Menn í klædningum - Konur í ongum

Í dag er altjóða kvinnudagur 8.mars. Konunevin er á lofti og nógv verður gjørt burturúr víða hvar við øllum møguligum tiltøkum. Eg havi persónliga fingið innbjóðing til í minsta lagið seks sonevnd Damudomi-tiltøk frá ungfeministunum í Sirkus í Havn, og til øll møgulig onnur kvinnutiltøk m.a. í Fuglafirð og í Norðurlandahúsinum. Her á Listaportalinum er meira friðarligt, kanska orsakað av einum varhuga av, at javnstøðan ikki er heilt í topp her á staðnum; her er bara eittans konufólk til arbeiðis. So ræður um at liggja lágt og bara pippa eitt sindur um onkrar einstakar ójavnstøðusøgur í føroyska nútíðarsamfelagnum.

Jú, tær eru har, ójavnstøðusøgurnar, t.d. í lógini um Barsilsskipanina, ið er ótíðarhóskandi og ger mismun á kynunum, sum Ólavur Ellefsen vísir á í áhugaverdari tíðargrein í Sosialinum 3.mars 2017. Ein onnur kanska ótilvitað ójavnstøðusøga opinberaðist á forsíðuni av sama Sosiali. Tá ein menniskjalagna enn einaferð verður brúkt sum lesaraagn á forsíðuni á einum av okkara dagbløðum og talan aftur er um Jóhan í Kollafirði, sum eftir ein niðurtúr hevur tað gott aftur, verður dentur á forsíðuni heldur óvæntað lagdur á, at nýggja unnusta hansara er 25 ár. Hví er hetta relevant? Sambært hesum sjónarmiðnum verður kvinnuvirði eyðsýnliga talt í ungum árum og harav fylgjandi útsjónd. Sostatt er tað maðurin, sum livir dreymin hjá øllum miðaldrandi monnum, ið er at skora eina unga damu ella hvat? Tað er sjálvsagt gleðiligt um Jóhan trívist og eg eri væl greið yvir, at forsíðan neyvan er orðað við nøkrum óndum vilja, men hetta verður allíkavæl gjørt við einum automatikki, sum býður mær ímóti og sum eg vóni, at ikki minst tey ungu síggja skeivleikan í – ikki bert hesa tíðina kring 8.mars, men alt árið. Tað er gott at hátíðarhalda dagin millum samsint við hugna og kjaki og enn betur at gera vart við ójavnstøðusøgurnar tá tær stinga seg upp úti í samfelagnum so, at vit øll verða meir tilvitað um trupulleikan.

Okkurt restar altso í, men vit kunnu eisini fegnast. Bæði innan landspolitikk og meira lokalt her í Havnar kommunu er kvinnuumboðanin væl betri fyri í dag enn hon hevur verið. Í tinginum eru fleiri kvinnur og enntá fleiri kvinnuligir ministarar; sjálvandi bara innan sosial og mentanarlig øki, men allíkavæl!!! - Og hvør veit um hesar kvinnurnar, Siri Stenberg, Eyðgunn Samuelsen og Rigmor Dam fara at prógva, at hetta í roynd og veru eru týdningarmestu økini fyri trivnaðin í hesum landinum og nú mundi eg gloymt, at ein kvinna, Kristina Háfoss situr í týdningarmikla sessinum sum fíggjarmálaráðfrúa. Í Tórshavnar kommunu eru 5 kvinnur, her hava vit fingið ein kvinnuligan borgarstjóra, Anniku Olsen og varaborgarstjóra, Gunnvør Balle og har er eyðsýniliga endiliga komin ordilig gongd á Musikkskúlan, sum verður báðum kynum fyri ikki at siga okkum øllum at gagni. Har tykist forrestin vera hent merkiliga lítið hesum viðvíkjandi undir fyrru býráðsleiðslu, har var annars nógv snakk - tað duga bæði kynini mest sum ov væl, ikki minst í politikki.

Facebook er, vita tit, eitt undarliga tíðar- og veruleikaleyst forum. Her liva deyð fólk víðari; nú ein dagin varð eg til dømis biðin um at ynskja einari konu til lukku við føðingardegnum, sum mær vitandi hevur ligið undir grønu torvu í fleiri ár. Somuleiðis kunnu viðmerkingar og myndir, tú hevur postað einaferð í fyrndini, brádliga koma undan kavi fleiri ár aftaná. Eina tílíka viðmerking sá eg nú ein dagin í einum uppslagi, sum Gunnvør Balle hevði skrivað í fjør og viðmerkingin er skilagóð, sjálvandi og ein dag sum í dag kann eg leggja aftrat, at hon er skilagóð uppá ein typiskan kvinnuligan máta, tvs., at hon í sínum klókskapi er so mikið óarrogant og lítillátin, at spurningurin er um hon missir eitt sindur av viljastyrki. Gunnvør Balle skrivar: "Skal kommunan reisa eina standmynd av navngivnari føroyskari kvinnu? Tà blaðið Kvinna spurdi 8. mars í fjør, helt ein meiriluti, at Andrea Árting hevur uppiborið eina standmynd. Tað er tiltikið, at vit hava nógvar standmyndir og minnisplátur av navngivnum monnum kring landið, men mær vitandi, ongar av kvinnum. Í hvør fall ikki í Tórshavnar Kommunu. Eg atkvøddi sjálv fyri Andreu Árting, tí eg haldi so avgjørt at hon langt síðan átti at fingið eina standmynd. Hon er ein stór fyrimynd og ein verulig stríðskvinna. Var forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag frá 1937 til 1977, ein av fyrstu kvinnum, ið stillaðu upp til løgtingsval (í 1940) og harumframt var hon yrkjari, íðin tjóðsveldiskona og hon slóðaði eisini fyri kvinnukappróðri. Men hevur tað týdning við standmyndum? Er tað ómodernað og týdningarleyst? Ella halda tit, at kommunan eigur at heiðra framúrskarandi borgarum við einari standmynd? Og er stundin komin til, at ein kvinna fær hendan heiðurin?”.

Á viðmerkingunum til uppslagið skilst,  at nøkur halda hugskotið vera frálíkt, men nógv tey/tær flestu koma við ymiskum útmerkaðum, men spjaðandi fagurfrøðiligum og sosialum fyrilitum í mun til standmyndir, hví tær eru giggutar, hví summar standmyndir eru ljótar og hví mann heldur skuldi bygt bústaðir ella ein minnisvarða til frama fyri kvinnur, sum eru deyðar av barnsburði og so framvegis. Hetta er alt væl meint, men eg ivist í, at tílíkar spekulatiónir og fyrilit hava forðað fyri heiðranini av nøkrum manni.

Hava standmyndir týdning? Sjálvandi hava tær týdning! Kanningar hava í ríkiligt mát staðfest hvussu stóran týdning, standmyndir og list í almenna rúminum hava fyri okkara trivnað og okkara hugsunarhátt, standmyndirnar ríka okkum dagliga og fáa okkum til at undrast og at hugsa. Í Føroyum eru standmyndir fyrst og fremst minnisvarðar, ið verða reistir til frama fyri sjómonnum, traðarmonnum og øðrum monnum, sum hava avrikað okkurt stórt. Vit hava standmyndir av Hans Andriasi Djurhuus, Victor Danielsen, J.K.Kjølbro, Mikkjal á Ryggi, Jákupi Dahl, Sigmundi Brestison, Tróndi í Gøtu, Rasmusi Effersøe osfr. Av kvinnustandmyndum komi eg í tankar um Fípuna Føgru í Klaksvík, Tariru álvagentuna í Viðarlundini í Havn og Kópakonuna. Hetta eru allar naknar, dreymaverur, sum eru kroppsliga yndisligar, men sum verða lýstar uttan nakra persónliga einstaklingatign. Hetta hevur stóran týdning og ávirkar eitt nú okkara børn, tá tey síggja, at kvinnustandmyndir eru naknar dreymaverur, meðan mannfólkastandmyndir eru veruligir menn í klæðum. Kunnu dreymaverur og kópakonur til dømis brúkast til samráðingar um eina nýggja fiskivinniskipan? Nei, har er meira tørvur á brains enn berum boppum ikki sannheit?

Tá tankin stingur seg upp um at lata gera eina standmynd av einari navngivnari kvinnu í Føroyum og vit alt fyri eitt reagera við at diskutera estetikk, so býr eitt slag av goymdum kynsmuni í hesum, sum vit liva við hvønn dag uttan at ána, at vit gera tað. Sjálvandi er estetikkur týdningarmikil, og vit hava góð listafólk til at loysa estetiskar spurningar, um tey sleppa tað fyri makthavarunum, men hetta kjakið skal ikki forðað okkum í at heiðra Andreu Árting, Súsonnu Helenu Patursson, Ruth Smith, Dorethe Bloch, Maritu Petersen, Ebbu Hentze ella nakra aðra av øllum hinum týdningarmiklu kvinnunum, sum vit nú einaferð halda eiga heiður uppibornan. 

 

Enn eru formenn menn og enn eru tað bara menn, sum hava skil uppá fiskivinnu

Enn eru formenn menn og enn eru tað bara menn, sum hava skil uppá fiskivinnu

Viðmerkingar á FB til úrslitið á Býráðsvalinum í Havn. Onkur fegnast og onkur ræðist fyri, at tað verður til ein bindiklubb...

Føroyskar kvinnur

Konuprát