Notes on Julie Sass in Steinprent
/Foto: Steinprent
Foto: Steinprent
Enn eru formenn menn og enn eru tað bara menn, sum hava skil uppá fiskivinnu
Viðmerkingar á FB til úrslitið á Býráðsvalinum í Havn. Onkur fegnast og onkur ræðist fyri, at tað verður til ein bindiklubb...
Føroyskar kvinnur
Konuprát
http://gastspielreisen.com/news/teitur-als-support-fuer-judith-holofernes
http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=15939&NewsItemID=15593
Foto: Charlie Forgham Bailey.Frá The independent.
http://www.listaportal.com/tidindi/2015/3/6/mti-ljsinum-og-ytstu-mrkunum?rq=Kunoy
FOTO: Ditte Mathilda Joensen
Ein myrkagráan sunnudag seinnapart við liggjandi oysregni, skal nógv til, áðrenn undirritaða fæst frá húsum - tað má eg bara viðganga. So mikið glaðari eri eg fyri, at eg tók meg saman og fekk samrøðuna við, sum ein væl fyrieikaður Kim Simonsen hevði við teir báðar, Ian McKeever, listamann og Peter Levitt, yrkjara. Listamenninir hava arbeitt í Steinprenti síðstu vikuna og hava fingið eina áhugaverda verkætlan burturúr yrkingum og myndum.
Kim Simonsen legði fyri við at lýsa teir tríggjar partarnar í samstarvinum. Um Steinprent segði hann, at staðið so at siga hevur blást nýtt lív í/revitaliserað føroysku listina. Síðani presenteraði hann listamenninar, ið báðir eru royndir menn innan hvør sína sjangru. Fyrsti spurningurin var eyðsýndur, spurningurin um hví ein bretskur og ein amerikanskur listamaður møtast her í Føroyum of all places.
Ian McKeever greiddi frá, at hann hevði varnast Peter Levitt, tí hesin hevði skrivað ein áhugaverdan tekst í eini listabók um amerikanska abstrakta málaran Richard Diebenkorn – fá duga at skriva um abstrakta list, helt Ian McKeever, sum sjálvur er abstraktur listamaður, so hann man vita tað. Hugskotið til verkætlanina var komið í onkrum arbeiðssteðgi seinast McKeever arbeiddi í Steinprenti. Meðan prentað verður hevur listafólkið ofta pausur og høvið at ganga runt á verkstaðnum og har legði McKeever til merkis ymiskar bøkur, sum Steinprent hevur givið út, m.a. samstarv millum myndlistafólk ogyrkjarar: Bjarne Werner Sørensen og Tóroddur Poulsen; Claus Carstensen og Søren Ulrik Thomsen m.a. McKeever fekk hug at gera eina tílíka útgávu og Jan Andersson í Steinprenti var við uppá tað alt fyri eitt og tessvegna varð verkætlanin sett í gongd.
Báðir listamenninir búgva við sjógv, Kim Simonsen spurdi um møguliga landslagið kundi síggjast sum eitt felags referansupunkt, McKeever svaraði, at tað kundi bert vera talan um eitt slag av mentalum landslagi. Síðan varð m.a. tosað um sjálva verkætlanina; tey seks steinprentini, ið vórðu hongd upp á veggin aftanfyri teir tosandi. Peter Levitt segði greiddi frá, at yrkingarnar vóru yrkingar, men at tær á prentunum eisini vóru eitt visuelt element og at steinprentini nú hvørki vóru yrkingar ella myndir, men nakað annað. Talan er ikki um myndbrprýðing av yrkingum, men um verk, har poesi og myndir sameksistera á pappírinum. McKeever legði m.a. aftrat, at vónin nú er, at okkurt slag av afturljóð er millum myndir og orð.
Samrøðan førdi teir gott og væl fjøruti áhoyrararnar víða hvar í listini hjá Levitt og Mckeever. Kim Simonsen hevði lisið ella hoyrt onkrastaðni, at McKeever dámar serliga væl at ferðast í londum, har hann ikki skilir málið. Spurningurin fekk McKeever at smílast Her kom eitt av skálkabrosunum frá McKeever, sum greiddi frá, at fyrimunurin við ikki at duga málið er, at mann kann ímynda sær ymiskt, sum fólk tosa um, sum kanska er enn meira áhugavert enn tað púra vanliga, sum fólk tosa um í veruleikanum.
I leave the world of language
Peter Levitt greiddi frá um sínar yrkingar, at hann gav lutfalsliga lítið út. – Tað, sum eg vil er at siga hvat hendir í hesi løtu, men tað er ikki lætt. Eitt træ er ikki poesi, helt Levitt og fyri at skriva yrkingar mátti hann fara úr málheiminum. Síðani skuldi hann royna at orða seg soleiðis, at lurtarin gjøgnum málið fekk innlit í kensluna ella hugsanina, hann hevði havt áðrenn – ikki bókstavliga, men essentielt. At enda las Peter Levitt yrkingar og greiddi frá umstøðum og hendingum kring hesar yrkingar. Áhugavert at uppliva okkurt so kent og samstundis næstan eksotiskt og ókent. Levitt las eisini tær seks yrkingarnar, sum hann hevur brúkt í nýggju prentverkunum - tematiskt snúgva tær seg um steinar og pakkar og um at vera til her og nú. Umframt at tey seks ørkini verða til eina (sera eksklusiva) listabók, sum verður framleidd í 18 eintøkum, er eitt upplag við 10 eintøkum av verkunum til taks, har arkini verða løgd saman, so at tey eru eins og ein pakki av poesi og myndlist; ein fragd at lata upp.
Í dag fara báðir listamenninir heim aftur, men verkini eru eftir. Her eru myndir frá tiltakinum og av verkunum.
Enn eitt ovurhonds positivt ummæli er komið av bókini hjá Randi Ward, Whipstitches, sum kom út í fjør summar. Alex Gallacher hevur á bretsku heimasíðuni fruk (folkradio) skrivað drúgva grein um Randi, sum herfyri varð virðislønt fyri sína týðing av einum úrvali av yrkingum hjá Tóroddi Poulsen í savninum Fjalir. Randi hevur týtt restina og bókin Planks verður liðug í summar.
Vit kenna eisini Randi Ward frá tónleikinum, bæði Guðrið Hansdóttir og Eivør Pálsdóttir hava brúkt hennara yrkingar í tónleiki sínum. Whipstitches er eitt yrkingasavn við 99 stuttum, komprimeraðum yrkingum við vøkrum náttúru- og umhvørviseygleiðingum, yndisligum lit- og sansaupplivingum, sum í støðum eru merktar av einum hóttandi varhuga av, at ikki alt er sum tað eigur.
Gate
Oh merciful
gate, break
these legs
for meg
so I dont´t
have to walk home
Lesið nýggjasta ummælið her: http://www.folkradio.co.uk/2017/02/randi-ward-whipstitches/
Fotoframsýningar eru ikki gerandiskostur herumleiðir, tessvegna er tað forvitnisligt, tá ein framsýning sum tann hjá Onnu Kathrinu Højgaard letur upp. Og framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík er forkunnug, eisini sjálvt um onkur av teimum framsýndu myndunum er endurnýtt og sæð áður á øðrum framsýningum. Anna Kathrina Højgaard hevur havt nógvar framsýningar í m.a. Smiðjuni í Lítluvík og hon hevur tikið lut á enn fleiri bólkaframsýningum, t.d. Ólavsøkuframsýningum og Várframsýningum í Listasavninum. Hon fær nógv burtur úr, tá listarliga eygað fangar vakrar kompositiónir í tí mest gerandisliga og júst tað dugir Anna Kathrina Højgaard. Tær flestu myndirnar eru prentaðar á aluminiumsplátur; tað sær flott út, men eg sakni allíkavæl kenslu av pappírinum í fotomyndunum. Myndevnini eru fyri tað mesta úr umhvørvinum hjá fotografinum, tað eru føroysk býarløg, landsløg, veðurmyndir og portrettmyndir. Tilsamans 25 myndir eru við á framsýningini og nógvar teirra snúgva seg um ljós og lýsi. Um mótljós og skuggaskap, sum tekna seg upp í móti ljósinum, um morgunroða og vesturskin og eitt næstan yvirnáttúrligt ljós, sum upploysir eini reyð hús aftanfyri eitt liggjandi træ við einum vøkrum viðarbuli, ið snarar seg diagonalt gjøgnum myndaflatan í kompositiónini, ið javnvigar. Og hetta við javnvágini hevur týdning fyri Onnu Kathrinu Højgaard; tað sæst bæði á uppheingingini og á einstøku myndunum. Tvær vertikalar myndir bróta frá, tær hevur fotografurin tikið av altanini, har hon býr, niður á inngongdina til bygningin. Tað er í kava og tessvegna síggjast spor av fólkum og bilum eins og hugtakandi grafiskar tekningar, svart á hvítum. Framsýningin Í Smiðjuni í Lítluvík er opin hvønn dag til og við mikudagin 15.feb.
-Ja, hetta sær kanska eitt sindur sinnisklovið út, heldur listakvinnan umberandi fyri við einum speiskum smíli í tí, hon við aðrari hondini vísir yvir á veggin, har sum prentini hanga. Talan er um nakrar spildurnýggjar myndir; samlaða úrslitið av seinasta samstarvinum millum Hansinu Iversen og Steinprent. Og rætt er, at myndirnar eru rættiliga ymiskar í stíli, men tær eru ikki minni áhugaverdar fyri tað, tvørturímóti. Myndirnar geva áskoðarunum innlit í tær ymisku leiðirnar í fjølbroytta og støðugt vaksandi verkinum hjá Hansinu Iversen.
Tann fyrsta myndin, sum Hansina gjørdi í hesum umfarinum er avmyndað ovast her á síðuni, tað er ein elegant kompositión við orange, bláum, brúnum og violettum rundleittum skapum, summi óskygd, onnur gjøgnumskygd, ið líkasum eru løgd oman á hvørt annað, næstan sum var hetta eitt av pappírsklippunum hjá Williami Heinesen, sett saman við ansi fyri vakurt skyggjandi litum eins og skuggaspælið av bløðum og blómum í einum urtagarði ein sólheitan dag.
So er meira ferð á gula, breiða strokinum, sum snarar eg upp í eina vertikala kompositión í turkis og bláum á gráari grund. Í skrivandi stund er ikki vist, at henda myndin er góðkend av sjálvkritisku listakvinnuni, sum setur knyklar í brýr og vil hugsa seg um. Ein triðja mynd er bara svørt við einum stórum, flótandi skapi, myndin er líka vøkur sum hon er einføld, og eitt gott dømi um hvussu væl tað liggur fyri hjá Hansinu Iversen at fáast við sonevnda lavering. Í svørtu flatuni er okkurt kolasvart og slætt, meðan partar eru gjøgnumskygdir og bylgjandi, soleiðis, at flatan samanumtikið verður serstakliga livandi og vøkur. Henda myndin er ikki liðug, tá eg eri á verkstaðnum, her skal ein heilt ljós grund prentast eisini. Tey arbeiða og eg sleppi mær víðari eitt sindur litfegnari enn áðrenn, meðan eg staðfesti við mær sjálvari, at 2017 longu sær út til at gerast enn eitt gott ár í Steinprenti. Litirnir glógva og uttanfyri er ljósið nýtt.
Soleiðis endaði hon at síggja út, henda bylgjandi kompositiónin, sum verður enn djúpari og vakrari av gráu grundini.
Sunnudagin 19.februar klokkan 16-17.30 verður Norðurlandahúsið karmur um eitt altjóða listarligt samskifti, tá Kim Simonsen fer at tosa við kenda, bretska listamannin Ian McKeever og við tann somuleiðis háttvirda og virðislønta amerikanska yrkjaran, Peter Levitt. Listamennirnir eru í Steinprenti hetta tíðarskeiðið og arbeiða við eini felags verkætlan við nýggjum yrkingum hjá Levitt, sum verða settar saman við nýggjum myndum hjá McKeever í seks steinprentum.
Ian McKeever kenna vit í Føroyum frá framsýningum í Listasavni Føroya og í Steinprenti í 2015. Hann er sjálvlærdur professari, sum m.a. er gestaprofessari á University of Brighton; millum 2006 og 2011 var hann professari í tekning í Royal Academy School of Arts í London. Ian McKeever hevur skrivað ein heilan hóp av tekstum um list og dugir sjáldsama væl at greiða frá. Kim Simonsen er post.doc við Amsterdams Universitet, har hann arbeiðir á sentrinum fyri Europan Studies og annars er hann yrkjari. Peter Levitt er yrkjari og buddhistiskur lærari, sum kemur allan vegin úr British Columbia at greiða okkum frá sínum hugsanum um poesi og list.
Her er eitt viðtal við Ian McKeever:
http://www.listaportal.com/tidindi/2015/5/22/eg-fli-meg-heima-her-samra-vi-ian-mckeever?rq=mckeever
Í tíðindaskrivi boðar Atlantsflog frá, at 28. mars, ið er dagurin, Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni, verður dagurin, tá stuðulin á 100.000 krónur verður latin til eitt ella fleiri føroysk listafólk ella listaverkætlanir. Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk. Grunnurin varð stovnaður í desember, tá eisini flotin hjá Atlantic fekk listafólkanøvn: William, Sámal, Ingálvur, Elinborg og Ruth.
Nevndin, ið situr í tvey ár, er sett, og tey, ið sita í henni eru: Niels Mortensen, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways, Randi Samsonsen fyri Listafólkasamband Føroya og Armgarð Weihe, vald av Mentamálaráðnum, umframt ein samskipari, sum er Ingrid Bjarnastein frá Atlantsflog
Viðtøkur fyri grunnin Listaflog
§1 Navn grunsins er “Listaflog”; eigari er P/F Atlantic Airways.
§ 2 Málið við “Listaflogi” er at stimbra føroyska list fíggjarliga og við ferðaseðlum á rutunetinum hjá Atlantic Airways í sambandi við listaligt arbeiði og/ella ávísa listaverkætlan.
§ 3 Grunnurin verður stjórnaður av einari nevnd, mannað við:
- Einum umboði fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways
- Einum umboði fyri Listafólkasamband Føroya
- Einum umboði, sum Mentamálaráðið velur
Umframt er ein skrivari/samskipari, sum Atlantic Airways velur.
Nevndin verður vald fyri tvey ár í senn.
Nevndin hevur fulla heimild at velja, hvør ella hvørjar av innkomnu umsóknunum verða gingnar á møti, og hvussu peningurin verður býttur millum umsøkjararnar.
§ 4 Stuðulin, sum er 100.000 DKKK tilsamans, verður latin 28. mars á hvørjum ári, sum er dagurin, tá ið Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni. Umsóknir skulu sendast sambært umsóknarskjali, sum er tøkt á atlantic.fo https://www.atlantic.fo/fo/um-okkum/stu%C3%B0ul/listaflog/ums%C3%B3knarskjal/
Skjalið er tøkt frá fyrst í februar til miðjan mars (nærri dagfestingar tilskilaðar hvørt ár).
§ 5
1. Stuðulin kann vera latin einum ella fleiri listafólkum og/ella listaverkætlanum. Stuðulin kann, umframt pening, eisini fevna um ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways í sambandi við verkætlanina – í mesta lagi fimm ferðaseðlar aftur og fram. Grundgevast skal fyri, hví ferðin hevur týdning fyri verkætlanina.
2. Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk.
§ 6 Treytir
1. Fyri at fáa stuðul, skal listafólkið búgva í Føroyum ella vera føroyingur búsitandi uttanlands.
2. Listafólkið skal kunna vísa á, hvussu stuðulin skal brúktast, og eisini skal grunnurin Listaflog áðrenn 28. mars árið eftir móttaka eina frágreiðing (skrivliga, myndir, video osfr.) um, hvussu stuðulin varð brúktur.
3. Fíggjarætlan skal fyriliggja.
4. Umsókn um stuðul skal vera grunninum í hendi í tíðarskeiðnum fyrst í februar til hálvan mars á hvørjum ári, sum stuðulin verður latin 28. mars. Felagið kunnar alment, nær klárt er at taka ímóti umsóknum og hvussu leingi. Umsóknir, sum koma uttanfyri nevnda tíðarskeið, verða ikki tiknar við.
Ummæli og fotomyndir: Kinna Poulsen
Eg havi verið í Listasavninum og hugt at framsýningini Infinity við 39 verkum hjá Beintu av Reyni. Á sama hátt sum á øðrum serframsýningum hjá Listasavninum er talan um bæði gamlar og nýggjar myndir hjá avvarðandi listafólki. Beinta á Reyni hevur búð í Danmark síðani hon var 3 ár, men hon er ættað úr Føroyum; hin listarliga navnframi meistarin, Ingálvur av Reyni er eyðsýniliga abbabeiggi hennara.
Sum málari er Beinta av Reyni sjálvlærd. Myndir hennara eru realistiskar við einum surrealistiskum brá, stílsliga er talan um pop art við poppkendum, fjølmentanarligum myndevnum. Fleiri av framsýningarverkunum eru tematisk skyld og sett upp í røðum við enskum heiti; Infinity er eitt evni, ið snýr seg um endaleysan alheim og harumframt eru heitini Natural Warriors um krígssinnaða menniskjað, Frames við málaðum rammu, Capsized Tales við ævintýrum, sum eru koppaði og The Other Side um lívsins myrku síður.
Eg havi satt at siga ivast í myndunum hjá Beintu av Reyni, síðani eg sá tær á fyrsta sinni fyri fimtan árum síðani. Tað taldi sjálvsagt sum eitt pluss, at stílurin í myndunum var øðrvísi í mun til ráðandi rák innan føroyska list, men so var mín innleiðandi uppliving av myndunum kanska eisini litað av, at fleiri av hennara myndevnum vóru av Eiði. Listakvinnan og eg hava báðar mammu av Eiði og monumentala lýsingin av Eiðis kirkju við mynstrutari bakgrund tendraði onkursvegna í míni egnu um somu tíð fjálgu og fremmandgjørdu minni um vitjanir á Eiði sum barn.
Eftir at hava sæð framsýningina Infinity í Listasavni Føroya, ivist eg ikki meir, tíverri. Eg haldi, at tann menningin, sum Solveig Hanusardóttir Olsen lýsir í kataloginum ikki hevur verið verkunum at bata, heldur tvørturímóti. Solveig H.Olsen greiðir frá, at nógv er hent við verkunum hjá Beintu av Reyni síðani hennara síðstu framsýning í Listasavninum fyri tíggju árum síðani, ið nevndist Aftan fyri gardinurnar: “Hon er vorðin djarvari, hevur loyst upp siðbundnu tilgongdina til myndina og hevur ment ein leysari stíl. Seinastu árini hava flestu verkini havt tilvísing til eitt meira urbant umhvørvi og viðgjørt samfelagsviðurskifti og víðfevndnar spurningar.”. Og kanska passar tað, at listakvinnan er vorðin djarvari og t.d. er farin at brúka ein rundan sjónarring. Trupulleikin er bara tann, at myndirnar nú eru steindeyðar og óansæð um tilsipingarnar eru listsøguligar, ævintýrkendar, søguligar ella fjølmentanarligar, so tykjast tær ómetaliga grunnar.
Sjálvt um hesir málningarnir heilt vist sýna ein ávísan dugnaskap, ans fyri dekoratión og illusiónismu og stóran ómak í mátanum, teir eru málaðir, fæst ikki nógv annað burtur úr øllum hesum enn ein bilsin reaktión frá áskoðaranum, ið helt, at myndirnar vóru í rammu, sum í veruleikanum var málað á løriftið. Meira tykist ikki vera í hesum sløttu og deydligu myndunum. Málningurin Luncheon on the Grass with Slim Shady and Killer Bob frá 2010 er eitt dømi um hetta grunnskygnið. Talan er um eina parafrasu av kenda málninginum Frokost í tí grøna, sum Manet málaði í 1863 og sum mikil øsing stóðst av, tá hann á fyrsta sinni var framsýndur, men sum síðani hevur fingið pionerstatus og er parafraseraður nógvar ferðir.
Eitt nú hevur Edward Fuglø málað seg sjálvan inn í myndina í síni versión av málninginum, sum eisini hongur í føstu framsýningini í Listasavninum - myndirnar hjá teimum báðum, Fuglø og av Reyni líkjast í sinn og skinn. Í málninginum hjá Beintu av Reyni eru báðar kvinnurnar í myndini hjá Manet deyðar, eyðsýniliga offur hjá perversum hópdrápsmonnum, sum eru innlimaðir í skapið hjá Slim Shady/Eminem/Jason/Killer Bob, teir eru kendir frá rapptónleiki/ræðufilmi/sjónvarpsrøð. Øll herligheitin er síðani rammað inn við einari málaðari gullrammu, sum var talan um ein gamlan, idylliskan málning frá romantiskari tíð. Men um vit síggja burtur frá mótsetninginum millum gru og gull, hvat fær listakvinnan burtur úr síni umorðing av meistaraverkinum hjá Manet? Ikki serliga nógv, haldi eg, við einum góðum vilja kann eitt slag av Menn-sum-hata-kvinnur-feminisma møguliga lesast burtur úr myndini, men tað hevði kanska verið at gjørt av tulkingarliga.
Frokost í tí grøna-parafrasan er elsta myndin á framsýningini og í grundini tann, sum eg havi tað frægast við á framsýningini, tí hon allíkavæl tykist eitt sindur livandi í mun til hinar ovurhonds sløttu og deydligu málningarnar á framsýningini og hetta er tíverri kenslan, sum situr eftir, sjálvt um framsýningin sum heild tykist væl skipað og katalogið er snøgt og ómaksfult skrivað.
Tað undrar meg veruliga, at Listasavnið velur at satsa uppá eina listakvinnu í so stóran mun, at tey hýsa einari serframsýning við hennara verkum nú á øðrum sinni uppá tíggju ár, tá nú dygdin er so slættlig sum hon í roynd og veru er.
Tað ordiliga løgna er so tað, at bæði Nils Ohrt, listasavnsstjóri og Solveig H.Olsen, fyristøðufólk á savninum, onkursvegna hava eyga fyri veiku síðunum hjá hesum verkunum, tað sæst í katalogtekstunum. Ohrt kemur bæði inn á trivialmentan (Kurt Ard) og glansbíløt í sínum teksti, meðan Solveig H.Olsen nevnir, at tað kann vera ein vandi, at verkini gerast patetisk ella klisjekend, tó hesum sleppa verkini undan, tí tey altíð hava okkurt at siga, heldur Solveig. Bæði tvey, Ohrt og Olsen halda eyðsýniliga, at talan er um eitt slag av tilvitaðum kitsch og har eri eg ósamd. Tá eg hyggi at kataloginum og hugsi aftur á samanblandið í framsýningini millum dekorativu illusiónismuna, smarta slættleikan, lekru sevjumiklu litslettini, ásettu litføgru blómurnar og litfarrarnar, sum flóta inn í hvønn annan - má eg loyva mær at ivast í hvussu tilvitað ella djúptøkin henda listin er.
Listaportal - kip@glasir.fo