Bárður Jákupsson 80

Í dag, tollaksmessudag fyllir ein kempa innan føroyska myndlist áttati. Tað er Bárður Jákupsson, hvørs avrik er so týdningarmikið, fjølbroytt og umfatandi, at tað illa letur seg reksa upp í eini føðingardagsgrein sum hesari, men lat okkum fyri fyrst gleðast um, at nýggir kapitlar framvegis verða skrivaðir í hesum stóra verki og at listamaðurin letur upp stóra serframsýning á øllum hæddum í Müllers Pakkhúsi í februar komandi ár.

Tað ógvusliga, stórfingna og rúgvusmikla er ikki Bárði ókent; tað sæst bæði í einstøku málningunum og á veldugu framsýningini, hann hevði í Listasavninum, tá hann var farin frá sum stjóri, men eisini á seinni framsýningum í Listahøllini, Steinprenti, Norðurbryggjuni og nógvastaðni í Danmark har hann er sera høgt í metum og fagnaður í heiðursgreinum í sambandi við føðingardagin í Politiken og aðrastaðni.

Tá Bárður fyri tjúgu árum síðani avgjørdi at fara úr Listasavninum eftir 25 ár, hendi alt møguligt; listamaðurin fekk sítt dreymaatelier við Gjógv, har kona hansara, Hervør er uppvaksin. Tá í 2003 gjørdi KVF dokumentarin “Langa leiðin norðureftir” um Bárð Jákupsson, har dentur m.a. var lagdur á ta lyklastøðu, listamaðurin hevði tey mongu ár sum stjóri, fyriskipari og miðlari av føroyskari list. Gamaní hevði Bárður Jákupsson stóran avgerðarrætt innan føroysku listina og tað var jú í eini aðrari tíð áðrenn eitt nú stjórastørv vóru áramálssett. Hann var ein dugnaligur og passioneraður stjóri í Listaskálanum/Listasavninum, sum fekk nógv av skafti bæði av framsýningum og listabókum um m.a. Mikines, Tummas Arge, Torbjørn Olsen og William Heinesen. Útgávan Myndlist í Føroyum, sum kom út á Sprotanum í 2000 er av serligum týdningi og er eitt høvuðsverk í føroyskari listasøgu.

Brúkti Bárður Jákupsson ov nógva tíð uppá listina hjá øðrum? Eg ivist stórliga í um tað ber til at greina føðingardagsbarnið á henda hátt altso at skilja millum listamannin og listmiðlaran - kanska skuldi mann heldur fegnast um hansara mongu evnir og virkisfýsni. Hansara mongu tekstir um føroysk listafólk eru so neyvt og vakurt orðaðir, at teir hava skaldsligt flog. Um vit hyggja út yvir hansara egna listaliga verk, haldi eg ikki mann saknar listaliga menning, listaligan kvalitet ella kvantitet. - Tað er í hesum sambandi áhugavert at nevna, at tá Bárður í 1990 fekk M.A.Jacobsens virðisløn fyri sína Mikinesbók var tað ikki virðislønina fyri yrkisbókmentir hann fekk, men virðislønina fyri fagrar bókmentir.

Hansara mongu oljumálningar, vatnlitsmálningar, steinprent, myndprýðingar og aðrar prýðingar er list, sum er íblást av náttúruupplivingum, men eisini av føroyskari mentan. Í einum bóklingi, sum varð givin út í 2008 í sambandi við framýningina Lendið í Listahøllini á Skipasmiðjuni greiðir listamaðurin sjálvur soleiðis frá: “Vit gingu ígjøgnum røkur og líðir, upp um skørð, undir tindum og homrum, ígjøgnum stíggjar. Lupu um gil og vaðaðu um glyvrar. Tær reystu skorarnar og bjørgini eru ein stórfingin greflig vond, vovin av homrum og rókum, klubbum og klettum, gjáum, gjótum og skortum, skriðum og urðum, hellum og látrum, drongum og stakkum. Á helluni máar brimið keppavond burtur úr grótinum. Litmeingið er markleyst. Fjølbroytt. Forfedrarnir gjørdu hesar klettaoyggjar til sínar. Navngóvu hvønn hamarspjalla og urðarkálva. Alt er sannað og tikið til eftirtektar... Eg kenni meg vera ein part av hesum stóra samanhangi..”.

Tað er henda sterka náttúrukenslan og hesin samanhangur millum land og fólk, sum er útgangsstøði í listini hjá Bárði Jákupsson. Hann vaks upp undir Varða í Havn í einum listaligum, bókmentaligum umhvørvi sum sonur kenda rithøvundin, Heðin Brú úr Skálavík og Katrini Malenu Dalsgaard av Velbastað, hon var útbúgvin økonoma. Bárður Jákupsson fór eftir lokið studentsprógv á háskúla í Askov. Læraraprógv nam hann í Hjørring í 1969 og fór síðani á málaraskúla á kunstakademinum, har hann hevði Mogens Andersen sum lærara árini frá 1970-72. Hann var lærari á Føroya Fólkaháskúla frá 1972-78 og savnslærari á Føroya Fornminnisavni frá 1974-89. Hann var blaðstjóri á tíðarritinum Mondli, sum hann sjálvur var við til at stovna í 1975 og stjóri í Listaskálanum/ Listasavninum frá 1978 til 2003. Hann og Hervør giftust í 1967 og saman eiga tey synirnir Róald, Svein og Heðin.

Bárður Jákupsson var ein av stovnarunum av Heystframsýningarbólkinum, og hevur á so mangan hátt havt týdning ikki minst fyri Steinprent. Tá litografurin Jan Andersson í 1999 eftir góð 27 ár á Grafiska Verkstaðnum í Hjørring flutti til Havnar saman við Fríðu Matras Brekku fyri at útbyggja og reka verkstaðin í Listaskálanum, var tað ikki minst orsakað av tileggjan frá Bárði Jákupsson, sum tá var stjóri í Listasavninum. Hugskotið til áhugafelagið Steinbrá var somuleiðis hansara. Tað er líka einfalt sum tað er gott og kom, tá Steinprent var flutt oman í Østrøm á Skálatrøð. Fyri at hjálpa við húsaleigu og øðrum útreiðslum settu vit á stovn eitt felag av stuðlum, sum fyri eitt sámiligt limagjald fáa eitt árligt gávuprent, sum ymisk dugnalig listafólk skapa. Felagið roynist sera væl og fær støðugt nýggjar limir.

Lívsverkið hjá Bárði Jákupsson er sostatt marglitt og stórt og hevur risastóran týdning eisini fyri samanhangin við føroysk samtíðarlistafólk í útlegd t.d. Rannvá Kunoy, ið hevði sína fyrstu serframsýning í Listasavni Føroya longu tá hon var 23 ára gomul. Bæði hon og Hansina Iversen hava fleiri ferðir borið fram inniliga tøkk fyri henda áhugan hjá Bárði og føroyska listaumhvørvinum.

Á eini fernisering í Steinprenti fyri nøkrum árum síðani hugleiddi Bárður Jákupsson um sína list og segði tá sínar myndir vera grundaðar á upplivingar, hann hevur havt í føroysku náttúruni - hetta er ikki nakað eg síggi, men nakað eg sá" segði hann millum annað við eini tilsiping til Edvard Munch og greiddi frá tá hann sum ungur drongur var til útróðrar og var meira hugtikin av sjónini av tindunum í erva enn av sjónum í neðra. Hann helt sjálvur, at skapini av tindunum onkursvegna sita eftir í hansara málningum. Í fleiri av teimum dramatisku málningunum hjá Bárði hómast henda kenslan av at vera staddur í báti á sjónum og haðani síggja berg og tindar daga upp móti himni. Hetta elvir jú til eitt skift av sjónarmiði, sum broytir sjónarring og myndevni og sum tíðum hevur eitt nokk so abstrakt úrslit við hurlandi m-skapum í ekspressivum, koloristiskum myndum. Í 2018 fekk Bárður Jákupsson Mentanarvirðisløn Landsins fyri sítt fjølbroytta listarliga virksemi. Hetta virksemið blómar enn og meðan vit gleða okkum til framsýningina 17.februar ynskja vit Bárði við familju hjartaliga til lukku og eini gleðilig jól.

Kinna Poulsen

Foto: Steinprent