Rithøvundafelagið hevur sent tíðindaskriv um arv frá Ebbu Hentze, tey skriva m.a: Fyri skjótt 2 árum síðani bórust deyðsboðini av Ebbu Hentze. Hon var ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stutt– søgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebbu Hentze umsett mangar bøkur til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men allarmest úr føroyskum. Hennara íðna virki við at umseta føroyskar bøkur hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri kunnleikan til og útbreiðsluna av føroyskum bókmentum í Danmark og hinum norðurlondunum. Umframt sítt viðfevnandi virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba stóran dent á at hjálpa yngri høvundum ráð og vegleiðing og nú hevur hon latið Rithøvundafelagnum virði úr húsum sínum fyri tilsamans 200.000 krónur, sum serliga skulu koma ungum høvundum til góða. Endaliga upphæddin verður í mars mánað sett inn á serstaka konto, og fer nevndin nú undir arbeiðið at orða eina reglugerð fyri, nær og í hvønn mun peningurin kann nýtast ella latast. Ebba er farin, men í hennara anda vil Rithøvundafelagið nýta arvin til at menna føroyskar bókmentir og at stuðla ungar rithøvundar.