Satan, títt navn er...


Í hesum døgum verður nýggi leikurin hjá Jóanesi Nielsen, Portrettið framførdur á Tjóðpallinum. Í umrøðu av leikinum í útvarpinum hevur ferð eftir ferð verið staðfest, at leikurin er serstakur. Slík skoðsmál kunnu, tá tey verða endurtikin, sýnast ivasom, men eftir at hava sæð leikin haldi eg meg vita hvat tað meinast við og at leikurin fyri tað mesta er serstakur uppá tann góða mátan.

Hugskotið er líka svakt sum tað er fantastiskt fyri ikki at siga fullkomiliga Jóanes Nielsenskt; at bryggja saman ein sjónleik um eitt ímyndað møti millum Sámal Joensen-Mikines, Jógvan Kjølbro og Victor Danielsen. Ein hurlivasi av søgu og fiktión, ið er løddur av list, makt og trúgv, men við áhugaverdum perspektivum, sum røkka víðari enn bara til nakrar tilvildarligar ævisøgur.

Illimaður/kona

Fríggjakvøldið 12.nov. var eg til undansýning á Tjóðpallinum og upplivdi har leikin í dugnaligu uppseting Guðjón Pedersens við Hans Tórgarð, Hjálmar Dam, Nicolaj Falck og Kristinu Sundar Hansen á palli, umframt Annfinn Heinesen í films- og ljóðupptøkum, spæla fýra týdningarmiklar personasjur ella tríggjar prominentar søguligar persónar og so eitt ikki minni týðandi fyribrigdi - tað er illimaður, sum bara er til um og tá mann trýr uppá hann. Hetta fekk ein sera væl uppløgd Kristina Sundar Hansen okkum at sanna í cabaret-outfitti við høgum hatti. Hon er eitt satt vælsignilsi av humor, europeiskari mentan og dekadansu á pallinum, ja og av kvinnuligheit, ikki minst, sum yvirritaði kvinnuligi áskoðari ikki visti seg mangla inntil ta stund, at Kristina reisir seg úr stólinum, har hon situr, tá vit áskoðarar ganga fram við henni inn í teatursalin á Meiarínum. Og tað er eisini í hesu somu løtu, at leikurin finnur sítt rætta og sannførandi gear. Samrøðan millum illamann og Victor Danielsen er eitt hæddarpunkt í leikinum bæði av tí, at hugskotið er gott, men eisini tí Hans Torgarð spælir Victor Danielsen, sum hann ger framúr við at mana fram henda demoniska, heimfødda, sniðfunduga og arbeiðssama, men eisini glataða móðirloysing, sum vit taka synd í og gerast góð við eina løtu.

Marionettdukkur

Hugskotið í byrjanini og endanum av leikinum við surrealistiska marionettleikinum, ið skal ganga fyri seg í huga Mikinesar, er listarliga áhugavert, men eg haldi hesin partur gongur eitt sindur ov seint og nølandi fyri seg ella soleiðis kendist tað hesa undansýningina – tað hevði yvirhøvur klætt leikinum um einir tíggju minuttir voru kutaðir í hvørjum enda - leikurin vardi ein tíma og hálvtrýss minuttir. Tá leikararnir spæla við marionettdukkur (Rakel Helmsdal gjørdi dukkurnar) fáa teir ein annan samleika og júst hesin lítli leikurin í leikinum, hesin um somu tíð barnsligi mini-leikur og svakligi dance macabre ber spennandi møguleikar við sær. Leiklistaliga upplivingin verður meira fjølbroytt og tað vísir seg sum, at alt slag av sjangrublandi klæðir tilfarinum hjá Jóanesi Nielsen væl - hann er jú frammanundan vanur at skriva yrkingar, sum minna um sjónleikir og letur t.d. í yrkingini Streymslit í savninum Gudahøvd (2017) Luther og Melanchton koma á gátt. Eg haldi eisini, at teir bestu partarnir av nýggja leikinum eru eitt slag av lyriskum monologum um mánan, um tilveruna og um listina. – Tað tekur eina góða løtu áðrenn eg finni út av hvør leikari spælir hvønn – hetta kemst møguliga av, at ørligi standurin á sinnissjúkrahúsinum í fyrstani einsháttar persónarnar og fær teir at líkjast, men so varnast mann tann tann ovurhonds sjálvsfegna, men eisini ørkymlaða Mikinesmálaran, sum Nicolaj Falck spælir við hóskandi ivaloysi og vitloysi onkrastaðni beint við karikaturin - og sum vit orsakað av scenografiini helst longu vistu var har. Hetta gongur alt fyri seg í truplaða hugaheiminum hjá Mikines, meðan hann er innlagdur á nervasanatorium.

Pallurin

Pallurin er eitt sindur rátt framleiddur um mann t.d. ber saman við scenografiina í síðsta leikinum hjá Jóanesi Nielsen, Havfrúgvin (2016). Hetta minnir meira um eitt gamaldags pallrúm í einum gomlum sjónleikarahúsi við hurðum, nøkrum stólum, einum lítlum filmslørifti, einum risastórum mánaða og so einum veldugum altari av eini jarðarferðarmynd við afrikanskum maskum, munchskum skríggi osfr. Myndir, vask og annar húsbúni er allur viðvendur og hongur á høvdinum. Uppi undir loftinum hongur eisini ein stova á høvdinum, fullfíggjað við sofu, stólum, borði, lampu, innrammaðum fotomyndum, einum lítlum danabrókarflaggi og mitt á sofuni liggur ein militerkaskett – hon er tóm og full av týdningi – hesin parturin av scenografiini er eyðkendur fyri Edward Fuglø eins og ein dreymakend, surrealistisk pallseting av sakni. Lýsti low tech framburðurin umbroytist nakað av ljósi og ljóði (Turpin Napoleon Djurhuus stendur fyri ljósi og Jónfinn Stenberg hevur gjørt video og ljóðupptøkur). Ikki minst riggar mánin sera væl bæði sum scenografi, samlandi poetiskur metaforur og ítøkiligt lagnutungt lørift undir tí veruliga sorgarleikinum, ið hendi orsakað av Klaksvíksstríðnum, tá herskipskapteynurin á Rolf Krake, Holger Louis Jensen tók seg av døgum eftir miseydnaðu ferðina í Klaksvík. Inn í millum er buldur og brak, sum ger okkum varug við søguliga ófriðin í Klaksvík og í frásøgnini kenna vit eisini aftur partar av ævisøguni hjá Sámal Joensen-Mikines, men vit skilja alt fyri eitt, at talan ikki er um ein naturalistiskan ella realistiskan sjónleik - her er ikki nøkur kronologisk hendingagongd, sum drívur leikin fram á leið – tað eru hugmyndir, tableau og nakrir menn, ið tosa, kjakast og rokast á pallinum.

Kjølbro

Tað er sostatt hetta søguliga Klaksvíksstríðið ella sum Kjølbro og aðrir klaksvíkingar taka til, Læknastríðið, sum er søguligi karmurin kring leikin. Hetta stríð var um danska læknan, Olaf Halvorsen, sum eftir kríggið var settur í fyribilsstarv í Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tá tað vísti seg, at hann var útihýstur úr Danska Læknafelagnum, tí hann ikki vildi rinda eina bót, kundi hann ikki fáa fast starv sum lækni á sjúkrahúsinum. Tá fekk ein annar maður við tøttum sambandi til Kjølbrofamiljuna starvið og av hesum vóru fólk óð bæði inn á Kjølbrofamiljuna og um tað, tey fataðu sum ótolandi imperialistiskan/centralistiskan hugburð úr Keypmannahavn og Tórshavn. Í leikinum er Mikinesmálarin komin til Klaksvíkar júst tá tað leikar harðast á, at mála portrett av vinnulívsmanninum, J.F. Kjølbro, ið eftir øllum at døma ikki heldur nógv um William Heinesen, sum Mikines í heilum vísur til – men umframt hetta er Kjølbro tann av persónunum, sum stendur kámastur fyri mær, tá eg hugsi aftur á leikin, sjálvt um tað eydnast Hjálmar Dam at fáa fram bæði styrki og stúran í einum sera fysiskum og sterkum Kjølbro, sum tykist at kalla hippiesligur við síðum hári og hálvfjersarayvirskeggi og berur um føturnar. Kanska er tað tí, at eg blandi við Havfrúnna, at eg haldi hann líkjast meira Jóanesi Nielsen enn heroiseraða og demoniseraða vinnulívsmastodontinum úr Klaksvík – hesum selfmade fólkafloksmanninum úr smáum korum, ið gjørdist arbeiðsgevari hjá útivið túsund løntakarum og sum ikki bara ávirkaði tað tímiliga í heimbýnum, men eisini var ágrýtin og framstandandi partur av Brøðrasamkomuni og sigst vera ein orsøk til, at tann samkoman er so lutfalsliga stór í Norðoyggjum, av tí at so nógv av hansara starvsfólkum á sjógvi og á landi valdu at melda seg í Brøðrasamkomuna.

Satan títt navn er...

Í leikinum tekur Kjølbro hjartaliga ímóti Victor Danielsen, sum skal tosa við Holger Louis Jensen, herskipskapteynin í hansara stóru neyð nú royndin hjá danum at fáa skil á støðuni í Klaksvík er miseydnað. Her er ein sena um Faðir Vár, sum eg ikki heilt skilji (biðja baptistar ikki faðir vár og hví er tað stuttligt?), men portrettið av trúboðaranum og bíbliutýðaranum er sannførandi og hugtakandi dupult. Ein likamliga veikur maður við sterkari andligari sannføring, sum lætt freistast av allari heimsins herligheit og sum tessvegna hevur tørv á einum ítøkiligum illamann at halda skil á øllum teimum innaru demonunum. Tað er nógv fyri, at einasta konufólk á palli er fanin sjálvur, men í hesum leikinum tykist høvundurin tilvitaður um hetta og ger tað til eitt poeng, at satans navn er kvinna – eg hvakk við akkurát tá, tí eg helt meg hoyra mítt egna navn. Móðurloysi er eitt evni í leikinum, sum verður knýtt at lagnuni hjá Victor Danielsen, hvørs móðir doyði, tá hon átti hann. Evnið verður eisini breitt út til protestantisku kirkjuna, har vit ikki leggja sama dent á Mariumyndir sum katolikkar. Men annars er leikurin í stóran mun um menn og um mannligar lagnur og mannliga list og tað er fínt. Ella tað helt eg – heimkomin hugsaði eg, at tað kundi verið herligt onkuntíð at uppliva intellektuelt konuprát um list og lív við cognac og sigarum afturvið í onkrum leiki, har tað kvinnuliga ikki einans verður definerað av kærleiksfunktiónum.

Leiklistastríð?

Ein annar spurningur, sum eg hugsaði um, tá eg var komin heim aftaná leikin, er hvørt mín uppliving á nakran hátt var merkt av leiklistastríðnum, sum enn valdar og hevur við sær, at nógv etablerað leiklistafólk boykotta Tjóðpallin. Svarið er bæði nei og ja. Tað var ómetaliga gott aftur at vera áskoðari á okkara lítla Tjóðpalli. Men um vit t.d. minnast aftur til 2010, tá Kirsiberjagarðurin hjá Tjekhov var framførdur sama stað undir leikstjórn av sama leikstjóra, Guðjón Pedersen, so hevði hetta ikki borið til í dag – tað var eitt brak av einum leiki við ikki minni enn tólv leikarum. Nýggi leikurin hjá Jóanesi Nielsen inniheldur nógvan tekst, men hesin er latin lutfalsliga fáum leikarum at umsita – eg veit ikki um høvundin hevur havt ósemjuna í huga, meðan hann skrivaði sítt handrit og orsakað av tí hevur avmarkað leikaratalið. Hvussu er og ikki, er tað eydnast honum at skriva ein listarliga viðkomandi leik, sum er størri enn tær einstøku privatsøgurnar, sum hann speglar.