Blue Velvet
/Leygardagin 20.november klokkan 15-17 letur ein forkunnug og fjálg framsýning upp í Víngarðinum við nýggjum verkum hjá Randi Samsonsen. Heitið á framsýningini, Blue Velvet sipar bæði ítøkiliga til verk, sum eru framleidd úr djúpbláum velour, men heitið er eisini myndamál, ið lýsir huglagið á framsýningini, sum um somu tíð er nostalgiskt og progressivt. Talan er um tekstillist - tað taktila hevur stóran týdning í verkunum, sum mann fær hug at nerta við, kela ella kanska beinleiðis balla seg í. Kompositiónirnar hjá Randi Samsonsen tykjast í fleiri førum øðrvísi hvassar og geometriskar við beinum strípum og netmynstrum. Eitt monumentalt verk, sum sæst ovast her, er sett saman við strípum av tveimum sløgum av tilfari og minnir næstan um persiennir ella okkurt slag av gardinum. Strípurnar eru partvíst bláar í einum volurklæði, sum er sett saman við einum blómuprýddum klædnastykki og tí, at figuratión ofta vinnur av tí, at eygað av sær sjálvum letar eftir onkrum at kenna aftur, so er tað fyrst blómurnar, tú sært. Men longu meðan tú ert í ferð við at taka vakurleikan inn og fata blómurnar, teirra litir og lív, mást tú blinka, og tá eygað verður uppafturlatið er tað brádliga eins og djúpbláa myrkrið tekur seg fram í myndini. Hetta verkið er nógv meira álvarsligt enn mann skuldi hildið og snýr seg um annað og meira enn estetisk fyribrigdi. Ein annar grundlitur á framsýningini er brúnt, sum listakvinnan lýsir eins og ein lit, ið fevnir um allar litir. Um tilfarið velour sigur hon, at tað áhaldandi broytir litirnar, alt eftir hvaðani tað sæst og hvussu ljósið fellur á tað og so er tað minnini, sum tilfar og litir seta gongd á.
Upplatingin í Víngarðinum verður hildin sambært almennum tilmælum og tessvegna krevst coronapass.
Minni um røturnar - Nýtt frá Tóroddi
/Onkur yrking er um mat og at eta, men tað er ikki hissini matskrá, sum verður borðreidd í nýggju bókini hjá Tóroddi Poulsen, við sparli í lesullasós og øðrum forkunnugum delikatessum.
Hon eitur Verljóð, henda 45. bókaútgávan hjá Tóroddi. Eitt vakurt savn við 88 yrkingum á góðum hálvfems síðum, sum við fáum undantøkum eru stuttar og fyndugar. Verljóð er heimagjørt orð, sett saman av tveimum orðum, sum eg at byrja við hugsi fyri mær í boðshátti: Ver ljóð, altso eitt ynski um, at setningar yrkjarans mega gerast fullborin ljóð ella yrkingar. Men verljóð kundi eins væl verið eitt slag av eksistentiellum yrkingum um at vera til, yrkingar, ið sipa til ljóðið av tilveruni ella bara veraldaryrkingar. Har er eisini okkurt í bókaheitinum, sum fær meg at hugsa um Bíbliuna, tá Guð sigur í fyrstu Mósebók, at tað skal vera ljós og sá, at ljósið var gott og hesin varhugi mín kemst m.a. av, at orðið “ljós” er skrivað á bakpermuna. Typiskt fyri mótsetningsfegna yrkjaran er orðið skrivað við smáum hvítum bókstavum á kolasvarta grund.
Dreymir
Inni í bókini í einari yrking stendur um heitið, at tað stavar úr dreymi. Og júst dreymir eru afturvendandi í surrealistiskum yrkingum, har veruleikans lógir onga ávirkan hava. Hann hevur aftur hesa ferð sjálvur skapt permuna burtur úr tveimum steinprentum, sum hann hevur teknað ein svartan fýrkant á, har bókaupplýsingarnir standa við hvítum hondskrivaðum bókstavum kring ein gyltan runding. Inngangsorðini “her gekk hann/ hetta er hansara brekka” benda á onkra eksistentiellu leið, samstundis sum tátíðarorðingin ber brá av eini søgu, eini mytu, men eisini ein gerandislig, einføld orðing ella kliché, sum kundi verið brúkt í einari av teimum mongu ymisku Meg minnist sendingunum, sum florera í útvarpinum í løtuni, men brekkan er nútíðarlig og vit fara fegin við yrkjaranum niðan brekkuna.
Hugflog og flogfar
Longu frá fyrstu yrking í savninum verður samband knýtt millum hugflog og flogfar ella millum ítøkiligt og óítøkiligt, eitt fyribrigdi, ið sæst aftur nógvastaðni í savninum og sum eisini til tíðir hevur við sær, at summar yrkingar tykjast torskiltar. Men Tóroddur Poulsen dugir sjáldsama væl at arbeiða abstrakt við figurativum myndaliðum – tað sama ger hann javnt og samt við eitt nú súkklum og spannum í myndlistini, men eisini í yrkingum fær hann nógv burtur úr at blanda kategoriirnar. Í eini yrkingasvitu í savninum í seks pørtum er tað lívið sjálvt, sum er høvuðspersónur. M.a verður lívið persónsgjørt til onkran, sum tøssar og hevur búkpínu og giktplágaðar hendur. Í einari yrking stendur: tey/ fella/ trøini/ so eg/ kann/ yrkja/ minni/ um/ røturnar. Her er bæði ein visuellur og innihaldsligur mótsetningur í yrkingini millum tey steyrrøttu trøini og tær bylgjandi røturnar, men inn í negativa tómrúmið, har trøini stóðu, verður yrkingin sett, og lesarin fer av fleirtýðugu orðingini at spekulera um orðið “minni” er navnorð ella lýsingarorð og hvørt yrkjaraegið fer at minnast trærøturnar ella heldur fer at minka um sínar trærótayrkingar.
SPARL
Verljóð eru yrkingar um at skapa, vera, droyma og minnast, um mál, træ, asfalt og annað tilfar. Frásagnarliga ramman er ein flogferð til Føroya, har lent verður í síðuvindi og har ferðafólkini einans sleppa at brúka tað aftasta vesið, tí manningin brúkar tað fremsta. Í einari groteskari yrking við heitinum SPARL verður tann annars hámetta føroyska matstovuvinnan hildin til gjøldurs “ja hvørja ferð tú koyrir eitt sparl í munnin/ smakkar tú enn eina michelinstjørnu” og tá vit lesa, at matstovugestirnir hoyra tjaldurslát í hátalaranum, meðan tey eta, ja, so ivast vit ikki í, at talan er um sjálvan aðalgimsteinin innan føroyska matstovuvinnu og at yrkingin altso er ein parodi uppá KOKS.
Kritiskar yrkingar
Listasavnið fær koyrilin fyri vantandi progressivitet í sínum framsýningarvirksemi fyri “framvegis/ roynir at/ vísa okkum/ at vit eru/ eitt listarligt/ menningarland…” eins og funnist verður at teimum instagrammu, ið oysa út sínar deyðu myndir til tey blindu. Tað stendur heldur ikki væl til innan standmyndaøkið og bæði ræstir fiskar og visnaðar grindalykkjur biðja um fyrigeving vegna øll tey, sum ikki vita hvat tey gera “tí lívið/ kann vera leiðiligt/ eins og eitt bókavarðarviðmæli/ av kókibókaslagnum/ og aldrin eins og / ein grólandi/ dómkirkja/ inni í einum/ fuglafrøðingi.” Sjálvt um tingini verða vend við, er als ikki torført at bera eyga á føroyskar veruleikar í bókini og onkrastaðni hómast ein listamaður, ið troyttast av at verða róstur fyri síni bókaverk av myndlistafólkum, sum tilvitað ignorera hansara myndlist, tó at hann hevur verið myndlistamaður í nógv Harrans ár. Tað er spell - eisini, at Tóroddur Poulsen ikki í størri mun verður virdur og brúktur innan myndlistaøkið og at hann ikki hevur fingið størri framsýningar- og prýðingsuppgávur.
Mistreysti
Eitt ávíst mótloysi er at hóma, tá tað verður staðfest, at lítið er at anda fyri og at yrkjaraegið skjótt einki hevur at yrkja um: havi so/ ofta sæð/ ein fugl/ eg áður/ ikki havi/ sæð og/ skjótt/ havi/ eg einki/ at yrkja/ um. Men sjálvt tá mistreytið er størst, eru setningarnir hjá Tóroddi Poulsen tað størri í fínum yrkingum, sum hesari júst nevndu, ið við fáum orðum lýsir lívsgongdina hjá teimum, ið sleppa at liva leingi. Javnan er tað eins og yrkjarin sipar til eldri tekstir hjá sær sjálvum um bleikar nætur og um at ganga í Havnargøtum og leita eftir brennivíni meðan kavaflykrurnar gloyma at bráðna. Júst í slíkum afturlítandi yrkingum, sum taka støði í minnum, megnar Tóroddur at toga fortíð fram á ein hátt, sum steðgar tíðini og verður ein universal tilverulýsing eitt nú í einari paradisiskari sælumynd sum hesari:
tey renna
út og inn
gjøgnum portrið
tey sum ikki
longur eru her
og tey hittast
niðri í fjøruni
síggja ikki
kærleikan
fyrr enn
tey merkja
suðið frá
egnum veingjum
tá tey eygleiða
gyltar krabbar
og forsúllaði
kombikk
Bókadagar 2021
/Bókadagar verða í Norðurlandahúsinum hesa vikuna við rithøvundasamrøðum, fyrilestrum, yrkingaupplestri, bókmentaummæli, verkstovum, bókaframløgum osfr. Og um tú ikki fært farið, kanst tú stroyma beinleiðis á síðuni hjá Norðurlandahúsinum, soleiðis at tú kanst fylgja við heima. Bókadagar er eitt árligt afturvendandi tiltak, sum verður fyriskipað í samstarvi við m.a. føroyskar rithøvundar, forløg og felagsskapir. Her koma vit heilt tætt at tí góðu søguni, fáa nýggja vitan úr bókmentaheiminum og kenna nærleikan, sum fæst við at lesa eina góða bók. H.N. Jacobsens Bókhandil verða í Klingruni, við einum úrvali av bókum. Tey hava opið ein tíma áðrenn tiltøkini byrja og eisini eftir tiltøkini.
Skráin fyri Bókadagar 2021 sæst her. Klokkan 19.30 snýr tað seg um ummæli.
Videolist í Norðurlandahúsinum
/Eg havi satt at siga als ikki varnast, at Norðurlandahúsið varpar ljós á videolist. Tað ljóðar sera spennandi á uppslagnum, har tað stendur: “Tobias Anderson (f. 1971) er ein svenskur listamaður og filmsframleiðari. Hann arbeiðir oftani við teknifilmsgerð, tí narrativa og ikki narrativa, og samklippum við eini rúgvu av tilvísingum til filmssøgu og poppmentan. Í tíðarskeiðinum 1.-14. novembur sýna vit fimm filmsverk hjá honum:
Al ladro! (2005)
A Hand That Speaks (2011)
A Sensation! (2012)
From the Villain (2013)
Where did it all start? (2017)
Veturin 2021-22 sýnir Norðurlandahúsið í Føroyum verk, ið tíggju framúrskarandi norðurlendsk videolistafólk hava skapað. Takk til Elinu Brotherus (FI), J. Tobias Anderson (SE), Lillibeth Cuenca Rasmussen (DK), Egill Sæbjørnsson (IS), Jón Sonna Jensen (FO), Torbjørn Rødland (NO), Ann-Sofi Sidén (SE), Aldu Mohr Eyðunardóttir (FO), Lauri Astala (FI) og Sabinu Jacobsson (NO). Videolistin er nakað serligt. Hon hevur flutt tíð og rørslu inn í myndlistina, hevur givið hugskotinum og hugtakinum nýtt pláss, tikið tøknina við og knýtt myndlistina at filmi og dansi, performance og yrkingarlist. Videolistin hevur samantvinnað aktivismu og listaligt arbeiði, káma mørkini millum listina og samfelagið hon verður til í, og so hevur hon víst, hvussu tætt skyld listin og kritiskur hugsunarháttur eru. Síðan hon sá dagsins ljós í 1960-unum, hevur videolistin gjørt royndir við ymsum formligum arbeiðshættum, ið styrkja kritiskan hugsunarhátt. Listagreinin var altíð so leikandi og smidlig, at tað bar til at arbeiða granskandi og opið, royna nýtt umaftur og umaftur, menna uttan íhald. Ikki ólíkt tí vísindaliga arbeiðsháttinum. Teir reglubundnu, greinandi og grundandi tættirnir í listaligu tilgongdini gjørdust meira sjónligir við videolistini. Tó vóru hesar dygdirnar, sum vit vanliga seta í samband við kritiskan hugsunarhátt, tengdar at einum villum, serum og sniðfundigum undirstreymið, sum vildi spreingja mørk. Hendan frálíka og sermerkta blandingin sæst enn í nógvari videolist. Á henda hátt venur videolistin okkum at síggja heimin úr nýggjum hornum, at síggja nýggjar møguleikar, síggja tað, ið ikki beinleiðis er sjónligt. Hon lærir okkum at ivast, seta spurningar, finna nýggj tankamynstur og síggja nýggjar samanhangir, tí videolistin er ikki einans áhugað í, hvussu veruleikin sær út, men eisini í hvussu vit fata veruleikan. Spurnartekin verða alsamt sett við óskrivaðar reglur, virði og fastar fatanir í tí fjølbroyttu videolistini, har kritiskur hugsunarháttur altíð krevst. Tí kritiskur hugsunarháttur treytar sjálvransakan og grundan. Okkum tørvar hann fyri at skapa meining, fáa innlit í okkum sjálv og okkara virði, í umhvørvi okkara og náttúruna, í hvønn annan og samfelagið. Á henda hátt skapar videolistin grundarlag fyri bæði samkenslu og siðfrøði”.
Framsýningin hjá Jóhan Martini opin fáar dagar aftrat
/Framsýningin hjá Jóhan Martini Christiansen, Tell It To My Heart er enn opin í Steinprenti. Ein ómetaliga áhugaverd og øðrvísi framsýning, sum ikki er verri, tá mann sær hana 2. og 3.ferð.
EIVØR VANN
/-Túsund takk, segði Eivør fyri stóra heiðurin, henni var fyri í kvøld, tá hon vann Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hon takkaði Norðurlandaráðnum fyri virðislønina og takkaði manninum, Tróndi Bogason fyri stuðulin. Á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum stendur, at Eivør Pálsdóttir fekk Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021 fyri sítt ótroyttiliga arbeiðis, sum hevur varpað ljós á hennara heimland og fyri at hun støðugt brúkar sín tónleikaliga arv og sítt móðirsmál.
Grundgeving fyri virðislønarhandan:
Nordisk Råds musikpris 2021 går til Eivør Pálsdóttir fra Færøerne. Eivør Pálsdóttir har skabt en enestående karriere siden hun, nærmest flyvefærdig, debuterede på den musikalske scene i sit hjemland, Færøerne. Hun er en gudsbenådet musiker med en smuk sangstemme og en fremragende guitarist. Med sit altomfattende sceniske nærvær har hun betaget musikelskere over hele verden. Hun udgav sit første eponyme album i år 2000. Det er en folk/jazz-agtig affære, og siden da har hun arbejdet med en bred vifte af genrer, blandt andet støjrock, country, eksperimenterende musik, klassisk musik og rendyrket pop-diva materiale. Alle disse bedrifter er gennemsyret af en bemærkelsesværdig kreativitet og integritet. Eivør Pálsdóttirs utrættelige arbejdsmoral har i de senere år sat fokus på hendes hjemland, og hun arbejder omhyggeligt med sin musikalske arv og sit modersmål. Eivør Pálsdóttir er en sand "nordisk" kunstner, men samtidig har hun formået at slå sit navn fast som en international popstjerne, der turnerer verden over med sit berømte sceneshow. Hun er en modig og nysgerrig kunstner, som skaber forbindelse til sit publikum med en bemærkelsesværdig lethed, og som udtrykker den menneskelige side af os alle med både værdighed og ynde.
Hetta var aðru ferð, at Eivør var í uppskoti at vinna hesa týdningarmiklu virðislønina og nú vann hon. Sjálvandi gjørdi hon tað. Væl uppiborið. Tað er vit sum takka. Hjartaliga til lukku, Eivør.
Koyr á Føroyar!
/Týskvøldið verður avdúkað hvør fær tær ymisku virðislønirnar frá Norðurlandaráðnum. Her omanfyri er eitt áhugavert viðtal, sum Hild Borchgrevink hevur gjørt við Eivør Pálsdóttir, sum er nominerað til tónleikavirðislønina. Tað ber sum kunnugt illa til at kappast um list, men Eivør hevur um nakar uppiborið at vinna sum tann einastandandi musikkpersónurin, hon er. Hon hevur havt framførslur í m.a. París og London, sum vóru mikið fagnaðar og eg angri, at eg ikki fór til konsertina, hon hevði í Mentanarhúsinum áðrenn hon fór á turné.
Lív Maria Róadóttir Jæger er okkara góða uppskot at fáa norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri sína fínu gulu bók, ið heilt vist hevur uppiborið at vinna bókmentavirðislønina týskvøldið. Hon er júst ummælt í Information, har tað m.a. stendur “Jeg skriver på vådt papir’ er allerbedst, når digteren bryder sproget ned i mindstedeles, som »vold/tungt ord/4 bogstaver« Harumframt er Marjun Syderbø Kjelnæs í uppskoti at fáa barnabókavirðislønina fyri sína sera aktuellu bók, Sum rótskot, ið viðger umhvørvi og sum tað stendur á heimasíðuni hjá norðurlandaráðnum: “Bogen er dog mere end en klimaroman. Den er også, måske endnu mere, historien om det, som optager mennesker – både voksne og unge – i dag. Det er en bog om, hvordan ungdommen navigerer i en verden med udfordringer, og den tematiserer emner som klimaforandringer, skærmbrug, alkoholmisbrug og sorg, samt store og komplekse emner, som har med identitet, seksualitet, videnskab og tro at gøre.". Marjun Syderbø Kjelnæs var innstillað til somu virðisløn í 2013, Eivør var somuleiðis innstillað í 2013 - tær báðar hava samstarvað fleiri ferð. Tað er ein heiður í sjálvum sær at verða í uppskoti at fáa virðisløn norðurlandaráðsins, men vit vóna kortini, at onkur av virðislønarmóttakarunum í morgin verður føroyingur.
Koyr á, Føroyar
Lív Maria Róadóttir Jæger - foto Finnur Justinussen
Marjun Syderbø Kjelnæs
Heima á ókendum leiðum
/At ferðast er at vera til! – Kendi setningurin hjá H.C.Andersen, sum hann upprunaliga skrivaði í sjálvsævisøguni, Mit Livs Eventyr í 1855, er vorðin eitt orðatak og eitt motto hjá teimum ferðafegnu.
Vit kunnu ikki ordiliga siga, at vit hava fylgt hesum leiðarorðunum hjá danska flogvitinum serliga væl í seinastuni. Undir coronafarsóttini og í tíðini aftaná hava vit ferðast millum lítið og einki og sjálvt um støðan er batnað, eru vit sum heild trekari at bíleggja ferðir enn vit plagdu at vera. Kanska hevur heilsukreppan gjørt okkum varug við hvussu skroypilig vit eru og hvør veit um ikki ein feril av veðurlagsbroytingarampa og harav fylgjandi, (tiltrongdari) planetumsorgan ger um seg? Eitt sindur troyttandi er tað kortini, at varsemið kenst kroniskt og er farið at minna eitt sindur um flegma í øllum førum fyri mítt egna viðkomandi og hetta sama dølskni var ivaleyst ein av orsøkunum til, at eg takkaði avgjørt nei at byrja við, tá ein vinkona bjóðaði mær til Firenze ein túr. Síðani varð eg vist bæði lokkað og noydd og endaði í hvussu so er við at bæði játta, fara, njóta og læra.
Á nýggjum gomlum gøtum
At ferðast, ja - eg hevði satt at siga fullkomiliga gloymt hasa undurfullu kensluna av at vera í fremmandum landi. Av nýggjari, lýggjari luft í gyltum ljósi, meðan allir sansir klárvakna av øllum tí ókenda, sum treingir seg uppá úr øllum ættum, meðan tú við bankandi hjarta trínur um enn eitt nýtt húsahorn, har tú ongantíð hevur verið áður, um somu tíð næstan ræðslusligin, men spent eftir at vita hvat har man vera. Tað angar av søtum blómum og fruktum júst í teirri løtuni, tá tvær myrkhærdar damur yvirhála okkum á gongubreytini. Tað er kvøld í Firenze og teirra luktilsi blandast við sigarettroyki í herliga ljóminum av fremmandamáli í gøtuni, har vit ganga í freistandi anga av grillaðum kjøti við einum himmalskum farra av trøflum og hvítleyki. Áh at eta nýggjan, ókendan mat, sum mann ikki sjálv hevur gjørt. Føturnir flyta seg kvikliga á ósløttum, steinsettum gøtum, eg má ansa mær, so eg ikki detti og ikki missi hinar burtur, og her hevur Dante gingið, hugsi eg mitt í øllum og kann ikki lata vera at gána og hyggja eftir øllum tí nógva, sum er at síggja, men eg má ikki blíva burtur í tí ókenda.
Il Duomo
Miðskeiðis í býnum liggur býarmerkið, “Il Duomo”, risastóri kupulin hjá Filippo Brunelleschi frá 1436, sum var eitt tað fyrsta verkið vit hoyrdu um á sinni í stílsøgu á universitetinum í sambandi við renesansuna og sum hoyrir til dómkirkjuna í Firenze, Cattedrale di Santa Maria del Fiore. Allastaðni í býnum sæst hetta velduga bygningsverkið, sum næstan tykist vera dottið niður av mánanum niður millum trongu gøturnar í Firenze júst á sama hátt sum ein annar fantastiskur bygningur, Panteon í Rom sýnist merkiliga yvirdimensioneraður har hann stendur. Býurin Firenze verður í míni nýggju turistbók um Toscana lýstur sum eitt listaligt skattkamar og sum sjálvt startskotið hjá tíðarskeiðnum, ið vit nevna renesansu. Renesansa merkir endurføðing og hugtakið verður brúkt um tíðarskeiðið´frá 14. til 17.øld um mentanarligu rørsluna, ið tók seg upp í Norðuritalia í Firenze, Venezia, Genova og Milano seint í miðøld og breiddi seg víðari kring Europa. Í Firenze stuðlaði ríka yvirstættin listafólkum, ið m.a. vendu aftur til listarligar og vísindaligar fyrimyndir úr antikka Grikkalandi og Rom og sum spakuliga elvdi til eina nýggja humanismu og ein meira skilvísan hugburð, ið førdi til hópin av nýggjum hugsjónarligum, listarligum og tekniskum uppdagingum. Í myndlistini sæst menningin m.a. í eini vaksandi realismu, at persónarnir fáa kropp og trídimensjonala dýpd og at myndarúmið verður bygt upp í stórfingnum sentralperspektivum, ið geva kensluna av einum ovurstórum myndarúmi á myndaflatanum.
Skógvanirvana
Allastaðni har eg líti meg íkring í Firenze eru vakrir bygningar, smøl hús í brendum litum við lúkum fyri vindeyguni, stórar, flottar kirkjur, torn, skínandi spír og smalar hugnaligar gøtur, og sjálvt um vit eru í oktober, sita fólk uttandura og práta, meðan tey fáa sær at eta og drekka. At fáa sær eitt glas av víni í Firenze gerst næstan listarligt í sjálvum sær, tí umhvørvið er so vakurt. Men á slitnum gøtum og gomlum bygningum síggjast livandi, modernað menniskju og allastaðni eru handilsvindeygu við tí nýggjasta nýggja av móta, Gucci, Roberto Cavalli og eitt satt nirvana av skóm og taskum hvørt meira hondgjørt og lekkurt enn hitt.
Tá vit vóru giggut og býtt og fitt
Míni fyrstu tólv liviár ferðaðist eg ikki longur burtur enn norður til Eiðis, men tað var eisini nokk so langt tá og enn longur áðrenn brúgvin yvir um streymin kom í 1973. At ferðast uttanlands var ikki nakað mann bara gjørdi, men tey flestu ferðaðust til Danmarkar tá í hálvfjersunum og fýrsunum við England ella Winston Churchill og hvat tær itu, stóru ferjurnar, og mann kundi eisini flúgva til flogvøllin í Kastrup við tí ljósabláa flogfarinum frá Maersk Air. Har var heitur matur umborð og ein lítil fínur plastikkpakki við salti, pipari, sukuri og einum væl angandi vætulappa. Allar møguligar merkiligar detaljur minnist eg frá fyrstu ferðini uttanlands, tá eg sum tólv ára gomul fór við foreldrunum til Keypmannahavn. Tað var so løgið og fremmant og stórt, at eg ræddist. Gloymi ongantíð sundurknúsandi løtuna, tá eg varð burtur í Tivoli og hvørki fann mammu ella babba. Tey søgdu aftaná, at talan bara var um eina heilt stutta løtu, men hjá mær føldist tað sum ein infernalskur ævinleiki. Vit vóru eisini í onkrum stuttleikahøli, sum æt Skærsilden við trapputrinum, sum fluttu seg undan, tá mann gekk á teimum, so mann alla tíðina datt ella var við at detta. Ræðuligt og margháttligt helt Havnagentan, sum neyvan bara var stuttlig at hava við í Tivoli. Nakað seinni - tað var einaferð í fýrsunum, var eg sunnanfyri við einum føroyskum ferðalagi og royndi ta serligu, løgnu men merkiliga tryggu, av handahógvi merktu ferðalagssiðvenjuna tá, har man “át, ferðaðist og var glað” (Spies, rejs og vær glad) í grísafest og øðrum intensum reyðvínsdrekkaríum, ið øll vóru hildin at vera serliga autentisk og sponsk. Tað spanska var annars ikki so øgiliga høgt í metum hjá okkum í føroyska ferðalagnum, sum hugnakvøld og -dagar heldur vildi lurta eftir føroyskum country og Kim Larsen enn sponskum flamenco. Eg minnist enn kollektiva ovfarakæti, tá onkur í ferðalagnum av tilvild var dottin fram á eina danska matstovu, har mann kundi keypa “ordiligan” mat so sum danskan hakkibúff við stoktum leyki og eina púra vanliga tuborg afturvið. Himmalskt!
Alheimsgerð
Eg veit ikki nær alt hetta býtta og eitt lítið sindur fitta broyttist, men tað hendi helst so líðandi við einari støðugt vaksandi alheimsgerð, har stóra verð spakuliga tódnaði, fyritøkur gjørdust multinationalar og tað at ferðast gjørdist alt meira vanligt. Hugtakið alheimsgerð verður jú nýtt um eina tilgongd har virkin samantvinning av búskaparligum og øðrum virksemi t.d. mentanarligum gongur fyri seg yvir um landamørk og hetta er als ikki so nýtt, sum mann skuldi hildið. Í veruleikanum er globalisering eitt eyðmerki hjá sjálvari sivilisatiónini heilt afturi frá teirri tíðini, tá sambond vóru knýtt millum heimspartar frá 15.øld og fram til tá kolonialisman var í hæddini í 19.øld og síðani tað hava ymisk tøkni sum telegrafurin, jarnbreytir og telefonin sett ferð á alheimsgerðina. Seinni verður eisini altjóða útbreiðslan av t.d. útvarpsrásum og sivilari flogferðslu roknað uppí globaliseringina og harvið hava vit merkt árin av gongdini, alt meðan vit lurtaðu eftir norðmanninum og Radio Luxembourg langt áðrenn vit kendi til globalisering sum fyribrigdi. Hugtakið lærdu vit øll at kenna, tá internetið varð veruleiki við tess omnipresenta kunningartøkni. Einki var nakrantíð tað sama aftur, men internetið minkaði enn meira um heimin og kann framvegis eisini gera tað øvugta av at informera. Undirhald er framvegis tað, vit vilja hava og tað fáa vit ikki minst, tá vit lesa um onnur.Tey seytjan árini at Facebook hevur verið til og síðan tað eisini Instagram, hava vit javnt og samt bæði í vikuskiftum og mitt í viku sæð fotomyndir av okkara brosandi facebookvinum, sum eta lekkurt og skála í øllum møguligum meira og minni eksotiskum ferðamálum. Men á Grækarismessu í fjør broyttist ferðafegni facebookmyndastreymurin hjá føroyingum til okkurt meira fjallakent og heimligt frá føroyskum ferðamálum, tá fólk fóru at “ferðast í egnum landi”.
Við víðopnum móttakara
Tað góða við óætlaða ferðasteðginum er, at vit ikki longur halda tað vera eina sjálvfylgju at ferðast. Ella soleiðis havi eg í hvussu er upplivað tað og eg haldi, at hetta var orsøkin til, at mín móttakari kendist óvanliga opin og tendraður dagarnar í Italia, har eg sá ymiskt, sum eg hevði ætlað mær, men sanniliga eisini upplivdi alt møguligt, sum eg ikki visti, at eg kundi vænta mær. At fara upp um morgunin og fáa sær ein kaffimunn við útsýni yvir á stórbæra kupulin hjá Brunelleschi og við ljóminum av kirkjuklokkunum har í oyrunum - tað var nakað heilt serligt. Men eisini herliga sannroyndin, at tær ikki nýtist at ferðast, at taka buss, tok ella taxa, tá tú ert í býnum í Firenze, tí so nógv av tí, ið er vert at síggja, er savnað saman í gamla miðbýnum. Um bara tú letur eyguni upp er listin allastaðni.
Uffizi
At uppliva Galleria degli Uffizi er eitt mást, tá mann er í Firenze, tí talan er um eitt av heimsins týdningarmestu listasøvnum við hópin av dýrabarum listaverkum. Uffiziurnar er heitið á einum bygningi, sum Giorgio Vasari teknaði fyri Cosimo I de Medici, fyrsta hertogan í Toscana. Ætlanin var, at bygningurin skuldi hýsa fyrisitingarskrivstovum o.t. – harav kemur navnið Uffizi/office. Uffiziurnar gjørdust karmur kring listasavnið hjá Medicifamiljuni og í øldir var hetta eitt stað, sum synir hjá elituni í Europa vitjaðu á teirra dannilsisferðum. Síðani 1765 hevur savnið verið alment. Bygningurin er í sær sjálvum áhugaverdur, tí hann á modernaðan hátt definerar eitt býarpláss tætt við ánna Arno. Vasari var annars typiskur renesansumaður við sera fjølbroyttum gávum sum listamálari, arkitektur og so verður hann hartil skýrdur at vera heimsins fyrsti listfrøðingur og er serliga kendur fyri bók sína Le Vite de' più eccellenti architetti, pittori e scultori italiani (1550) við lýsingum av italskum listafólkum, ið er ein tann týdningarmesta keldan til søguna hjá renesansulistini. Tað var eisini hesin sami Vasari, sum í Firenze stovnaði fyrsta kunstakademiið í Europa.
Set tær avmarkingar
Av tí, at listasavnið í Uffiziunum er so stórt í vavi, kann tað loysa seg at fyrireika og avmarka seg og velja nøkur góð verk at hyggja at frammanundan. Tað ber snøgt sagt ikki til at hyggja at øllum. Vinkonurnar lótu tað upp til mín at velja, so eg hevði eitt lítið upplegg og eina listasøguliga gjøgnumgongd frá 14.øld til 17.øld við útgangsstøði í lutfalsliga fáum verkum. Vit hugdu at Boðanardegi Mariu, ið verður hildið at vera eitt ungdómsverk hjá Leonardo da Vinci, og undraðust um modernaða arkitekturin í myndini. Vit fegnaðust um klára dupultportrettið av hertoganum og hertogafrúuni av Urbino, sum Piero della Fransesca málaði umleið 1472. Vit skálaðu eisini við Bacchus (1598) hjá Caravaggio við tí enorma vínglasinum og avbjóðandi eygnabránum, sum røkkur yvir um øldir heilt fram til okkara tíð. Síðan fóru vit um hornið at ógvast um Judith, sum er í ferð við at kuta høvdið av Holofernes í málninginum hjá Artemesiu Gentileschi, ið av sonnum var eitt konubrot av teimum heilt sjáldsomu.
Artemesia Gentileschi
Í fleiri øldir var hennara navn fullkomiliga ókent, Artemesia Gentileschi (1593-1656) sum kortini av mongum í síni samtíð og í okkara tíð er mett sum ein av dugnaligastu barokkmálarunum í 17.øld. Longu blaðung lærdi hon at mála hjá pápa sínum, Orazio Gentileschi, sum eisini var listamaður og vinmaður Caravaggio. Myndevnið av Judith og Holofernes stavar úr sonevndum apokryfum skriftum og snýr seg um eina hetjugerð hjá ísraelsku kvinnuni, Judith, tá hon høgdi høvdið av einum fíggindaligum herovasta. Eitt sera vanligt myndevni í teirri tíðini, sum listamenn sum Donatello, Botticelli, Michelangelo, Tizian og eisini Caravaggio tulkaðu og sum í roynd og veru snýr seg um dirvi hjá einstaklinginum, ið torir at fara upp ímóti yvirmaktini. Í myndini hjá Artemesiu Gentileschi tykist meira vera uppá spæl enn bara ein hetjulýsing, talan er eisini um eitt sjálvportrett, har listakvinnan hevur avmyndað seg sjálva í leiklutinum hjá Judith. Tað vóru fleiri virkandi listakvinnur í renesansuni og barokktíðini, men tær flestu eru lutfalsliga ókendar. Ein vinnuvegur innan listina var tá í tíðini rættiliga trupul hjá kvinnum – tað hevur sum kunnugt verið trupult heilt fram í okkara tíð. Men Artemesia Gentileschi var gávuríkur listamálari, hon hevði áræði og vilja og ein pápa, sum trúði uppá hana og longu seytjan ára gomul málaði hon høvuðsverk sítt av Súsonnu, sum er í bað, umgyrd av óhugnaligum lúrarum. Árið eftir hendi tað ræðuliga, at hon varð neyðtikin av listamanninum Agostino Tassi, sum eina tíð var lærari hennara. Rættarmálið var drúgvt, men endaði við, at Tassi var dømdur fyri neyðtøkuna. Seinni varð Artemesia gift og flutte til Firenze, har hon varð fyrsta listakvinnan at gerast limur í Accademia delle Arti del Disegno (1616). Tað er á so mangan hátt skiljandi, at feministar seinni í tíðini hava tikið Artemesiu til sín og síggja upp til hana. Hennara mynd av Judith og Holofernes er ómetaliga dramatisk og kann væl tulkast feministiskt, tí hon lýsir eina kvinnuliga hetju, sum er í ferð við at avhøvda ein mann, men sum áður nevnt var myndevnið tíðartypiskt. Málningurin er málaður í stíli við Caravaggio, tvs. at ein ávís realisma hómast í menniskjalýsingunum, meðan myndevnið kortini verður sett upp sum eitt drama á einum palli við ljóskastara á sjálva ta blóðugu hendingina. Restin av myndaflatanum er bølamyrk, hesin mátin at skipa ljósið í málninginum nevnist chiarascuro og merkir ljós í myrkri.
Megin í myndini
Á Uffizisavninum kann mann ganga øgiliga leingi og mala. Og tá meistaraverkini ikki longur tala til tín og sansirnir eru overmettir, er ikki so galið at hvíla seg á terassuni á museumscaféini og at fáa sær ein drekkamunn, meðan man sodnar eitt sindur av tí nógva, sum eg als ikki eri liðug at hugsa ígjøgnum, men sum síðan eg kom heimaftur hevur glett meg og givið mær nýggja orku. Eitt listaverk, sum situr eftir og strálar sum ein lívsjáttandi sól í mínum sinni, er velduga myndin hjá Giotto av Mariu moy við Jesubarninum, tann sonevnda Maestá ella Ognissanti Madonna eftir kirkjuni, har hon upprunaliga var altartalva. Eg kenni væl myndina og havi í mong ár nýtt hana í undirvísing, tí hon er eitt so fyrimyndarliga gott dømi um ávísar stílmunir millum miðøld og renesansu m.a. orsakað av siðbundna myndevninum, sum also eisini varð nógv nýtt í miðøld. Eg hevði ikki áður sæð hesa myndina í veruleikanum og kanska var tað tí, at eg reageraði so ógvusliga, tá eg trein inn í fyrsta framsýningarhølið í Uffiziunum, har myndin hongur, ella nei, eg haldi tað snýr seg um megina í myndini sjálvari. Tí at síggja hetta stóra gullskyggjandi verkið var sum at fáa ein frammaná, eg mundi svíma og fór at tára alt í senn - tað var heilt øgiligt og flóvisliga óbeherskað í hesum ovurmentaða umhvørvinum. Majestetiska Mariumyndin hjá Giotto verður hildin at vera málað umleið 1310 og tað sæst á tignarperspektivinum við smáu einglunum í forgrundini og við Jesubarninum, ið av somu tignarligu orsøkum er málaður sum ein lítil maður og ikki sum ein óviti, at málningurin á ein hátt hoyrir til miðøld. Samstundis tykist hesin málningurin so heilt merkiliga nógv til staðar í rúminum uttan at tú sum áskoðari merkir petti til ta veldugu frástøðu sum yvir 700 ár eiga at geva. Maria er stødd miðskeiðis í myndarúminum, hon er upphevjað og situr á eini trídimensjonalari trúnu. Kortini hevur hon bæði rúmd og kropp og nærveru. Litirnir glógva - bæði blaðgullið og teir reyðu, grønu og bláu litirnir skína og tað sama gera eyguni á Mariu. Hon er avmyndað í ¾ profil, men hyggur út úr myndini at okkum áskoðarum sum fyri at vissa okkum um sín og um okkara kærleika og menniskjaleika. Tað er heilt einastandandi at uppliva ein bíbilskan persón lýstan so niðri á jørðini og so eymliga sum her. Tað er sum at koma heim. Henda sama ósjálvsøkna kærleikan upplivdi eg aftur á míni Italiaferð m.a. í Padova, men tað er ein heilt onnur søga.
Portrettið á Tjóðpallinum
/13.november verður nýggi leikurin hjá Jóanesi Nielsen, Portrettið frumframførdur á Tjóðpalli Føroya. Um leikin greiða tey soleiðis frá: Hvat hevði hent, um Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen hittust í Klaksvík, meðan læknastríðið leikaði harðast á? "Portrettið" er eitt absurd, skemtiligt og surrealistiskt ævintýr - men við søguligum botni - pallsett og fortalt gjøgnum eyguni hjá Mikinesmálaranum. Ein ferð í ongamannalandi, har dreymarnir ferðast frítt og tíðin er upployst. Millum himmal og jørð, list og vinnulív, fortíð og framtíð, skemt, álvara, lív og deyða.
Í nýskrivaða leikinum hjá Jóanes Nielsen uppliva vit tríggjar mastodontar innan føroyskt vinnu-, átrúnaðar- og mentanarlív frá einum heilt nýggjum og óvanligum sjónarhorni. Leikurin fer fram í spenninum millum tað søguliga og heilt konkreta - Klaksvík undir Læknastríðnum í 1955 - og tíðarleysar, eksistentiellar spurningar og djúpar loynidómar. Eins og Jóanes Nielsen ger við søgugongd, karakterir og hendingar, verður alt vent á høvdið og fysiskar lógir upphevaðar í pallmyndini hjá Edward Fuglø.
Leikarar eru Hans Tórgarð, Nicolaj Falck og Hjálmar Dam sum ávikavist Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen, umframt Kristina Sundar Hansen og Annfinnur Heinesen. Íslendski leikstjórin Guðjón Pedersen er vælkendur á Tjóðpallinum og hevur áður leikstjórnað "Aftaná undrið" eftir Jóanes Nielsen, "Kirsiberjagarðurin" eftir Tjekhov og "Breaking the Waves" eftir Lars von Trier.
Portrettið er fjórði leikurin hjá Jóanes Nielsen á Meiarínum. Hinir eru "Eitur nakað land Weekend?" (Gríma 2001), "Aftaná undrið" (Tjóðpallurin 2009) og "Havfrúgvin" (Tjóðpallurin 2016).
Sig Tað Við Mítt Hjarta
/Hetta til 6.november er listaframsýningin Tell It To My Heart hjá Jóhan Martin Christiansen at síggja í Steinprenti. Framsýningin er myndað av skulpturum, relieffum og prentum, og tað tilfarsliga - stál, gips og pappír - hevur rættiliga stóran týdning í verkunum, sum á ein hátt eru tað, sum tey eru – what you see is what you get og so kortini ikki bara. Tí framsýningin er full av tilfarsligum mótsetningum, sum seta gongd á myndir í huganum á áskoðaranum. Vit varnast poetiska undirstreymin, sum tutlar undir heitum, skapum og endurtøkum, og sum samlast eins og smá delta av týdningum og tilsipingum. Millum hart og bleytt tilfar, stál og húð, millum harðrendar samansetingar og kenslubornar flatur tysja fram týdningar. Við framsýningarheitinum koma hugsambond til tann lætta, festliga og grunna poppheimin, tí framsýningarheitið er heitið á einum fýrsaraslagara. Men tá heitið verður latið úr poppsanginum og tí heldur jabbuta niðurlagnum og í staðin verður nýtt sum framsýningarheiti, er tað eins og orðingin umbroytist og í staðin verður insisterandi við einum romantiskum, døkkum tóna og í boðshátti: Sig Tað Við Mítt Hjarta. Stuðlað framsýningini hava Mentanargrunnur Landsins, Uttanríkis og Mentamálaráðið og Tórshavnar Kommuna.
Ein rødd, sum sigur nakað nýtt
/Tað er nakað síðani eg legði merki til ein sang í útvarpinum, sum fekk meg at ressast við á sofuni, har eg lá og slappaði av. Tað var ikki minst byrjanin á sanginum, sum kløkkaði; hon er óvanlig “I almost shat my pants at a Christian camp the summer I turned 9. Accept Jesus Christ as youre one and only saviour or you´ll burn in hell”.
Hesin teksturin sigur mær okkurt, kanska tí eg sjálv var á Zarepta, tá eg var 11 (og fleiri ferð aftaná tað), men hesa fyrstu ferðina var upplivingin serliga óttafull. Eg haldi tað var tí vit sóu óhugnaliga filmin A thief in the night (1972), ið snýr seg um ta sonevndu Burturrykkingina - tað er eitt fyribrigdi, ið summi trúgva fer at henda móti evsta dagi, at tey frelstu verða tikin heim til Guð, meðan tey ófrelstu skulu ganga eftir í einum helviti á jørð. Filmurin rakti beint eitt sera eymt stað hjá mær og helst hjá børnum sum heild í sjálva ræðsluna fyri at verða forlátin av foreldrum og familju, gloymd og einsamøll í myrkrinum. Aftaná filmin var møti og mann skuldi vitna og eg minnist, at sjálvt tey mest smædnu reistu seg at vitna: “Takk Gud, at eg eri frelst” teskaðu tey og settu seg bums niðuraftur á stólin korkareyð í andliti. Har vóru ikki nógv, ið eins og eg lótu vera við at vitna, men tey vóru helst ørkymlað eins og eg. Trýstið kendist øgiligt, men tað bar mær ikki til at vitna, at eg var frelst, tí hugtakið var fullkomiliga abstrakt fyri meg, eg skuldi eisini fata útgangsstøðið, at eg eyðsýniliga var ófrelst og hetta var fullkomiliga nýtt fyri meg. Í staðin fór eg í telefonboksina, ringdi heim at siga, at eg vildi sleppa heim, men fekk at vita, at eg skuldi taka tað róligt, minnast til hvat omma segði og annars hugna mær. Í dag høvdu foreldrini helst komið til Vatnsoyrar eftir einum ørkymlaðum og forskrektum barni, men soleiðis var tað ikki tá. So eg minti meg á tað, sum omma segði, at Gud er góður við øll børn og vaksin og so hugnaði eg mær og har var nógv hugnaligt og stuttligt - ikki minst Rólant í Skorini var ein eminentur bíbliusøgusigari (og morgunfimleikari). Tíverri slapp óttin kortini so langt inn í barnasinnið, at eg hevði ilt við at sova einsamøll í langa tíð aftaná. Eg minnist, at eg eftirhondini legði upplivingina á eina hill í huganum í tí, at eg staðfesti fyri meg sjálva, at eg mundi vera øðrvísi, møguliga meira kenslusom enn hini børnini og at tað mundi vera tí eg reageraði soleiðis. Lívið hevur lært meg tað øvugta, at eg eri akkurát líka sum øll onnur menniskju og also eisini havi følt tað sama sum Jósef Zachariassen, sum í áhugaverdum viðtali við Rebekku Manuelu Behrens í útvarpinum á sera gløggskygdan og kærleiksfullan hátt fanst at helvitishóttanum og revsing, ið hvørgin kann brúkast til at frelsa ella uppdraga við, men sum bara elvir til stúran og bangin børn. Áðurnevndi sangurin hjá honum, Human er tann fyrsti, ið er almannakunngjørdur av komandi útgávuni, Summer. Sangurin er álvarsligur og eitt sindur speiskur. What about the dinosaurs, spyr hann, skulu vit ikki taka vísindi í álvara? Human er eisini eitt sorgblítt og vakurt lag við djørvum teksti og einum kærleiksfullum og musikalskum millumstykki. Síðst men ikki minst er hetta ein av fleiri ungum røddum í løtuni, sum sigur nakað annað enn tað, mann væntaði at hoyra, nakað nýtt og bara tað fær meg til at gleða meg til at hoyra restina av útgávuni hjá Jósefi Zachariassen.
.
Føroysk yrkisleiklist millum Scyllu og Charybdis?
/Tíðindaskriv er komið frá Leiklistafylkingini 2020, sum eg seti inni her undir. Tey gera vart við, at eitt ár er liðið síðani boykottið av Tjóðpalli Føroya, ið byrjaði sum eitt mótmæli av, at sami stjóri varð settur aftur at stýra Tjóðpalli Føroya. Somuleiðis gera tey vart við, at aktivitetsstøðið á Tjóðpallinum ikki er nøktandi við tað, at bert eittans verk varð framleitt farna árið. Hugsandi er - og nú giti eg bara - at svarið frá Leiklistaráðnum, ið varar av Tjóðpallinum - fer at snúgva seg um ávís coronaárin og at lesingar hava verið umframt tiltøk við sangi m.a. Harumframt var leikurin “Um at vera menniskja” sera væl umtóktur og so eru eisini tveir leikir fyri framman. Við fleiri flottum leikupplivingum í Norðurlandahúsinum og aðrastaðni í huga (t.d. “Ósøgur” og “Tann komiska Tragedian”) kunnu fólk kanska halda tað standa væl til við sjónleiki í Føroyum. Kortini er støðan neyvan fullkomiliga sannførandi í mun til tað støðið, mann kundi væntað av einum tjóðpalli og tað er spell. Hinvegin er tað neyvan lætt at halda hesum aktivitets- og dygdarstøði uppi nú fleiri yrkisleikarar hava tikið seg úr samstarvi við Tjóðpallinum og sostatt sær ikki mætari út enn at føroyskur yrkisleikur er staddur onkrastaðni millum Skyllu og Charybdis í eini hættisligari støðu. Og sjálvt um góðir leikarar enn trína á Tjóðpallin, eru hesi færri enn áður, so at vandi kann vera fyri, at tey slítast upp og vit áskoðarar tað sama av at blíva við at síggja tey somu. Stríð er ongantíð gott fyri nakað. Samstarv má til. Við ringu royndunum frá myndlistastríðnum í huga má okkurt gerast sum skjótast eisini um tær tvær síðurnar í stríðnum tykjast ófrávíkiligar í sínum krøvum. Tað ringasta at gera í slíkum støðum er einki at gera. Tað upplivdu vit í myndlistastríðnum, sum vardi alt ov leingi og gav alt ov djúp sár og sum yvirhøvur forðaði menningini á myndlistaøkinum í mong ár. Her má okkurt slag av semingsuppskoti á borðið - tá partarnir tosa saman er í hvussu er vón um at finna eina loysn av onkrum slag.
Tíðindaskriv:
Fyri einum ári síðani, tann 8. oktobur 2020, segði Leiklistafylkingin 2020 alment frá eini djúpari kreppu á leiklistaøkinum. Hendan kreppan mentist aftaná 14. februar 2020, tá ið Leiklistaráðið setti sama stjóra á Tjóðpall Føroya fyri fjórðu ferð. Talan var um somu kreppu sum Leikarafelag Føroya í 2015 gjørdi vart við.
Í sjey mánaðar aftaná 14. februar 2020 royndi Leiklistafylkingin at fáa Leiklistaráðið í talu. Men Leiklistaráðið tvíhelt um at tey einki skeivt høvdu gjørt og at tey høvdu valt best skikkaða persónin til starvið. Tann 8. oktobur 2020 varð greitt at tað stóð heilt fast. Leiklistaráðið vildi ikki tosa við Leiklistafylkingina yvirhøvur. Avleiðingin var, at boykott av Tjóðpalli Føroya var lýst tann 8. oktober 2021.
Eitt ár er farið, kreppan á leiklistaøkinum er bert versnað og Tjóðpallurin megnar ikki at framleiða ásettu mongdina av nýggjum verkum.
Sambært lýsingini eftir stjóra, sum Leiklistaráðið hevur skrivað, skal Tjóðpallurin framleiða 3-4 verk um árið. Farna árið er bert 1 nýtt verk framleitt.
Listaliga støðið á okkara tjóðarleikhúsið, okkara einasta yrkisleikhúsið við fastari játtan, er í fríum falli av tí at Leiklistaráðið ikki tryggjar at kjarnustarvsfólkini eru á stovninum. Á einum sjónleikarhúsið kemst ikki uttan um, at kjarnustarvsfólkini eru tey sum skapa og útinna listina.
Lógin um Tjóðpall Føroya er skrivað í tráð við góða siðvenju á listaøkinum. Stjórin er áramálsettur og stjórastarvið er fyrst og fremst listaligt. Stjórin skal skifta, tí tað er best fyri stovnin og listina.
Starvið er fyrst og fremst listaligt og stjórin á listaligum stovni skal hava listaligar hugsjónir. Stjórin á listaligum stovni skal savna tey bestu, mest víðskygnu og best útbúnu listafólkini at arbeiða á fremsta leiklistaliga stovni í landinum. Hetta fær stjórin løn fyri. Hetta skal stjórin gera.
Tað er møguligt, at tað ikki er ólóligt at seta sama stjóra fyri fjórðu ferð, men boykottið og støðan á Tjóðpallinum farna árið talar sítt greiða mál: Tað er ikki gott fyri stovnin og økið.
Leiklistaráðið má taka ábyrgd av hesum og bera soleiðis í bandi at stovnurin Tjóðpallur Føroya kann blóma og virka við atgongd til alt leiklistaliga tilfeingi, ið Føroyar eiga.
Tjóðpallur Føroya má hava ein nýggjan stjóra.
Vinaliga
Leiklistafylkingin 2020
(Í bókstavarað)
Einstaklingar:
Sámal Blak, pallsniðgevi og medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Jón Mc Birnie, tónameistari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund, hvílandi limur í Film- og tv-arbejderforeningen, FAF
Barbara Christophersen, sjónleikari, medstovnari av Teatur Grugg
Sóley Danielsen, sjónleikari, medstovnari av InTime Theater, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Búi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Egi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Petur Meinhard Ellebye, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Kjartan Hansen, sjónleikari, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Vígdis Hentze Bjørck, dansari/koreograf/sjónleikari. Medstovnari av SATC.
Annika Johannessen, sjónleikari, A-limur í Dansk Skuespillerforbund, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Olaf Johannessen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Birita Mohr, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, hvílandi limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Sofía Nolsøe, sjónleikari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Bárður Persson, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Búi Rouch, dansari, framleiðari av fríyrkisverkætlanum, limur í Deutscher Buhneenverein, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Súsanna Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Kristina Sørensen Ougaard, dansari og sjónleikari, medstovnari og leiðari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av TVAZZ, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Durita Dahl Andreassen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Marita S. Dalsgaard, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Mariann Hansen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Ria Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Gulla Øregaard. Stuðlandi limur frá 07.10.2021
Leikbólkar:
Det Ferösche Compagnie, stovnað í 2010
GUT//Productions, stovnað í 2015
InTime Teater, stovnað í 2014
Leikhús Skift, stovnað í 2005
Teatur Grugg, stovnað í 2009
TVAZZ, stovnað í 2006
NERVESCAPE IX – Shoplifter á Norðurbryggjuni
/Foto Torben Eskerod
Litirnir bæði skríggja og gløða í eini veldugari, lodnari installatión, sum tú hómar longu áðrenn tú trínur inn í framsyningina, NERVESCAPE IX, ið er serstøk, stórfingin og hugvekjandi.
Hetta fram til 2.januar í 2022 eru framsýningarhølini á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn karmur um spennandi og øðrvísi listaframsýningina NERVESCAPE IX hjá Hrafnhildur Arnardóttir, sum í listahøpi kallar seg Shoplifter. Kurator er H.K.Rannversson. Hrafnhildur Arnardóttir er íslendsk listakvinna við útbúgving frá íslendska listaskúlanum. Í 1994 flutti hon til New York, har hon hevur búð og arbeitt líka síðani. Longu tíðliga á hennara virkisleið var hon tøkniliga fjølbroytt við verkætlanum, sum bæði kundu snúgva seg um ítøkilig listaverk ella performance og NERVESCAPE IX er somuleiðis ein fjølbroytt framsýning, sett saman av nógvum træðrum bæði ítøkiliga og myndaliga sæð.
Installatiónslist
Talan er um eina risastóra installatión, sum fyllir framsýningarhølini á Norðurbryggjuni á báðum hæddum. Installatiónin er gjørd á staðnum til hølini og er altso staðbundin. Í einum viðtali greiðir listakvinnan frá ymiskum íblástri, hon hevur fingið gjøgnum árini. Hon starvaðist einaferð í einum fornlutahandli og fann har nakrar blómur, sum vóru gjørdar úr menniskjahári. Hetta hugtók hana; bæði tað løgna, eitt sindur óhugnaliga tilfarið og siðbundna handarbeiði, sum gav henni íblástur til at brúka hár og syntetiskar tægrir í verkum sínum. Á framsýningini NERVESCAPE IX hevur hon einans brúkt syntetiskt hár í sterkum litum. Sjálvt tilfarið hevur stórt árin á framsýningini og av tí, at framsýningin er so kroppslig sum hon er av tí, at tú sum áskoðari gongur runt inni í verkunum, undrar valið av syntetiskum tilfari. Hinvegin sýnist tað tilvitað og gevur verkunum eitt týðiligt brá av poppmentan og av fýrsunum.
Íslendsk popplist
Yvirhøvur er talan um eina ómetaliga óføroyska framsýning, sum júst av hesi orsøk er áhugaverd hjá føroyingum at uppliva. Tí hvat er listarliga óføroyskt og hví yvirhøvur hugsa um tað, tá listakvinnan jú er íslendsk og býr í New York? Tankin um tað óføroyska kemur millum annað av, at eg kurateraði eina framsýning í somu hølum við føroyskari list, Samrøður um Mjørka, sum endaði fyrr í ár. Hon var sera øðrvísi enn hendan. NERVESCAPE IX tykist óføroysk í sínum formati, tilfari og við sínum popplistaligu tilsipingum. Tað er áhugavert og gevandi at samanbera íslendska myndlist við føroyska, tí gongdin um somu tíð er so eins og so øðrvísi í báðum londunum. Íslendsk list kyknaði nøkulunda um somu tíð sum tann føroyska og íslendsk listafólk fingu eisini í mong ár franskan íblástur umvegisk Kunstakademiið í Keypmannahavn. Men sambandið millum íslendsk listafólk og Bandaríkin ella USA kom so mikið tíðliga, at pop art og annar amerikanskur íblástur longu sæst í íslendskari list frá trýssunum t.d. í verkum hjá listamanninum Erró (f.1932). Í Føroyum vóru føroysk listafólk inspirerað av fronskum postimpressionistiskum, prekubistiskum og øðrum modernistiskum rákum langt fram í tíðina inntil Hansina Iversen, Rannvá Kunoy o.o. fóru aðrar leiðir í hálvfemsunum. Tann slætta, glitrandi og speiska popplistin kom ikki til Føroya fyrr enn um aldarskifti, tá Edward Fuglø hevði ment sín popplistaliga stíl og onnur tílík meta-list kom ikki fyrr enn seint í 1990´unum og nullunum. Tað nyttar lítið at gráta um súra mjólk ella seina listarliga menning, mann kann bara staðfesta støðuna og fegnast um tey mongu dugnaligu føroysku samtíðarlistafólkini, sum virka í hesum árum. Men eftir stendur, at Føroyar enn ikki hava tikið lut á Venesiabiennaluni. Tað hevur Ísland síðani 1960 og frá 1984 hava íslendingar havt sína egnu árligu framsýningarpavilliong í Venesia. Venesiabiennalan varð stovnað í 1895, hon hevur verið hildin annaðhvørt ár síðani og verður framegis mett at vera ein av teimum mest týdningarmiklu altjóða pallunum hjá samtíðarlistini. Ein týdningarmikil orsøk til, at føroysk list ikki hevur luttikið í Venesia er sjálvsagt, at Føroyar ikki eru eitt sjálvstøðugt land. Men eru vit ein partur av Danmark, kann mann undrast um, at danir enn ikki hava boðið føroyskum og grønlendskum listafólkum at framsýnt í Venesia. Eitt er vist og tað er, at vit høvdu klárað tað. Tí – eru vit framvegis eitt sindur afturúr við ávísum skipanum kring listina og hóast vit enn einki samtíðarlistasavn hava í Føroyum, eru vit væl á veg við merkiliga nógvum framúrskarandi listafólkum, ið enn eru púrasta ókend innan heimslistina.
NERVESCAPE IX
NERVESCAPE IX er fyrsta serframsýningin hjá Hrafnhildur Arnardóttir í Danmark og níggjanda avbrigdi av Nervescape, sum hevur verið framsýnt kring allan heimin seinastu tíggju árini. Installatiónin fekk serliga stórt uppmerksemi á Veneziabiennaluni í fjør, haðani selfies í litríka verkinum hjá Shoplifter floreraðu á instagram og á øðrum sosialum miðlum. Verkið er ein installatión úr syntetiskum hári, sum listakvinnan hevur komponerað og sett upp frá lofti til gólv. Hon, sum eg fylgdist við á framsýningini, hevði frammanundan upplivað installatiónina hjá Shoplifter á Venesiabiennaluni og tann upplivingin var helst meira intens fyri hana enn hendan á Norðurbryggjuni. Tá dekkaði hárbendlarnir hølini fullkomiliga soleiðis, at tað sá út sum ein loðin hola. Í Norðurbryggjuni er arkitektururin sjónlig bakgrund allastaðni. Men mær dámdi væl framsýningina, ta dynamisku orkuna í litunum og í teirri diagonalu kompositiónini niðriundir, tilfarsliga skemtingasemið og maksimalistiska yvirskotið umframt tær mongu, mongu assosiatiónirnar eg fekk meðan eg var í framsýningini. Eg kom í tankar um alt møguligt, um karneval, hawaiiblómuhálsleinkjur, at kreppa hár í fýrsunum, fjøðurboa, dukkuhár og til at pynta seg við sminku og carmen curlers hjá mammu, tá mann er smágenta. Allur hesin gandakendi, men stokkuti heimurin stóð ljóslivandi fyri mær eina løtu.
Psykadeliskt landslag?
NERVESCAPE er heimagjørt orð, ið er sett saman av ”scape”, ið merkir flýggjan og kann sipa til okkurt psykadeliskt ella eskapistiskt, og ”nerve”, ið merkir nervi, men sum eisini kann brúkast um frekleika ella dirvi. Og tí, at ”scape” endar orðið, kemur mann eisini í tankar um eitt landslag, myndað av nervum. Tað er einki at ivast í, at framsýningin ger okkurt við mínar nervar og sinni, eg verði í (enn) betri lag – ikki minst, tá vit koma uppá í tey framsýningarhølini, sum eru lutfalsliga torfør at fáast við m.a. tí mann ikki sleppur at smíða í bitarnar og tí tey eru lutfalsliga lág. Her hevur Shoplifter valt eina serstakliga góða loysn við eini meira einfaldari kompositión, har hárbendlarnir hanga eins og súlur í ljósari litum enn niðri undir, ið geva heildini eitt hugtakandi, sveimandi brá í vakra ljósinum. Framsýningin heldur fram inntil 2.januar 2022.
HUMAN - framsýningin í Víngarðinum er opin í vikuskiftinum
/Framsýningin HUMAN við verkum hjá Onnu Seppälä og øðrum er opin í Víngarðinum í Tróndargøtu 31 í vikuskiftinum. Njót eitt gott glas av víni meðan tú skoðar góða list. Á framsýningini eru vatnlitsmyndir settar saman við øðrum listaverkum, ið á ymiskan hátt snúgva seg um tað at vera menniskja. Náttúran hevur stóran leiklut í hesum myndunum. Í einari mynd er ein bláviolett krukka við ójøvnum greinandi mynstrum sett upp monumentalt í myrka myndarúminum. Heitið á myndini er Mystery Vase - ein blómuleysur vasi, ið sýnist um somu tíð ítøkiligur og surrealistiskur eins og eitt mikrokosmos við einum flótandi meldri av onkrum, sum líkist bæði trøum og æðrum. Og henda sameiningin millum menniskjað og gróður er at síggja í fleiri av myndunum hjá Onnu Seppälä, sum eru litríkar og vakrar, samstundis sum tær eru dramatiskar og ekspressivar og til tíðir eisini stuttligar, t.d. myndin Full Moon Disco av nøkrum herligum verum, sum dansa og hugna sær undir einum fullmána, ið einamest líkist eini risastórari diskokúlu.
Anna Seppälä er fødd í 1974 í Finnlandi, har hon býr og arbeiðir (í Helsinki). Hon hevur havt nógvar framsýningar í Finnlandi og í Danmark og er væl kend listakvinna í føroyska listaumhvørvinum her hon hevur framsýnt í yvir tjúgu ár á bólkaframsýningum, ólavsøkuframsýningum og á serframsýningum ikki minst í Steinprenti, har hon eisini hevur gjørt fleiri grafisk verk.
Tell It To My Heart
/Jóhan Martin Christiansen i Steinprent
Fredag d. 1. oktober åbner Jóhan Martin Christiansens udstilling Tell It To My Heart i Steinprent, der er sat sammen af flere slags værker, skulpturer, relieffer og litografier. Og selve materialet – stål, gips og papir – er af relativ stor betydning for værkerne, der er det, som de er – what you see is what you get – og så alligevel lidt mere. For udstillingen er fuld af materialemæssige modsætninger, der sætter gang i en række tanker og billeder. Vi fornemmer en poetisk understrøm i titler, former og gentagelser, der samles i små deltaer af betydninger og henvisninger. Mellem hårdt og blødt materiale, stål og hud, mellem aggressive sammensætninger og følsomme flader myldrer betydninger frem.
Udstillingstitlen associerer til den lette, festlige, men også overfladiske popverden, for titlen er et firserhit. Men når titlen afklædes sin festlige melodi og istedet får en placering som udstillingstitel, får formuleringen en mere oprigtig, romantisk og insisterende tone: Sig Det Til Mit Hjerte.
Jóhan Martin Christiansen har arbejdet i Steinprent i et stykke tid, hvor han har været på arbejdsophold i Janus Kambans Artist Residency i Tórshavn. Med udstillingen Tell It To My Heart krydser kunstneren sit spor og vender tilbage til noget af det, der oprindeligt har været omdrejningspunkter i hans værk, eksempelvis på udstillingen Crazy, Zig-Zag i 2012. Udstillingen i Steinprent har hermed et minimalt og rent udtryk, som sine steder minder om helt almindeligt byggeri med stålstænger og skruer, men som er fyldt af æstetik, længsel, kød og blod. Det konstruktive element er grundlæggende i værkerne, der i høj grad handler om deres egen oprindelse, eksempelvis kan vi i gipsreliefferne se sporene af de papkasser, som de er støbt af. Gipsreliefferne har imidlertid antaget en mere ekspressivt og malerisk udtryk og minder stedvis om abstrakte malerier
Udstillingen åbner klokken 16 og alle er hjertelig velkommen.
Klokken 16:30 er der oplæsning ved Jóhan Martin Christiansen.
Udstillingen er lavet med støtte fra Færøernes Kulturfond, Undenrigs- og Kulturministeriet og Tórshavn Kommune.
Tell It To My Heart
/Jóhan Martin Christiansen í Steinprenti
Fríggjadagin 1.oktober letur ein forkunnug framsýning upp í Steinprenti. Tað er listaframsýningin Tell It To My Heart hjá Jóhan Martin Christiansen, ið samanumtikið minnir um eina samlaða installatión, myndað av skulpturum, relieffum og prentum. Og tað tilfarsliga - stál, gips og pappír - hevur rættiliga stóran týdning í verkunum, sum á ein hátt eru tað, sum tey eru – what you see is what you get og so kortini ikki bara. Tí framsýningin er full av tilfarsligum mótsetningum, sum seta gongd á myndir í huganum á áskoðaranum. Vit varnast poetiska undirstreymin, sum tutlar undir heitum, skapum og endurtøkum, og sum samlast eins og smá delta av týdningum og tilsipingum. Millum hart og bleytt tilfar, stál og húð, millum harðrendar samansetingar og kenslubornar flatur tysja fram týdningar.
Við framsýningarheitinum koma hugsambond til tann lætta, festliga og grunna poppheimin, tí framsýningarheitið er heitið á einum fýrsaraslagara. Men tá heitið verður latið úr poppsanginum og tí heldur jabbuta niðurlagnum og í staðin verður nýtt sum framsýningarheiti, er tað eins og orðingin umbroytist og í staðin verður insisterandi við einum romantiskum, døkkum tóna og í boðshátti: Sig Tað Við Mítt Hjarta.
Seinastu tíðina hevur Jóhan Martin Christiansen arbeitt í Steinprenti, meðan hann hevur búð í listafólkahúsinum hjá Janusi Kamban. Við framsýningini Tell It To My Heart vendir listamaðurin aftur á slóðina. Evni, sum fyrr hava verði snúningsdepil hjá verkunum eru aftur á skránni, t.d. framsýningin Crazy, Zig-Zag frá 2012. Framsýningin í Steinprenti hevur eitt minimalt og reint úttrykk. Tað minnir í støðum um púra vanligt byggivirksemi við stálstongum og skrúvum, men er fullt av estetikki, longsli, kjøti og blóði. Tað konstruktiva er grundleggjandi í verkunum, sum eisini snúgva seg um sína egnu skapan. Gipsrelieffini siga okkum søguna um hvussu tey vóru stoypt av pappkassum, men her eru verkini vorðin meira ekspressiv og málandi og kunnu í støðum minna um abstraktar málningar.
Framsýningin letur upp klokkan 16 og øll eru hjartaliga vælkomin.
Klokkan 16:30 er upplestur við Jóhan Martin Christiansen.
Stuðlað framsýningini hava Mentanargrunnur Landsins, Uttanríkis og Mentamálaráðið og Tórshavnar Kommuna.
HUMAN - Anna Seppälä í Víngarðinum
/Hesa fínu vatnlitsmyndina hevur Anna Seppälä málað og er hon partur av framsýningini HUMAN, sum letur upp í Víngarðinum í Tróndargøtu 31 mitt í Havn leygardagin 25.september klokkan 15-17. Á framsýningini eru vatnlitsmyndirnar settar saman við øðrum listaverkum, ið á ymiskan hátt snúgva seg um tað at vera menniskja. Náttúran hevur stóran leiklut í hesum myndunum. Í einari mynd er ein bláviolett krukka við ójøvnum greinandi mynstrum sett upp monumentalt í myrka myndarúminum. Heitið á myndini er Mystery Vase - ein blómuleysur vasi, ið sýnist um somu tíð ítøkiligur og surrealistiskur eins og eitt mikrokosmos við einum flótandi meldri av onkrum, sum líkist bæði trøum og æðrum. Og henda sameiningin millum menniskjað og gróður er at síggja í fleiri av myndunum hjá Onnu Seppälä, sum eru litríkar og vakrar, samstundis sum tær eru dramatiskar og ekspressivar og til tíðir eisini stuttligar, t.d. myndin Full Moon Disco av nøkrum herligum verum, sum dansa og hugna sær undir einum fullmána, ið einamest líkist eini risastórari diskokúlu.
Anna Seppälä er fødd í 1974 í Finnlandi, har hon býr og arbeiðir (í Helsinki). Hon hevur havt nógvar framsýningar í Finnlandi og í Danmark og er væl kend listakvinna í føroyska listaumhvørvinum her hon hevur framsýnt í yvir tjúgu ár á bólkaframsýningum, ólavsøkuframsýningum og á serframsýningum ikki minst í Steinprenti, har hon eisini hevur gjørt fleiri grafisk verk. Hjartaliga vælkomin til vernissage leygardagin 25.sept. kl 15-17.
Hjartaliga til lukku, Kim Simonsen.
/Kim Simonsen - mynd frá FarLit