Olivur við Neyst sjeyti

Fyri tjúgu árum síðani sá eg á eini framsýning í Galerie Focus, sum tá lá í Grím Kambansgøtu í Havn, eina lýsandi grøna mynd; hon var nokk so hurlut, men við eini avgjørdari og hugtakandi, fríari fýrakantaðari kompositión – í mínum huga var tað ein abstrakt mynd av Skansanum, ið inkorpereraði allar møguligar spennandi upplivingar, undirritaða hevur havt sum barn á hesum einastandandi fína søguliga stað. Tað var her mann fyrstu ferð roykti seg grøna í høvdinum av sigarettum, men Skansin myndaði altso eisini eina serliga spennandi scenografi í barndóminum og tað var nakað serligt at spæla har millum ófrættakendar kanónir og lagnumikla lýsandi vitan. Eg keypti tann grøna málningin frá Mariannu Norðoy og var bilsin av at lesa aftanfyri á myndini, har skrivað stóð “Fyrtøjet”. Eg nevndi seinni fyri listamannin - tað var jú Olivur við Neyst - at eg helt hetta vera eina mynd av Skansanum og hesum gava hann mær púra rætt í alt fyri eitt. Eg nevni so áskriftina á baksíðuni – “Áh ja”, segði Olivur og greiddi frá, at tað á eini framsýning, hann hevði havt niðri, var ein dani, sum í myndini helt seg uppliva søguna um eldførið hjá H.C.Andersen “ja og tað er tað EISINI” legði listamaðurin aftrat við glógvandi eygum. Eg fór avstað við hesi søgugenererandi myndini, sum hevur veitt mær stóra gleði.

Í dag fyllir listamaðurin Olivur við Neyst hálvfjers ár. Hann var føddur í Klaksvík, útbúgvin í Keypmannahavn og hevur í mong ár búð í Havn. Seinnu árini hevur hann ikki verið eins virkin innan listaumhvørvið sum hann einaferð var og kortini ber til viðhvørt at síggja nýggjar málningar hjá honum í sýnisglugganum í Glarsmiðjuni í Dr.Jacobsensgøtu.

Eg haldi, at árini eru farin at renna nokk so skjótt. Fyri mær er tað í hvussu er ikki so heilt óluksáligaræðuliga langt síðani, at Olivur saman við Amariel Norðoy og Torbirni Olsen myndaði yngra ættarliðið í føroysku myndlistini. Men jú, sjálvsagt eru nógv ár liðin síðan teir húsaðust í arbeiðskollektivi úti á Bakka í Vágsbotni. Sum hinir báðir er eisini Olivur við Neyst gávaður koloristur við bjartlittum kompositiónum, sum hann málar við støði í býar- og bygdaumhvørvum – ofta við eini at kalla kaleidoskopiskari kenslu, sum Bárður Jákupsson nevnir tað í bókini Myndlist í Føroyum, har myndaflatin hjá Olivuri er býttur upp í eitt fagurlitt mynstur við fjølbroyttum skapum. Hetta sæst t.d. í fleiri av myndunum, sum hann málaði, tá hann var við sluppini Ester fyrst í hálvfemsunum. Myndamálið minnir í hesum føri um klassiskt modernistiskar, kubistiskar og fauvistiskar myndir. Olivur við Neyst er útbúgvin á kunstakademinum í Keypmannahavn, har hann gekk á málaraskúla hjá Richard Winther og Wilhelm Freddie í árunum 1975 til 1979. Frá 1979 til 1981 tók hann listapedagogiska útbúgving hjá Helge Bertram. Olivur við Neyst hevur starvast sum studentaskúlalærari og -próvdómari: Hann hevur prýtt nógvar bøkur og hevur somuleiðis prýtt ymsar stovnar eins og hansara verk eru umboðað í Listasavni Føroya.

Hjartaliga til lukku Olivur við Neyst.

Kinna Poulsen