá Aldu tykist grundleggjandi melankolsk, verkini kykna úr sakni og sorg.

Lortið

12.oktober sat ein spilnakin kvinna á pallinum í Norðurlandahúsinum – tað var Durita Dahl Andreasen, sum saman við Maritu Dalsgaard leikstjóra og leikhús SKIFT og GUT productions framførdu Lortið. Leikurin La Merda snýr seg í stóran mun um kropp og at stýra kroppinum og tað er ikki lætt, tá krøvini hjá móttakaranum alla tíðina skifta. Hjá kvinnuni í leikinum er tað nakað lort, at hon hevur feit lør og er lítil. Og hvussu vit upplýstu samtíðarkonur nú einaferð kunna sannføra hvørja aðra um, at útsjónd er einki at snakka um og at fáfongd er stokkut, so er tað framvegis tað, vit snakka um og siga við hvørja aðra - oys tú sært gott út, simpulthen so flott, ert tú klænkað, trenar tú? Okkara kona í Norðurlandahúsinum roynir sum aðrar konur at disciplinera sín kropp og fáa stýr á honum við effektivum klænkikurum, men tað gongur ikki ov væl antin hon hungurstungin roynir (eins og høgguslokkurin) at eta ein av sínum egnu limum ella hon fer í holtur við eta ein heilan springara. Tónin er absurdur, men anoreksi og bulimi eru til og summi fólk eta springarar og tær eru eisini til, sum (javnan) eru so svangar, at tær kundu etið ein heilan hval. Tá tað kemur til skarpskeringar vita allar av, at feitar konur ikki kunnu brúkast sum standmyndir. Har ljómar onkur áhugaverdur resonansur millum italskt og føroyskt í sambandinum millum njótilsi og undirgang, sum minnir um andlátt á døgverða ella um Kingo “Din skaal synes honning, men drikken er led..” Á henda hátt sveiggjar kvinnan á pallinum millum ótálmaða sjálvsdyrkan og líka so ótálmað sjálvstikni. Vakra einfalda pallmyndin er full av myrkri og fær meg at hugsa um chiaroscuro ljós í myrkri í italskari list hjá Artemesia Gentilleschi til dømis, men sum leikur fer, kemur tú eisini í tankar um Pasolini og hansara allegori um menniskjans íbúgvandi fascismulort ella antilistaverkið hjá Manzoni Merda d´Artista við lorti frá listamanninum í dós. Og sjálvandi er verkið politiskt. At kvinnukroppurin er ein vígvøllur kann eingin ivast í, sum hevur lisið føroysku abortlógina frá 1956 fyri ikki at tala um seinasta kvinnufíggindaliga uppskotið um, at tær, ið ynskja abort skulu noyðast at hyggja at gitna klumpinum áðrenn tær sleppa at sleppa sær av við hann. So kunnu tær standa har og skamma seg.- Statt so har tín vemmiliga kona, tú, sum hevur havt sex uttan at tú ætlaði tær at fáa eitt barn, hygg hvat TÚ (púra einsamøll?) hevur gjørt - puha! Uppskotið er so óreint, men mest av øllum so absurd og groteskt, at tað klingar væl saman við kroppsfatanini í leikinum. Lortið er ein háaktuellur leikur, sum eisini speglar partar av Metoo uppgerðini, men talan er kortini ikki um eina ónuanseraða menninir hava alla skyldina ákæru – tað er meira komplekst; lortið er okkara alra.

Boykottið av

Í desember boðaði Leiklistafylkingin 2020 frá, at boykottið av Tjóðpalli Føroya er avlýst: Leiklistafylkingin 2020 hevur á fundi tann 15. desembur 2023 viðgjørt støðuna. Úrskururin er tann, at sum støðan er nú, kemst ikki longur við at boykotta. Her stendur fast. Leiklistafylkingin 2020 vil fegin gera sítt til at tað loysnar og kemst víðari. Tí avlýsur hon boykottið. Boykottið vardi frá 8. oktober 2020 til 16. desembur 2023 og so verður spennandi at hoyra hvør verður settur í Leiklistaráðið. 2023 var annars eitt serligt sjónleikarár, tá vit gingu til sjónleik um ikki annanhvønn dag so næstan – í eini viðmerking fegnaðist eg um, at vit í okkara jarðbundna litla heimi við verðins minsta tjóðpalli og lutfalsliga stuttu leiklistasøgu hava tann forkærleika fyri absurdum teater, sum vit í roynd og veru hava við framførslum av framúr leikum eftir Samuel Beckett, Dario Fo og nú Føðingardagsveitsluni hjá Harold Pinter, sum vit sóu á Tjóðpallinum í kvøld. Sjálvandi hongur tað søguliga saman við Grímu og Eyðuni Johannessen sála, sum framførdu absurdan sjónleik í Føroyum fyri meira enn trýss árum síðani. Leiklistaliga er tað absurda rúmið frígerandi – á tremur av løgnum ritualum, óneyðugum útsagnum og automathandlingum, ið vit kenna aftur t.e. sum tá mann sigur ”Nú mugu tit endiliga eta” samstundis sum fólkini við borðið koyra í seg. Nógv tykist merkiliga kent; tað næstan svakliga repetetiva prátið um matin og veðrið, fascismukenda dyrkanin av tí hugnaliga og vakra saman við undirbrotligari autoritetstrúgv, huff eg havi upplivað hatta onkrastaðni, veit ikki hvar, vónandi ikki á mínum komandi ellisheimi. Nei, eg flenti ikki líka nógv sum onnur í kvøld, døpru perspektivini runnu mær køld niður eftir rygginum og eg fekk beinleiðis kuldaskjálvta av óhugnaliga og væl teimaða endanum. - Nú heldur leikurin fram í huganum og takk fyri tað, Harold Pinter, Guðjón Pedersen leikstjóri og Hans Tórgarð, ið týddi og spældi akkurát líka splendid sum altíð og tað sama var galdandi fyri Hjálmar Dam og Kristinu Sundar Hansen. Nú verður spennandi at vita hvat fæst burtur úr, at boykottið er steðgað, men hvussu er og ikki: Takk fái tit øll listafólk innan øll listasløg fyri tykkara støðuga arbeiði, sum gevur okkum dýpd og innihald og mennir okkum, ið lesa, lurta, føla og hyggja.

Kinna Poulsen

jóhan martin christiansen

 

Gott nýggjár

Her á Listaportalinum verður ynskt øllum lesarum gott nýggjár við hjartans tøkk fyri ta brátt farna. Hetta var eitt ríkt listaár og tað tosi eg um í Samværi í útvarpinum 1.januar klokkan 17 saman við Dánjali á Neystabø, Beini Bergsson og Daniu O.Tausen. Seinni kemur ein samanumtøka her á Listaportalinum, sum í 2024 fyllir runt og hevur verið til í 10 ár.

Mest lisnu greinar í 2023 vóru

10.Viðmerking til Nýggjárskonsertina

9. Ummæli av leikinum Lortið

8. Ummæli av sjónvarpssendingini O, Móðurlandið

7.Stuðulsveitingar frá Mentanargrunninum

6.Beinir fekk gávugóðsið

5.Presentatión av eini listakvinnu á veg, Maibritt Marjunardóttir

4.Tíðindaskriv um Myndaódn og gávuprent í Steinprenti

3.Ummæli av Astrid Andreasen føðingardagframsýning.

2.Ummæli av Lear Kongi

1.Minningarorð um Eyðun Johannessen.

Kinna Poulsen

Bárður Jákupsson 80

Í dag, tollaksmessudag fyllir ein kempa innan føroyska myndlist áttati. Tað er Bárður Jákupsson, hvørs avrik er so týdningarmikið, fjølbroytt og umfatandi, at tað illa letur seg reksa upp í eini føðingardagsgrein sum hesari, men lat okkum fyri fyrst gleðast um, at nýggir kapitlar framvegis verða skrivaðir í hesum stóra verki og at listamaðurin letur upp stóra serframsýning á øllum hæddum í Müllers Pakkhúsi í februar komandi ár.

Tað ógvusliga, stórfingna og rúgvusmikla er ikki Bárði ókent; tað sæst bæði í einstøku málningunum og á veldugu framsýningini, hann hevði í Listasavninum, tá hann var farin frá sum stjóri, men eisini á seinni framsýningum í Listahøllini, Steinprenti, Norðurbryggjuni og nógvastaðni í Danmark har hann er sera høgt í metum og fagnaður í heiðursgreinum í sambandi við føðingardagin í Politiken og aðrastaðni.

Tá Bárður fyri tjúgu árum síðani avgjørdi at fara úr Listasavninum eftir 25 ár, hendi alt møguligt; listamaðurin fekk sítt dreymaatelier við Gjógv, har kona hansara, Hervør er uppvaksin. Tá í 2003 gjørdi KVF dokumentarin “Langa leiðin norðureftir” um Bárð Jákupsson, har dentur m.a. var lagdur á ta lyklastøðu, listamaðurin hevði tey mongu ár sum stjóri, fyriskipari og miðlari av føroyskari list. Gamaní hevði Bárður Jákupsson stóran avgerðarrætt innan føroysku listina og tað var jú í eini aðrari tíð áðrenn eitt nú stjórastørv vóru áramálssett. Hann var ein dugnaligur og passioneraður stjóri í Listaskálanum/Listasavninum, sum fekk nógv av skafti bæði av framsýningum og listabókum um m.a. Mikines, Tummas Arge, Torbjørn Olsen og William Heinesen. Útgávan Myndlist í Føroyum, sum kom út á Sprotanum í 2000 er av serligum týdningi og er eitt høvuðsverk í føroyskari listasøgu.

Brúkti Bárður Jákupsson ov nógva tíð uppá listina hjá øðrum? Eg ivist stórliga í um tað ber til at greina føðingardagsbarnið á henda hátt altso at skilja millum listamannin og listmiðlaran - kanska skuldi mann heldur fegnast um hansara mongu evnir og virkisfýsni. Hansara mongu tekstir um føroysk listafólk eru so neyvt og vakurt orðaðir, at teir hava skaldsligt flog. Um vit hyggja út yvir hansara egna listaliga verk, haldi eg ikki mann saknar listaliga menning, listaligan kvalitet ella kvantitet. - Tað er í hesum sambandi áhugavert at nevna, at tá Bárður í 1990 fekk M.A.Jacobsens virðisløn fyri sína Mikinesbók var tað ikki virðislønina fyri yrkisbókmentir hann fekk, men virðislønina fyri fagrar bókmentir.

Hansara mongu oljumálningar, vatnlitsmálningar, steinprent, myndprýðingar og aðrar prýðingar er list, sum er íblást av náttúruupplivingum, men eisini av føroyskari mentan. Í einum bóklingi, sum varð givin út í 2008 í sambandi við framýningina Lendið í Listahøllini á Skipasmiðjuni greiðir listamaðurin sjálvur soleiðis frá: “Vit gingu ígjøgnum røkur og líðir, upp um skørð, undir tindum og homrum, ígjøgnum stíggjar. Lupu um gil og vaðaðu um glyvrar. Tær reystu skorarnar og bjørgini eru ein stórfingin greflig vond, vovin av homrum og rókum, klubbum og klettum, gjáum, gjótum og skortum, skriðum og urðum, hellum og látrum, drongum og stakkum. Á helluni máar brimið keppavond burtur úr grótinum. Litmeingið er markleyst. Fjølbroytt. Forfedrarnir gjørdu hesar klettaoyggjar til sínar. Navngóvu hvønn hamarspjalla og urðarkálva. Alt er sannað og tikið til eftirtektar... Eg kenni meg vera ein part av hesum stóra samanhangi..”.

Tað er henda sterka náttúrukenslan og hesin samanhangur millum land og fólk, sum er útgangsstøði í listini hjá Bárði Jákupsson. Hann vaks upp undir Varða í Havn í einum listaligum, bókmentaligum umhvørvi sum sonur kenda rithøvundin, Heðin Brú úr Skálavík og Katrini Malenu Dalsgaard av Velbastað, hon var útbúgvin økonoma. Bárður Jákupsson fór eftir lokið studentsprógv á háskúla í Askov. Læraraprógv nam hann í Hjørring í 1969 og fór síðani á málaraskúla á kunstakademinum, har hann hevði Mogens Andersen sum lærara árini frá 1970-72. Hann var lærari á Føroya Fólkaháskúla frá 1972-78 og savnslærari á Føroya Fornminnisavni frá 1974-89. Hann var blaðstjóri á tíðarritinum Mondli, sum hann sjálvur var við til at stovna í 1975 og stjóri í Listaskálanum/ Listasavninum frá 1978 til 2003. Hann og Hervør giftust í 1967 og saman eiga tey synirnir Róald, Svein og Heðin.

Bárður Jákupsson var ein av stovnarunum av Heystframsýningarbólkinum, og hevur á so mangan hátt havt týdning ikki minst fyri Steinprent. Tá litografurin Jan Andersson í 1999 eftir góð 27 ár á Grafiska Verkstaðnum í Hjørring flutti til Havnar saman við Fríðu Matras Brekku fyri at útbyggja og reka verkstaðin í Listaskálanum, var tað ikki minst orsakað av tileggjan frá Bárði Jákupsson, sum tá var stjóri í Listasavninum. Hugskotið til áhugafelagið Steinbrá var somuleiðis hansara. Tað er líka einfalt sum tað er gott og kom, tá Steinprent var flutt oman í Østrøm á Skálatrøð. Fyri at hjálpa við húsaleigu og øðrum útreiðslum settu vit á stovn eitt felag av stuðlum, sum fyri eitt sámiligt limagjald fáa eitt árligt gávuprent, sum ymisk dugnalig listafólk skapa. Felagið roynist sera væl og fær støðugt nýggjar limir.

Lívsverkið hjá Bárði Jákupsson er sostatt marglitt og stórt og hevur risastóran týdning eisini fyri samanhangin við føroysk samtíðarlistafólk í útlegd t.d. Rannvá Kunoy, ið hevði sína fyrstu serframsýning í Listasavni Føroya longu tá hon var 23 ára gomul. Bæði hon og Hansina Iversen hava fleiri ferðir borið fram inniliga tøkk fyri henda áhugan hjá Bárði og føroyska listaumhvørvinum.

Á eini fernisering í Steinprenti fyri nøkrum árum síðani hugleiddi Bárður Jákupsson um sína list og segði tá sínar myndir vera grundaðar á upplivingar, hann hevur havt í føroysku náttúruni - hetta er ikki nakað eg síggi, men nakað eg sá" segði hann millum annað við eini tilsiping til Edvard Munch og greiddi frá tá hann sum ungur drongur var til útróðrar og var meira hugtikin av sjónini av tindunum í erva enn av sjónum í neðra. Hann helt sjálvur, at skapini av tindunum onkursvegna sita eftir í hansara málningum. Í fleiri av teimum dramatisku málningunum hjá Bárði hómast henda kenslan av at vera staddur í báti á sjónum og haðani síggja berg og tindar daga upp móti himni. Hetta elvir jú til eitt skift av sjónarmiði, sum broytir sjónarring og myndevni og sum tíðum hevur eitt nokk so abstrakt úrslit við hurlandi m-skapum í ekspressivum, koloristiskum myndum. Í 2018 fekk Bárður Jákupsson Mentanarvirðisløn Landsins fyri sítt fjølbroytta listarliga virksemi. Hetta virksemið blómar enn og meðan vit gleða okkum til framsýningina 17.februar ynskja vit Bárði við familju hjartaliga til lukku og eini gleðilig jól.

Kinna Poulsen

Foto: Steinprent

Monumentalt kvinnumonument avdúkað í Fuglafirði

Í dag varð minnismerkið um kvinnur, deyðar í barsilssong avdúkað í Fuglafirði. Eitt verk, sum er merkisvert uppá mangar mátar og brýtur upp úr nýggjum bæði evnisliga og formliga. Eg gleði meg at síggja hesa monumentalu abstraktu standmyndina, sum Guðrið Poulsen hevur skapt og sum Poulina Abrahamsen, Anne Mette Greve Klemensen og Brynhild Næs Petersen tóku stig til.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum helt røðu, sum eg seti inn herundir. Myndirnar eru eisini frá Sirið Stenberg.

Góðan dag øll somul og hjartans tøkk fyri ta stóru æru, sum mær er víst við at hava høvi at vera við til henda merkisdag, har søga verður skrivað.

Tað, sum vit minnast, verður ikki burtur, men verður nærverandi okkara millum.

Vit takka mangan fyri góð minnir. Minnini, sum eisini mynda sorgina sum kærleikans prís. Minnini, sum eru tíðarleysar og dýrabarar perlur, sum vit knýta at okkara lívi og tilveru. Vit tosa um minnini fyri at merkja nærveruna við tað og tey, sum eru farin. Tað er sum um, vit hava okkara kæru millum okkum í løtuni- og tíð og stað viskast út. Sum tá ið himmal og hav møtast í havsbrúnni, og vit ikki síggja júst, hvar markið gongur millum hesi bæði, tí tey fyri okkum at síggja eru sum runnin í eitt.

Men minnir kunnu eisini vera so tung, so at ongin muður megnar tey at mæla. Tey stirðna í kroppinum og í tøgnini. Ikki tí, at tey ikki eru til, men tí at tey for tung at seta orð á. Tað snýr seg ikki um, at vit ikki vilja tosa um tey, men vit kunnu ikki, tí so detta vit sundur. Tilveran rapar. Hjartað liggur opið og uttan verju.

Hetta er ikki bara galdandi fyri einstaklingin, men fyri heilar familjur. Og eisini fyri familjur gjøgnum fleiri ættarlið. Tí líka so væl, sum tað sagda verður arvað og borið gjøgnum ættarlið, so verður tað ósagda og upplivaða eisini partur av lívsleiðini og ættararvinum. Tað verður partur av lívssøguni og samleikanum hjá einstaka menniskjanum, familjum, bygdum, oyggjum og landi. Tað verður okkara heimur – okkara lagna.

Soleiðis tykir mær søgan um kvinnur í Føroyum, sum eru deyðar í barsilssong.

Men tann tagda søgan verður í dag søga. Í dag fáa vit eitt minnismerki yvir allar tær kvinnur, sum hava latið lív, meðan tær góvu lív - og soleiðis eisini góvu okkum framtíðina og harvið vónina.

Fyrstu ferð eg hoyrdi nakran nevna, at okkum manglaði eitt minnismerki yvir kvinnur, sum vóru deyðar í barsilssongm var seint eitt kvøld í Løgtinginum, tá ið Rigmor Dam segði tað við meg. Sjálvandi hugsaði eg. Og hvussu ber tað til, at hetta ikki er komið fyri mongum árum síðan? Tað er áhugavert!

Vit hava sterkar siðir og siðvenjur knýttar at minnisvarðum fyri sjólátnum og vita, hvussu stóran týdning tað hevur fyri okkum sum fólk og tjóð. Árligi allahalganna minnisdagur er dagur til djúphugsni, virðing, takksemi, grát og til sakn, men eisini til vón. Tað er nakað forloysandi og lekjandi í tí. Tað at hava eitt stað at leggja sína sorgir og at deila sorgina. Tað fremur grøðing, og hjálpir okkum út vónloysinum.

Tað eru Anne Mette Greve Klemensen, Brynhild Næs Petersen og Poulina Abrahamsen, sum saman hava staðið fyri at fáa minnismerkið reist í Fuglafirði í samstarvi við kommuna. Ongin tøkk er nóg stór at bera tykkum fyri hesa vøkru og neyðugu gerð. Tit æra við hesum kvinnur, sum hava latið lív í barsilssong, og tit geva øllum eftirkomarum eitt stað til minnis og til sálarbót. Minnisvarðin talar tí sanniliga eisini tykkum til heiðurs og æru.

At tit hava valt at seta minnisvarðan mitt í bygdina, umgyrdan av fólki og vøkstri, er ein fjálg umhugsað gerð, sum dagliga fer at minna okkum á kvinnurnar og alt tað, tær bæði mistu og góvu. Tær hava verið ein ósjónligur partur av okkara samleika, men nú koma tær fram í ljósið.

Tit gera eisini kvinnuna, kvinnukroppin, kvinnurættindi og kvinnusøguna sjónliga, og fáa okkum at reflektera.

Tá ið eg hugsi Fuglafjørð, so hugsi eg mentan, virkisfýsni og trúarlív. Tí er tað nokk so sjálvsagt, at minnisvarðin verður reistur her. Tað, sum tit stigtakarar við minnisvarðanum gera, er so virðiligt og vakurt, at tað finnast ikki orð, sum rúma og lýsa tøkkina. Jesuspápin lønir tykkum aftur.

Virðislønta virda listakvinna Guðrið Poulsen hevur gjørt minnismerkið, sum eg eri sera spent at síggja og at hoyra um. Tað, eg havi lisið um tað, sigur mær, at her er væl gjøgnumhugsað samanrenning millum symbolikk og list. At merkið er ein súla, sum er eitt berandi element undir øllum. Grundarsteinurin undir øllum, eins og kvinnan er. Eitt jarðfest merki. Kvinnan, sum doyði, varð varð løgd í jørðina, men við høga minnismerkinum er eisini uppreisn. Og at hon stendur í lundini kring kirkjuna sum ein bulur. Hon ber alt - tolir alt. Hon stendur at kirkjuni. Og hvat annað hava fólk kunnað gjørt, tá ið tað ringasta, sum kundi henda í eini familju, hendir, at mamman doyr, enn at leita sær til kirkjuna og Guðs orð. Tað er neyvan nakar ivi um, at sterka gudstrúgvin, og vissan um at leggja alt í Harrans hendur hevur verið bjargingin saman við fólki, sum hava verið til hjálpar.

Vit skulu ikki so langt aftur í søguna fyri at kunna staðfesta, at tað neyvan finst nøkur familja, sum ikki hevur upplivað, at ein kvinna doyði í barsilssong. Afturat hesum var barnadeyðiligheitin eisini høg. So mong hava eisini mist børn. Lívskorini hava verið hørð. Familjur er spjaddar, nógv eru vaksin upp hjá familju og kenningum. So í nógvum førum hava børnini ikki einans mist mammuna, men systkin, bygd, ommu og abba, kanska pápa, eisini tí sorgin hevur rakt hann so meint, at hann kann hava havt trupult við at megnað tilveruna. Tað er sjálvsagt ymiskt, hvussu børnini hava havt tað. Tað hevur nokk bæði verið gott og minni gott. Neyvan hevur tað verið lætt.

Í dag er tað tíbetur sera sjáldan, at kvinnur doyggja í barsilssong, men tað kann enn henda. Góð ljósmøðratænasta við høgari fakligheit hevur broytt hetta grundleggjandi. Ljóðmøður eru lívsneyðugar. Tær hava broytt okkara lívskor við síni vitan og førleika. Heilivágur, reinføri, heilsuupplýsing, kanningaramboð o.a. hevur ómetaligan týdning. Sama er við preventión, sum ger, at kvinnur fáa færri børn.

Í gomlum ljóðsmøðrabókum er skrásett, hvussu nógvar konur doyðu í barsilssong, og hví. Tað er áhugavert at lesa, og eisini at síggja hvussu talið minkar ár um ár, sum vit nærkast okkara tíð. Vísindini og góð sosial kor hava alt at siga og hanga óloysiliga saman.

Í heimshøpi doyggja tó enn 800 kvinnur hvønn dag, árið runt, í sambandi við barnsburð. Tað er ein annan hvønn minutt. Tað gongur tíverri striltið at fáa tølini at lækka. Fátækari eitt land er, fleiri kvinnur doyggja.

Hetta kunnu vit taka til okkum og sjálvsagt gleðast um, at vit eru komin so langt sum vit eru, men sanniliga eisini í samhuga við okkara medsystrar í øðrum londum og veita menningarhjálp og stuðul til hesi menniskju - okkara næstar.

Ein føðandi kona er nógvastaðni enn tann dag í dag, ein kvinna við øðrum beininum í grøvini.

Hóast nógvar kvinnur eru deyðar í barsilssong í Føroyum, um vit bara fara nøkur fá áratíggju aftur, so er ikki nógv skrivað, skjalfest, myndað ella yrkt um tað. Fáar lýsingar eru av støðuni, og tað er sum um, at tað ikki verður so persónsgjørt í almenninginum.

Tær, kvinnurnar, vera oftast lýstar, sum ein stórur bólkur, ikki við navni og ikki sum mammur og kvinnur, men sum hon ella tær, sum doyði í barsilssong.

Men aftan fyri hvørja kvinnu, hvørt navn, sum er deyð í barsilssong, býr ein lagna sum hevur ávirkan á hópin av øðrum menniskjum. Aftanfyri hvørt navn er ein familja. Og aftan fyri hvørt navn er ein kona við síni serstøku lívssøgu, sum bleiv alt ov stutt. Tann søgan skal eisini sigast.

Í heimssøguni eru onkrar frásagnir um kvinnur deyðar í barsilssong. Tann kendasta er nokk søgan um Taj Mahal, heimskendu tignarligu marmor glæstriborgina í Agra í India, sum verður mett at vera millum heimsins vakrastu bygningsverk, eitt av heimsins undrum og bygt í kærleika.

Søgan er, at kona keisaran doyði í barsilssong í 1631, og at keisarin var so sorgarbundin, at hann græt í samfullar 8 dagar, hárið gránaði hesar dagarnar, og hann orkaði ikki at liva. Hann setti sær síðan fyri at byggja heimsins vakrasta stað sum minni um konuna, sum hann elskaði. 20.000 mans bygdu slottið. Í dag er Taj Mahal á UNESCO listanum um heimsins mentanararv. Nokk fyrsta slott bygt til minnis um eina kvinnu.

Nú uml. 400 ár seinni fáa vit okkara minnismerki í Føroyum. Og mær vitandi eru tað enn bara Føroyar og India, sum hava slík minnismerki.

Tað, sum hendir í Fuglafirði í dag, er søguligt. Vit æra og minnast kvinnurnar og hevja tær hátt. Tað er virðiligt fyri tær farnu og neyðugt fyri tey, sum hava mist. Nú kemur ein tíð, har vit fara at tosa um tær, sum doyðu í barsilssong. Nevna tær at navni. Læra teirra lívssøgur at kenna.

Minnisvarðin er eisini týdningarmikil fyri bæði nútíðina, framtíðina og okkara ungu. Við hesum kunnu tey læra at taka søguna við sær, tá ið framtíðin verður skapað. Vit eru eisini tað, vit koma frá.

Tí, sum eg byrjaði við. Tað, sum vit minnast, verður ikki burtur, men verður nærverandi okkara millum.

Stytsti dagur nærkast, og skjótt verður alt ljósari. Soleiðis er eisini við lívinum. Dagurin er ongantíð so myrkur, at sólin ikki rísur aftur. Vónandi fer hesin minnisvarði at hjálpa okkum bæði at minnast og at liva eitt vónríkt lív.

Við orðunum, sum tykkara bygdarkvinna Lív Næs, saman við Tróndi, syngur so yndisligt, takki eg fyri meg.

"Har finst ein troyst, har finst ein havn

Til tey vit sakna, ja, hvørt eitt navn

Takk!

Boykottið av Tjóðpalli Føroya er av.

Tann 8. oktobur 2020 lýsti Leiklistafylkingin 2020 eitt boykott av Tjóðpalli Føroya. Grundgevingarnar fyri boykottinum vóru hesar:

Áramálsetanin skal virðast. Leiklistafylkingin 2020 hevur mótmælt stjórasetanini á Tjóðpalli Føroya síðani 31.03.2020. Tað er grundleggjandi skeivt og fakliga óforsvarligt, at sami stjóri skal mynda leiðsluna á Tjóðpalli Føroya í samanlagt 20 ár - sama hvør persónurin er.

Ongar eftirmetingar í fimtan ár. Í fimtan ár eru stovnur, virkistreytir, lista- og handverksliga støðið, samstørv, arbeiðsumstøður- og umhvørvið á Tjóðpallinum ikki eftirmett.

Fáir fundir hava verið, har Leiklistaráð og økið hava verið savnað. Eingin av hesum fundum, hava havt fakliga nóg viðkomandi fokus.

Ongar eftirmetingar eru gjørdar av samstørvum bólkar/leikhús hava havt við Tjóðpallin.

Leiklistaráðið hevur ongantíð vent sær til teir bólkar/leikhús, sum tey gera til- og frámæli um stuðul til og skulu varða av.

Setanartilgongdin 2020. Starvslýsingin er merkt av, at Leiklistaráðnum vantar innlit í, hvussu tílíkar starvslýsingar vanliga verða gjørdar.

Tíðarætlanin fyri stjórasetanini er ikki løgd til rættis á ein hátt, sum á yrkisleikhúsum tryggjar eina góða og smidliga yvirgongd. T.e. fráfarandi stjóri handar fyrisitingina til og lærir upp nýggja stjóran í eitt hálvt ár áðrenn formella starvsdagin.

Leiklistaráðið sigur: “Setanarsamrøðurnar vórðu skipaðar eftir siðbundnum leisti ...” Tjóðpallurin er bert fimtan ár, og tí er eingin siðbundin leistur.

Leisturin tey hava brúkt, líkist ikki teimum leistum, ið siðvenja er at brúka á yrkisleikhúsum aðrastaðni.

Einki starvsfólkaumboð hevur verið í ráðnum síðani februar 2019 og hevur tí ikki verið við til at orða starvslýsing og heldur ikki verið við til fyrsta umfar av samrøðum.

Leiklistaráðið grundgevur fyri stjórasetanini við samstørvum, ið hava verið við bólkar/leikhús í fylkingini. Bólkarnir/leikhúsini eru ongantíð spurd, hvussu hesi samstørv hava verið.

Leiklistafylkingin 2020 hevur nú í skjótt fýra ár gjørt støðu sína heilt greiða. Enn er einki stig tikið til, at bøta um undirliggjandi orsøkirnar til trupulleikarnar handan omanfyristandandi atfinningar.

Leiklistafylkingin 2020 hevur á fundi tann 15. desembur 2023 viðgjørt støðuna. Úrskururin er tann, at sum støðan er nú, kemst ikki longur við at boykotta. Her stendur fast. Leiklistafylkingin 2020 vil fegin gera sítt til at tað loysnar og kemst víðari. Tí avlýsur hon boykottið.

Boykottið vardi frá 8. oktober 2020 til 16. desembur 2023.

Við vón um, at komandi Leiklistaráð fer at hava ta fakligheit, ta virðing og tað hegni, sum skal til fyri at leiða leiklistaøkið.

Leiklistafylkingin 2020 avlýsir við hesum boykottið av Tjóðpalli Føroya.

Tórshavn tann 16. desembur 2023

Við leiklistakvøðu

Leiklistafylkingin 2020

Olivur við Neyst sjeyti

Fyri tjúgu árum síðani sá eg á eini framsýning í Galerie Focus, sum tá lá í Grím Kambansgøtu í Havn, eina lýsandi grøna mynd; hon var nokk so hurlut, men við eini avgjørdari og hugtakandi, fríari fýrakantaðari kompositión – í mínum huga var tað ein abstrakt mynd av Skansanum, ið inkorpereraði allar møguligar spennandi upplivingar, undirritaða hevur havt sum barn á hesum einastandandi fína søguliga stað. Tað var her mann fyrstu ferð roykti seg grøna í høvdinum av sigarettum, men Skansin myndaði altso eisini eina serliga spennandi scenografi í barndóminum og tað var nakað serligt at spæla har millum ófrættakendar kanónir og lagnumikla lýsandi vitan. Eg keypti tann grøna málningin frá Mariannu Norðoy og var bilsin av at lesa aftanfyri á myndini, har skrivað stóð “Fyrtøjet”. Eg nevndi seinni fyri listamannin - tað var jú Olivur við Neyst - at eg helt hetta vera eina mynd av Skansanum og hesum gava hann mær púra rætt í alt fyri eitt. Eg nevni so áskriftina á baksíðuni – “Áh ja”, segði Olivur og greiddi frá, at tað á eini framsýning, hann hevði havt niðri, var ein dani, sum í myndini helt seg uppliva søguna um eldførið hjá H.C.Andersen “ja og tað er tað EISINI” legði listamaðurin aftrat við glógvandi eygum. Eg fór avstað við hesi søgugenererandi myndini, sum hevur veitt mær stóra gleði.

Í dag fyllir listamaðurin Olivur við Neyst hálvfjers ár. Hann var føddur í Klaksvík, útbúgvin í Keypmannahavn og hevur í mong ár búð í Havn. Seinnu árini hevur hann ikki verið eins virkin innan listaumhvørvið sum hann einaferð var og kortini ber til viðhvørt at síggja nýggjar málningar hjá honum í sýnisglugganum í Glarsmiðjuni í Dr.Jacobsensgøtu.

Eg haldi, at árini eru farin at renna nokk so skjótt. Fyri mær er tað í hvussu er ikki so heilt óluksáligaræðuliga langt síðani, at Olivur saman við Amariel Norðoy og Torbirni Olsen myndaði yngra ættarliðið í føroysku myndlistini. Men jú, sjálvsagt eru nógv ár liðin síðan teir húsaðust í arbeiðskollektivi úti á Bakka í Vágsbotni. Sum hinir báðir er eisini Olivur við Neyst gávaður koloristur við bjartlittum kompositiónum, sum hann málar við støði í býar- og bygdaumhvørvum – ofta við eini at kalla kaleidoskopiskari kenslu, sum Bárður Jákupsson nevnir tað í bókini Myndlist í Føroyum, har myndaflatin hjá Olivuri er býttur upp í eitt fagurlitt mynstur við fjølbroyttum skapum. Hetta sæst t.d. í fleiri av myndunum, sum hann málaði, tá hann var við sluppini Ester fyrst í hálvfemsunum. Myndamálið minnir í hesum føri um klassiskt modernistiskar, kubistiskar og fauvistiskar myndir. Olivur við Neyst er útbúgvin á kunstakademinum í Keypmannahavn, har hann gekk á málaraskúla hjá Richard Winther og Wilhelm Freddie í árunum 1975 til 1979. Frá 1979 til 1981 tók hann listapedagogiska útbúgving hjá Helge Bertram. Olivur við Neyst hevur starvast sum studentaskúlalærari og -próvdómari: Hann hevur prýtt nógvar bøkur og hevur somuleiðis prýtt ymsar stovnar eins og hansara verk eru umboðað í Listasavni Føroya.

Hjartaliga til lukku Olivur við Neyst.

Kinna Poulsen

óSTILT - upplating

Fríggjadagin 8.desember læt upp framsýningin óSTILT í Víngarðinum við verkum eftir Anný Øssursdóttir Djurhuus, Hansinu Iversen, Jóhan Martin Christiansen og Dan Helga í Gong. Hesa tíðina hendir nógv - jólaveitslur o.a. og fólk hava úr at gera við jólafyrireikingum og -hugna og vit vóru ikki nógv fólk til upplatingina - men hjartans tøkk fái tit, sum komu. Tey sum ikki náddu tað og eru áhugað, hava ein eyka kjans komandi hósdag 14.des. klokkan 15-17 - tá bjóði eg ein drekkamunn og okkurt afturvið.

Framsýningin er sera spennandi Sjálvt um málningarnir hjá Hansinu Iversen í litum og kompositión einamest tykjast merktir av serstøkum klárleika, hómast eisini ein íbygdir mótsetningar í teimum eins og ein ófriður innaní, sum standa teir og viga á eini knívsegg av ró. Gipsverkini hjá Jóhan Martini Christiansen eru somuleiðis meira óstilt enn tey plaga at vera og óvanliga litrík og intens við myndaflatum, ið at síggja til darra í framsýningarrúminum. Tað sama kunnu vit siga um rúmini hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus á tremur av einum serligum løddum tómleika, ið stendst av livaðum lívi. Heitið á hennara verkið, Time out of Time, sum sæst ovast, stavar frá russisk-amerikansku listakvinnuni og høvundinum, Svetlana Boym, sum skrivaði um sonevnda reflektiva nostalgi í síni bók The future of nostalgia, ið fatar nostalgi sum eitt annað og meira víðskygt slag av longsli enn bara triviellur longsul eftir gomlum døgum. Í fleiri verkum hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus hava vit sæð hana viðgjørt heimliga rúmið á ymiskan hátt, har at síggja til gamlar fotomyndir eru innlimaðar í ymsar strukturar úr gomlum húsum, sum minna um flisar og linoleumsgólv úr ommuhúsum. Sambært áðurnevndu Boym kann reflektiv nostalgi snúgva seg um ein djúpan tilveruligan longsul eftir einari aðrari lívsrútmu enn teirri, ið merkir gerandisdagin – tað kann t.d. vera ein longsul aftur til dreymar ella barndóm. - óStilt er sostatt ein hugaheit, tivandi listaframsýning, sum fevnir ljós og myrkur, er óstilt og full av ljóðum bæði imaginerum, men eisini ítøkiligum eftirsum at ein av luttakarunum á framsýningini, Dan Helgi í Gong m.a. er ljóðlistamaður og arbeiðir tvørlistaligt við tónleiki, ljóði, poesi og visuellari list. Til framsýningina hevur hann gjørt eitt ljóðverk við støði í eini yrking um heimsins elendigheit, m.a. ófriðin í Gaza og sum lýsir kensluna av hjálparloysi av teirri ómøguligu støðuni, sum palestinarar eru í – ein støða, ST-aðalstjórin Antonio Guterres lýsir sum verandi apokalyptiska. Útgangsstøðið er ein fleirræddað cut-up yrking, ið um somu tíð er undirgangskend og speisk.

Gløgg list og Myndaódn í Steinprenti

Leygardagin læt Myndaódnin 2023 upp í Steinprenti við gløggi í góðum lag og eini flottari framsýning, sum Louise Aakerman-Nielsen kurateraði og disponeraði sera vakurt í framsýningarhølinum. Sum siður er, snýr Myndaódnin seg um samtíðarlist við denti á verk, sum eru framleidd í Steinprenti í brátt farna ári - framsýnt er m.a. tað stóra nýggja prentið hjá Claus Carstensen, sum er serstakliga ógvusligt og ræðandi við óðum goyggjandi hundum, sum tykjast koma út úr myndarúminum. Á gulu bakgrundini síggjast nøkur av ljótu orðunum, sum yrkjarin Yahya Hassan fekk omanyvir seg á sínum facebookvanga áðrenn hesin varð niðurlagdur nakað áðrenn yrkjarin sjálvur slóknaði bert 24 ára gamal.

Á framsýningini eru nakrar nýggjar vatnlitsmyndir hjá Tóroddi Poulsen - tað eru ymiskir pussfiskar, sum eru stuttligir og fittir, men eisini nokk so besnissaðar samfelagskritiskar viðmerkingar. Eitt av teimum framúrskarandi nýggju, stóru prentunum hjá Tóroddi er eisini við á framsýningini. Tað er eitt flykrandi mynstur av bláum og reyðum abstraktum skapum, sum minna um stríðsvognar, ið savnast í einum krossi sum í einum avskeplaðum brigdi av Merkinum; eitt stórfingið abstrakt verk, sum samstundis er eitt aktuelt politiskt verk og ein svíðandi kritikkur av føroyskt-russiska fiskivinnusamstarvinum.

Eg seti inn nakrar myndir frá degnum, men viðmæli øllum at síggja framsýningina - her er nógv at hyggja eftir - t.d. kettunum hjá Hanna Bjartalíð - hvussu nógvar finnur tú? - eisini ein heiðursveggur við trimum framúr prentum hjá Bárði Jákupsson. Bárður Jákupsson fyllir áttati tollaksmessudag og leygardagin 17.februar letur hann upp risastóra framsýning í Mullers Pakkhúsi - meira um hetta seinni.

Framsýnd eru eisini tey seks prentini hjá Silju Strøm, sum hon hevur gjørt til gávuprent til limir í áhugafelagnum Steinbrá. Gávuprent kunnu heintast í Steinprenti. Ársins gávuprent eru serstakliga litrík og tykjast at síggja til rættiliga abstrakt við dynamiskum og glitrandi gulum, ljósareyðum, reyðum og grønum strokum og skapum, ið so líðandi samla seg til glaðlynt menniskjaskap, sum hoppa og dansa runt á myndaflatanum. - Gávuprent verða latin, tá prógv fyri árligt limagjald fyriliggur. Nýggir limir eru altíð hjartaliga vælkomnir! Steinbrá er sjálvstøðugt grafiskt áhugafelag, sum øll kunnu gerast limir í. Fyri limagjald fáast árlig gávuprent, sum eru gjørd í Steinprenti. Endamálið við Steinbrá er at stuðla virkseminum í Steinprenti. Steinbrá varð stovnað 14. februar í 2010. Árliga limagjaldið er 500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri virki, fyritøkur og líknandi. Steinbrá hevur kontu í Norðoya Sparikassa 9865-1042496.  

tvær vinkonur framman fyri nýggja steinprentið hjá claus carstensen

claus carstensen - men farið heldur og síggið myndina í framsýningarrúminum

tóroddur poulsen

í steinprenti tosa tey um list

Eitt av væl eydnaðu gávuprentunum hjá silju strøm

framman fyri gávuprentini hjá silju strøm

stórur áhugi var fyri fiskunum hjá tóroddi poulsen

og fyri tusj- og krittekningunum hjá hanna bjartalíð

teir tosa um spennandi verkini hjá hanna bjartalíð

heiðursveggur til bárð jákupsson

Takk fyri Frits

Í gjár fekk eg tey sorgarboð, at Frits Johannesen er farin í annað ljós. Tað er ringt at skilja, at ein so livandi maður, sum í mínum huga altíð hevur verið til ella í øllum førum líka síðan eg á fyrsta sinni var á kórstevnu 14 ára gomul - skal vera deyður. Tað er stutt síðan hann ringdi. Vit prátaðu um eina listaframsýning, hann skuldi hava í heyst ella komandi vár í Víngarðinum, kanska bara við húsaskjøldrum, ið var eitt av fleiri myndevnum, sum hann málaði aftur og aftur. Soleiðis var Frits - stuttligur, hugfarsligur og fullur av ikki bara komandi, men eisini av farnum tíðum. Eg hugsi, at nógv fólk hava upplivað hansara søgur og anekdotur og tær vóru ymiskar, tí tað valdaðist hvønn hann prátaði við. Tá hann prátaði við meg, kom hann javnan í tankar um hvussu væl honum dámdi Havnina og hvussu edeligur býur hetta er - eg mótmælti ikki; vit vóru eviga samd bæði og mær dámdi at hoyra hansara endurminningar um tá hann av fyrstan tíð kom til Havnar. Men soleiðis var Frits Johannesen; hann var sjenerøsur og vildi tað góða. Frits var fuglfirðingur við stóra F og fyrstu ferð, eg upplivdi hann, var tað í leiklutinum sum dirigentur hjá Fuglafjarðar Gentukóri. Tó, at eini fjøruti ár eru liðin, minnist eg enn hvussu væl kórið ljóðaði saman við framúrskarandi solistinum, Onnu Háberg, tá tær sungu gospelsangin He had to run. Tað var einastandandi og ljóðaði fullkomiliga øðrvísi enn nakað, vit høvdu upplivað áður í Føroyum, meira disiplinerað og modernað. Eg haldi, at vit í gentukórinum hjá Paula í Sandagerði sóu gentukórið í Fuglafirði sum eina fyrimynd. Lívsstarvið hjá Frits Johannesen sum lærari sást á øllum brøgdum og ikki minst í hinum lívsstarvinum, sum var myndlistin. Óteljandi myndir hevur hann málað av næmingum, sum sita og kýta seg við at lesa, skriva ella tekna. Tá hann fyri tveimum árum síðani framsýndi í Víngarðinum, har undirritaða er kurator, fekk eg eina fína lítla mynd frá honum av einum skúladrongi, sum sæst undir tekstinum. Í 2017 fekk Frits heiðursgávu landsins fyri sítt stóra arbeiði innan mentan og list. Á serframsýningini Tónar í list, sum fram til februar hongur í Listasavninum, eru málningar hjá Frits at síggja uppi á balkongini. Listamaðurin Frits Johannesen er farin, men myndirnar eru eftir og siga søguna um ein lívstakksaman mann, sum verður mikið saknaður av øllum teim mongu, sum hann fjálgaði um sum menniskja og listafólk. Takk fyri Frits.

Kinna Poulsen

myndin frá frits

í víngarðinum saman við kollegum

Hesa myndina tók sonur listamannin, theodor erling í víngarðinum 14.august 2021

Myndaódn í Steinprenti

Sum siður er letur árliga Myndaódnin upp í Steinprenti leygardagin 9.des klokkan 15-17 við gløgg og góðari list við denti á grafisk listaverk, sum eru gjørd í ár í Steinprenti. Tey, sum hava arbeitt á verkstaðnum í ár eru: Claus Carstensen, Tróndur Patursson, Nina Maria Kleivan, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Fríða Matras Brekku, Silja Strøm, Tóroddur Poulsen, Uffe Christoffersen, Louise Aakerman Nielsen, Rannvá Kunoy, Heiðrik á Heygum, Anna Seppälä og Torbjørn Olsen.

Framsýnd verða eisini seks prent hjá Silju Strøm, sum hon hevur gjørt til gávuprent til limir í áhugafelagnum Steinbrá. Gávuprent kunnu heintast í Steinprenti frá týsdegnum 5.des kl 12. Ársins gávuprent eru serstakliga litrík og tykjast at síggja til rættiliga abstrakt við dynamiskum og glitrandi gulum, ljósareyðum, reyðum og grønum strokum og skapum, ið so líðandi samla seg til glaðlynt menniskjaskap, sum hoppa og dansa runt á myndaflatanum. - Gávuprent verða latin, tá prógv fyri árligt limagjald fyriliggur. Nýggir limir eru altíð hjartaliga vælkomnir! Steinbrá er sjálvstøðugt grafiskt áhugafelag, sum øll kunnu gerast limir í. Fyri limagjald fáast árlig gávuprent, sum eru gjørd í Steinprenti. Endamálið við Steinbrá er at stuðla virkseminum í Steinprenti. Steinbrá varð stovnað 14. februar í 2010. Árliga limagjaldið er 500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri virki, fyritøkur og líknandi. Steinbrá hevur kontu í Norðoya Sparikassa 9865-1042496.  

fríða matras brekku 2023

Torbjørn olsen sjálvsmynd 2023

Hanni bjartalíð

 

óSTILT í Víngarðinum

Fríggjadagin 8.desember letur framsýningin óSTILT upp í Víngarðinum við verkum eftir Anný Øssursdóttir Djurhuus, Jóhan Martin Christiansen, Dan Helga í Gong og Hansinu Iversen. óSTILT sipar til nakað, sum er ógvisligt, uppøst og larmandi og verður eitt nú brúkt um ungdóm, sum er balstýrin og rokmikil. Sambært orðabókini er talan um eitt kvæðaorð, t.d. verður tað sagt um hetjuna, Sjúrður Sigmundarson í kvæðinum um Dvørgamoy "Sjúrði rann tað heita blóð bæði um nasar og munn, ungur var hann og óstiltur, hann var ei við tað kunnur".

Sjálvt um málningarnir hjá Hansinu Iversen í litum og kompositión einamest tykjast merktir av serstøkum klárleika, hómast eisini ein íbygdir mótsetningar í teimum eins og ein ófriður innaní, sum standa teir og viga á eini knívsegg av ró. Gipsverkini hjá Jóhan Martini Christiansen eru somuleiðis meira óstilt enn tey plaga at vera og óvanliga litrík og intens við myndaflatum, ið at síggja til darra í framsýningarrúminum. Tað sama kunnu vit siga um rúmini hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus á tremur av einum serligum løddum tómleika, ið stendst av livaðum lívi. Heitið á hennara verkið, Time out of Time stavar frá russisk-amerikansku listakvinnuni og høvundinum, Svetlana Boym, sum skrivaði um sonevnda reflektiva nostalgi í síni bók The future of nostalgia, ið fatar nostalgi sum eitt annað og meira víðskygt slag av longsli enn bara triviellur longsul eftir gomlum døgum. Í fleiri verkum hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus hava vit sæð hana viðgjørt heimliga rúmið á ymiskan hátt, har at síggja til gamlar fotomyndir eru innlimaðar í ymsar strukturar úr gomlum húsum, sum minna um flisar og linoleumsgólv úr ommuhúsum. Sambært áðurnevndu Boym kann reflektiv nostalgi snúgva seg um ein djúpan tilveruligan longsul eftir einari aðrari lívsrútmu enn teirri, ið merkir gerandisdagin – tað kann t.d. vera ein longsul aftur til dreymar ella barndóm.

óStilt er sostatt ein hugaheit, tivandi listaframsýning, sum fevnir ljós og myrkur, er óstilt og full av ljóðum bæði imaginerum, men eisini ítøkiligum eftirsum at ein av luttakarunum á framsýningini, Dan Helgi í Gong m.a. er ljóðlistamaður og arbeiðir tvørlistaligt við tónleiki, ljóði, poesi og visuellari list. Til framsýningina hevur hann gjørt eitt ljóðverk við støði í eini yrking um heimsins elendigheit, m.a. ófriðin í Gaza og sum lýsir kensluna av hjálparloysi av teirri ómøguligu støðuni, sum palestinarar eru í – ein støða, ST-aðalstjórin Antonio Guterres lýsir sum verandi apokalyptiska. Útgangsstøðið er ein fleirræddað cut-up yrking, ið um somu tíð er undirgangskend og speisk.

Vælkomin til vernissage fríggjadagin 8.desember klokkan 16-18.

Kinna Poulsen, kurator

Jólaframsýning við Myndlist A

Á Glasi í gongini beint við myndlistahølið er í løtuni ein framsýning, sum er minni í vavi enn hon er í týdningi. Talan er nevniliga um fyrstu framsýningina hjá næmingunum, sum hava valt myndlist á A-stigi. Tað er eitt lítið hold, sum telur sjey næmingar, ið 17. august 2023 høvdu allarfyrsta skúlatíman nakrantíð í Myndlist A á einum føroyskum miðnámsskúla. Næmingarnir hava arbeitt sambært lærugreinakunngerðini við at skapa myndir, men eisini við at lesa og fata myndir og myndamál innan surrealismu, samtíðarlist, abstrakta list og politiska list. Í Myndlist A er ikki bert tað vakra áhugavert, men eisini samtíðarlistalig kjak og spurningar um t.d. representatión og feminismu í sambandi við list í almenna rúminum. Aftan á nýggjár fara næmingarnir í holtur við at gera sjálvstøðugar verkætlanir, sum eisini verða framsýndar á skúlanum komandi vár.

Áhugin fyri list er vaksandi í samfelagnum í okkara tíð, sum støðugt krevur av okkum førleikar til tess at týða tann dagliga myndameldurin. Myndir og myndaliðir eru alla staðni kring okkum, og ongantíð hevur tørvurin á førleikum í sambandi við myndatýðing og greining verið so stórur, sum hann er í dag. Undirvísingin í Myndlist snýr seg í stóran mun um at varpa ljós á og hvessa visuella og fagurfrøðiliga tilvitið við at hyggja at, viðgera og skapa myndir og vit eru inniliga fegin og errin av at kunna bjóða Myndlist A á Glasi. Næmingar á Myndlist A eru: Anny Sofía Poulsen, Eydna Ejdesgaard Hansen; Halla René á Lofti, Marjun Garðsá, Miriam Krett, Nancy Nónskarð Dam og Rannvá Lenvig. Myndlist A er sett á stovn fyribils sum ein royndarlærugrein. Hon byggir á Myndlist C og B, men hevur m.a. eina skrivliga dimensión, sum fevnir um t.d. myndagreining og listasøgu, men eisini í summum førum kann loysast kreativt sum vit síggja nøkur dømi uppá her.

 

Brend minni

Listin er sjálvandi funktiónsleys sum at laða verjugarðar har einki brim er. List er at arbeiða seg upp í tóman heim eins hjálparleyst og óumberligt sum bugluti feittkanturin av einum brennandi kertuljósi. - Eru minnini ikki á sama hátt stadnaðar og stoyptar hugmyndir av upplivingum og eygleiðingum, tú einaferð hevði? Tá og seinni “I en sal på hospitalet/ hvor de hvide senge står..”. Myrkrið er miskunnarleyst í tílíkum hvítum gentueinsemi á bróstsjúkrahúsum og vit kenna somu bølaniðu frá Karsten Hoydal “Ganga nú á meg minnini, mær goymdu oyru og eygu...”. Henda yrkingin, Vatnið og Ljósið er vígd pápanum og kyknar úr minnum um ein serstakan barndóm í Hoydølum, har pápin var umsjónarmaður á sanatoriinum. Barndómsminni leggjast á yrkjaraegið sum marrukend herðindi og vit síggja alt so týðiliga fyri okkum og hoyra tað við, tá hesin deyðans rossavognur við sínum tunga, tunga førningi av deyðum tuberklasjúklingum fer akandi niðan gjøgnum Sanatoriuveg við gnístandi hjólum í hálvalýsingini.

Tað staðbundna hevur alstóran listaligan týdning fyri Jóhan Martin Christiansen – ikki minst í framsýningini Don’t tell me ‘cause it hurts í gamla roykirúminum í Hoydølum. Hølið var einaferð í tíðini ein av tilsamans fimm liggihallum hjá teimum tuberklasjúku á Sanatoriinum. Tá lógu tuberklasjúk í liggihallum fleiri ferð um dagin, tí tað var hildið, at frísk luft og nálatrø kundu bøta um teirra heilsu og eitt nú gera tað lættari hjá sjúklinginum at anda. Seinni – í einari aðrari tíð stóðu frísk ung fólk í sama høli og andaðu í seg sigarettroyk; grái roykurin blandaðist festliga við angan av grønum sjampo frá Garnier og hjartaligum ungdómsátri. Tað kann tykjast margháttligt og kann kanska eisini fatast sum okkurt slag av lagnunnar speisemi, men funktiónin hjá hesum høli sigur okkum fyrst og fremst søguna um tvær púra ymiskar samfelagsstøður, ið báðar hoyra fortíðini til. Beint nú, í skrivandi stund er støðan ein onnur. Nú arbeiða samtíðarlistafólk í Hoydølum. Í fjør brúkti Jóhan Martin Christiansen hølið sum arbeiðsrúm, tá hann skapti sítt monumentala verk til samtíðarlistaframsýning í Listasavni Føroya. Nú definerar hann rúmið á nýggjum sum eitt listaframsýningarhøli.

Seinastu árini hevur áhugin fyri støðum og fyri tí staðbundna verið alsamt vaksandi innan listina. Vit hava upplivað leikir, upplestur og listaframsýningar, sum ikki bara snúgva seg um støð, men sum eisini ganga fyri seg á júst somu støðum. Hetta hevur elvt til eina áhugaverda  móttakarastøðu, ið um somu tíð kann vera sera ítøkilig og beint fram, samstundis sum hon er full av óformuleraðum hugasambondum og minnum, ið tvinnast saman við og gerast partur av listaligu upplivingini.

Mítt fyrsta minni um Jóhan Martin knýtir seg til Hoydalar og eina oljupastelmynd. Eg má viðganga, at minnið um tann unga listamannin stendur kámari fyri mær enn myndin. Men staðið var myndlistahølið beint við síðuna av roykirúminum í teirri fyrrverandi gentukostdeildini í Hoydølum, har eg undirvísti stóran part av mínum fyrstu árum sum studentaskúlalærari. Minnið er eitt lasafar fult av holum og flottum, sjálvgjørdum fyllingum. Í mong ár helt eg tað vera galið við mínum egna langtíðarminni, men eg eri komin fram til, at tað ikki er so einfalt, hetta at minnast og at fólk flest lúgva fyri fyri sær sjálvum og velja minni, ið eru endaleyst redigerað og skipað, so at tey passa inn í ein givnan samanhang. Og var tað ikki so, at Jóhan Martin longu á ungum aldri skuldi gerast ein virkin og týdningarmikil føroyskur listamaður, so er ikki vist, at hansara oljupastel frá 2004 lá eftir í minninum hjá mær. Eg minnist ikki hvør uppgávan var; kanska høvdu næmingarnir verið niðri á Boðanesi og tekna – í øllum førum var hetta ein litrík oljupastell av einum landslagi, sum var lýst við ljómandi litspæli av violettum og bláum tónum við brigdum av ljóst mintgrønum og laksafarvaðum glottum. Tekning og skraveringar bóru brá av einum royndum teknara – tað óvæntaða lá í litsamansetingini, sum var øðrvísi og merkiliga sofistikerað. Ella soleiðis minnist eg tað nú nítjan ár aftaná. Tá visti eg einki um, at Jóhan Martin hevði teknað og málað síðan hann var lítil ella at hann eitt nú hevði verið í praktikk hjá listamanninum Torbjørn Olsen.

Jóhan Martin Christiansen er alt ov ungur til at sessast í tí gamla, bleyta nostalgilenistólinum - hann er eldhugaður og orkumikil samtíðarlistamaður, sum flytur mørk. Tað er innan samtíðarlistina, vit bæði hava samstarvað í meira enn tíggju ár. Tað hevur verið eitt satt privilegium at fylgja listamanninum og síggja menningina frá teimum fyrstu royndunum til slóðbrótandi framsýningar sum Spor í Listasavni Føroya Spor í 2016, Lonely Hearts saman við Hansinu Iversen á Skipasmiðjuni MEST í 2018 og Tell it To My Heart í Steinprenti í 2021 og fleiri framsýningar, samrøður, tekstir, listaverk, ið eg alt samalt minnist við takksemi.

Framsýningin Don’t tell me ’cause it hurts er hugsað og framleidd til Roykirúmið í Hoydølum. Talan er um eina installatiónsframsýning við stál- og ljósstandmyndum og svørtum gipsrelieffum. Heitið er frá sorgblíðu popplandapláguni Don´t Speak hjá No Doubt frá miðskeiðis í hálvfemsunum. Kanska kann lætti, grunni og populistiski poppheimurin í fyrstu syftu tykjast ósamsvarandi við ta tungu, djúpu og innhugsnu listina hjá Jóhan Martini Christiansen. Men hann brúkar javnan poppheiti, ið eins og tað ítøkiliga stálið og gipsið geva áskoðaranum ymsar assosiatiónsmøguleikar. Javnan eru heitini dialogisk, tey innlima eitt eg og eitt tú og viðurskifti, ið møguliga ikki eru fullkomiliga poppsløtt. Umbønin “Ikki siga mær tað, tí tað pínir meg” bendir á trupulleikar millum tvey menniskju, kanska er sambandið teirra millum at enda komið? Eg-persónurin er í hvussu er longu greiður yvir, at tað er galið samstundis sum hann ikki vil hava sín varhuga váttaðan.

Framsýningarstaðið er fult av minnum og hjátýdningum, ið spenna víða frá myrkasta myrkri til reinastu vón við ljósum anga av furunál. Framsýningarhølið er rátt við grafitti, sum kundi bent á okkurt stórbýarkent og tað sama er galdandi fyri stálverkini við ljósi hjá Jóhan Martini, ið tykjast ídnaðar- ella maskinkend, hørð og konstruktivistisk – tað er hart móti hørðum, skrúvur, sum eru boraðar niður í stál. Gipsrelieffini eru taktil sum húð; mjúki og broyskni yvirflatin sigur okkum sína skapanarsøgu um eitt tilfar, sum einaferð var flótandi og opið og tók skap av sínum umhvørvi áðrenn tað stadnaði eins og minni. Huglagið í teimum seks svørtu avlongu gipsrelieffunum sýnist álvarsligt, tignarliga tigandi sum var talan um okkurt slag av minnismerki. Tú kemur í tankar um hasar fimm ella seks flottu gravsteinarnar, ið standa lið um lið í kirkjugarðinum undir Svínaryggi og øll tey mongu, sum doyðu í dalinum fagra – er henda framsýning eitt slag av einum minnisvarði? Svarið er ikki eintýðugt. Framsýningarnar hjá Jóhan Martini Christiansen eru scenografiskar heildir av ítøkiligum og óítøkiligum tilfari, har pláss er fyri interaktión við áskoðaran í einum heimi, har ljós og myrkur treyta hvørt annað sum hjá Kingo, har ljósið fær megi frá myrkrinum. Tá varnast tú, at einki er regluligt, at relieffini eru ymisk og fjølbroytt – bæði í profilskapinum, sum onkrastaðni er heilt og aðrastaðni holut, men eisini í óslætta yvirflatanum, sum í støðum glitrar og aðrastaðni bylgjar aftur og fram við brendum minnum.

Kinna Poulsen

Jóhan Martin Christiansen framsýnir í Hoydølum

TÍÐINDASKRIV

 Don’t tell me ’cause it hurts

Serframsýning eftir Jóhan Martin Christiansen í Roykirúminum í Hoydølum

Fernisering hósdagin 30. November kl. 16-19

Um framsýningina

“Don’t tell me ’cause it hurts” eitur framsýningin, ið er hugsað og framleidd til gamla roykirúmið í Hoydølum. Talan er um eina installatiónsframsýning við ávikavist stál- og ljósstandmyndum og svørtum gipsrelieffum. Framsýningarstaðið er rátt við grafitti á veggunum, sum kundi bent á okkurt stórbýarkent samstundis sum søguligu funktiónirnar hjá hølinum bæði sum liggihallur hjá tuberklasjúkum og roykirúm hjá skúlaungdómi gerast partur av tulkingini av listini. Stálverkini hjá Jóhan Martini Christiansen hava sama urbana brá og tykjast ídnaðar- ella maskinkend, hørð og konstruktivistisk – tað er hart móti hørðum, skrúvur, sum eru boraðar niður í stál. Svørtu gipsrelieffini eru hinvegin taktil sum húð við mjúkum yvirflata, sum sigur okkum søguna um eitt tilfar, ið einaferð var flótandi og opið og tók skap av sínum umhvørvi áðrenn tað stadnaði eins og minni.

Kinna Poulsen hevur skrivað eina ritroynd i sambandi við framsýningina, sum hon fer at lesa upp til ferniseringina 30. november klokkan 16:30.

Framsýningin verður annars opin eftir avtalu fram til 24. Mars 2024.

Stuðlað framsýningini hava Almanna- og Mentamálaráðið, Fjølrit, LISA – Listafólkasamband Føroya, Mentanargrunnur Landsins, Statens Kunstfond og Tórshavnar Kommuna.

Um Roykirúmið

Roykirúmið hevur eina serliga søgu í Hoydølum, sum bæði hevur verið brúkt til sjúklingar og sum roykiskýli hjá studentaskúlanæmingunum. Roykirúmið er í dag partur av hølunum, LISA leigar í Hoydølum, har ymisk tiltøk kunnu vera. Hølið verður brúkt til ymiskt, m.a. tiltøk og framsýningar.