Blue Velvet Vernissage

Í gjár, 20.november læt framsýningin hjá Randi Samsonsen, Blue Velvet upp í Víngarðinum og eg helt eina røðu, sum eg seti inn herundir. Framsýningin kann síggjast fríggjadag og leygardag, tá opið er í Víngarðinum. Men hon sæst eisini uttanífrá um dagin, tá tað er ljóst. Her er røðan og onkrar myndir, sum eru eitt sindur ávirkaðar av heita og hugnaliga ljósinum í Víngarðinum. Far sjálv og hygg at framsýningini í dagsljósi.

Barndómur hevur ein sermerktan ævinleika yvir sær, men tá eg var barn vóru allir dagar ikki líka. Onkuntíð var tað jólaaftan og onkra aðru tíð skuldu mamma og babba í ball. Eg visti ikki hvat tað var, men mær dámdi útgangspunktið. Tí mamma fór í silvursandalir og ein so einastandandi flottan kjóla við vakrari silvurbrokadu. Yvirdeilurin var tjúkt og mjúkt ljósablátt velour. Eg minnist tann litin og eg minnist mammu í tí stóra speglinum í gongini við reyðari varrastift og vøkrum carmen-curlers bylgjandi hári. Eg minnist tann hugtakandi, men eisini ørkymlandi anga av luktilsi og hárlakk, sum sveið í eygunum. Mamma í speglinum var næstan ikki mamma meir. Eg fekk ein varhuga av onkrum heilt merkiligum og óskiljandi, sum í høvdinum á mær knýtti seg til tað veldiga myrkrið, eg longu tíðliga visti var har.

- Alt hetta. Tilfarið, ljósið og myrkrið renna fram fyri meg, tá eg hyggi at listini hjá Randi Samsonsen. Og nostalgiin verður jú undirstrikað í heitinum Blue Velvet – Tony Bennet sang vakra sangin í 1951 og í 1986 gjørdi David Lynch myrka filmin Blue Velvet. Í einum teldusamskifti, eg hevði við Randi, ger hon vart við tilsipingarnar, sum liggja í heitinum, Blue Velvet - at tað er bleytt, at tað er blátt og eisini sorgblítt. Tað seg um nakað, sum er farið, nakað sum stendur í stað og nakað, sum flytur seg ómetaliga seint. Randi skrivar og eg siteri:

“Velour (tilfarið) er við til at broyta litirnar áhaldandi, alt eftir hvar frá tað sæst og hvussu ljósið fellur á tað. Tað sýgur til sín og skjýtur frá sær. Er “heitt”, “kalt” og "bleytt". Velour minnir meg eisini á nøkur heilt ávís rúm. Stovur, sofur, gardinur. Har so nógv fer fram, har løturnar verða hangandi, har minnir verða verandi. Í tilfarinum, sogin inn. Og tá eg nerti varliga við, so kann eg endurkalla tey. Minnini. Góð sum minni góð. Og tøgn.”

Ein tráður í hesi framsýning er heilt vist nostalgiskur, ein annar er modernaður við hard edge figuratión, strípum, krossum og puntum, men motorurin er progressivur - sjálv framdriftin í hesari listini er progressiv. Tað hoyra vit á Randisa egnu frágreiðing, men síggja tað eisini við okkara egnu eygum, at hetta er samtíðarlist, gjørd og hugsað í okkara tíð. Tað riggar ikki at hugsa hesa listina inn í “ull er Føroya gull” hevdina - hetta er eitt spildurnýtt ættarlið av tekstillist í Føroyum. Eg haldi tað er hugtakandi at síggja í hesum lítla hølinum hvussu fjølbroytt verkini eru og hvussu tey fyrihalda seg til hølið - summi innrammað, onnur ikki, summi eru eins og myndir ella relieff, meðan onnur eru skulpturel. Summi verk tykjast álvarslig, onnur eru stuttlig – her er nógv at síggja, nógv at varnast. Randi, túsund takk fyri, at tú játtaði at gera hesa heitu, bláu og bleytu framsýningina til okkum. Hana eru vit glað fyri. Til lukku.