Blátt

Lýsandi bláu málningarnir síggja næstan út sum um teir sveima í Gamla Seglhúsinum, har Anker Mortensen framsýnir í løtuni. Sunnudagin 21.november læt framsýning hjá Anker Mortensen við heitinum Sandagerð upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Hetta var ein hugnalig løta við tónleiki, sum Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein stóðu fyri og við góðum skornum breyðbitum við skerpikjøti frá blíðu gallarífólkunum, Símun og Jastrid Gullaksen. Upplatingarrøðuna helt borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, ið eisini er farbróður og gubbi listamannin - hon er prentað her í blaðnum.

Náttúra

Anker Mortensen framsýnir ikki ofta og tað er tessvegna við serligum spenningi, at farið verður til hansara framsýningar. Hann hevur í langa tíð arbeitt við monumentala málningaverkinum, sum nú prýðir nýggju politistøðina í Havn. Tað tykist sum um okkurt fótafar av hesum megnararbeiði sæst aftur í nýggju myndunum á framsýningini í Gamla Seglhúsinum. Fleiri av teimum eru náttúrukendar og eg komi í tankar um listafólk sum Tommy Arge og Bárð Jákupsson, meðan eg hyggi. Samstundis kann eingin ivi vera um, at tað er Anker Mortensen, ið hevur málað myndirnar og at hann er eins originalur listamaður sum hann hevur verið í áratíggju - tað síggja vit á strokum, litum, strukturum og bygnaði, eini ørgrynnu av smáum serstøkum brøgdum, sum gera málningarnar til eyðkend Ankersverk.

Blátt  

Á framsýningini í Gamla Seglhúsinum eru fleiri myndir rættiliga bláar, soleiðis at heildarinnttrykkið av framsýningini ljómar av bláum. Anker Mortensen brúkar bæði Ultramarinblátt og Parisarablátt, sum hann málar í fleiri løgum við rundleittum skapum, ið breiða seg kring allan myndaflatan. Summi sýnast fløt og óblonk, meðan onnur eru skínandi og gjøgnumskygd. Fleiri staðni hómast løriftið út ígjøgnum málingaløgini, tað hevur m.a, við sær, at kantarnir á myndunum sýnast eitt sindur ullintir. Endaúrslitið er málningar, ið um somu tíð eru sera fysiskt til staðar í rúminum samstundis sum okkurt fullkomiliga óítøkiligt er yvir teimum har tær hanga á myrku timburveggunum í Gamla Seglhúsinum eins og lýsandi ovursjónir.

Sandagerð

Fyri nøkrum árum síðani hevði Anker Mortensen eina framsýning í Steinprenti, sum hann kallaði Víkin Fagra, ið fevndi um Hoyvík og hagan og laðingar har, men sum eisini eisini tók støði í heitinum á skaldsøguni hjá Gunnari Hoydal, Dalurin Fagri (1999). Heitið Sandagerð um hesa nýggju framsýningina í Gamla Seglhúsinum er á sama hátt eitt slag av savnandi metafori við topografiskum og poetiskum tilsipingum. Fyri tað fyrsta er Sandagerð sum kunnugt lítla sandstrondin í Havn, ein sermerkt og náttúruvøkur oasa í heimstaði listamansins. Men Sandagerð er meira enn náttúra og hevur eisini verið karmur um ríkt mentanarvirksemi - tað var sum kunnugt her í prestagarðinum, at Jákup Dahl próstur týddi stórar partar av Bíbliuni til føroyskt og sonur hansara, yrkjarin, sangarin og tónaskaldið, Regin Dahl, sum Anker Mortensen hevur stóran tokka til, hevur sungið m.a. Barnarímur hjá Hans Andreasi Djurhuus og vísur og skjaldur, ið eisini eru afturvendandi íblástur hjá Anker Mortensen og hómast aftur í verkheitum og fabulerandi skapum, har rógvið verður út á Balta millum annað: “Rógva út á balta, veiða fiskin salta, rógva út á tanga, veiða fiskin langa, rógva út á háa, veiða fiskin gráa. Rógvið suður, og rógvið norður at vita, hvat ið harrin vil geva okkum báðum”. Regin Dahl yrkti um fossin í Sandagerði, eitt brot úr yrkingini ljóðar soleiðis “ein ringjandi, syngjandi fossur, eitt leikandi, kveikjandi lag, ein mynnandi, mennandi kossur - Har eigi eg friðarstað; har tutlar og mutlar, har tvætlar og skvatlar, har súsar og brúsar so søtt...”.

 

Abstrakt náttúra

Sjálvt um fleiri av verkunum eru rættiliga abstrakt, kenst náttúran sterk í teimum. Men tó at sjónarringurin er høgur og mynsturtekningin fjølbroytt og flykrandi, eru vit ikki sum hjá Tommy Arge niðri í sjálvum tilfarinum í fjallinum, í mosanum, lynginum og klettinum. Hetta tykist meira andaligt onkursvegna t.d. í einum málningi, sum er stórur og heilt ljósur eins og ein akvarel. Um mann stendur still eina løtu framman fyri hesum verkinum, tekur seg fram ein ørgrynna av strikumyndum av ymiskum skapum. Tað kann minna um trø, steinar, sólir, fiskar og øll møgulig skap og mynstur, ið hómast aftan fyri eitt ljósablátt tám sum ein fagran summardag. Ein málningur, ið fær meg at hugsa um kendu yrkingina hjá Steinbirni B.Jacobsen, BLÁTT “Himmal og hav/ Møtast í bláum/ sjónarringurin/ hitt svarta bergið er blátt/ fjøllini/ tær grasgrønu líðinar/ eru aftanfyri eitt blátt tám/ viðhvørt.” Í einum øðrum framúrskarandi málningi er helvtin av myndaflatanum skyggjandi blá, meðan hin helvtin er ljós og sveimandi – tað er serliga áhugavert, at listamaðurin hevur valt at staðseta hesa luftkendu myndahálvuna niðast eins og fundament í myndini - tað kennist herliga ólogiskt, setir náttúrulógir úr gildi og ger myndina meira abstrakta. Framsýningin er opin mánadag til fríggjadag frá 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 18:00 fram til 16. desember 2021.