Listastarvslønirnar latnar
/
http://gastspielreisen.com/news/teitur-als-support-fuer-judith-holofernes
http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=15939&NewsItemID=15593
Foto: Charlie Forgham Bailey.Frá The independent.
http://www.listaportal.com/tidindi/2015/3/6/mti-ljsinum-og-ytstu-mrkunum?rq=Kunoy
FOTO: Ditte Mathilda Joensen
Ein myrkagráan sunnudag seinnapart við liggjandi oysregni, skal nógv til, áðrenn undirritaða fæst frá húsum - tað má eg bara viðganga. So mikið glaðari eri eg fyri, at eg tók meg saman og fekk samrøðuna við, sum ein væl fyrieikaður Kim Simonsen hevði við teir báðar, Ian McKeever, listamann og Peter Levitt, yrkjara. Listamenninir hava arbeitt í Steinprenti síðstu vikuna og hava fingið eina áhugaverda verkætlan burturúr yrkingum og myndum.
Kim Simonsen legði fyri við at lýsa teir tríggjar partarnar í samstarvinum. Um Steinprent segði hann, at staðið so at siga hevur blást nýtt lív í/revitaliserað føroysku listina. Síðani presenteraði hann listamenninar, ið báðir eru royndir menn innan hvør sína sjangru. Fyrsti spurningurin var eyðsýndur, spurningurin um hví ein bretskur og ein amerikanskur listamaður møtast her í Føroyum of all places.
Ian McKeever greiddi frá, at hann hevði varnast Peter Levitt, tí hesin hevði skrivað ein áhugaverdan tekst í eini listabók um amerikanska abstrakta málaran Richard Diebenkorn – fá duga at skriva um abstrakta list, helt Ian McKeever, sum sjálvur er abstraktur listamaður, so hann man vita tað. Hugskotið til verkætlanina var komið í onkrum arbeiðssteðgi seinast McKeever arbeiddi í Steinprenti. Meðan prentað verður hevur listafólkið ofta pausur og høvið at ganga runt á verkstaðnum og har legði McKeever til merkis ymiskar bøkur, sum Steinprent hevur givið út, m.a. samstarv millum myndlistafólk ogyrkjarar: Bjarne Werner Sørensen og Tóroddur Poulsen; Claus Carstensen og Søren Ulrik Thomsen m.a. McKeever fekk hug at gera eina tílíka útgávu og Jan Andersson í Steinprenti var við uppá tað alt fyri eitt og tessvegna varð verkætlanin sett í gongd.
Báðir listamenninir búgva við sjógv, Kim Simonsen spurdi um møguliga landslagið kundi síggjast sum eitt felags referansupunkt, McKeever svaraði, at tað kundi bert vera talan um eitt slag av mentalum landslagi. Síðan varð m.a. tosað um sjálva verkætlanina; tey seks steinprentini, ið vórðu hongd upp á veggin aftanfyri teir tosandi. Peter Levitt segði greiddi frá, at yrkingarnar vóru yrkingar, men at tær á prentunum eisini vóru eitt visuelt element og at steinprentini nú hvørki vóru yrkingar ella myndir, men nakað annað. Talan er ikki um myndbrprýðing av yrkingum, men um verk, har poesi og myndir sameksistera á pappírinum. McKeever legði m.a. aftrat, at vónin nú er, at okkurt slag av afturljóð er millum myndir og orð.
Samrøðan førdi teir gott og væl fjøruti áhoyrararnar víða hvar í listini hjá Levitt og Mckeever. Kim Simonsen hevði lisið ella hoyrt onkrastaðni, at McKeever dámar serliga væl at ferðast í londum, har hann ikki skilir málið. Spurningurin fekk McKeever at smílast Her kom eitt av skálkabrosunum frá McKeever, sum greiddi frá, at fyrimunurin við ikki at duga málið er, at mann kann ímynda sær ymiskt, sum fólk tosa um, sum kanska er enn meira áhugavert enn tað púra vanliga, sum fólk tosa um í veruleikanum.
I leave the world of language
Peter Levitt greiddi frá um sínar yrkingar, at hann gav lutfalsliga lítið út. – Tað, sum eg vil er at siga hvat hendir í hesi løtu, men tað er ikki lætt. Eitt træ er ikki poesi, helt Levitt og fyri at skriva yrkingar mátti hann fara úr málheiminum. Síðani skuldi hann royna at orða seg soleiðis, at lurtarin gjøgnum málið fekk innlit í kensluna ella hugsanina, hann hevði havt áðrenn – ikki bókstavliga, men essentielt. At enda las Peter Levitt yrkingar og greiddi frá umstøðum og hendingum kring hesar yrkingar. Áhugavert at uppliva okkurt so kent og samstundis næstan eksotiskt og ókent. Levitt las eisini tær seks yrkingarnar, sum hann hevur brúkt í nýggju prentverkunum - tematiskt snúgva tær seg um steinar og pakkar og um at vera til her og nú. Umframt at tey seks ørkini verða til eina (sera eksklusiva) listabók, sum verður framleidd í 18 eintøkum, er eitt upplag við 10 eintøkum av verkunum til taks, har arkini verða løgd saman, so at tey eru eins og ein pakki av poesi og myndlist; ein fragd at lata upp.
Í dag fara báðir listamenninir heim aftur, men verkini eru eftir. Her eru myndir frá tiltakinum og av verkunum.
Enn eitt ovurhonds positivt ummæli er komið av bókini hjá Randi Ward, Whipstitches, sum kom út í fjør summar. Alex Gallacher hevur á bretsku heimasíðuni fruk (folkradio) skrivað drúgva grein um Randi, sum herfyri varð virðislønt fyri sína týðing av einum úrvali av yrkingum hjá Tóroddi Poulsen í savninum Fjalir. Randi hevur týtt restina og bókin Planks verður liðug í summar.
Vit kenna eisini Randi Ward frá tónleikinum, bæði Guðrið Hansdóttir og Eivør Pálsdóttir hava brúkt hennara yrkingar í tónleiki sínum. Whipstitches er eitt yrkingasavn við 99 stuttum, komprimeraðum yrkingum við vøkrum náttúru- og umhvørviseygleiðingum, yndisligum lit- og sansaupplivingum, sum í støðum eru merktar av einum hóttandi varhuga av, at ikki alt er sum tað eigur.
Gate
Oh merciful
gate, break
these legs
for meg
so I dont´t
have to walk home
Lesið nýggjasta ummælið her: http://www.folkradio.co.uk/2017/02/randi-ward-whipstitches/
Fotoframsýningar eru ikki gerandiskostur herumleiðir, tessvegna er tað forvitnisligt, tá ein framsýning sum tann hjá Onnu Kathrinu Højgaard letur upp. Og framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík er forkunnug, eisini sjálvt um onkur av teimum framsýndu myndunum er endurnýtt og sæð áður á øðrum framsýningum. Anna Kathrina Højgaard hevur havt nógvar framsýningar í m.a. Smiðjuni í Lítluvík og hon hevur tikið lut á enn fleiri bólkaframsýningum, t.d. Ólavsøkuframsýningum og Várframsýningum í Listasavninum. Hon fær nógv burtur úr, tá listarliga eygað fangar vakrar kompositiónir í tí mest gerandisliga og júst tað dugir Anna Kathrina Højgaard. Tær flestu myndirnar eru prentaðar á aluminiumsplátur; tað sær flott út, men eg sakni allíkavæl kenslu av pappírinum í fotomyndunum. Myndevnini eru fyri tað mesta úr umhvørvinum hjá fotografinum, tað eru føroysk býarløg, landsløg, veðurmyndir og portrettmyndir. Tilsamans 25 myndir eru við á framsýningini og nógvar teirra snúgva seg um ljós og lýsi. Um mótljós og skuggaskap, sum tekna seg upp í móti ljósinum, um morgunroða og vesturskin og eitt næstan yvirnáttúrligt ljós, sum upploysir eini reyð hús aftanfyri eitt liggjandi træ við einum vøkrum viðarbuli, ið snarar seg diagonalt gjøgnum myndaflatan í kompositiónini, ið javnvigar. Og hetta við javnvágini hevur týdning fyri Onnu Kathrinu Højgaard; tað sæst bæði á uppheingingini og á einstøku myndunum. Tvær vertikalar myndir bróta frá, tær hevur fotografurin tikið av altanini, har hon býr, niður á inngongdina til bygningin. Tað er í kava og tessvegna síggjast spor av fólkum og bilum eins og hugtakandi grafiskar tekningar, svart á hvítum. Framsýningin Í Smiðjuni í Lítluvík er opin hvønn dag til og við mikudagin 15.feb.
-Ja, hetta sær kanska eitt sindur sinnisklovið út, heldur listakvinnan umberandi fyri við einum speiskum smíli í tí, hon við aðrari hondini vísir yvir á veggin, har sum prentini hanga. Talan er um nakrar spildurnýggjar myndir; samlaða úrslitið av seinasta samstarvinum millum Hansinu Iversen og Steinprent. Og rætt er, at myndirnar eru rættiliga ymiskar í stíli, men tær eru ikki minni áhugaverdar fyri tað, tvørturímóti. Myndirnar geva áskoðarunum innlit í tær ymisku leiðirnar í fjølbroytta og støðugt vaksandi verkinum hjá Hansinu Iversen.
Tann fyrsta myndin, sum Hansina gjørdi í hesum umfarinum er avmyndað ovast her á síðuni, tað er ein elegant kompositión við orange, bláum, brúnum og violettum rundleittum skapum, summi óskygd, onnur gjøgnumskygd, ið líkasum eru løgd oman á hvørt annað, næstan sum var hetta eitt av pappírsklippunum hjá Williami Heinesen, sett saman við ansi fyri vakurt skyggjandi litum eins og skuggaspælið av bløðum og blómum í einum urtagarði ein sólheitan dag.
So er meira ferð á gula, breiða strokinum, sum snarar eg upp í eina vertikala kompositión í turkis og bláum á gráari grund. Í skrivandi stund er ikki vist, at henda myndin er góðkend av sjálvkritisku listakvinnuni, sum setur knyklar í brýr og vil hugsa seg um. Ein triðja mynd er bara svørt við einum stórum, flótandi skapi, myndin er líka vøkur sum hon er einføld, og eitt gott dømi um hvussu væl tað liggur fyri hjá Hansinu Iversen at fáast við sonevnda lavering. Í svørtu flatuni er okkurt kolasvart og slætt, meðan partar eru gjøgnumskygdir og bylgjandi, soleiðis, at flatan samanumtikið verður serstakliga livandi og vøkur. Henda myndin er ikki liðug, tá eg eri á verkstaðnum, her skal ein heilt ljós grund prentast eisini. Tey arbeiða og eg sleppi mær víðari eitt sindur litfegnari enn áðrenn, meðan eg staðfesti við mær sjálvari, at 2017 longu sær út til at gerast enn eitt gott ár í Steinprenti. Litirnir glógva og uttanfyri er ljósið nýtt.
Soleiðis endaði hon at síggja út, henda bylgjandi kompositiónin, sum verður enn djúpari og vakrari av gráu grundini.
Sunnudagin 19.februar klokkan 16-17.30 verður Norðurlandahúsið karmur um eitt altjóða listarligt samskifti, tá Kim Simonsen fer at tosa við kenda, bretska listamannin Ian McKeever og við tann somuleiðis háttvirda og virðislønta amerikanska yrkjaran, Peter Levitt. Listamennirnir eru í Steinprenti hetta tíðarskeiðið og arbeiða við eini felags verkætlan við nýggjum yrkingum hjá Levitt, sum verða settar saman við nýggjum myndum hjá McKeever í seks steinprentum.
Ian McKeever kenna vit í Føroyum frá framsýningum í Listasavni Føroya og í Steinprenti í 2015. Hann er sjálvlærdur professari, sum m.a. er gestaprofessari á University of Brighton; millum 2006 og 2011 var hann professari í tekning í Royal Academy School of Arts í London. Ian McKeever hevur skrivað ein heilan hóp av tekstum um list og dugir sjáldsama væl at greiða frá. Kim Simonsen er post.doc við Amsterdams Universitet, har hann arbeiðir á sentrinum fyri Europan Studies og annars er hann yrkjari. Peter Levitt er yrkjari og buddhistiskur lærari, sum kemur allan vegin úr British Columbia at greiða okkum frá sínum hugsanum um poesi og list.
Her er eitt viðtal við Ian McKeever:
http://www.listaportal.com/tidindi/2015/5/22/eg-fli-meg-heima-her-samra-vi-ian-mckeever?rq=mckeever
Í tíðindaskrivi boðar Atlantsflog frá, at 28. mars, ið er dagurin, Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni, verður dagurin, tá stuðulin á 100.000 krónur verður latin til eitt ella fleiri føroysk listafólk ella listaverkætlanir. Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk. Grunnurin varð stovnaður í desember, tá eisini flotin hjá Atlantic fekk listafólkanøvn: William, Sámal, Ingálvur, Elinborg og Ruth.
Nevndin, ið situr í tvey ár, er sett, og tey, ið sita í henni eru: Niels Mortensen, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways, Randi Samsonsen fyri Listafólkasamband Føroya og Armgarð Weihe, vald av Mentamálaráðnum, umframt ein samskipari, sum er Ingrid Bjarnastein frá Atlantsflog
Viðtøkur fyri grunnin Listaflog
§1 Navn grunsins er “Listaflog”; eigari er P/F Atlantic Airways.
§ 2 Málið við “Listaflogi” er at stimbra føroyska list fíggjarliga og við ferðaseðlum á rutunetinum hjá Atlantic Airways í sambandi við listaligt arbeiði og/ella ávísa listaverkætlan.
§ 3 Grunnurin verður stjórnaður av einari nevnd, mannað við:
- Einum umboði fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways
- Einum umboði fyri Listafólkasamband Føroya
- Einum umboði, sum Mentamálaráðið velur
Umframt er ein skrivari/samskipari, sum Atlantic Airways velur.
Nevndin verður vald fyri tvey ár í senn.
Nevndin hevur fulla heimild at velja, hvør ella hvørjar av innkomnu umsóknunum verða gingnar á møti, og hvussu peningurin verður býttur millum umsøkjararnar.
§ 4 Stuðulin, sum er 100.000 DKKK tilsamans, verður latin 28. mars á hvørjum ári, sum er dagurin, tá ið Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni. Umsóknir skulu sendast sambært umsóknarskjali, sum er tøkt á atlantic.fo https://www.atlantic.fo/fo/um-okkum/stu%C3%B0ul/listaflog/ums%C3%B3knarskjal/
Skjalið er tøkt frá fyrst í februar til miðjan mars (nærri dagfestingar tilskilaðar hvørt ár).
§ 5
1. Stuðulin kann vera latin einum ella fleiri listafólkum og/ella listaverkætlanum. Stuðulin kann, umframt pening, eisini fevna um ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways í sambandi við verkætlanina – í mesta lagi fimm ferðaseðlar aftur og fram. Grundgevast skal fyri, hví ferðin hevur týdning fyri verkætlanina.
2. Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk.
§ 6 Treytir
1. Fyri at fáa stuðul, skal listafólkið búgva í Føroyum ella vera føroyingur búsitandi uttanlands.
2. Listafólkið skal kunna vísa á, hvussu stuðulin skal brúktast, og eisini skal grunnurin Listaflog áðrenn 28. mars árið eftir móttaka eina frágreiðing (skrivliga, myndir, video osfr.) um, hvussu stuðulin varð brúktur.
3. Fíggjarætlan skal fyriliggja.
4. Umsókn um stuðul skal vera grunninum í hendi í tíðarskeiðnum fyrst í februar til hálvan mars á hvørjum ári, sum stuðulin verður latin 28. mars. Felagið kunnar alment, nær klárt er at taka ímóti umsóknum og hvussu leingi. Umsóknir, sum koma uttanfyri nevnda tíðarskeið, verða ikki tiknar við.
Ummæli og fotomyndir: Kinna Poulsen
Eg havi verið í Listasavninum og hugt at framsýningini Infinity við 39 verkum hjá Beintu av Reyni. Á sama hátt sum á øðrum serframsýningum hjá Listasavninum er talan um bæði gamlar og nýggjar myndir hjá avvarðandi listafólki. Beinta á Reyni hevur búð í Danmark síðani hon var 3 ár, men hon er ættað úr Føroyum; hin listarliga navnframi meistarin, Ingálvur av Reyni er eyðsýniliga abbabeiggi hennara.
Sum málari er Beinta av Reyni sjálvlærd. Myndir hennara eru realistiskar við einum surrealistiskum brá, stílsliga er talan um pop art við poppkendum, fjølmentanarligum myndevnum. Fleiri av framsýningarverkunum eru tematisk skyld og sett upp í røðum við enskum heiti; Infinity er eitt evni, ið snýr seg um endaleysan alheim og harumframt eru heitini Natural Warriors um krígssinnaða menniskjað, Frames við málaðum rammu, Capsized Tales við ævintýrum, sum eru koppaði og The Other Side um lívsins myrku síður.
Eg havi satt at siga ivast í myndunum hjá Beintu av Reyni, síðani eg sá tær á fyrsta sinni fyri fimtan árum síðani. Tað taldi sjálvsagt sum eitt pluss, at stílurin í myndunum var øðrvísi í mun til ráðandi rák innan føroyska list, men so var mín innleiðandi uppliving av myndunum kanska eisini litað av, at fleiri av hennara myndevnum vóru av Eiði. Listakvinnan og eg hava báðar mammu av Eiði og monumentala lýsingin av Eiðis kirkju við mynstrutari bakgrund tendraði onkursvegna í míni egnu um somu tíð fjálgu og fremmandgjørdu minni um vitjanir á Eiði sum barn.
Eftir at hava sæð framsýningina Infinity í Listasavni Føroya, ivist eg ikki meir, tíverri. Eg haldi, at tann menningin, sum Solveig Hanusardóttir Olsen lýsir í kataloginum ikki hevur verið verkunum at bata, heldur tvørturímóti. Solveig H.Olsen greiðir frá, at nógv er hent við verkunum hjá Beintu av Reyni síðani hennara síðstu framsýning í Listasavninum fyri tíggju árum síðani, ið nevndist Aftan fyri gardinurnar: “Hon er vorðin djarvari, hevur loyst upp siðbundnu tilgongdina til myndina og hevur ment ein leysari stíl. Seinastu árini hava flestu verkini havt tilvísing til eitt meira urbant umhvørvi og viðgjørt samfelagsviðurskifti og víðfevndnar spurningar.”. Og kanska passar tað, at listakvinnan er vorðin djarvari og t.d. er farin at brúka ein rundan sjónarring. Trupulleikin er bara tann, at myndirnar nú eru steindeyðar og óansæð um tilsipingarnar eru listsøguligar, ævintýrkendar, søguligar ella fjølmentanarligar, so tykjast tær ómetaliga grunnar.
Sjálvt um hesir málningarnir heilt vist sýna ein ávísan dugnaskap, ans fyri dekoratión og illusiónismu og stóran ómak í mátanum, teir eru málaðir, fæst ikki nógv annað burtur úr øllum hesum enn ein bilsin reaktión frá áskoðaranum, ið helt, at myndirnar vóru í rammu, sum í veruleikanum var málað á løriftið. Meira tykist ikki vera í hesum sløttu og deydligu myndunum. Málningurin Luncheon on the Grass with Slim Shady and Killer Bob frá 2010 er eitt dømi um hetta grunnskygnið. Talan er um eina parafrasu av kenda málninginum Frokost í tí grøna, sum Manet málaði í 1863 og sum mikil øsing stóðst av, tá hann á fyrsta sinni var framsýndur, men sum síðani hevur fingið pionerstatus og er parafraseraður nógvar ferðir.
Eitt nú hevur Edward Fuglø málað seg sjálvan inn í myndina í síni versión av málninginum, sum eisini hongur í føstu framsýningini í Listasavninum - myndirnar hjá teimum báðum, Fuglø og av Reyni líkjast í sinn og skinn. Í málninginum hjá Beintu av Reyni eru báðar kvinnurnar í myndini hjá Manet deyðar, eyðsýniliga offur hjá perversum hópdrápsmonnum, sum eru innlimaðir í skapið hjá Slim Shady/Eminem/Jason/Killer Bob, teir eru kendir frá rapptónleiki/ræðufilmi/sjónvarpsrøð. Øll herligheitin er síðani rammað inn við einari málaðari gullrammu, sum var talan um ein gamlan, idylliskan málning frá romantiskari tíð. Men um vit síggja burtur frá mótsetninginum millum gru og gull, hvat fær listakvinnan burtur úr síni umorðing av meistaraverkinum hjá Manet? Ikki serliga nógv, haldi eg, við einum góðum vilja kann eitt slag av Menn-sum-hata-kvinnur-feminisma møguliga lesast burtur úr myndini, men tað hevði kanska verið at gjørt av tulkingarliga.
Frokost í tí grøna-parafrasan er elsta myndin á framsýningini og í grundini tann, sum eg havi tað frægast við á framsýningini, tí hon allíkavæl tykist eitt sindur livandi í mun til hinar ovurhonds sløttu og deydligu málningarnar á framsýningini og hetta er tíverri kenslan, sum situr eftir, sjálvt um framsýningin sum heild tykist væl skipað og katalogið er snøgt og ómaksfult skrivað.
Tað undrar meg veruliga, at Listasavnið velur at satsa uppá eina listakvinnu í so stóran mun, at tey hýsa einari serframsýning við hennara verkum nú á øðrum sinni uppá tíggju ár, tá nú dygdin er so slættlig sum hon í roynd og veru er.
Tað ordiliga løgna er so tað, at bæði Nils Ohrt, listasavnsstjóri og Solveig H.Olsen, fyristøðufólk á savninum, onkursvegna hava eyga fyri veiku síðunum hjá hesum verkunum, tað sæst í katalogtekstunum. Ohrt kemur bæði inn á trivialmentan (Kurt Ard) og glansbíløt í sínum teksti, meðan Solveig H.Olsen nevnir, at tað kann vera ein vandi, at verkini gerast patetisk ella klisjekend, tó hesum sleppa verkini undan, tí tey altíð hava okkurt at siga, heldur Solveig. Bæði tvey, Ohrt og Olsen halda eyðsýniliga, at talan er um eitt slag av tilvitaðum kitsch og har eri eg ósamd. Tá eg hyggi at kataloginum og hugsi aftur á samanblandið í framsýningini millum dekorativu illusiónismuna, smarta slættleikan, lekru sevjumiklu litslettini, ásettu litføgru blómurnar og litfarrarnar, sum flóta inn í hvønn annan - má eg loyva mær at ivast í hvussu tilvitað ella djúptøkin henda listin er.
Charles Hossein Zenderoudi - brot av verki
Sambært New York Times er stóra listasavnið MoMA, Museum of Modern Artl í New York farið uppí mótmæli av forsetanum, Donald Trump og tey gera tað við list, sjálvandi. Mótmælið er eins einfalt og tað er genialt, tí MoMA hevur gjørt eina nýggja uppheinging við nøkrum listaverkum hjá savninum hjá listafólkum, sum koma úr økjum, sum hava fingið innferðarbann til USA.
Hetta er jú ein góður háttur at vísa á tað góða, sum landið fær og hevur fingið frá tilflytarum. Verkini hava muslims listafólk gjørt, m.a. Ibrahim el-Salahi úr Sudan, Zaha Hadid úr Irak, Charles Hossein Zendereoudi úr Iran og Tala Madani úr Iran. Tey tilsamans sjey verkini á hesi mótmælis-uppheingingini hava øll eina tilskrift við boðunum:
“Hetta verkið er gjørt av einum listafólki frá eini tjóð, hvørs borgarar eru noktaðir atgongd til USA sambært forsetaboð frá 27.jan 2017. Hetta er eitt av mongum listaverkum frá savninum, sum er sett upp til tess at staðfesta, at idealini um frælsi og at bjóða fólki vælkomin eru eins týdningarmikil fyri hetta savnið sum tey eru fyri USA”.
Fotomyndir: KP og Steinpent
Her eru nakrar myndir frá uppihaldinum hjá Bjørn Nørgaard í Steinprenti hesa ferð. Umframt fýra prent til Glostrup Kunstforening, gjørdi hann fýra aðrar myndir, so hann fekk nógv burturúr listarliga. Eisini var hann fegin um at møta fólki á verkstaðnum og at royna góðan føroyskan mat. Honum dámar væl turt tvøst og spik, feskt kjøt og skerpikjøt, men tað besta var helst tað, at Birgir Enni kom inn á gólvið við onkrum forkunnugum, gomlum skeldýrum og turkaðum tara. Nú er listamaðurin farin aftur, men tey prenta enn í Steinprenti, restina av upplagnum. Í gjár skrivaði eg eina grein um uppgávuna hjá Bjørn Nørgaard. Hon er undir myndini.
Uppgávan er bundin og snýr seg um at gera fýra prent til Glostrup Kunstforening. Hesi eru í skrivandi stund við at verða liðug og tað er gott, tí Nørgaard hevur nógv um at vera og skal longu av landinum aftur í morgin. Sjálvt sunnudagurin, ein sjáldsama vakur dagur síðst í januar, er brúktur sum arbeiðsdagur á verkstaðnum, har øll eru í gongd við sínum parti av teirri umstendiligu litografisku prosessini.
Jan Andersson slípar steinar, Fríða Matras Brekku er við at yvirføra eina mynd á ein stein og Magnus Andersson er í ferð við at etsa ein stein. Bjørn Nørgaard hevur eftirlit við arbeiðsgongdini. Hann er eitt sindur spentur og enn ikki heilt vísur í um myndirnar fara at eydnast. Sjálv siti eg við telduna á verkstaðnum og lurti eftir vinarliga prátinum millum fólkini á verkstaðnum og merki konsentreraða spenningin í rúminum meðan tíðin líður og tað spakuliga fer at skýma.
Myndevnisliga hevur Nørgaard tikið støði í nøkrum fotomyndum av eini model, sum eru yvirførdar á litografiska steinin, og sum hann síðani viðger, teknar og málar útyvir. Tað vil siga, at útgangsstøðið er rættiliga klassiskt eisini um hugsað verður um verkið hjá Bjørn Nørgaard sum heild, har nakni kvinnufigururin er myndevnisligur aðaltáttur heilt frá byrjanini hjá listamanninum, sum í 1969 pallsetti listarligu aktiónina Nakin kvinniligur Kristus í keypsskálanum í Keypmannahavn. Tær fýra myndirnar til Glostrup Kunstforening eita Trúgv, Vón, Kærleiki og Vónloysi.
Royndarprentið er klárt og eg hoyri á røddunum á prentara og listamanni, at tað er gott. Listamaðurin greiðir mær frá, at myndirnar eru grundaðar á nakrar standmyndir og uppstillingar, sum hann gjørdi til eina framsýning herfyri í Galleri Susanne Ottesen í Keypmannahavn við kvinnuligum yvirkroppum í búrum úr ymiskum tilfari, ið á ymiskan hátt sipa til vanitas. Hugtakið vanitas fevnir um myndamál, ið ofta varð brúkt í barokka tíðarskeiðnum í 17.øld, sum sipa til tað stokkuta í tilveruni, sápubløðrur, glas og ísur kunnu brúkast sum vanitas symbol, men eisini skøltar og blómur verða brúkt í vøkru myndunum av tilverutreytum menniskjans. Memento mori - minst til at tú skalt doyggja siga hesar myndirnar. Listin frá barokka tíðarskeiðnum er ofta vøkur og sansalig og tað sama kann sigast um myndirnar, sum Bjørn Nørgaard hevur gjørt á verkstaðnum. Cadmium gult brestur saman við violettum ella tí, sum eg haldi vera violett, men sum vísir seg at vera eitt bland av einum liti við fantastiska heitinum Caput Mortum og preussiskum bláum.
Sjálvt um myndirnar bæði tykjast grafiskar við teimum kámu fotomyndunum og málandi við skapunum, ið eru málað omanyvir, er eingin ivi um, at tær eisini eru merktar av høggmyndalist í mátanum, tær eru sniðgivnar. Her hómast ein serligur ansur fyri figurinum og rúminum í myndunum og ein áhugaverdur mótsetningur kyknar millum tað illusionistiska fotobaseraða rúmið og tað flata pappírið.
Sum so ofta hendir, tá listafólk arbeiða við bundnum uppgávum í Steinprenti, so verður okkurt gjørt aftrat og hetta er aftur galdandi hesaferð nú Bjørn Nørgaard hevur fingið eina lítla abstrakta perlu burturúr einum av teimum allarminstu steinunum, sum tey eiga í Steinprenti. - Har er okkurt serligt við smáum prentum, heldur Bjørn Nørgaard og heldur fram fyri sær sjálvum - at tað er í smáu støddunum, at mann sær serligu dygdirnar hjá grafikkinum.
Kinna Poulsen
Sigast kann ikki, at tey hvíla á laurberunum, Jan Andersson og Fríða Matras Brekku, sum mikukvøldið vóru heiðrað við heiðursløn fyri mentanaravrik, ið Rigmor Dam, mentamálaráðfrúa handaði í Tvøroyri. Síðani hava tey meira ella minni ligið vatnrøtt í luftini á verkstaðnum, har tey arbeiða saman við kenda danska listamanninum Bjørn Nørgaard.
Uppgávan er bundin og snýr seg um at gera fýra prent til Glostrup Kunstforening. Hesi eru í skrivandi stund við at verða liðug og tað er gott, tí Nørgaard hevur nógv um at vera og skal longu av landinum aftur í morgin. Sjálvt sunnudagurin, ein sjáldsama vakur dagur síðst í januar, er brúktur sum arbeiðsdagur á verkstaðnum, har øll eru í gongd við sínum parti av teirri umstendiligu litografisku prosessini.
Jan Andersson slípar steinar, Fríða Matras Brekku er við at yvirføra eina mynd á ein stein og Magnus Andersson er í ferð við at etsa ein stein. Bjørn Nørgaard hevur eftirlit við arbeiðsgongdini. Hann er eitt sindur spentur og enn ikki heilt vísur í um myndirnar fara at eydnast. Sjálv siti eg við telduna á verkstaðnum og lurti eftir vinarliga prátinum millum fólkini á verkstaðnum og merki konsentreraða spenningin í rúminum meðan tíðin líður og tað spakuliga fer at skýma.
Myndevnisliga hevur Nørgaard tikið støði í nøkrum fotomyndum av eini model, sum eru yvirførdar á litografiska steinin, og sum hann síðani viðger, teknar og málar útyvir. Tað vil siga, at útgangsstøðið er rættiliga klassiskt eisini um hugsað verður um verkið hjá Bjørn Nørgaard sum heild, har nakni kvinnufigururin er myndevnisligur aðaltáttur heilt frá byrjanini hjá listamanninum, sum í 1969 pallsetti listarligu aktiónina Nakin kvinniligur Kristus í keypsskálanum í Keypmannahavn. Tær fýra myndirnar til Glostrup Kunstforening eita Trúgv, Vón, Kærleiki og Vónloysi.
Royndarprentið er klárt og eg hoyri á røddunum á prentara og listamanni, at tað er gott. Listamaðurin greiðir mær frá, at myndirnar eru grundaðar á nakrar standmyndir og uppstillingar, sum hann gjørdi til eina framsýning herfyri í Galleri Susanne Ottesen í Keypmannahavn við kvinnuligum yvirkroppum í búrum úr ymiskum tilfari, ið á ymiskan hátt sipa til vanitas. Hugtakið vanitas fevnir um myndamál, ið ofta varð brúkt í barokka tíðarskeiðnum í 17.øld, sum sipa til tað stokkuta í tilveruni, sápubløðrur, glas og ísur kunnu brúkast sum vanitas symbol, men eisini skøltar og blómur verða brúkt í vøkru myndunum av tilverutreytum menniskjans. Memento mori - minst til at tú skalt doyggja siga hesar myndirnar. Listin frá barokka tíðarskeiðnum er ofta vøkur og sansalig og tað sama kann sigast um myndirnar, sum Bjørn Nørgaard hevur gjørt á verkstaðnum. Cadmium gult brestur saman við violettum ella tí, sum eg haldi vera violett, men sum vísir seg at vera eitt bland av einum liti við fantastiska heitinum Caput Mortum og preussiskum bláum.
Sjálvt um myndirnar bæði tykjast grafiskar við teimum kámu fotomyndunum og málandi við skapunum, ið eru málað omanyvir, er eingin ivi um, at tær eisini eru merktar av høggmyndalist í mátanum, tær eru sniðgivnar. Her hómast ein serligur ansur fyri figurinum og rúminum í myndunum og ein áhugaverdur mótsetningur kyknar millum tað illusionistiska fotobaseraða rúmið og tað flata pappírið.
Sum so ofta hendir, tá listafólk arbeiða við bundnum uppgávum í Steinprenti, so verður okkurt gjørt aftrat og hetta er aftur galdandi hesaferð nú Bjørn Nørgaard hevur fingið eina lítla abstrakta perlu burturúr einum av teimum allarminstu steinunum, sum tey eiga í Steinprenti. - Har er okkurt serligt við smáum prentum, heldur Bjørn Nørgaard og heldur fram fyri sær sjálvum - at tað er í smáu støddunum, at mann sær serligu dygdirnar hjá grafikkinum.
Kinna Poulsen
Søndag eftermiddag med Bjørn Nørgaard i Steinprent i Tórshavn
Man kan ikke sige, at de hviler på laurbærene, Jan Andersson og Fríða Matras Brekku, som i onsdags var de ærefulde modtagere af den færøske kulturpris, overbragt af kulturminister Rigmor Dam. Siden har de mere eller mindre ligget vandret i luften på værkstedet, hvor de har arbejdet med Bjørn Nørgaard siden i torsdags.
Det drejer sig om en bunden opgave, der skal fremstilles fire tryk til Glostrup Kunstforening, og der arbejdes koncentreret og med et vist tidspres, som ikke bliver lettere af et døgns forsinkelse på grund af et af de mange nordatlantiske lavtryk, der har forårsaget en del aflysninger af fly og færger på Færøerne i den seneste tid. Så der arbejdes, også selv om det er søndag og vejret i Tórshavn for en gangs skyld er godt, det holder tørt og solen skinner
På værkstedet er alle mand i gang med hver deres del af den omstændelige litografiske proces. Jan Andersson sliber sten, Fríða Matras Brekku er i færd med at overføre en tegning på en sten og Magnus Andersson er i gang med at syre en sten, imens Bjørn Nørgaard inspicerer. Han er spændt og ikke helt sikker på om det nu er det rigtige og om litografierne vil lykkes. Jeg sidder ved computeren og overhører samtalen mellem de arbejdende, som er venlig, selv om spændingen er mærkbar. Der er ikke plads til de store fejltagelser, for tiden er knap.
Motivisk har Nørgaard taget udgangspunkt i nogle fotos af en model, der er overført på den litografiske sten og som siden er behandlet, tegnet på, overmalet og ridset i. Udgangspunktet er altså ganske klassisk og det er det jo også i forhold til Nørgaards eget værk, hvori den nøgne kvindefigur indtager en central position.
De fire billeder til Glostrup Kunstforening hedder Tro, Håb, Kærlighed og Fortvivlelse. Nu er prøvetrykket klart og jeg kan høre på både trykkerens og kunstnerens stemme, at det er vellykket. Kunstneren viser mig billeder fra en udstilling hos Susanne Ottesen med kvindelige torsoer, der tematisk og materialemæssigt henviser til barokkens vanitasmotiv. Vanitas handler om forgængeligheden, som udtrykkes gennem skønheden i skinnende glas og is, sæbebobler; andre yndede motiver i barokken er kranier, vinglas og nedbrændte stearinlys. Memento mori - husk at du skal dø! Disse billeder påminder os om, at vi skal dø. Kunsten fra barokken er skøn og sanselig og det samme kan siges om billederne, som Bjørn Nørgaard har fremstillet i Steinprent, med en eksplosiv blanding af cadmium gul og noget, som jeg tror er violet, men som viser sig at være en farveblanding mellem Caput Mortum og preussisk blå.
Selv om de fire billeder både har grafiske kvaliteter med de lidt udviskede fotografier, ligesom de forekommer maleriske i de overmalede former, er de også udpræget skulpturelle i deres formgivning. Her fornemmes en særlig sans for rummet i billederne, samt en interessant modsætning imellem det illusionistiske rum i fotografiet og det flade papir.
Som det så ofte hænder, da kunstnere arbejder med bundne opgaver i Steinprent, så vanker der ekstra gevinst i form af billeder, som kunstneren laver imens værkstedsfolkene er i gang med at trykke eller udføre andre opgaver på værkstedet. Disse ekstracurriculære aktiviteter har denne gang resulteret i et vidunderligt lille tryk, som Bjørn Nørgaard har fået ud af en af værkstedets allermindste sten. - Der er noget særligt ved små tryk, mener Bjørn Nørgaard og fortsætter henvendt til sig selv - at det jo er i de små størrelser, at grafikkens særlige kvaliteter ses.
Kinna Poulsen
Listaportal - kip@glasir.fo