Listaárið 2021 – 1.partur

Nú árið er komið at enda býðst høvið at líta aftur á 2021, at taka samanum og gera status. Hvat hendi hesar dagar, vikur og mánaðar, ið myndaðu árið, hvat upplivdi tú? Eg haldi, at árið skarst væl hóast corona og omicron órógvaðu nakað – ikki minst live framførslur – So mikið nógv gekk fyri seg kortini, at mín grein um Listaárið í Dimmalætting mátti býtast sundur í tveir partar. Tann fyrra seti eg herundir – tann seinni stendur at lesa í nýggjársdimmuni komandi.

Eg havi til fánýtis roynt at leitað eftir Kringvarpssendingini Árið, ið fór í mentan, sum seinastu árini hevur verið send í útvarpinum við ársenda – er hon spard burtur ella havi eg ikki leitað nóg væl? Vónandi tað síðsta, tí slíkar sendingar hava týdning og geva okkum yvirlit yvir hvat rørdi seg á mentanarpallinum og tað er av serligum týdningi, at okkara almenni mentanarberi og tíðindamiðil gevur okkum yvirlit.

Eg havi til stuttleika gjørt mær eitt yvirlit yvir hvat fólk hava verið mest áhugað at lesa her á Listaportalinum. Talmerkta yvirlitið vísir fimtan tær mest lisnu greinarnar og rákið fer rættiliga greitt tann vegin, at fólk eru serliga áhugað at lesa listatíðindi og tilfar um persónar, ið antin hava avrikað okkurt ávíst, fingið starvslønir ella virðislønir ella verða mint í sambandi við andlát. Her eru fimtan tær mest lisnu greinarnar á Listaportalinum 20:

1. Mentanarstarvslønir latnar https://bit.ly/3pvfyyJ 9.mars

2. Til minnis um Gunnar https://bit.ly/3mBZEAE 16.apríl

3.Hjartaliga til lukku, Kim Simonsen https://bit.ly/3pxCyx2 18.sept

4.Við bankandi kjøthjarta https://bit.ly/3FAuEbL 14.mai.

5.Ein rødd, sum sigur nakað nýtt https://bit.ly/3qyr1Ng 13.okt

6.Religiónsstríð á Nesi?https://bit.ly/32qaOBZ 29.mars

7.Marius Olsen sýnir fram í Steinprenti https://bit.ly/3exhQHi 6.juli

8.Randi Ward hevur vunnið virðisløn fyri týðing https://bit.ly/3HhA5wL 1.des

9.Vikuyrking til minnis um Vár https://bit.ly/3zdQ6kI 29.feb.

10. Industrial Bondage https://bit.ly/3162ztX 14.apríl

11.Marius Olsen í Steinprenti – vernissage https://bit.ly/3FE1NDq 11.juli

12. STATUS https://bit.ly/3EuTZ5z 12.mars

13.Hansina Iversen – vernissage https://bit.ly/3pwEc24 31.jan

14.Sofía vann Teaterpokalina https://bit.ly/3FzxHBe 6.des

15.Sigrun fekk mentanarvirðislønina https://bit.ly/32CQ49I 14.jan.

Mínar egnu listaupplivingar í brátt farna ári vóru nógvar og eru eyðvitað treytaðar av øllum møguligum subjektivum og ikki minst pandemiskum, men eisini infrastrukturellum fyribrigdum. Tann einastandandi Eysturoyartunnilin ger tað høgligari at vitja framsýningar á Skálafjørðinum og norðanfyri. Har havi eg havt góðar listaupplivingar, men havi annars havt flestar av mínum listaupplivingum í Havn, har eg búgvi og so havi eg eisini havt fínar upplivingar í Keypmannahavn og í Firenze og Padova ikki um at tala.

Her er eitt sindur um Listaárið 2021 – fyrri partur (og hann varð skrivaður áðrenn málið um sammøður varð samtykt):

Nýlig harmaljóð frá tónleikarum og øðrum framførandi listafólkum umframt LISA um ómøguligar liviumstøður orsakað av coronaavmarkingunum og harav fylgjandi avlýsingum eru eitt neyvt ekkó av støðuni um somu tíð í fjør. Hetta gjørdist eitt nógv longri og seigari pandemitíðarskeið enn vit høvdu væntað. Í skrivandi stund er samfelagskjakið politiskt. Allastaðni tosa fólk um politikk. Í bussinum, í Keypsamtøkuni, í lærarastovuni, á facebook osfr. Hetta er í kjalarvørrinum av 2.viðgerð av málinum um sammøður. Í Danmark er eisini alt á gosi, tí ein fyrrverandi ministari er dømd at sita tveir mánaðar í fongsul. Í kjakinum av báðum hesum málunum sæst eitt ávíst lyndi til ein heldur foreinklandi hugsunarhátt og argumentatoriskt strámannavirksemi, tá fólk skriva, at málið um sammøður fer at ganga út yvir føroyskar pápar. Tað sama kann sigast um uppáhaldið um, at danska dómsvaldið við sínum dómi av Støjbjerg hevur valt at geva pedofilum abbum frípass til sínar gerningar. Heilt so einfalt og klikkað er tað jú ikki – í veruleikanum snúgva hesar báðar sera ymisku avgerðirnar seg um at fylgja lóg og samvitsku. Og tað er kanska ikki so galið, at vit eru komin hartil – sjálvandi eiga avtalur at verða hildnar, men avtalur um at parkera etisk mál eru bygdar á sandbotn og kunnu ikki halda. Hetta slagið av kyniskari deponering av egnari sannføring og samvitsku eigur ikki at bera til í okkara løgtingi.

Armslongdarreglan umaftur

 – Íðan, hvat hevur alt hetta við listaárið at gera, spyr forvitni lesarin og svarið er alt. Politikkur hevur alt at siga eisini fyri listina t.d. í mun til armslongdarregluna, sum aftur í 2021 var á vandakós av tí, at Jenis av Rana valdi at taka ætlaða stuðulin til Skúla Scam og Sælu aftur, tí at innihaldið í hesum filmsverkætlanum sambært hansara egna moralska kodeksi er óhóskandi. Og so er tað tað við heimild. Ein ministari hevur rúmar heimildir, men vit hava fingið til vana at fylgja fakligum ráðum innan listastuðul, eitt brot á hesa siðvenju er eitt listfakligt afturstig.

Sangur

Listaárið byrjar á hvørjum ári við Nýggjárskonsertini, sum í ár var koronuskerd uttan kór og áhoyrarar. Av tí, at smittuvandin økist av sangi, hevur kórsangurin sum heild ikki havt góðar umstøður undir farsóttini. Kortini avgjørdi Kórsamband Føroya at kórsangur skuldi vera á ólavsøku við kravi um, at sangarar skuldu skráseta seg og frammanundan vera koppsettir og kannaðir. Tað spældi alt væl av, bæði sangur á Tinghúsvøllinum og hugni á Tinganesi. Í ár var Bernharður Wilkinson kórleiðari á Tinghúsvøllinum og sami dugnaligi maður dirigeraði eisini Føroya Symfoniorkestur í teirri væl framførdu og framleiddu Nýggjárskonsertini, sum vit sóu í sjónvarpinum.

Foto: Bjarni Ártin Rubeksen KVF

Listaheiður og -íløgur

Síðan var tað Mentanarvirðislønarhandanin, sum í ár fór fram í Løkshøll og eisini varð sjónvarpað út í stovurnar. Myndlistakvinnan, Sigrun Gunnarsdóttir fekk Mentanarvirðislønina 2020 við teirri grundgeving, at ”hennara myndevni áhaldandi hugtaka og tala til okkara og at hon er ein listakvinna í støðugari menning, sum sigur søgur um menniskju og mannakor, djór og náttúru og alt tað alheimsliga, vit kenna. Hon lýsir tað stóra í tí smáa og gevur myndevnunum eina nýggja frásjón, eitt nýtt dýpi..”. Sangarinnan, Birita Poulsen fekk ta virðislønina, sum fyrr var latin ungum listafólkum, men sum mentamálaráðharrin eyðsýnliga ynskir at hava størri ávirkan á og sum í tíðindaskrivinum verður nevnd ”serstaka virðislønin”. Birita Poulsen er av sonnum bæði ung og dugnalig - tað hoyrdu vit ikki minst á Nýggjárskonsertini hjá Symfoniorkestrinum. Fyri byggilistarligu avrik, sum á nýskapandi hátt endurhugsa og skapa frásøgur um lendi og umhvørvi, fekk Ósbjørn Jacobsen Heiðursgávu landsins 2020. Heiðursgáva landsins verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Í mars vóru starvslønir frá Mentanargrunninum kunngjørdar, tá gjørdist greitt, at Jóhan Martin Christiansen (myndlist) og Marjun Syderbø Kjelnæs (bókmentir) fingu eitt ár í part, meðan Dánjal Dam á Neystabø (tónlist og annað), Hanni Julius Bjartalíð (myndlist), Katrina í Geil (bókmentir), Kim Simonsen (bókmentir), Leivur Thomsen (tónlist), Magni Husgaard (tón- og ljóðlist), Mikael Blak (tónlist), Randi Samsonsen (myndlist) og Sakaris Fríði Stórá (filmslist) fingu eitt hálvt ár í part. Og Sakaris Fríði Stórá var eisini millum tey trý listafólkini, sum fingu listafólkaløn í trý ár. Aftrat honum vóru Anna Katrin Ø. Egilstrøð (tónlist) og Maritu Dalsgaard (pallist)

Listaframsýningar

Fleiri listaframsýningar vóru m.a. í Klaksvík og í Havn, tó at onkur mátti avlýsast vegna koronu m.a. tann hjá Tóroddi Poulsen í Perluni. Í januar læt framsýningin Orðið er ógreitt, myndin er klár við málningum og prentum hjá Hansinu Iversen upp í Steinprenti. Seinastu mongu árini er litografi vorðin ein so týdningarmikil partur av listarligu prosessini hjá Hansinu Iversen, at hennara málningar ávirkast av tí í bygnaði við fleiri løgum, sum umskarast. Á upplatingini las Carl Jóhan Jensen fyrsta part av síni týðing av kendu yrkingunum hjá T.S.Eliot, Four Quartets. Týðingin kom út í ár og Hansina Iversen myndprýddi útgávuna. Framsýningin hjá Jón Sonna Jensen í Steinprenti, Industrial Bondage, stendur eisini rættiliga klár í minninum. Hann hevur síðani hann byrjaði, arbeitt sera tilfarsliga tilvitað við heldur øðrvísi tilfari, sum annars verður brúkt innan byggivinnu m.a. Standmyndir og objekt hava eitthvørt maskingjørt yvir sær, samstundis sum skapini eru full av lívrunnum ójavnum. Fleiri av verkunum hava ein bløðrutan yvirflata, ið sipar til okkurt, ið er flótandi og bleytt, samstundis sum verkini sýnast hørð og føst. Mótsetningsríku, bólgnandi verkini sýnast bæði løtt og skemtilig og djúpt álvarslig. Tey hava eitt hugtakandi sansaligt, hedonistiskt brá, sum verður undirstrikað av ljósareyða litinum, ið gongur aftur í verkunum á framsýningini.

Jóhan Martin Christiansen hevði tvær sera ymiskar framsýningar í Havn í ár. Eina við gipsverkum í Víngarðinum og eina við installatiónslist og gips í Steinprenti. Síðstnevnda framsýningin Tell It To My Heart minti um eina stóra konstruktivistiska installatión. Solveig Hanusardóttir Olsen ummælti framsýningina í Dimmalætting og skrivaði, at hon er hugtakandi: ”Eg haldi, at tað er fantastiskt at hava møguleikan at uppliva slíka avantgarde list í Føroyum. Framsýningin hevur eitt minimalt og industrielt brá, samstundis sum at hon er kensluborin og holdslig. 80-ára huglagi, nýtulkanin av populermentan, tilsipingarnar til ídnaðin eru øll partar av heiminum, sum kagar fram í framsýningini…”.

Í mars var framsýning við vatnlitamyndum og collage hjá finsku listakvinnuni, Anna Seppälä í Steinprenti. Myndirnar hjá Onnu Seppälä eru vakrar, lívsfegnar og litríkar, samstundis sum tær eru ekspressivar, dramatiskar, symbolskar og apokalyptiskar. Fríða Matras Brekku hevði serframsýning í Víngarðinum m.a. við blómumálningum. Blómumálningar hava sína egnu listasøgu. Fyrr í tíðini var málningalist ikki hildin at vera hóskandi arbeiði hjá kvinnum, meðan blómumálningar kortini kundu góðtakast sum eitt slag av málaðum broderíi, ið var hóskandi hjá kvinnum at takast við. Listafólk finna uppá ráð og duga at víðka um sjangrur - blómumyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku sýnast um somu tíð grafiskt einfaldar og modernaðar. Yrkjarin og myndlistakvinnan, Anna Malan Jógvansdóttir hevði sína fyrstu framsýning í Víngarðinum við heitinum EG ERI ELDGOSIÐ. Framsýnt var eitt úrval av tusjmyndum á pappír, sum eru figurativar, dekorativar og sum við sínum bjørtu litum og ævintýrkendu skapum kunnu tykjast góðvarnar ella fittar. Í veruleikanum eru hesar myndir álvarsligar, ekspressivar og enntá daprar í støðum. Tað var somuleiðis áhugavert at uppliva nýggj verk hjá grafiska listamanninum Mariusi Olsen. Hann hevði framsýning í Steinprenti og gjørdi ársins gávuprent til limirnar í áhugafelagnum Steinbrá.

Framúr Summarframsýning í NLH

Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum, Species var ein tann mest spennandi listaframsýningin í Føroyum í ár við teimum báðum listafólkunum, Janne Nabb (f.1984) og Maria Teeri (f.1985), ið eru útbúgvin á finska listaakademinum og universitetinum í Helsinki í 2011 og hava havt fleiri framsýningar bæði í Finnlandi og altjóða, t.d. vóru tey við í Norðurlendska framsýningarskálanum á Venezia Biennaluni í 2019. Tey kalla seg nabbteeri, teirra list er grundleggjandi kollektiv og idealistisk, merkt av hugsanum um javna og sínamillum virðing millum ymisk lívsløg eisini tey, sum eru so smá, at vit ikki síggja tey og við serligum denti á djór uttan beinagrind (t.d.høgguslokkar, krossfiskar, flatmaðkar, hvalspýggjur osfr.). Listin hjá nabbteeri ávirkast av staðnum, har tey framsýna; sjálvt um okkurt verk hevur verið framsýnt aðrastaðni enn í Norðurlandahúsinum er tann framsýningin eins og allar aðrar framsýningar hjá nabbteeri staðspesifikkar. Tey samstarva við listafólk ella kuratorar ymsastaðni – í sambandi við framsýningina í Norðurlandahúsinum hava tey samstarvað við Inger Smærup Sørensen, sum hevur kuraterað og sum bar eyga við verk hjá listafólkunum á eini framsýning í Kiasma í Helsinki.

Norðurlendskar virðislønir

Uppskotið frá føroysku tilnevningarnevndini at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár var yrkingasavnið Eg skrivi á vátt pappír eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger við yrkingum, sum bæði snúgva seg um lív og list, skrivaðar við einum serligum neyvt sansandi, poetiskt búnum tóna, sum vit longu nú í útgávu nummar tvey hjá yrkjaranum kenna aftur sum eyðkendan fyri hennara skrivihátt. Seinni í ár varð kunngjørt, at grønlendski rithøvundurin, Niviaq Korneliussen vann norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri sína sosialrealistisku og aktivistisku bók um sjálvmorð millum ung í Grønlandi, Blomsterdalen. Bókin Sum rótskot eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs var í uppskoti til ársins Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn hjá Norðurlandaráðnum. Bókin tematiserar aktuel evni sum veðurlagsbroytingar, nýtslu av skíggjum, rúsdrekkamisnýtslu, sorg, og harafturat stór og torskild evni sum samleika, seksualitet, vísindi og trúgv. Svenski rithøvundurin, Elin Persson fekk virðislønina fyri sína ungdómsbók, "De afghanska sönerna". Virðislønarhandanin varð send í sjónvarpinum, her hoyrdu vit, at Eivør Pálsdóttir fekk Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021. Hana hevur hon av sonnum uppiborið fyri sítt framúrskarandi tónleikaavrik. Í grundgeving varð sagt, at hon er ein gudaborin tónleikari við eini vakrari rødd, sum við síni alfevnandi nærveru á palli hevur hugtikið tónleikaáhugað kring allan heim.

Leiklist

Leiklistarliga bjóðaði árið uppá tveir leikir og enn eina umplasering av Tjóðpalli Føroya, sum er heimsins mest ófriðaligi bygningur, ið nú eftir øllum at døma skal staðsetast á Bursatanga. Hetta fekk eina ikki so øgiliga spenta viðmerking frá yvirritaðu á Listaportalinum: ”Tjóðpallur Føroya hevur virkað síðan februar 2005, hesi sekstan árini hava vit upplivað bygningin bæði staðfestan og tiljublaðan upp til fleiri ferðir eins og skiftandi samgongur hava lovað hetta og hatta, men fyri tað mesta hevur mann bara bíðað og bíðað og bíðað eftir Godot og eftir einum rúmligum og stásiligum tjóðpalli og enn er einki hent. So blívur mann also eitt sindur skeptisk og hevur ilt við at trúgva uppá nýggjar ætlanir. - Jú, á Skálatrøð skuldi tað vera og tað fyri vist, Heðin avdúkaði, hvítvín varð drukkið, men tað var heilt galið, hildu fólk, tí hvat so við bilunum, hvar skuldu okkara kæru bilar tá vera? Bilurin er kongurin í Føroyum 1-0 til bilarnar. Leiklistastríðið varar við í føroyska leiklistaumhvørvinum. Á einari síðu er leiklistabólkurin Tvazz, sum setti upp leikin Ó Søgur um djevulskap við støði í kendu skaldsøguni hjá Carl Jóhan Jensen, sum plagdi at vera intellektuell lakmusroynd í heimliga dunnugarðinum. Høgni Djurhuus ummælti leikin í Nón og var sjáldsama hugtikin. Ummælið fekk yvirskriftina Eitt megnar avrik. Tjóðpallurin framførdi nýggja leikin hjá Jóanesi Nielsen, Portrettið, sum eg í ummæli metti at vera listarliga viðkomandi: ”Tá leikararnir spæla við marionettdukkur fáa teir ein annan samleika og júst hesin lítli leikurin í leikinum, hesin um somu tíð barnsligi mini-leikur og svakligi dance macabre ber spennandi møguleikar við sær. Leiklistaliga upplivingin verður meira fjølbroytt og tað vísir seg sum, at alt slag av sjangrublandi klæðir tilfarinum hjá Jóanesi Nielsen væl - hann er jú frammanundan vanur at skriva yrkingar, sum minna um sjónleikir og letur t.d. í yrkingini Streymslit í savninum Gudahøvd (2017) Luther og Melanchton koma á gátt. Eg haldi eisini, at teir bestu partarnir av nýggja leikinum eru eitt slag av lyriskum monologum um mánan, um tilveruna og um listina…”

Filmur

Alt árið spenti Filmsfelagið seg út við góðum filmssýningum, vit vóru til fleiri áhugaverdar danskar filmar, t.d. Pagten um eina demoniska Karen Bliksen og hennara órímiligu krøv til yrkjaran Thorkild Bjørnvig og so var tað Druk hjá Thomas Vinterberg við einum fantasiska væl spælandi (og dansandi) Mads Mikkelsen, men hvørs problematik eg als ikki kundi seta meg inn í sjálvt um eg eri studentaskúlalærari og miðaldrandi og eg veit ikki hvat. Salurin var eisini fullsettur, tá vit vóru til nýggja heimildarfilmin um Ingálv av Reyni, Ferðin inn í tað ókenda, sum teir báðir Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen hava lagt til rættis. Filmurin er ein filmur um ein film og tá talan er um ein tann týdningarmesta og mest sædda listafilmin í Føroyum, Svartur Sannleiki frá 1999, so var hetta ein sera forvitnislig verkætlan. Ferðin inn í tað ókenda er samanumtikið ein gáva til Føroya fólk, sum teir báðir, Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen skulu hava hjartans takk fyri – ikki minst fyri brot, sum geva okkum nakað nýtt, t.d. tá Ingálvur tosar ítøkiliga um ein málning, hann er í ferð við at mála. Ein av teimum mest umrøddu og róstu filmunum í ár er annars tann lítla perlan, Skál, sum Maria Tórgarð og Cecilie Debell leikstjórnaðu. Skál er samnevndur við yrkingasavnið Skál, og snýr seg um yrkjaran, Daniu O.Tausen, sum er flutt úr einum umhvørvi í annað. Filmurin snýr seg um ungdóms avbjóðingar um at finna seg sjálva, royna mørk og um at finna eina javnvág millum uppvøkstur og tað nýggja. Tað besta við filminum er, at hann er nuanseraður og brýtur niður fordómar. Sum hyggjari verður tú góð við persónarnar á báðum síðum av bíbliubeltinum og tað gevur ein serstakliga áhugaverdan film.

 

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard fingið danskt listalegat

Ole Haslunds Kunstnerfond letur eina ferð um árið legat ella gávufæ til listafólk, sum tey meta vera týdningarmikil - ein av hesum er føroyingur, tað er Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, sum hevur fingið eitt ferðalegat og sum á heimasíðuni hjá Ole Haslunds Kunstnerfond verður lýst við hesum orðum:

TEKSTILKUNSTNER OG DESIGNER
RAGNHILD HJALMARSDÓTTIR HØJGAARD

Færøske Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard markerer sig stærkt i spændingsfeltet mellem tekstilkunst og design. Fra basen i København udforsker hun overfladen i tekstilet, og hendes produktion dækker en bred skala fra interiørdesign til billedkunst og arkitektur.

Efter sin afgang fra Det Kongelige Akademi – Design i 2016 udførte Ragnhild Hjalmarsdóttir, der også har en baggrund som skrædder, et scenetæppe til Nordens Hus i Tórshavn med færøske garner. Og netop de færøske garner er omdrejningspunktet for hendes fremsynede arbejder. Ragnhild Hjalmarsdóttir har en meningsfuld mission: at bruge og få gang i at producere tekstiler med alt det ubrugte uld og garn fra fårene på Færøerne. ’Ull er Føroya Gull’ (Uld er Færøernes guld), lyder titlen på tæppekollektionen, opkaldt efter det færøske ordsprog. Engang var uld en vigtig eksport- og handelsvare. Men i mødet med industrialiseringen er færøsk uld blevet et næsten overflødigt materiale. Men ud af den overskydende fåreuld frembringer Ragnhild Hjalmarsdóttir sine stedsspecifikke tæpper med forskellige taktile overflader og enkel mønstring, inspireret af færøske klipper og grottevægge. Under overfladen er hvert unikke design tæt knyttet til historien om en glemt håndværkskultur, der oprindeligt var bæredygtig og selvforsynende. Projektet handler både om realistisk udvikling af uldproduktion og forretningsmuligheder på Færøerne, samtidig med at det knytter tekstildesign til det globale FN-verdensmål om bæredygtigt forbrug og produktion. I tråd med tidsånden og det aktuelle fokus på bæredygtighed bliver det håndvævede tæppe således meget mere end blot et tæppe. Nemlig, en kommentar til brug og smid væk-kulturen – et stykke unikakunsthåndværk med holdning. Den færøske uld har Ragnhild Hjalmarsdóttir ligeledes omsat til skræddersyet, håndvævet pudedesign til restaurant Noma i København. I stor skala skal fremhæves udsmykningsopgaven med syv gobeliner fra gulv til loft i foredragssalene i uddannelsescentret Glasir i Tórshavn, tegnet af BIG, Bjarke Ingels Group. Senest har Ragnhild Hjalmarsdóttir samarbejdet med designeren Kasper Thorup og Århus Possementfabrik om at udvikle en ny, eksklusiv flagline i organisk færøsk uld til stolen Noel Chair.

I anerkendelse af hele denne innovative indsats, der i flere tekstile formater genbruger et gammelt håndværksmateriale som en højaktuel, bæredygtig og æstetisk ressource, modtager Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard Ole Haslunds Rejselegat 2021.

https://www.olehaslundskunstnerfond.dk/legatmodtagere/#legat_2020-2029

Blátt

Lýsandi bláu málningarnir síggja næstan út sum um teir sveima í Gamla Seglhúsinum, har Anker Mortensen framsýnir í løtuni. Sunnudagin 21.november læt framsýning hjá Anker Mortensen við heitinum Sandagerð upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Hetta var ein hugnalig løta við tónleiki, sum Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein stóðu fyri og við góðum skornum breyðbitum við skerpikjøti frá blíðu gallarífólkunum, Símun og Jastrid Gullaksen. Upplatingarrøðuna helt borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, ið eisini er farbróður og gubbi listamannin - hon er prentað her í blaðnum.

Náttúra

Anker Mortensen framsýnir ikki ofta og tað er tessvegna við serligum spenningi, at farið verður til hansara framsýningar. Hann hevur í langa tíð arbeitt við monumentala málningaverkinum, sum nú prýðir nýggju politistøðina í Havn. Tað tykist sum um okkurt fótafar av hesum megnararbeiði sæst aftur í nýggju myndunum á framsýningini í Gamla Seglhúsinum. Fleiri av teimum eru náttúrukendar og eg komi í tankar um listafólk sum Tommy Arge og Bárð Jákupsson, meðan eg hyggi. Samstundis kann eingin ivi vera um, at tað er Anker Mortensen, ið hevur málað myndirnar og at hann er eins originalur listamaður sum hann hevur verið í áratíggju - tað síggja vit á strokum, litum, strukturum og bygnaði, eini ørgrynnu av smáum serstøkum brøgdum, sum gera málningarnar til eyðkend Ankersverk.

Blátt  

Á framsýningini í Gamla Seglhúsinum eru fleiri myndir rættiliga bláar, soleiðis at heildarinnttrykkið av framsýningini ljómar av bláum. Anker Mortensen brúkar bæði Ultramarinblátt og Parisarablátt, sum hann málar í fleiri løgum við rundleittum skapum, ið breiða seg kring allan myndaflatan. Summi sýnast fløt og óblonk, meðan onnur eru skínandi og gjøgnumskygd. Fleiri staðni hómast løriftið út ígjøgnum málingaløgini, tað hevur m.a, við sær, at kantarnir á myndunum sýnast eitt sindur ullintir. Endaúrslitið er málningar, ið um somu tíð eru sera fysiskt til staðar í rúminum samstundis sum okkurt fullkomiliga óítøkiligt er yvir teimum har tær hanga á myrku timburveggunum í Gamla Seglhúsinum eins og lýsandi ovursjónir.

Sandagerð

Fyri nøkrum árum síðani hevði Anker Mortensen eina framsýning í Steinprenti, sum hann kallaði Víkin Fagra, ið fevndi um Hoyvík og hagan og laðingar har, men sum eisini eisini tók støði í heitinum á skaldsøguni hjá Gunnari Hoydal, Dalurin Fagri (1999). Heitið Sandagerð um hesa nýggju framsýningina í Gamla Seglhúsinum er á sama hátt eitt slag av savnandi metafori við topografiskum og poetiskum tilsipingum. Fyri tað fyrsta er Sandagerð sum kunnugt lítla sandstrondin í Havn, ein sermerkt og náttúruvøkur oasa í heimstaði listamansins. Men Sandagerð er meira enn náttúra og hevur eisini verið karmur um ríkt mentanarvirksemi - tað var sum kunnugt her í prestagarðinum, at Jákup Dahl próstur týddi stórar partar av Bíbliuni til føroyskt og sonur hansara, yrkjarin, sangarin og tónaskaldið, Regin Dahl, sum Anker Mortensen hevur stóran tokka til, hevur sungið m.a. Barnarímur hjá Hans Andreasi Djurhuus og vísur og skjaldur, ið eisini eru afturvendandi íblástur hjá Anker Mortensen og hómast aftur í verkheitum og fabulerandi skapum, har rógvið verður út á Balta millum annað: “Rógva út á balta, veiða fiskin salta, rógva út á tanga, veiða fiskin langa, rógva út á háa, veiða fiskin gráa. Rógvið suður, og rógvið norður at vita, hvat ið harrin vil geva okkum báðum”. Regin Dahl yrkti um fossin í Sandagerði, eitt brot úr yrkingini ljóðar soleiðis “ein ringjandi, syngjandi fossur, eitt leikandi, kveikjandi lag, ein mynnandi, mennandi kossur - Har eigi eg friðarstað; har tutlar og mutlar, har tvætlar og skvatlar, har súsar og brúsar so søtt...”.

 

Abstrakt náttúra

Sjálvt um fleiri av verkunum eru rættiliga abstrakt, kenst náttúran sterk í teimum. Men tó at sjónarringurin er høgur og mynsturtekningin fjølbroytt og flykrandi, eru vit ikki sum hjá Tommy Arge niðri í sjálvum tilfarinum í fjallinum, í mosanum, lynginum og klettinum. Hetta tykist meira andaligt onkursvegna t.d. í einum málningi, sum er stórur og heilt ljósur eins og ein akvarel. Um mann stendur still eina løtu framman fyri hesum verkinum, tekur seg fram ein ørgrynna av strikumyndum av ymiskum skapum. Tað kann minna um trø, steinar, sólir, fiskar og øll møgulig skap og mynstur, ið hómast aftan fyri eitt ljósablátt tám sum ein fagran summardag. Ein málningur, ið fær meg at hugsa um kendu yrkingina hjá Steinbirni B.Jacobsen, BLÁTT “Himmal og hav/ Møtast í bláum/ sjónarringurin/ hitt svarta bergið er blátt/ fjøllini/ tær grasgrønu líðinar/ eru aftanfyri eitt blátt tám/ viðhvørt.” Í einum øðrum framúrskarandi málningi er helvtin av myndaflatanum skyggjandi blá, meðan hin helvtin er ljós og sveimandi – tað er serliga áhugavert, at listamaðurin hevur valt at staðseta hesa luftkendu myndahálvuna niðast eins og fundament í myndini - tað kennist herliga ólogiskt, setir náttúrulógir úr gildi og ger myndina meira abstrakta. Framsýningin er opin mánadag til fríggjadag frá 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 18:00 fram til 16. desember 2021.

 

 

 

 

 

 

 

 

Vatn er ein vátur logi

Eitt viðkomandi listaverk

Nýggja bláa bókin hjá Carl Jóhan Jensen, Vatn er ein vátur logi fullger sermerktu og ambitiøsu triologiina hjá skaldinum, har tilveran verður kruvd og kannað og sett saman aftur á nýggjum við orðum og setningum eins og viðkomandi listaverk. Vatn er ein vátur logi kemur aftrat bókunum Sær - ein fuglabók av gloymsku frá 2017, ið er hvít og Terningar – søgur av tilvild frá 2019, sum er reyð. Á hillini standa hesar tríggjar bøkurnar nú sum eitt sermerkt trikoloristiskt monument í nýggjari føroyskari bókmentasøgu, Eitt serstakt listarligt univers á tremur í listarligum og formligum tilviti og nýhugsan við søgum um nívandi einsemi, óndskap, tilvild og aðra eksistentiella elendigheit.

Yvirlit

Nú tríbókaverkið hjá Carl Jóhan Jensen er liðugt, ber til at byrja uppá at gera sær eitt yvirlit yvir teir mongu áhugaverdu samanhangirnar millum bøkurnar, eitt nú kann myndatilfarið í bókunum kannast. Í øllum trimum bókum eru myndir fremst og aftast. Myndatilfarið í teirri bláu bókini er illustrativt og banalt í mun til skaldskapin – tað er kenda demensímyndin av eini andlitsmynd í profil, sum myndast av einum træi, ið er byrjað at missa bløðini eins og dement missa minni og harvið sjálvan seg. - Upplagt verður somuleiðis hjá frøðingum at meta um hvat teir tríggir litirnir á vøkru bókunum umboða. Í framúrskarandi filmstriologiini hjá Kieslovski frá 1994, Tríggir litir (Blátt, Hvítt og Reytt) kannaði pólski filmsleikstjórin til dømis hvussu tað stóð til í Europa við hugtøkunum, frælsi, javnaði og felagsskapi, sum litirnir í franska flagginum ímynda. Vit hava sum kunnugt somu litir í føroyska flagginum og meginparturin av tríbókaverkinum hjá Carl Jóhan Jensen gongur eisini fyri seg í Føroyum.

Møletið

Nýggja bláa skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen hevur eitt hóskandi vátt heiti av mótsetningum, ið endurgevur ein kendan setning hjá týska romantiska skaldinum, Novalis. Bókin verður nevnd Ein lívssøga og er sett upp sum ein sjónleikur við dramaturgiskum upplýsingum í byrjanini. Fremst eru persónarnir presenteraðir - tað er ein gomul kona, hvørs tankar og útsagnir í høvuðsheitum mynda bókina. Harumframt standa ”Tú” og ”Røddir í sjónvarpinum” til at taka lut í leikinum. Stað og tíð er ”ein stova í miðbýnum í Havn um miðjan augustmánað”. Tað er eyðkent fyri skaldið, at vit bara at síggja til fáa hópin av upplýsingum. –  Í veruleikanum er frásøgnin meira holut enn eitt møletið bundnaturriklæði og minst líka ørkymlandi.

Ørkymlandi einatala

Í staðin fyri at lesarin fær upplýsingar frá einum skilvísum 3.persónsfrásagnarfólki, eru vit í nokk so stóran mun sloppin upp á fjall og mugu gera okkara egnu metingar um støðuna og søguna burtur úr tí lutfalsliga ósamanhangandi orðafloyminum hjá høvuðspersóninum. Henda einatala er til tíðir eins ørkymlandi og óítøkilig sum flugan, sum gjøgnum alla bókina surrar uttan mál og mið og yvirhøvur tykist vera í stórari andsøgn til ta ógvuliga detaljeraðu og ítøkiligu scenografiina. Umhvørvið er lýst sera subjektivt og tulkandi, har er t.d. eitt ”ótol í luftini” og tapetið hevur ein ”nervaðan lit”. Hesin fyrsti parturin av bókini er samanhangandi og serstakliga væl skrivaður. Sum hjá Herman Bang verður ein heil lívssøga í grundini søgd við neyvu lýsingini av innbúgvi og ymsum lutum í eini stovu.

Syrgilig tilvera

Gjøgnum brotamyndir av minnum hjá konuni fáa vit ímyndina av eini heldur syrgiligari tilveru í okkara samtíð. Tingvarpið er tendrað í stovuni og tí ber til at dagfesta nútíðina í skaldsøguni at vera í august í 2018, tá Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna legði fram uppskot um at geva tvørkyndum rætt til at skráseta seg alment sambært kynssamleika sínum. Hetta uppskotið setti eyðvitað gongd á alt møguligt grátt undir steini, ið máttu fram at verja borg og hesar fordømandi og býttisligu viðmerkingar av tingsins røðarapalli eru beinleiðis siteraðar í bókini, sum hervið hevur samtíðarlig perspektiv. Deprimerandi innlitið í tað politiska trongskygnið á skíggjanum speglar trongu umstøðurnar, sum okkara høvuðspersónur er uppvaksin í, umstøður, har hon ikki hevur fingið pláss til at vaksa sum menniskja.

Demens

Afturlítandi fáa vit innlit í barndómsheimið hjá henni - eitt hússetur, sum minnir eitt sindur um tað hjá fólkunum í Sær ein fuglabók av gloymsku – hesi eru eisini partvíst við í nýggju bókini, ið somuleiðis nevnir ein persón í Terningum. Her er samanhangur millum bøkurnar, men eisini stórir munir. Hon er ikki løtt at lesa, nýggja skaldsøgan ella tað vil siga, at hon er rættiliga skjót at lesa, tí tað stendur ikki øgiliga nógv á síðunum, men tað tekur tíð at fata og knýta samanhangir millum tað, mann fær at vita og tað mann ikki veit. Og so er alt hetta universið so ófatiliga hart, syrgiligt og óeydnusamt, merkt av vantandi kærleika. Gleðin er bara til í ørstuttum, óálítandi løtum, girndin er sveittandi og knøpp og tú fært javnan varhugan av onkrum sjúkligum ella onkrum, sum ikki fer rætt fram. Tað er ikki lætt at lesa slíkar tilveruligar oyðimarkargongur og einki verður betri av, at frásøgnin um hesa syrgiligu lagnuna tendrar í ringu samvitskuna hjá hesum lesaranum um eina aðra gamla konu, ið alt ov leingi sat í stórum einsemi, meðan gloymimyrkrið svølgdi hana. Tíverri hava fleiri okkara upplivað hetta, at foreldrini - annað ella bæði - gerast minnisveik og hjálparsleys. Og tað er hetta, sum er í ferð við at henda við okkara høvuðspersóni, har hon situr einsamøll í stovuni og tosar og minnist aftur á ymiskt, sum treingir inn á hana. Av tí, at hon er dement og serstakliga óálítandi frásøgufólk samstundis sum hon er sjálv søgan, verður ósamanhangandi mentala støðan ikki lýst sum so. Við holum, endurtøkum og prikkum verður hon heldur ítøkiliggjørd fyri lesaranum, sum følir seg stara inn í myrkrið og spakuliga gerast partur av tí, alt meðan gamla huffar og skeldar út.

Marta

Tað er ikki bara egpersónurin, ið tykist óálítandi. Hesin ”tú”, sum hon ofta vendir sær til er eisini fjølbroyttur og kann bæði vera tú, sum lesur og ein persónur, hvørs umhvarv, vit bara hóma sum eitt mannfólk, kanska ein vaksin sonur, sum gamla konan blandar við pápan og sum alt ov sjáldan er og vitjar, men tað er helst tí hon gloymir so hvørt. Barndómsheimið hjá konuni ljóðar til at hava verið ræðuligt. Foreldrini hava verið meira og minni óáhugað í henni og hava í størri mun verið noydd til at taka sær av systrini, sum ljóðar til at hava borið brek. Og so hevur tað annars verið eitt verri skil av gudiligheit, reinligheit, svakligheit og kærleiksloysi. Har er bara einstakur linni í frásøgnini og tað er Marta, ið er vinkona egpersónin – og helst nógv meira enn tað. Tað er forrestin positivt, at samkyndleiki sýnist alt meira vanligur í nýggjum føroyskum skaldsøgum.

Prikkar

Frásagnarhátturin er, sum áður nevnt, ógvuliga serstakur við holum, ólogiskum steðgum, útsagnum, ið verða brotnar av og so er tað maniska teknsetingin, sum eg í fyrstani eri við at fáa ganir av… Í staðin fyri at nýta punktum, brúkar Carl Jóhan Jensen konsekvent tríggjar prikkar millum setningar og setningsbrot. Slíkir prikkar verða vanliga brúktir til tess at lýsa, at tað skrivaða er partur av eini heild, at tað er óliðugt, at mann ikki heilt veit, men drálar og ivast. Í bókini Vatn er ein vátur logi eru prikkarnir partur av einum tilvitaðum stíli, sum hevur við sær, at tú sum lesari ikki følir nakran setning enda á avkláraðan hátt. Tað er strævið, men gerst alsamt meira áhugavert og viðkomandi, meðan mann lesur. Stílurin hevur eina hugtakandi, ekspressiva, óróliga, næstan tivandi effekt. Vit eru hjá konuni, í somu støðu sum hon djúpt inni í mjørkanum og støvinum mitt í vónleysu royndini at fáa tilverunnar puslispæl at liggja rætt.

Sofía vann Teaterpokalina!

Sjónleikarin Sofia Nolsøe Mikkelsen vann fyri løtu síðani týdningarmiklu donsku leiklistavirðislønina, Teaterpokalen. Teaterpokalen er elsta leiklistavirðislønin í Danmark og tó, at aðrar virðislønir eru bæði størri og pengasterkari, er Teaterpokalen ein serliga týdningarmikil og vird virðisløn. Olaf Johannessen fekk hesa virðislønina í 2014, og nú fekk Sofía Nolsøe hana.

Teaterpokalen varð stovnað sum leiklistavirðisløn í 1933 og orsøkin til hennara stóra tign er m.a., at tað eru fakfólk, ið lata hana. Tað er “Foreningen Danske Teaterjournalister”, sum á hvørjum ári lata virðislønina, ið nógvir týdningamiklir danskir sjónleikarar hava fingið, t.d. Liva Weel, Osvald Helmuth, Clara Pontoppidan, Ghita Nørby, Bodil Jørgensen og Lars Mikkelsen m.a.

Sofía Nolsøe Mikkelsen var tilnevnd fyri sín leiklut í Når vi døde vågner og A Clockwork Orange á Aarhus Teater. Virðislønin fevnir um 50.000 krónur og eina silvurpokal. Sofía Nolsøe Mikkelsen starvast fast á Aarhus Teater, har hon hevur spælt nógvar høvuðsleiklutir síðstu árini, t.d. sum Selma í Dancer in the Dark. Í Føroyum hava vit m.a. sæð hana í høvuðsleiklutinum í Hamlet, sum Det Ferösche Compagnie setti upp í Norðurlandahúsinum og í stuttfilminum Skuld hjá Heiðriki á Heygum. Ummælarin Lene Grønborg Poulsen handaði virðislønina við hesum orðum: ”Man er aldrig i tvivl om, hvornår du træder ind på scenen. Du tager rummet med en stor overbevisende kraft og favner hele spektret, så vi som publikum ender helt yderst på stolekanten og trækker eller holder vejret med dig. (…) Spændvidden er i hvert fald stor, når man med nerve mestrer alt fra det naturalistiske og surreelle hos Ibsen til det vilde og voldelige i 1960’ernes A Clockwork Orange”. Røðan kann lesast her í síni heild: https://bit.ly/3lBv3Th

Hjartaliga til lukku, Sofía!

Randi Ward hevur vunnið virðisløn fyri týðing av føroyskum skaldskapi

Foto: Gunnar Steinn Úlfarsson

Yrkjarin og týðarin Randi Ward hevur vunnið Nadia Christensen virðislønina í týðarakapping hjá American Scandinavian Foundation fyri týðingina av úrdráttum úr yrkingasavninum Hvat hjálpir einum menniskja at vakna hesumegin hetta áratúsundið hjá Kim Simonsen. Virðislønin verður latin eina ferð um árið. Í grundgeving fyri virðislønini verður Randi róst fyri sín málsliga stíl og evni at raka tað einfalda og tilfarsliga í upprunayrkingunum.

Randi Ward vann somu virðisløn í 2013 fyri týðingina av Fjalir eftir Tórodd Poulsen. Á listanum yvir tey, sum áður hava vunnið (sí leinki niðast), eru nógvir týdningarmiklir norðurlendskir høvundar og týðarar – í fjøruti ár er tað bara Randi Ward, sum hevur vunnið virðislønina fyri at týða úr føroyskum. Í 1985 vann John F.West fyri týðing av brotum úr Det gode håb hjá William Heinesen. Yvirhøvur ger Randi Ward nógv við at miðla føroyska poesi úti í heimi – hon hevur skrivað fleiri greinar um føroyskar yrkingar. Takk fyri tað, Randi og hjartaliga til lukku við virðislønini. https://www.amscan.org/fellowships-and-grants/past-asf-translation-prize-winners/

Satan, títt navn er...


Í hesum døgum verður nýggi leikurin hjá Jóanesi Nielsen, Portrettið framførdur á Tjóðpallinum. Í umrøðu av leikinum í útvarpinum hevur ferð eftir ferð verið staðfest, at leikurin er serstakur. Slík skoðsmál kunnu, tá tey verða endurtikin, sýnast ivasom, men eftir at hava sæð leikin haldi eg meg vita hvat tað meinast við og at leikurin fyri tað mesta er serstakur uppá tann góða mátan.

Hugskotið er líka svakt sum tað er fantastiskt fyri ikki at siga fullkomiliga Jóanes Nielsenskt; at bryggja saman ein sjónleik um eitt ímyndað møti millum Sámal Joensen-Mikines, Jógvan Kjølbro og Victor Danielsen. Ein hurlivasi av søgu og fiktión, ið er løddur av list, makt og trúgv, men við áhugaverdum perspektivum, sum røkka víðari enn bara til nakrar tilvildarligar ævisøgur.

Illimaður/kona

Fríggjakvøldið 12.nov. var eg til undansýning á Tjóðpallinum og upplivdi har leikin í dugnaligu uppseting Guðjón Pedersens við Hans Tórgarð, Hjálmar Dam, Nicolaj Falck og Kristinu Sundar Hansen á palli, umframt Annfinn Heinesen í films- og ljóðupptøkum, spæla fýra týdningarmiklar personasjur ella tríggjar prominentar søguligar persónar og so eitt ikki minni týðandi fyribrigdi - tað er illimaður, sum bara er til um og tá mann trýr uppá hann. Hetta fekk ein sera væl uppløgd Kristina Sundar Hansen okkum at sanna í cabaret-outfitti við høgum hatti. Hon er eitt satt vælsignilsi av humor, europeiskari mentan og dekadansu á pallinum, ja og av kvinnuligheit, ikki minst, sum yvirritaði kvinnuligi áskoðari ikki visti seg mangla inntil ta stund, at Kristina reisir seg úr stólinum, har hon situr, tá vit áskoðarar ganga fram við henni inn í teatursalin á Meiarínum. Og tað er eisini í hesu somu løtu, at leikurin finnur sítt rætta og sannførandi gear. Samrøðan millum illamann og Victor Danielsen er eitt hæddarpunkt í leikinum bæði av tí, at hugskotið er gott, men eisini tí Hans Torgarð spælir Victor Danielsen, sum hann ger framúr við at mana fram henda demoniska, heimfødda, sniðfunduga og arbeiðssama, men eisini glataða móðirloysing, sum vit taka synd í og gerast góð við eina løtu.

Marionettdukkur

Hugskotið í byrjanini og endanum av leikinum við surrealistiska marionettleikinum, ið skal ganga fyri seg í huga Mikinesar, er listarliga áhugavert, men eg haldi hesin partur gongur eitt sindur ov seint og nølandi fyri seg ella soleiðis kendist tað hesa undansýningina – tað hevði yvirhøvur klætt leikinum um einir tíggju minuttir voru kutaðir í hvørjum enda - leikurin vardi ein tíma og hálvtrýss minuttir. Tá leikararnir spæla við marionettdukkur (Rakel Helmsdal gjørdi dukkurnar) fáa teir ein annan samleika og júst hesin lítli leikurin í leikinum, hesin um somu tíð barnsligi mini-leikur og svakligi dance macabre ber spennandi møguleikar við sær. Leiklistaliga upplivingin verður meira fjølbroytt og tað vísir seg sum, at alt slag av sjangrublandi klæðir tilfarinum hjá Jóanesi Nielsen væl - hann er jú frammanundan vanur at skriva yrkingar, sum minna um sjónleikir og letur t.d. í yrkingini Streymslit í savninum Gudahøvd (2017) Luther og Melanchton koma á gátt. Eg haldi eisini, at teir bestu partarnir av nýggja leikinum eru eitt slag av lyriskum monologum um mánan, um tilveruna og um listina. – Tað tekur eina góða løtu áðrenn eg finni út av hvør leikari spælir hvønn – hetta kemst møguliga av, at ørligi standurin á sinnissjúkrahúsinum í fyrstani einsháttar persónarnar og fær teir at líkjast, men so varnast mann tann tann ovurhonds sjálvsfegna, men eisini ørkymlaða Mikinesmálaran, sum Nicolaj Falck spælir við hóskandi ivaloysi og vitloysi onkrastaðni beint við karikaturin - og sum vit orsakað av scenografiini helst longu vistu var har. Hetta gongur alt fyri seg í truplaða hugaheiminum hjá Mikines, meðan hann er innlagdur á nervasanatorium.

Pallurin

Pallurin er eitt sindur rátt framleiddur um mann t.d. ber saman við scenografiina í síðsta leikinum hjá Jóanesi Nielsen, Havfrúgvin (2016). Hetta minnir meira um eitt gamaldags pallrúm í einum gomlum sjónleikarahúsi við hurðum, nøkrum stólum, einum lítlum filmslørifti, einum risastórum mánaða og so einum veldugum altari av eini jarðarferðarmynd við afrikanskum maskum, munchskum skríggi osfr. Myndir, vask og annar húsbúni er allur viðvendur og hongur á høvdinum. Uppi undir loftinum hongur eisini ein stova á høvdinum, fullfíggjað við sofu, stólum, borði, lampu, innrammaðum fotomyndum, einum lítlum danabrókarflaggi og mitt á sofuni liggur ein militerkaskett – hon er tóm og full av týdningi – hesin parturin av scenografiini er eyðkendur fyri Edward Fuglø eins og ein dreymakend, surrealistisk pallseting av sakni. Lýsti low tech framburðurin umbroytist nakað av ljósi og ljóði (Turpin Napoleon Djurhuus stendur fyri ljósi og Jónfinn Stenberg hevur gjørt video og ljóðupptøkur). Ikki minst riggar mánin sera væl bæði sum scenografi, samlandi poetiskur metaforur og ítøkiligt lagnutungt lørift undir tí veruliga sorgarleikinum, ið hendi orsakað av Klaksvíksstríðnum, tá herskipskapteynurin á Rolf Krake, Holger Louis Jensen tók seg av døgum eftir miseydnaðu ferðina í Klaksvík. Inn í millum er buldur og brak, sum ger okkum varug við søguliga ófriðin í Klaksvík og í frásøgnini kenna vit eisini aftur partar av ævisøguni hjá Sámal Joensen-Mikines, men vit skilja alt fyri eitt, at talan ikki er um ein naturalistiskan ella realistiskan sjónleik - her er ikki nøkur kronologisk hendingagongd, sum drívur leikin fram á leið – tað eru hugmyndir, tableau og nakrir menn, ið tosa, kjakast og rokast á pallinum.

Kjølbro

Tað er sostatt hetta søguliga Klaksvíksstríðið ella sum Kjølbro og aðrir klaksvíkingar taka til, Læknastríðið, sum er søguligi karmurin kring leikin. Hetta stríð var um danska læknan, Olaf Halvorsen, sum eftir kríggið var settur í fyribilsstarv í Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tá tað vísti seg, at hann var útihýstur úr Danska Læknafelagnum, tí hann ikki vildi rinda eina bót, kundi hann ikki fáa fast starv sum lækni á sjúkrahúsinum. Tá fekk ein annar maður við tøttum sambandi til Kjølbrofamiljuna starvið og av hesum vóru fólk óð bæði inn á Kjølbrofamiljuna og um tað, tey fataðu sum ótolandi imperialistiskan/centralistiskan hugburð úr Keypmannahavn og Tórshavn. Í leikinum er Mikinesmálarin komin til Klaksvíkar júst tá tað leikar harðast á, at mála portrett av vinnulívsmanninum, J.F. Kjølbro, ið eftir øllum at døma ikki heldur nógv um William Heinesen, sum Mikines í heilum vísur til – men umframt hetta er Kjølbro tann av persónunum, sum stendur kámastur fyri mær, tá eg hugsi aftur á leikin, sjálvt um tað eydnast Hjálmar Dam at fáa fram bæði styrki og stúran í einum sera fysiskum og sterkum Kjølbro, sum tykist at kalla hippiesligur við síðum hári og hálvfjersarayvirskeggi og berur um føturnar. Kanska er tað tí, at eg blandi við Havfrúnna, at eg haldi hann líkjast meira Jóanesi Nielsen enn heroiseraða og demoniseraða vinnulívsmastodontinum úr Klaksvík – hesum selfmade fólkafloksmanninum úr smáum korum, ið gjørdist arbeiðsgevari hjá útivið túsund løntakarum og sum ikki bara ávirkaði tað tímiliga í heimbýnum, men eisini var ágrýtin og framstandandi partur av Brøðrasamkomuni og sigst vera ein orsøk til, at tann samkoman er so lutfalsliga stór í Norðoyggjum, av tí at so nógv av hansara starvsfólkum á sjógvi og á landi valdu at melda seg í Brøðrasamkomuna.

Satan títt navn er...

Í leikinum tekur Kjølbro hjartaliga ímóti Victor Danielsen, sum skal tosa við Holger Louis Jensen, herskipskapteynin í hansara stóru neyð nú royndin hjá danum at fáa skil á støðuni í Klaksvík er miseydnað. Her er ein sena um Faðir Vár, sum eg ikki heilt skilji (biðja baptistar ikki faðir vár og hví er tað stuttligt?), men portrettið av trúboðaranum og bíbliutýðaranum er sannførandi og hugtakandi dupult. Ein likamliga veikur maður við sterkari andligari sannføring, sum lætt freistast av allari heimsins herligheit og sum tessvegna hevur tørv á einum ítøkiligum illamann at halda skil á øllum teimum innaru demonunum. Tað er nógv fyri, at einasta konufólk á palli er fanin sjálvur, men í hesum leikinum tykist høvundurin tilvitaður um hetta og ger tað til eitt poeng, at satans navn er kvinna – eg hvakk við akkurát tá, tí eg helt meg hoyra mítt egna navn. Móðurloysi er eitt evni í leikinum, sum verður knýtt at lagnuni hjá Victor Danielsen, hvørs móðir doyði, tá hon átti hann. Evnið verður eisini breitt út til protestantisku kirkjuna, har vit ikki leggja sama dent á Mariumyndir sum katolikkar. Men annars er leikurin í stóran mun um menn og um mannligar lagnur og mannliga list og tað er fínt. Ella tað helt eg – heimkomin hugsaði eg, at tað kundi verið herligt onkuntíð at uppliva intellektuelt konuprát um list og lív við cognac og sigarum afturvið í onkrum leiki, har tað kvinnuliga ikki einans verður definerað av kærleiksfunktiónum.

Leiklistastríð?

Ein annar spurningur, sum eg hugsaði um, tá eg var komin heim aftaná leikin, er hvørt mín uppliving á nakran hátt var merkt av leiklistastríðnum, sum enn valdar og hevur við sær, at nógv etablerað leiklistafólk boykotta Tjóðpallin. Svarið er bæði nei og ja. Tað var ómetaliga gott aftur at vera áskoðari á okkara lítla Tjóðpalli. Men um vit t.d. minnast aftur til 2010, tá Kirsiberjagarðurin hjá Tjekhov var framførdur sama stað undir leikstjórn av sama leikstjóra, Guðjón Pedersen, so hevði hetta ikki borið til í dag – tað var eitt brak av einum leiki við ikki minni enn tólv leikarum. Nýggi leikurin hjá Jóanesi Nielsen inniheldur nógvan tekst, men hesin er latin lutfalsliga fáum leikarum at umsita – eg veit ikki um høvundin hevur havt ósemjuna í huga, meðan hann skrivaði sítt handrit og orsakað av tí hevur avmarkað leikaratalið. Hvussu er og ikki, er tað eydnast honum at skriva ein listarliga viðkomandi leik, sum er størri enn tær einstøku privatsøgurnar, sum hann speglar.

Blue Velvet Vernissage

Í gjár, 20.november læt framsýningin hjá Randi Samsonsen, Blue Velvet upp í Víngarðinum og eg helt eina røðu, sum eg seti inn herundir. Framsýningin kann síggjast fríggjadag og leygardag, tá opið er í Víngarðinum. Men hon sæst eisini uttanífrá um dagin, tá tað er ljóst. Her er røðan og onkrar myndir, sum eru eitt sindur ávirkaðar av heita og hugnaliga ljósinum í Víngarðinum. Far sjálv og hygg at framsýningini í dagsljósi.

Barndómur hevur ein sermerktan ævinleika yvir sær, men tá eg var barn vóru allir dagar ikki líka. Onkuntíð var tað jólaaftan og onkra aðru tíð skuldu mamma og babba í ball. Eg visti ikki hvat tað var, men mær dámdi útgangspunktið. Tí mamma fór í silvursandalir og ein so einastandandi flottan kjóla við vakrari silvurbrokadu. Yvirdeilurin var tjúkt og mjúkt ljósablátt velour. Eg minnist tann litin og eg minnist mammu í tí stóra speglinum í gongini við reyðari varrastift og vøkrum carmen-curlers bylgjandi hári. Eg minnist tann hugtakandi, men eisini ørkymlandi anga av luktilsi og hárlakk, sum sveið í eygunum. Mamma í speglinum var næstan ikki mamma meir. Eg fekk ein varhuga av onkrum heilt merkiligum og óskiljandi, sum í høvdinum á mær knýtti seg til tað veldiga myrkrið, eg longu tíðliga visti var har.

- Alt hetta. Tilfarið, ljósið og myrkrið renna fram fyri meg, tá eg hyggi at listini hjá Randi Samsonsen. Og nostalgiin verður jú undirstrikað í heitinum Blue Velvet – Tony Bennet sang vakra sangin í 1951 og í 1986 gjørdi David Lynch myrka filmin Blue Velvet. Í einum teldusamskifti, eg hevði við Randi, ger hon vart við tilsipingarnar, sum liggja í heitinum, Blue Velvet - at tað er bleytt, at tað er blátt og eisini sorgblítt. Tað seg um nakað, sum er farið, nakað sum stendur í stað og nakað, sum flytur seg ómetaliga seint. Randi skrivar og eg siteri:

“Velour (tilfarið) er við til at broyta litirnar áhaldandi, alt eftir hvar frá tað sæst og hvussu ljósið fellur á tað. Tað sýgur til sín og skjýtur frá sær. Er “heitt”, “kalt” og "bleytt". Velour minnir meg eisini á nøkur heilt ávís rúm. Stovur, sofur, gardinur. Har so nógv fer fram, har løturnar verða hangandi, har minnir verða verandi. Í tilfarinum, sogin inn. Og tá eg nerti varliga við, so kann eg endurkalla tey. Minnini. Góð sum minni góð. Og tøgn.”

Ein tráður í hesi framsýning er heilt vist nostalgiskur, ein annar er modernaður við hard edge figuratión, strípum, krossum og puntum, men motorurin er progressivur - sjálv framdriftin í hesari listini er progressiv. Tað hoyra vit á Randisa egnu frágreiðing, men síggja tað eisini við okkara egnu eygum, at hetta er samtíðarlist, gjørd og hugsað í okkara tíð. Tað riggar ikki at hugsa hesa listina inn í “ull er Føroya gull” hevdina - hetta er eitt spildurnýtt ættarlið av tekstillist í Føroyum. Eg haldi tað er hugtakandi at síggja í hesum lítla hølinum hvussu fjølbroytt verkini eru og hvussu tey fyrihalda seg til hølið - summi innrammað, onnur ikki, summi eru eins og myndir ella relieff, meðan onnur eru skulpturel. Summi verk tykjast álvarslig, onnur eru stuttlig – her er nógv at síggja, nógv at varnast. Randi, túsund takk fyri, at tú játtaði at gera hesa heitu, bláu og bleytu framsýningina til okkum. Hana eru vit glað fyri. Til lukku.

Vikuyrking hjá Kalpanu Vijayavarathan

Vikuyrkingin er ein fastur teigur í Dimmalætting, sum Bergur Djurhuus Hansen og undirritaða, Kinna Poulsen skipa fyri eina ferð um vikuna. Fyrsta vikuyrking var í blaðnum 23. oktober, so vit hava havt ársdag uttan at varnast tað. Eg fari at seta Vikuyrkingarnar her á Listaportalin og í dag er tað ein yrking hjá Kalpanu Vijayavarathan

Hon gav í fjør út yrkingasavnið Whisper of Butterfly Wings. Tað var útselt eftir fáum døgum, og er komið í nýggjum upplagi. Yrkingarnar í savninum eru um, hvussu tað er at koma til Føroya úr einum øðrum heimsparti og uppliva føroyska samfelagið. Í fleiri yrkingum skiftir Kalpana millum enskt og føroyskt eins og einstøk orð á donskum koma fyri. Útgávan er eitt nýtt slag av dømi um føroyskan skaldskap, sum ikki er skrivaður á føroyskum. Yrkingarnar í savninum eru um list (sonevndar ekfrasur), um samleika og um trúgv. Hendan yrkingin er um at verða sett í bás, at verða markað, og m.a. tí er tað umráðandi at gera vart við, at Kalpana Vijayavarathan ikki bara yrkir um, hvussu tað er at vera flutt til Føroya úr India, hon er ikki bara umboð fyri ein bólk ella sjónarmið í samfelagnum, men ein av heimsins mongu yrkjarum við fleiri mentanum í sær. Hon setur orð á upplivingar í føroyska samfelagnum, sum ikki hava verið orðaðar fyrr. Fotomyndin er ein summarmynd við høgum sjónarringi.

 

Defiant Identity Freed
06.12.2018

Stone by stone

Step by step

Glance by glance

You crush me into a tight space.

Your brush burns as you paint me into a small corner.

“Foreigner, útlendingur far heim” burn into the

                          hollows of my heart.

Wife, mother, Faroese daughter in Tórshavn rebuts

                          my mind.

I erase the paint steadily and surely.

From the corner you forced me into

I rise phoenix-like Indian Faroese and claim my place

for my family and myself.

I’m home, and home I will be “líkamikið hvat”

In this rock in the North Atlantic!

Paint me in many corners as you will

And every time I will recreate the image that you build

Prometheusly will I break the chains you impose

                          to enslave me.

I am more than my race, colour, creed – I am ME!

Blue Velvet

Leygardagin 20.november klokkan 15-17 letur ein forkunnug og fjálg framsýning upp í Víngarðinum við nýggjum verkum hjá Randi Samsonsen. Heitið á framsýningini, Blue Velvet sipar bæði ítøkiliga til verk, sum eru framleidd úr djúpbláum velour, men heitið er eisini myndamál, ið lýsir huglagið á framsýningini, sum um somu tíð er nostalgiskt og progressivt. Talan er um tekstillist - tað taktila hevur stóran týdning í verkunum, sum mann fær hug at nerta við, kela ella kanska beinleiðis balla seg í. Kompositiónirnar hjá Randi Samsonsen tykjast í fleiri førum øðrvísi hvassar og geometriskar við beinum strípum og netmynstrum. Eitt monumentalt verk, sum sæst ovast her, er sett saman við strípum av tveimum sløgum av tilfari og minnir næstan um persiennir ella okkurt slag av gardinum. Strípurnar eru partvíst bláar í einum volurklæði, sum er sett saman við einum blómuprýddum klædnastykki og tí, at figuratión ofta vinnur av tí, at eygað av sær sjálvum letar eftir onkrum at kenna aftur, so er tað fyrst blómurnar, tú sært. Men longu meðan tú ert í ferð við at taka vakurleikan inn og fata blómurnar, teirra litir og lív, mást tú blinka, og tá eygað verður uppafturlatið er tað brádliga eins og djúpbláa myrkrið tekur seg fram í myndini. Hetta verkið er nógv meira álvarsligt enn mann skuldi hildið og snýr seg um annað og meira enn estetisk fyribrigdi. Ein annar grundlitur á framsýningini er brúnt, sum listakvinnan lýsir eins og ein lit, ið fevnir um allar litir. Um tilfarið velour sigur hon, at tað áhaldandi broytir litirnar, alt eftir hvaðani tað sæst og hvussu ljósið fellur á tað og so er tað minnini, sum tilfar og litir seta gongd á.

Upplatingin í Víngarðinum verður hildin sambært almennum tilmælum og tessvegna krevst coronapass.

Minni um røturnar - Nýtt frá Tóroddi

Onkur yrking er um mat og at eta, men tað er ikki hissini matskrá, sum verður borðreidd í nýggju bókini hjá Tóroddi Poulsen, við sparli í lesullasós og øðrum forkunnugum delikatessum.

Hon eitur Verljóð, henda 45. bókaútgávan hjá Tóroddi. Eitt vakurt savn við 88 yrkingum á góðum hálvfems síðum, sum við fáum undantøkum eru stuttar og fyndugar. Verljóð er heimagjørt orð, sett saman av tveimum orðum, sum eg at byrja við hugsi fyri mær í boðshátti: Ver ljóð, altso eitt ynski um, at setningar yrkjarans mega gerast fullborin ljóð ella yrkingar. Men verljóð kundi eins væl verið eitt slag av eksistentiellum yrkingum um at vera til, yrkingar, ið sipa til ljóðið av tilveruni ella bara veraldaryrkingar. Har er eisini okkurt í bókaheitinum, sum fær meg at hugsa um Bíbliuna, tá Guð sigur í fyrstu Mósebók, at tað skal vera ljós og sá, at ljósið var gott og hesin varhugi mín kemst m.a. av, at orðið “ljós” er skrivað á bakpermuna. Typiskt fyri mótsetningsfegna yrkjaran er orðið skrivað við smáum hvítum bókstavum á kolasvarta grund.

Dreymir

Inni í bókini í einari yrking stendur um heitið, at tað stavar úr dreymi. Og júst dreymir eru afturvendandi í surrealistiskum yrkingum, har veruleikans lógir onga ávirkan hava. Hann hevur aftur hesa ferð sjálvur skapt permuna burtur úr tveimum steinprentum, sum hann hevur teknað ein svartan fýrkant á, har bókaupplýsingarnir standa við hvítum hondskrivaðum bókstavum kring ein gyltan runding. Inngangsorðini “her gekk hann/ hetta er hansara brekka” benda á onkra eksistentiellu leið, samstundis sum tátíðarorðingin ber brá av eini søgu, eini mytu, men eisini ein gerandislig, einføld orðing ella kliché, sum kundi verið brúkt í einari av teimum mongu ymisku Meg minnist sendingunum, sum florera í útvarpinum í løtuni, men brekkan er nútíðarlig og vit fara fegin við yrkjaranum niðan brekkuna.

Hugflog og flogfar

Longu frá fyrstu yrking í savninum verður samband knýtt millum hugflog og flogfar ella millum ítøkiligt og óítøkiligt, eitt fyribrigdi, ið sæst aftur nógvastaðni í savninum og sum eisini til tíðir hevur við sær, at summar yrkingar tykjast torskiltar. Men Tóroddur Poulsen dugir sjáldsama væl at arbeiða abstrakt við figurativum myndaliðum – tað sama ger hann javnt og samt við eitt nú súkklum og spannum í myndlistini, men eisini í yrkingum fær hann nógv burtur úr at blanda kategoriirnar. Í eini yrkingasvitu í savninum í seks pørtum er tað lívið sjálvt, sum er høvuðspersónur. M.a verður lívið persónsgjørt til onkran, sum tøssar og hevur búkpínu og giktplágaðar hendur. Í einari yrking stendur: tey/ fella/ trøini/ so eg/ kann/ yrkja/ minni/ um/ røturnar. Her er bæði ein visuellur og innihaldsligur mótsetningur í yrkingini millum tey steyrrøttu trøini og tær bylgjandi røturnar, men inn í negativa tómrúmið, har trøini stóðu, verður yrkingin sett, og lesarin fer av fleirtýðugu orðingini at spekulera um orðið “minni” er navnorð ella lýsingarorð og hvørt yrkjaraegið fer at minnast trærøturnar ella heldur fer at minka um sínar trærótayrkingar.

SPARL

Verljóð eru yrkingar um at skapa, vera, droyma og minnast, um mál, træ, asfalt og annað tilfar. Frásagnarliga ramman er ein flogferð til Føroya, har lent verður í síðuvindi og har ferðafólkini einans sleppa at brúka tað aftasta vesið, tí manningin brúkar tað fremsta. Í einari groteskari yrking við heitinum SPARL verður tann annars hámetta føroyska matstovuvinnan hildin til gjøldurs “ja hvørja ferð tú koyrir eitt sparl í munnin/ smakkar tú enn eina michelinstjørnu” og tá vit lesa, at matstovugestirnir hoyra tjaldurslát í hátalaranum, meðan tey eta, ja, so ivast vit ikki í, at talan er um sjálvan aðalgimsteinin innan føroyska matstovuvinnu og at yrkingin altso er ein parodi uppá KOKS.

Kritiskar yrkingar

Listasavnið fær koyrilin fyri vantandi progressivitet í sínum framsýningarvirksemi fyri “framvegis/ roynir at/ vísa okkum/ at vit eru/ eitt listarligt/ menningarland…” eins og funnist verður at teimum instagrammu, ið oysa út sínar deyðu myndir til tey blindu. Tað stendur heldur ikki væl til innan standmyndaøkið og bæði ræstir fiskar og visnaðar grindalykkjur biðja um fyrigeving vegna øll tey, sum ikki vita hvat tey gera “tí lívið/ kann vera leiðiligt/ eins og eitt bókavarðarviðmæli/ av kókibókaslagnum/ og aldrin eins og / ein grólandi/ dómkirkja/ inni í einum/ fuglafrøðingi.” Sjálvt um tingini verða vend við, er als ikki torført at bera eyga á føroyskar veruleikar í bókini og onkrastaðni hómast ein listamaður, ið troyttast av at verða róstur fyri síni bókaverk av myndlistafólkum, sum tilvitað ignorera hansara myndlist, tó at hann hevur verið myndlistamaður í nógv Harrans ár. Tað er spell - eisini, at Tóroddur Poulsen ikki í størri mun verður virdur og brúktur innan myndlistaøkið og at hann ikki hevur fingið størri framsýningar- og prýðingsuppgávur.

Mistreysti

Eitt ávíst mótloysi er at hóma, tá tað verður staðfest, at lítið er at anda fyri og at yrkjaraegið skjótt einki hevur at yrkja um: havi so/ ofta sæð/ ein fugl/ eg áður/ ikki havi/ sæð og/ skjótt/ havi/ eg einki/ at yrkja/ um. Men sjálvt tá mistreytið er størst, eru setningarnir hjá Tóroddi Poulsen tað størri í fínum yrkingum, sum hesari júst nevndu, ið við fáum orðum lýsir lívsgongdina hjá teimum, ið sleppa at liva leingi. Javnan er tað eins og yrkjarin sipar til eldri tekstir hjá sær sjálvum um bleikar nætur og um at ganga í Havnargøtum og leita eftir brennivíni meðan kavaflykrurnar gloyma at bráðna. Júst í slíkum afturlítandi yrkingum, sum taka støði í minnum, megnar Tóroddur at toga fortíð fram á ein hátt, sum steðgar tíðini og verður ein universal tilverulýsing eitt nú í einari paradisiskari sælumynd sum hesari:

 

tey renna

út og inn

gjøgnum portrið

tey sum ikki

longur eru her

og tey hittast

niðri í fjøruni

síggja ikki

kærleikan

fyrr enn

tey merkja

suðið frá

egnum veingjum

tá tey eygleiða

gyltar krabbar

og forsúllaði

kombikk

Bókadagar 2021

Bókadagar verða í Norðurlandahúsinum hesa vikuna við rithøvundasamrøðum, fyrilestrum, yrkingaupplestri, bókmentaummæli, verkstovum, bókaframløgum osfr. Og um tú ikki fært farið, kanst tú stroyma beinleiðis á síðuni hjá Norðurlandahúsinum, soleiðis at tú kanst fylgja við heima. Bókadagar er eitt árligt afturvendandi tiltak, sum verður fyriskipað í samstarvi við m.a. føroyskar rithøvundar, forløg og felagsskapir. Her koma vit heilt tætt at tí góðu søguni, fáa nýggja vitan úr bókmentaheiminum og kenna nærleikan, sum fæst við at lesa eina góða bók. H.N. Jacobsens Bókhandil verða í Klingruni, við einum úrvali av bókum. Tey hava opið ein tíma áðrenn tiltøkini byrja og eisini eftir tiltøkini.  

Skráin fyri Bókadagar 2021 sæst her. Klokkan 19.30 snýr tað seg um ummæli.

https://bit.ly/3FdDsDO

Videolist í Norðurlandahúsinum

Eg havi satt at siga als ikki varnast, at Norðurlandahúsið varpar ljós á videolist. Tað ljóðar sera spennandi á uppslagnum, har tað stendur: “Tobias Anderson (f. 1971) er ein svenskur listamaður og filmsframleiðari. Hann arbeiðir oftani við teknifilmsgerð, tí narrativa og ikki narrativa, og samklippum við eini rúgvu av tilvísingum til filmssøgu og poppmentan. Í tíðarskeiðinum 1.-14. novembur sýna vit fimm filmsverk hjá honum:
Al ladro! (2005)
A Hand That Speaks (2011)
A Sensation! (2012)
From the Villain (2013)
Where did it all start? (2017)

Veturin 2021-22 sýnir Norðurlandahúsið  í Føroyum verk, ið tíggju framúrskarandi norðurlendsk videolistafólk hava skapað. Takk til Elinu Brotherus (FI), J. Tobias Anderson (SE), Lillibeth Cuenca Rasmussen (DK), Egill Sæbjørnsson (IS), Jón Sonna Jensen (FO), Torbjørn Rødland (NO), Ann-Sofi Sidén (SE), Aldu Mohr Eyðunardóttir (FO), Lauri Astala (FI) og Sabinu Jacobsson (NO). Videolistin er nakað serligt. Hon hevur flutt tíð og rørslu inn í myndlistina, hevur givið hugskotinum og hugtakinum nýtt pláss, tikið tøknina við og knýtt myndlistina at filmi og dansi, performance og yrkingarlist. Videolistin hevur samantvinnað aktivismu og listaligt arbeiði, káma mørkini millum listina og samfelagið hon verður til í, og so hevur hon víst, hvussu tætt skyld listin og kritiskur hugsunarháttur eru. Síðan hon sá dagsins ljós í 1960-unum, hevur videolistin gjørt royndir við ymsum formligum arbeiðshættum, ið styrkja kritiskan hugsunarhátt. Listagreinin var altíð so leikandi og smidlig, at tað bar til at arbeiða granskandi og opið, royna nýtt umaftur og umaftur, menna uttan íhald. Ikki ólíkt tí vísindaliga arbeiðsháttinum.  Teir reglubundnu, greinandi og grundandi tættirnir í listaligu tilgongdini gjørdust meira sjónligir við videolistini. Tó vóru hesar dygdirnar, sum vit vanliga seta í samband við kritiskan hugsunarhátt, tengdar at einum villum, serum og sniðfundigum undirstreymið, sum vildi spreingja mørk. Hendan frálíka og sermerkta blandingin sæst enn í nógvari videolist. Á henda hátt venur videolistin okkum at síggja heimin úr nýggjum hornum, at síggja nýggjar møguleikar, síggja tað, ið ikki beinleiðis er sjónligt. Hon lærir okkum at ivast, seta spurningar, finna nýggj tankamynstur og síggja nýggjar samanhangir, tí videolistin er ikki einans áhugað í, hvussu veruleikin sær út, men eisini í hvussu vit fata veruleikan. Spurnartekin verða alsamt sett við óskrivaðar reglur, virði og fastar fatanir í tí fjølbroyttu videolistini, har kritiskur hugsunarháttur altíð krevst. Tí kritiskur hugsunarháttur treytar sjálvransakan og grundan. Okkum tørvar hann fyri at skapa meining, fáa innlit í okkum sjálv og okkara virði, í umhvørvi okkara og náttúruna, í hvønn annan og samfelagið. Á henda hátt skapar videolistin grundarlag fyri bæði samkenslu og siðfrøði”.

EIVØR VANN

-Túsund takk, segði Eivør fyri stóra heiðurin, henni var fyri í kvøld, tá hon vann Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hon takkaði Norðurlandaráðnum fyri virðislønina og takkaði manninum, Tróndi Bogason fyri stuðulin. Á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum stendur, at Eivør Pálsdóttir fekk Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021 fyri sítt ótroyttiliga arbeiðis, sum hevur varpað ljós á hennara heimland og fyri at hun støðugt brúkar sín tónleikaliga arv og sítt móðirsmál.

Grundgeving fyri virðislønarhandan:

Nordisk Råds musikpris 2021 går til Eivør Pálsdóttir fra Færøerne. Eivør Pálsdóttir har skabt en enestående karriere siden hun, nærmest flyvefærdig, debuterede på den musikalske scene i sit hjemland, Færøerne. Hun er en gudsbenådet musiker med en smuk sangstemme og en fremragende guitarist. Med sit altomfattende sceniske nærvær har hun betaget musikelskere over hele verden. Hun udgav sit første eponyme album i år 2000. Det er en folk/jazz-agtig affære, og siden da har hun arbejdet med en bred vifte af genrer, blandt andet støjrock, country, eksperimenterende musik, klassisk musik og rendyrket pop-diva materiale. Alle disse bedrifter er gennemsyret af en bemærkelsesværdig kreativitet og integritet. Eivør Pálsdóttirs utrættelige arbejdsmoral har i de senere år sat fokus på hendes hjemland, og hun arbejder omhyggeligt med sin musikalske arv og sit modersmål. Eivør Pálsdóttir er en sand "nordisk" kunstner, men samtidig har hun formået at slå sit navn fast som en international popstjerne, der turnerer verden over med sit berømte sceneshow. Hun er en modig og nysgerrig kunstner, som skaber forbindelse til sit publikum med en bemærkelsesværdig lethed, og som udtrykker den menneskelige side af os alle med både værdighed og ynde.

Hetta var aðru ferð, at Eivør var í uppskoti at vinna hesa týdningarmiklu virðislønina og nú vann hon. Sjálvandi gjørdi hon tað. Væl uppiborið. Tað er vit sum takka. Hjartaliga til lukku, Eivør.

Koyr á Føroyar!

Týskvøldið verður avdúkað hvør fær tær ymisku virðislønirnar frá Norðurlandaráðnum. Her omanfyri er eitt áhugavert viðtal, sum Hild Borchgrevink hevur gjørt við Eivør Pálsdóttir, sum er nominerað til tónleikavirðislønina. Tað ber sum kunnugt illa til at kappast um list, men Eivør hevur um nakar uppiborið at vinna sum tann einastandandi musikkpersónurin, hon er. Hon hevur havt framførslur í m.a. París og London, sum vóru mikið fagnaðar og eg angri, at eg ikki fór til konsertina, hon hevði í Mentanarhúsinum áðrenn hon fór á turné.

Lív Maria Róadóttir Jæger er okkara góða uppskot at fáa norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri sína fínu gulu bók, ið heilt vist hevur uppiborið at vinna bókmentavirðislønina týskvøldið. Hon er júst ummælt í Information, har tað m.a. stendur “Jeg skriver på vådt papir’ er allerbedst, når digteren bryder sproget ned i mindstedeles, som »vold/tungt ord/4 bogstaver« Harumframt er Marjun Syderbø Kjelnæs í uppskoti at fáa barnabókavirðislønina fyri sína sera aktuellu bók, Sum rótskot, ið viðger umhvørvi og sum tað stendur á heimasíðuni hjá norðurlandaráðnum: “Bogen er dog mere end en klimaroman. Den er også, måske endnu mere, historien om det, som optager mennesker – både voksne og unge – i dag. Det er en bog om, hvordan ungdommen navigerer i en verden med udfordringer, og den tematiserer emner som klimaforandringer, skærmbrug, alkoholmisbrug og sorg, samt store og komplekse emner, som har med identitet, seksualitet, videnskab og tro at gøre.". Marjun Syderbø Kjelnæs var innstillað til somu virðisløn í 2013, Eivør var somuleiðis innstillað í 2013 - tær báðar hava samstarvað fleiri ferð. Tað er ein heiður í sjálvum sær at verða í uppskoti at fáa virðisløn norðurlandaráðsins, men vit vóna kortini, at onkur av virðislønarmóttakarunum í morgin verður føroyingur.

Koyr á, Føroyar

Lív Maria Róadóttir Jæger - foto Finnur Justinussen

Marjun Syderbø Kjelnæs

Heima á ókendum leiðum

At ferðast er at vera til! – Kendi setningurin hjá H.C.Andersen, sum hann upprunaliga skrivaði í sjálvsævisøguni, Mit Livs Eventyr í 1855, er vorðin eitt orðatak og eitt motto hjá teimum ferðafegnu.

Vit kunnu ikki ordiliga siga, at vit hava fylgt hesum leiðarorðunum hjá danska flogvitinum serliga væl í seinastuni. Undir coronafarsóttini og í tíðini aftaná hava vit ferðast millum lítið og einki og sjálvt um støðan er batnað, eru vit sum heild trekari at bíleggja ferðir enn vit plagdu at vera. Kanska hevur heilsukreppan gjørt okkum varug við hvussu skroypilig vit eru og hvør veit um ikki ein feril av veðurlagsbroytingarampa og harav fylgjandi, (tiltrongdari) planetumsorgan ger um seg? Eitt sindur troyttandi er tað kortini, at varsemið kenst kroniskt og er farið at minna eitt sindur um flegma í øllum førum fyri mítt egna viðkomandi og hetta sama dølskni var ivaleyst ein av orsøkunum til, at eg takkaði avgjørt nei at byrja við, tá ein vinkona bjóðaði mær til Firenze ein túr. Síðani varð eg vist bæði lokkað og noydd og endaði í hvussu so er við at bæði játta, fara, njóta og læra.

Á nýggjum gomlum gøtum

At ferðast, ja - eg hevði satt at siga fullkomiliga gloymt hasa undurfullu kensluna av at vera í fremmandum landi. Av nýggjari, lýggjari luft í gyltum ljósi, meðan allir sansir klárvakna av øllum tí ókenda, sum treingir seg uppá úr øllum ættum, meðan tú við bankandi hjarta trínur um enn eitt nýtt húsahorn, har tú ongantíð hevur verið áður, um somu tíð næstan ræðslusligin, men spent eftir at vita hvat har man vera. Tað angar av søtum blómum og fruktum júst í teirri løtuni, tá tvær myrkhærdar damur yvirhála okkum á gongubreytini. Tað er kvøld í Firenze og teirra luktilsi blandast við sigarettroyki í herliga ljóminum av fremmandamáli í gøtuni, har vit ganga í freistandi anga av grillaðum kjøti við einum himmalskum farra av trøflum og hvítleyki. Áh at eta nýggjan, ókendan mat, sum mann ikki sjálv hevur gjørt. Føturnir flyta seg kvikliga á ósløttum, steinsettum gøtum, eg má ansa mær, so eg ikki detti og ikki missi hinar burtur, og her hevur Dante gingið, hugsi eg mitt í øllum og kann ikki lata vera at gána og hyggja eftir øllum tí nógva, sum er at síggja, men eg má ikki blíva burtur í tí ókenda.

Il Duomo

Miðskeiðis í býnum liggur býarmerkið, “Il Duomo”, risastóri kupulin hjá Filippo Brunelleschi frá 1436, sum var eitt tað fyrsta verkið vit hoyrdu um á sinni í stílsøgu á universitetinum í sambandi við renesansuna og sum hoyrir til dómkirkjuna í Firenze, Cattedrale di Santa Maria del Fiore. Allastaðni í býnum sæst hetta velduga bygningsverkið, sum næstan tykist vera dottið niður av mánanum niður millum trongu gøturnar í Firenze júst á sama hátt sum ein annar fantastiskur bygningur, Panteon í Rom sýnist merkiliga yvirdimensioneraður har hann stendur. Býurin Firenze verður í míni nýggju turistbók um Toscana lýstur sum eitt listaligt skattkamar og sum sjálvt startskotið hjá tíðarskeiðnum, ið vit nevna renesansu. Renesansa merkir endurføðing og hugtakið verður brúkt um tíðarskeiðið´frá 14. til 17.øld um mentanarligu rørsluna, ið tók seg upp í Norðuritalia í Firenze, Venezia, Genova og Milano seint í miðøld og breiddi seg víðari kring Europa. Í Firenze stuðlaði ríka yvirstættin listafólkum, ið m.a. vendu aftur til listarligar og vísindaligar fyrimyndir úr antikka Grikkalandi og Rom og sum spakuliga elvdi til eina nýggja humanismu og ein meira skilvísan hugburð, ið førdi til hópin av nýggjum hugsjónarligum, listarligum og tekniskum uppdagingum. Í myndlistini sæst menningin m.a. í eini vaksandi realismu, at persónarnir fáa kropp og trídimensjonala dýpd og at myndarúmið verður bygt upp í stórfingnum sentralperspektivum, ið geva kensluna av einum ovurstórum myndarúmi á myndaflatanum.

Skógvanirvana

Allastaðni har eg líti meg íkring í Firenze eru vakrir bygningar, smøl hús í brendum litum við lúkum fyri vindeyguni, stórar, flottar kirkjur, torn, skínandi spír og smalar hugnaligar gøtur, og sjálvt um vit eru í oktober, sita fólk uttandura og práta, meðan tey fáa sær at eta og drekka. At fáa sær eitt glas av víni í Firenze gerst næstan listarligt í sjálvum sær, tí umhvørvið er so vakurt. Men á slitnum gøtum og gomlum bygningum síggjast livandi, modernað menniskju og allastaðni eru handilsvindeygu við tí nýggjasta nýggja av móta, Gucci, Roberto Cavalli og eitt satt nirvana av skóm og taskum hvørt meira hondgjørt og lekkurt enn hitt.

 Tá vit vóru giggut og býtt og fitt

Míni fyrstu tólv liviár ferðaðist eg ikki longur burtur enn norður til Eiðis, men tað var eisini nokk so langt tá og enn longur áðrenn brúgvin yvir um streymin kom í 1973. At ferðast uttanlands var ikki nakað mann bara gjørdi, men tey flestu ferðaðust til Danmarkar tá í hálvfjersunum og fýrsunum við England ella Winston Churchill og hvat tær itu, stóru ferjurnar, og mann kundi eisini flúgva til flogvøllin í Kastrup við tí ljósabláa flogfarinum frá Maersk Air. Har var heitur matur umborð og ein lítil fínur plastikkpakki við salti, pipari, sukuri og einum væl angandi vætulappa. Allar møguligar merkiligar detaljur minnist eg frá fyrstu ferðini uttanlands, tá eg sum tólv ára gomul fór við foreldrunum til Keypmannahavn. Tað var so løgið og fremmant og stórt, at eg ræddist. Gloymi ongantíð sundurknúsandi løtuna, tá eg varð burtur í Tivoli og hvørki fann mammu ella babba. Tey søgdu aftaná, at talan bara var um eina heilt stutta løtu, men hjá mær føldist tað sum ein infernalskur ævinleiki. Vit vóru eisini í onkrum stuttleikahøli, sum æt Skærsilden við trapputrinum, sum fluttu seg undan, tá mann gekk á teimum, so mann alla tíðina datt ella var við at detta. Ræðuligt og margháttligt helt Havnagentan, sum neyvan bara var stuttlig at hava við í Tivoli. Nakað seinni - tað var einaferð í fýrsunum, var eg sunnanfyri við einum føroyskum ferðalagi og royndi ta serligu, løgnu men merkiliga tryggu, av handahógvi merktu ferðalagssiðvenjuna tá, har man “át, ferðaðist og var glað” (Spies, rejs og vær glad) í grísafest og øðrum intensum reyðvínsdrekkaríum, ið øll vóru hildin at vera serliga autentisk og sponsk. Tað spanska var annars ikki so øgiliga høgt í metum hjá okkum í føroyska ferðalagnum, sum hugnakvøld og -dagar heldur vildi lurta eftir føroyskum country og Kim Larsen enn sponskum flamenco. Eg minnist enn kollektiva ovfarakæti, tá onkur í ferðalagnum av tilvild var dottin fram á eina danska matstovu, har mann kundi keypa “ordiligan” mat so sum danskan hakkibúff við stoktum leyki og eina púra vanliga tuborg afturvið. Himmalskt!

Alheimsgerð

Eg veit ikki nær alt hetta býtta og eitt lítið sindur fitta broyttist, men tað hendi helst so líðandi við einari støðugt vaksandi alheimsgerð, har stóra verð spakuliga tódnaði, fyritøkur gjørdust multinationalar og tað at ferðast gjørdist alt meira vanligt. Hugtakið alheimsgerð verður jú nýtt um eina tilgongd har virkin samantvinning av búskaparligum og øðrum virksemi t.d. mentanarligum gongur fyri seg yvir um landamørk og hetta er als ikki so nýtt, sum mann skuldi hildið. Í veruleikanum er globalisering eitt eyðmerki hjá sjálvari sivilisatiónini heilt afturi frá teirri tíðini, tá sambond vóru knýtt millum heimspartar frá 15.øld og fram til tá kolonialisman var í hæddini í 19.øld og síðani tað hava ymisk tøkni sum telegrafurin, jarnbreytir og telefonin sett ferð á alheimsgerðina. Seinni verður eisini altjóða útbreiðslan av t.d. útvarpsrásum  og sivilari flogferðslu roknað uppí globaliseringina og harvið hava vit merkt árin av gongdini, alt meðan vit lurtaðu eftir norðmanninum og Radio Luxembourg langt áðrenn vit kendi til globalisering sum fyribrigdi. Hugtakið lærdu vit øll at kenna, tá internetið varð veruleiki við tess omnipresenta kunningartøkni. Einki var nakrantíð tað sama aftur, men internetið minkaði enn meira um heimin og kann framvegis eisini gera tað øvugta av at informera. Undirhald er framvegis tað, vit vilja hava og tað fáa vit ikki minst, tá vit lesa um onnur.Tey seytjan árini at Facebook hevur verið til og síðan tað eisini Instagram, hava vit javnt og samt bæði í vikuskiftum og mitt í viku sæð fotomyndir av okkara brosandi facebookvinum, sum eta lekkurt og skála í øllum møguligum meira og minni eksotiskum ferðamálum. Men á Grækarismessu í fjør broyttist ferðafegni facebookmyndastreymurin hjá føroyingum til okkurt meira fjallakent og heimligt frá føroyskum ferðamálum, tá fólk fóru at “ferðast í egnum landi”.

Við víðopnum móttakara

Tað góða við óætlaða ferðasteðginum er, at vit ikki longur halda tað vera eina sjálvfylgju at ferðast. Ella soleiðis havi eg í hvussu er upplivað tað og eg haldi, at hetta var orsøkin til, at mín móttakari kendist óvanliga opin og tendraður dagarnar í Italia, har eg sá ymiskt, sum eg hevði ætlað mær, men sanniliga eisini upplivdi alt møguligt, sum eg ikki visti, at eg kundi vænta mær. At fara upp um morgunin og fáa sær ein kaffimunn við útsýni yvir á stórbæra kupulin hjá Brunelleschi og við ljóminum av kirkjuklokkunum har í oyrunum - tað var nakað heilt serligt. Men eisini herliga sannroyndin, at tær ikki nýtist at ferðast, at taka buss, tok ella taxa, tá tú ert í býnum í Firenze, tí so nógv av tí, ið er vert at síggja, er savnað saman í gamla miðbýnum. Um bara tú letur eyguni upp er listin allastaðni.



Uffizi

At uppliva Galleria degli Uffizi er eitt mást, tá mann er í Firenze, tí talan er um eitt av heimsins týdningarmestu listasøvnum við hópin av dýrabarum listaverkum. Uffiziurnar er heitið á einum bygningi, sum Giorgio Vasari teknaði fyri Cosimo I de Medici, fyrsta hertogan í Toscana. Ætlanin var, at bygningurin skuldi hýsa fyrisitingarskrivstovum o.t. – harav kemur navnið Uffizi/office. Uffiziurnar gjørdust karmur kring listasavnið hjá Medicifamiljuni og í øldir var hetta eitt stað, sum synir hjá elituni í Europa vitjaðu á teirra dannilsisferðum. Síðani 1765 hevur savnið verið alment. Bygningurin er í sær sjálvum áhugaverdur, tí hann á modernaðan hátt definerar eitt býarpláss tætt við ánna Arno. Vasari var annars typiskur renesansumaður við sera fjølbroyttum gávum sum listamálari, arkitektur og so verður hann hartil skýrdur at vera heimsins fyrsti listfrøðingur og er serliga kendur fyri bók sína Le Vite de' più eccellenti architetti, pittori e scultori italiani (1550) við lýsingum av italskum listafólkum, ið er ein tann týdningarmesta keldan til søguna hjá renesansulistini. Tað var eisini hesin sami Vasari, sum í Firenze stovnaði fyrsta kunstakademiið í Europa.

Set tær avmarkingar

Av tí, at listasavnið í Uffiziunum er so stórt í vavi, kann tað loysa seg at fyrireika og avmarka seg og velja nøkur góð verk at hyggja at frammanundan. Tað ber snøgt sagt ikki til at hyggja at øllum. Vinkonurnar lótu tað upp til mín at velja, so eg hevði eitt lítið upplegg og eina listasøguliga gjøgnumgongd frá 14.øld til 17.øld við útgangsstøði í lutfalsliga fáum verkum. Vit hugdu at Boðanardegi Mariu, ið verður hildið at vera eitt ungdómsverk hjá Leonardo da Vinci, og undraðust um modernaða arkitekturin í myndini. Vit fegnaðust um klára dupultportrettið av hertoganum og hertogafrúuni av Urbino, sum Piero della Fransesca málaði umleið 1472. Vit skálaðu eisini við Bacchus (1598) hjá Caravaggio við tí enorma vínglasinum og avbjóðandi eygnabránum, sum røkkur yvir um øldir heilt fram til okkara tíð. Síðan fóru vit um hornið at ógvast um Judith, sum er í ferð við at kuta høvdið av Holofernes í málninginum hjá Artemesiu Gentileschi, ið av sonnum var eitt konubrot av teimum heilt sjáldsomu.

Artemesia Gentileschi

Í fleiri øldir var hennara navn fullkomiliga ókent, Artemesia Gentileschi (1593-1656) sum kortini av mongum í síni samtíð og í okkara tíð er mett sum ein av dugnaligastu barokkmálarunum í 17.øld. Longu blaðung lærdi hon at mála hjá pápa sínum, Orazio Gentileschi, sum eisini var listamaður og vinmaður Caravaggio. Myndevnið av Judith og Holofernes stavar úr sonevndum apokryfum skriftum og snýr seg um eina hetjugerð hjá ísraelsku kvinnuni, Judith, tá hon høgdi høvdið av einum fíggindaligum herovasta. Eitt sera vanligt myndevni í teirri tíðini, sum listamenn sum Donatello, Botticelli, Michelangelo, Tizian og eisini Caravaggio tulkaðu og sum í roynd og veru snýr seg um dirvi hjá einstaklinginum, ið torir at fara upp ímóti yvirmaktini. Í myndini hjá Artemesiu Gentileschi tykist meira vera uppá spæl enn bara ein hetjulýsing, talan er eisini um eitt sjálvportrett, har listakvinnan hevur avmyndað seg sjálva í leiklutinum hjá Judith. Tað vóru fleiri virkandi listakvinnur í renesansuni og barokktíðini, men tær flestu eru lutfalsliga ókendar. Ein vinnuvegur innan listina var tá í tíðini rættiliga trupul hjá kvinnum – tað hevur sum kunnugt verið trupult heilt fram í okkara tíð. Men Artemesia Gentileschi var gávuríkur listamálari, hon hevði áræði og vilja og ein pápa, sum trúði uppá hana og longu seytjan ára gomul málaði hon høvuðsverk sítt av Súsonnu, sum er í bað, umgyrd av óhugnaligum lúrarum. Árið eftir hendi tað ræðuliga, at hon varð neyðtikin av listamanninum Agostino Tassi, sum eina tíð var lærari hennara. Rættarmálið var drúgvt, men endaði við, at Tassi var dømdur fyri neyðtøkuna. Seinni varð Artemesia gift og flutte til Firenze, har hon varð fyrsta listakvinnan at gerast limur í Accademia delle Arti del Disegno (1616). Tað er á so mangan hátt skiljandi, at feministar seinni í tíðini hava tikið Artemesiu til sín og síggja upp til hana. Hennara mynd av Judith og Holofernes er ómetaliga dramatisk og kann væl tulkast feministiskt, tí hon lýsir eina kvinnuliga hetju, sum er í ferð við at avhøvda ein mann, men sum áður nevnt var myndevnið tíðartypiskt. Málningurin er málaður í stíli við Caravaggio, tvs. at ein ávís realisma hómast í menniskjalýsingunum, meðan myndevnið kortini verður sett upp sum eitt drama á einum palli við ljóskastara á sjálva ta blóðugu hendingina. Restin av myndaflatanum er bølamyrk, hesin mátin at skipa ljósið í málninginum nevnist chiarascuro og merkir ljós í myrkri.

Megin í myndini

Á Uffizisavninum kann mann ganga øgiliga leingi og mala. Og tá meistaraverkini ikki longur tala til tín og sansirnir eru overmettir, er ikki so galið at hvíla seg á terassuni á museumscaféini og at fáa sær ein drekkamunn, meðan man sodnar eitt sindur av tí nógva, sum eg als ikki eri liðug at hugsa ígjøgnum, men sum síðan eg kom heimaftur hevur glett meg og givið mær nýggja orku. Eitt listaverk, sum situr eftir og strálar sum ein lívsjáttandi sól í mínum sinni, er velduga myndin hjá Giotto av Mariu moy við Jesubarninum, tann sonevnda Maestá ella Ognissanti Madonna eftir kirkjuni, har hon upprunaliga var altartalva. Eg kenni væl myndina og havi í mong ár nýtt hana í undirvísing, tí hon er eitt so fyrimyndarliga gott dømi um ávísar stílmunir millum miðøld og renesansu m.a. orsakað av siðbundna myndevninum, sum also eisini varð nógv nýtt í miðøld. Eg hevði ikki áður sæð hesa myndina í veruleikanum og kanska var tað tí, at eg reageraði so ógvusliga, tá eg trein inn í fyrsta framsýningarhølið í Uffiziunum, har myndin hongur, ella nei, eg haldi tað snýr seg um megina í myndini sjálvari. Tí at síggja hetta stóra gullskyggjandi verkið var sum at fáa ein frammaná, eg mundi svíma og fór at tára alt í senn - tað var heilt øgiligt og flóvisliga óbeherskað í hesum ovurmentaða umhvørvinum. Majestetiska Mariumyndin hjá Giotto verður hildin at vera málað umleið 1310 og tað sæst á tignarperspektivinum við smáu einglunum í forgrundini og við Jesubarninum, ið av somu tignarligu orsøkum er málaður sum ein lítil maður og ikki sum ein óviti, at málningurin á ein hátt hoyrir til miðøld. Samstundis tykist hesin málningurin so heilt merkiliga nógv til staðar í rúminum uttan at tú sum áskoðari merkir petti til ta veldugu frástøðu sum yvir 700 ár eiga at geva. Maria er stødd miðskeiðis í myndarúminum, hon er upphevjað og situr á eini trídimensjonalari trúnu. Kortini hevur hon bæði rúmd og kropp og nærveru. Litirnir glógva - bæði blaðgullið og teir reyðu, grønu og bláu litirnir skína og tað sama gera eyguni á Mariu. Hon er avmyndað í ¾ profil, men hyggur út úr myndini at okkum áskoðarum sum fyri at vissa okkum um sín og um okkara kærleika og menniskjaleika. Tað er heilt einastandandi at uppliva ein bíbilskan persón lýstan so niðri á jørðini og so eymliga sum her. Tað er sum at koma heim. Henda sama ósjálvsøkna kærleikan upplivdi eg aftur á míni Italiaferð m.a. í Padova, men tað er ein heilt onnur søga.

Portrettið á Tjóðpallinum

13.november verður nýggi leikurin hjá Jóanesi Nielsen, Portrettið frumframførdur á Tjóðpalli Føroya. Um leikin greiða tey soleiðis frá: Hvat hevði hent, um Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen hittust í Klaksvík, meðan læknastríðið leikaði harðast á? "Portrettið" er eitt absurd, skemtiligt og surrealistiskt ævintýr - men við søguligum botni - pallsett og fortalt gjøgnum eyguni hjá Mikinesmálaranum. Ein ferð í ongamannalandi, har dreymarnir ferðast frítt og tíðin er upployst. Millum himmal og jørð, list og vinnulív, fortíð og framtíð, skemt, álvara, lív og deyða.

Í nýskrivaða leikinum hjá Jóanes Nielsen uppliva vit tríggjar mastodontar innan føroyskt vinnu-, átrúnaðar- og mentanarlív frá einum heilt nýggjum og óvanligum sjónarhorni. Leikurin fer fram í spenninum millum tað søguliga og heilt konkreta - Klaksvík undir Læknastríðnum í 1955 - og tíðarleysar, eksistentiellar spurningar og djúpar loynidómar. Eins og Jóanes Nielsen ger við søgugongd, karakterir og hendingar, verður alt vent á høvdið og fysiskar lógir upphevaðar í pallmyndini hjá Edward Fuglø.

Leikarar eru Hans Tórgarð, Nicolaj Falck og Hjálmar Dam sum ávikavist Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen, umframt Kristina Sundar Hansen og Annfinnur Heinesen. Íslendski leikstjórin Guðjón Pedersen er vælkendur á Tjóðpallinum og hevur áður leikstjórnað "Aftaná undrið" eftir Jóanes Nielsen, "Kirsiberjagarðurin" eftir Tjekhov og "Breaking the Waves" eftir Lars von Trier.

Portrettið er fjórði leikurin hjá Jóanes Nielsen á Meiarínum. Hinir eru "Eitur nakað land Weekend?" (Gríma 2001), "Aftaná undrið" (Tjóðpallurin 2009) og "Havfrúgvin" (Tjóðpallurin 2016).

Sig Tað Við Mítt Hjarta

244592698_3081198505436716_8382688594078907490_n.jpg

Hetta til 6.november er listaframsýningin Tell It To My Heart hjá Jóhan Martin Christiansen at síggja í Steinprenti. Framsýningin er myndað av skulpturum, relieffum og prentum, og tað tilfarsliga - stál, gips og pappír - hevur rættiliga stóran týdning í verkunum, sum á ein hátt eru tað, sum tey eru  – what you see is what you get og so kortini ikki bara. Tí framsýningin er full av tilfarsligum mótsetningum, sum seta gongd á myndir í huganum á áskoðaranum. Vit varnast poetiska undirstreymin, sum tutlar undir heitum, skapum og endurtøkum, og sum samlast eins og smá delta av týdningum og tilsipingum. Millum hart og bleytt tilfar, stál og húð, millum harðrendar samansetingar og kenslubornar flatur tysja fram týdningar. Við framsýningarheitinum koma hugsambond til tann lætta, festliga og grunna poppheimin, tí framsýningarheitið er heitið á einum fýrsaraslagara. Men tá heitið verður latið úr poppsanginum og tí heldur jabbuta niðurlagnum og í staðin verður nýtt sum framsýningarheiti, er tað eins og orðingin umbroytist og í staðin verður insisterandi við einum romantiskum, døkkum tóna og í boðshátti: Sig Tað Við Mítt Hjarta. Stuðlað framsýningini hava Mentanargrunnur Landsins, Uttanríkis og Mentamálaráðið og Tórshavnar Kommuna.


245909551_898410067736764_4879635481622845363_n.jpg
245003764_10159666000284339_2865357952486012675_n.jpg

Ein rødd, sum sigur nakað nýtt

Tað er nakað síðani eg legði merki til ein sang í útvarpinum, sum fekk meg at ressast við á sofuni, har eg lá og slappaði av. Tað var ikki minst byrjanin á sanginum, sum kløkkaði; hon er óvanlig “I almost shat my pants at a Christian camp the summer I turned 9. Accept Jesus Christ as youre one and only saviour or you´ll burn in hell”.

Hesin teksturin sigur mær okkurt, kanska tí eg sjálv var á Zarepta, tá eg var 11 (og fleiri ferð aftaná tað), men hesa fyrstu ferðina var upplivingin serliga óttafull. Eg haldi tað var tí vit sóu óhugnaliga filmin A thief in the night (1972), ið snýr seg um ta sonevndu Burturrykkingina - tað er eitt fyribrigdi, ið summi trúgva fer at henda móti evsta dagi, at tey frelstu verða tikin heim til Guð, meðan tey ófrelstu skulu ganga eftir í einum helviti á jørð. Filmurin rakti beint eitt sera eymt stað hjá mær og helst hjá børnum sum heild í sjálva ræðsluna fyri at verða forlátin av foreldrum og familju, gloymd og einsamøll í myrkrinum. Aftaná filmin var møti og mann skuldi vitna og eg minnist, at sjálvt tey mest smædnu reistu seg at vitna: “Takk Gud, at eg eri frelst” teskaðu tey og settu seg bums niðuraftur á stólin korkareyð í andliti. Har vóru ikki nógv, ið eins og eg lótu vera við at vitna, men tey vóru helst ørkymlað eins og eg. Trýstið kendist øgiligt, men tað bar mær ikki til at vitna, at eg var frelst, tí hugtakið var fullkomiliga abstrakt fyri meg, eg skuldi eisini fata útgangsstøðið, at eg eyðsýniliga var ófrelst og hetta var fullkomiliga nýtt fyri meg. Í staðin fór eg í telefonboksina, ringdi heim at siga, at eg vildi sleppa heim, men fekk at vita, at eg skuldi taka tað róligt, minnast til hvat omma segði og annars hugna mær. Í dag høvdu foreldrini helst komið til Vatnsoyrar eftir einum ørkymlaðum og forskrektum barni, men soleiðis var tað ikki tá. So eg minti meg á tað, sum omma segði, at Gud er góður við øll børn og vaksin og so hugnaði eg mær og har var nógv hugnaligt og stuttligt - ikki minst Rólant í Skorini var ein eminentur bíbliusøgusigari (og morgunfimleikari). Tíverri slapp óttin kortini so langt inn í barnasinnið, at eg hevði ilt við at sova einsamøll í langa tíð aftaná. Eg minnist, at eg eftirhondini legði upplivingina á eina hill í huganum í tí, at eg staðfesti fyri meg sjálva, at eg mundi vera øðrvísi, møguliga meira kenslusom enn hini børnini og at tað mundi vera tí eg reageraði soleiðis. Lívið hevur lært meg tað øvugta, at eg eri akkurát líka sum øll onnur menniskju og also eisini havi følt tað sama sum Jósef Zachariassen, sum í áhugaverdum viðtali við Rebekku Manuelu Behrens í útvarpinum á sera gløggskygdan og kærleiksfullan hátt fanst at helvitishóttanum og revsing, ið hvørgin kann brúkast til at frelsa ella uppdraga við, men sum bara elvir til stúran og bangin børn. Áðurnevndi sangurin hjá honum, Human er tann fyrsti, ið er almannakunngjørdur av komandi útgávuni, Summer. Sangurin er álvarsligur og eitt sindur speiskur. What about the dinosaurs, spyr hann, skulu vit ikki taka vísindi í álvara? Human er eisini eitt sorgblítt og vakurt lag við djørvum teksti og einum kærleiksfullum og musikalskum millumstykki. Síðst men ikki minst er hetta ein av fleiri ungum røddum í løtuni, sum sigur nakað annað enn tað, mann væntaði at hoyra, nakað nýtt og bara tað fær meg til at gleða meg til at hoyra restina av útgávuni hjá Jósefi Zachariassen.