Við øðrum eygum - Listaframsýning við verkum hjá Tummas Jákupi Thomsen

Fríggjadagin 19.mai letur upp listaframsýning við verkum hjá Tummas Jákupi Thomsen í Hæddini Heiðavegi 19 í Saltangará. Fyrireikararnir greiða soleiðis frá: Í sambandi við at listamaðurin Tummas Jákup Thomsen fylti seksti í fjør, vóru vit nøkur vinfólk og fjepparar, sum tóku stig til at skipa fyri einari serligari heiðursframsýning. Heitið á framsýningini sipar bæði til eyðkenda surrealistiska stílin hjá listamanninum – tað, at hann sýnir okkum heimin "við øðrum eygum," og spælir samstundis við tann dupulta týdningin, sum kann liggja í, at vit á føroyskum ikki hoyra mun á "øðrum" og "ørum," og at vit kanska mangan hava hug at síggja "tað øðrvísi" sum "ørt". Ein triðja flá í heitinum er, at til hesa framsýningina eru tað onnur enn Tummas Jákup sjálvur, sum eru sloppin at velja út og heingja upp. Tað verður bæði høvi at síggja og keypa nýggjari verk hjá Tummasi, umframt at fyriskipararnir, Tóta, Paula og Meinhard sýna úrval av myndum, sum tey sjálvi hava keypt frá Tummasi gjøgnum árini, í serligari "fjepparasalon". Framsýningin letur upp við røðu, tónleiki og onkrum løttum til góman fríggjadagin 19. mai kl. 17 - øll eru hjartaliga vælkomin. Mentanargrunnurin, Eysturkommuna og Runavíkar kommuna hava stuðlað tiltakinum