Beint nú!
KP: Hevur tú havt ávísar leiklutir, sum hava verið serliga spennandi ella torførir ella er tað sum tað so ofta er hjá listafólkum, at tað er núverandi støðan, tað sum er beint her og beint nú, sum er mest spennandi?
OJ: Ja, júst soleiðis haldi eg tað er, beint nú er tað spennandi. Men yvirhøvur gangi eg ikki og droymi um at sleppa at spæla ein ávísan leiklut í einum ávísum leiki. Tað er í so ómetaliga stóran mun treytað av høpinum. Sjónleikur er eitt kollektivt fyribrigdi, sum verður framt saman við øðrum, hvat leggja tey í leikin, hvør er høvundur, leikstjóri, hvar er tað, nær er tað osfr. Alt hetta hevur týdning. Og jú meira opin og óbangin mann torir at vera saman og skapa tað rúmið, har tað er loyvt, og har pláss er fyri øllum, eisini frustratiónum, so kann henda okkurt, sum vit ikki vistu frammanundan fór at henda og tað haldi eg vera áhugavert. Tað er kanska eisini tað sama hjá einum málara, at hann byrjar við at hava eitt ávíst hugskot, men endar onkra aðra staðni enn hann hevði ætlað sær. List snýr seg um samskifti. At koma í eina samrøðu við løriftið. Fyri meg snýr sjónleikur seg um at koma í samrøðu við tilfarið, við hini, sum eru partur av leikinum, og at enda at koma í samrøðu við áskoðararnar.
KP: Í einari rósandi portrettgrein, sum Berlingske Tidende hevði um teg, metti leiklistaritstjórin, Jacob Steen Olsen, sum eisini er partur av Reumert-dómsnevndini, at tú ikki av álvara forloysti tínar skapandi gávur tey fyrstu árini, tá tú vart í føstum starvi í Århus og Keypmannahavn, hann heldur, at tað er hesi seinnu árini sum fríyrkisleikari, at tú blómar listarliga. Hvat heldur tú sjálvur um hetta uppáhaldið ert tú við uppá tað, sum hann meinar ?
OJ: Jú, eg skilji væl hvat hann meinar og eri partvíst samdur. Heilt frá byrjanini var tað óvissan, ið var avbjóðingin og tað stuttliga, at mann ikki akkurát visti hvat og hvussu. Eg haldi, at eg misti hetta tey síðstu árini á Kongaliga Teatrinum. Tá tú ert fast settur á einum tílíkum risastórum stovni, er vandi fyri, at títt egna initiativ hvørvur. Á kongliga leikhúsinum spælir tú teir leiklutir tú verður biðin at spæla í teimum leikum, sum verða settir upp, tað er ógvuliga avmarkað hvat tú sjálvur sleppur at avgera, tú ert bara ein finna, ið verður flutt í einum stórum spæli. Sjálvandi er ein fjálgur tryggleiki í tí at fáa fasta løn, men tryggleikin hóskar ikki so væl saman við listini, í øllum førum ikki fyri meg.
KP: Sami ummælari sær eitt ávíst lyndi til, at leikarar vaksa fastir saman við ávísum leiklutum, og heldur at tú hevur ment teg nógv mótsett øðrum leikarum, sum bara endurtaka ávísar leiklutir.
OJ: Ja, tað tosaðu vit um í áðni og tað er ein trupulleiki fyri summar leikarar. Eitt syrgiligt dømi er Dirch Passer, sum hevði eitt brennandi ynski um at spæla meira álvarsligir leiklutir, men tað bar ikki til. Bara hann trein inn á pallin t.d. í leikinum “Mýs og menn”, vóru fólk um at koppa sum tey flentu.
Núið er bara til í núinum
KP: Nær og hvussu kom áhugin fyri leiklistini
OJ: Leiklistin hevur altíð verið har. Men upprunaliga hevði eg ikki stóran áhuga fyri sjónleiki. Listarligi áhugin kyknaði innan tónleikin. Eg var í sjeytiárunum við í einum tónleikabólki, Cactus, saman við Herluf Sørensen, Dánjali Højgaard, Marius Müller og Herluf Lützen og vit vórðu bidnir um at taka lut í leikinum “Beiggin, blóman, diddan og dukkan” sum Gríma framførdi og tá byrjaði tað spakuliga, eg varð síðan biðin um at spæla ein lítlan leiklut í leikinum Hatursfuglar og so vaks áhugin og eg fór til Odense at ganga í sjónleikaraskúla og eitt ár eftir, at eg var liðugur, fekk eg arbeiði í Århus Teater.
KP: Ummælarar rósa tær fyri eina serstaka sálarliga nærveru, ert tú tilvitaður um hetta?
OJ: Eg veit tað ikki sjálvur, men eg kann siga hvat tað er, sum eg royni. Rainer Werner Fassbinder byrjaði jú innan leiklistina áðrenn hann fór inn í filmsheimin, og hann hevur sagt um sjónleik, at tað er einasta listin har núið bara er til í núinum. Har er einki áðrenn og einki aftaná. Tað ljóðar kanska ørkymlandi, men tað er tað, sum eg royni, tá eg spæli, altso ikki at hugsa fram ella aftur, ikki hugsa um ta vitan eg havi ognað mær, men bara vera til staðar í núinum. Sjálvandi er alt lagt til rættis áðrenn, men hugsar mann um tað, meðan mann ger tað, so doyr tað.
KP: Ja, so kemur onkur frástøða uppí leikin. Men handan hjáveran í núinum má krevja, at mann dugir tilfarið serstakliga væl bæði intellektuelt og venjingarliga og so krevur tað ein ekstreman opinleika?
OJ: Kanska kann hendan støðan berast saman við tónleikin hjá amerikanska tónleikaranum, John Scofield, eg eri stórur fjeppari av honum. Hann eigur nógv løg, har eg haldi, at núið er til staðar. Tað snýr seg um samspæli í einari kvartett, hann hevur sololeiklutin, men tú merkir tað ikki ordiliga. Hvør leikari hevur stóran týdning og tað samspælið hevur týdning, alt hevur sítt pláss í einum nátturligum samanhangi. Tónleikurin og samspælið eru merkt av stórum opinleika og tilvit um hvussu alt skal vera.