Nationalisman stingur fram sítt høvur
/Fyri løtu síðani varð nýggja danska stjórnin presenterað við Lars Løkke Rasmussen sum forsetismálaráðharra. Mentanar- og kirkjumálaráðharri verður Bertel Haarder, hann er 70 ár og væl kendur í donskum politikki. Hann hevur verið ráðharri innan fleiri øki, m.a. undirvísing, tað var við honum á odda, at bachelor varð sett í verk á donskum universitetum. Bertel Haarder er liberalist í odd og egg við støði í Grundtvigska háskúlaumhvørvinum og tjóðskaparligari konservatismu. Hann hevur skrivað fleiri bøkur, har hesin hugburður er greiður, t.d. atfinningar at almennaverkinum og vælverðarsamfelagnum sum heild, ið hann heldur passiviserar fólk. Institutionernes tyranni (1974), Midt i en klynketid(1980), Grænser for politik (1990) og Lille land, hvad nu? (1994). Eg nýti høvið at vísa eina mynd úr nýggjasta kataloginum hjá framúrskarandi danska listamanninum Peter Carlsen frá framsýningini á Kastrupgaardsamlingen Realitymaleri. Myndin er frá 2004 og lýsir alter ego listamansins Villy, ið fær eina opinbering av tí meira óhugnaliga slagnum. Villy er ein breiðspektraður persónur, til tíðir er hann eitt slag av typiskum danskara, ein antihetja við ølbúki, sum elskar Kartoffelchips og øl og sum ræðist aðrar mentanir, sum ikki elska øl og chips. Hendan myndin eitur “Clairvoyant Villy ser nationalismen stikke sit hoved frem”. Fólkaræðið hevur talað. Danmark er blátt við einum enn kaldari ljósagulum undirstøði, men kanska er ein lítil reyður uggi í tankanum um alla inspiratiónina, sum politiska listin nú fær í Danmark.