PAULUS

Í dag 27.mai verður stór framførsla av oratoriinum, Paulus hjá Felix Mendelssohn- Bartholdy í Norðurlandahúsinum https://www.nlh.fo/?event=9759/korkonsert-paulus - í morgin verður framførsla í Fuglafirði.

Summi renna maraton, onnur ganga fjallatindar; Havnarkórið syngur stórverk. Á jólum framførdi Havnarkórið Jólaoratoriið hjá Bach og á hvítusunnu 27.mai og 28.mai framførir Havnarkórið saman við orkestri og solistum vakra og dramatiska oratoriið Paulus hjá Felix Mendelssohn Bartholdy í Havn og í Fuglafirði. Gjøgnum kór, ariur, resitativ, koralir og tónleikabrot verður lívið hjá apostlinum lýst. Umframt kórið, sum telur um 65 kórsangarar og fýra solistar, fer eitt orkestur við 30 tónleikarum at spæla.
Solistar: Birita Poulsen, sopran (Fo)
Petra Iversen, alt (Fo)
Petter Moen, tenor (No)
Rory Green, bass (Uk)
Duett: Hans Debes, tenor og Høgni Debes, bass
Konsertmeistari: Atli Ellendersen
Dirigentur: Leif Hansen.

Í sambandi við framførsluna av oratoriinum Paulus í dag, fer Anne Mette Greve Klemensen at geva eina stutta frágreiðing um Paulus og verkið hjá Mendelssohn. Hetta verður kl. 15.30 í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Konsertin byrjar kl 16.00 í stóra salinum.

Ingálvur av Reyni í 1961 málaði serstaka abstrakta gløðandi málningin, sum er avmyndaður í erva. Hann eitur Damaskus og er eitt undantak í stóra lívsverkinum hjá Ingálvi, ið tó, at hann var trúgvandi maður, ikki var vanur at mála myndevni, sum hava við trúgv at gera. Bíblian sigur øgiligu søguna um tann meinfýsna Saul, sum forfylgdi teimum kristnu, tá hann á veg til Damaskus upplivdi ákallan, umvending og fekk eitt nýtt navn, Paulus og gjørdist ein av týdningarmestu grundleggjarunum av kristindóminum. Undrið í Damaskus er tulkað í mongum listaverkum, tónlistaligum sum myndlistaligum.