Barokkmeistarin Velazquez

Í Grand Palais í París er hetta til hálvan juli ein stórfingin framsýning við verkum hjá barokkmálaranum Diego Velazquez, sum eru lænt úr listasøvnum og gallaríum víða um í Orleans, Rouen, Madrid, Wien, Chicago og Boston.

Diego Velazquez er ein serstakliga týdningarmikil listamaður ikki bara í teirri gomlu listini, hann var eisini ein stór fyrimynd hjá Picasso, sum í 1957 málaði 58 parafrasur av kenda verkinum Las Meninas, ið Velazquez málaði í 1656. Tann yvir tríggjar metrar høgi málningurin frá spanska hovinum, Las Meninas / Hovdamurnar er tíverri við á framsýningini í Grand Palais, men hongur har hann plagar í Prado Listasavninum í Madrid. Framsýningin í Grand Palais er tó á tremur í týdningarmiklum verkum hjá Velazquez, sum eisini eru høvuðverk í evropiskari listasøgu. Listamálarin Diego Velázquez var borin í heim í 1599 í Sevilla. Hann var føddur inn í eitt samfelag í handilsligari framgongd, har myndaskaparar áttu virðing millum manna. Velazquez var heilt ungur, tá hann avgjørdi at gerast listamálari, tað var longu í 1611, tá hann var bara 12 ára gamal, at hann byrjaði sum lærlingur hjá málaranum Fransisco Pacheco og seks ár seinni var hann útlærdur.

Framsøkin listamaður

Velazquez hevði stórar ætlanir og droymdi um at gerast málari hjá kongi og í 1622 fór hann til Madrid og hóast hansara ætlan um starv miseydnaðist, fekk hann heilt nógv burturúr. Eitt nú upplivdi hann í Madrid eitt nýtt listarák úr Italia, sum kom frá italska málaranum Caravaggio. Myndirnar hjá Caravaggio eru um somu tíð sera veruleikakendar og ógvuliga dramatiskt uppsettar. Hansara halgimenni eru veruleikakendir veðurbardir menn við rukkum og lýtum, sum ofta eru settir inn í eitt bølamyrkt myndarúm, har ein ljósglæma upplýsir teir, eins og stóðu teir á einum palli. Hetta modernaða ljósárinið, sum fleiri barokkmálarar brúka, kallast chirascuro ella clair obscur, ið merkir ljós í myrkri. Í 1623 málaði Velazquz fyrsta portrettið av Filip IV kongi og stutta tíð eftir varð Velazquez settur í starv sum hovmálari. Velazquez var fremst av øllum portrettmálari, hansara myndir av spanska hovinum tykjast næstan kollveltandi í mun til eldri myndir, bæði myndevnisliga og í mátanum tær eru málaðar. Har er øgiliga nógv meira lív í myndunum hjá Velazquez enn í hovmyndunum áðrenn hann.

Modernað fyrimynd og einari

Tað er kanska ikki løgið, at modernað listafólk sum t.d. impressionistarnir dámdu Velazquez. Har er okkurt, sum líkist í máliháttinum í teimum sjónligu, títtu pensilsstrokunum, sum fanga ljósárinið og gera tilfarið í tí, sum lýst, ítøkiligt. Kenda myndin av Innocent páva, sum Francis Bacon parafraseraði í 1953, er dømi um framúrskarandi evnini, sum Velazquez hevði til at mála ymisk tilfar sum silki og línklæði, men eisini evnini hjá spanska málaranum at ganda fram eitt livandi menniskja úr kjøti og blóð í einari portrettmynd, sum enn í dag tykist ógvuliga veruleikakend, næstan nútíðarlig. Velazquez málaði realistiskt, men tann eitt lítið sindur stívi mátin, sum fólkini eru uppstillað í myndarúminum hoyrir gomlu hevdini til. Sjálvt um Velazquez var víðagitin málari í sínari egnu tíð myndaði hann ikki nakran skúla ella nakað rák av málarum, sum hermdi eftir honum. Tað var ikki fyrr enn nógv senni í tíðini, at hann varð enduruppdagaður av Goya, Manet og øðrum listafólkum. Kanska var Velazquez ov torførur og ov egin at herma eftir. Kanska var hann framman fyri sína egnu tíð. Myndirnar, sum eg eri serliga hugtikin av hjá Velazquez, eru tær, sum innihalda speglingar ella myndir í myndunum, hetta er galdandi fyri myndir sum Las Meninas, Venus, Køksgentuna í Emmaus og Jesus hjá Mariu og Martu.

Venus

Myndin av rómversku kærleiksgudinnuni, ið er við á framsýningini í Grand Palais, er tann einasta nakna kvinnulýsingin, sum vit vita um, at Velazquez hevur gjørt. Nakinmyndir eru orsakað av leiðreglum hjá kirkjuni og inkvisitiónini í tátíðar Spania rættiliga sjáldsamar innan málningalistina har um leiðir í 17.øld og hildið verður eisini, at Velazquez hevur málað sína Venusmynd í Italia onkuntíð millum 1647 og 1651. Á myndini síggja vit eina unga vakra kvinnu, sum speglar sær. Ein rundleittur smádrongur við veingjum - tað man vera Amor - heldur í speglinum ella í spegilsmyndini. Myndin varð flensað í 1914, tá ein av sonevndu suffragettunum, Mary Richardson, sum stríddust fyri m.a. valrætti til kvinnur royndi at oyðileggja myndina sum mótmæli móti viðferðini hjá bretska stýrinum av leiðaranum av suffragetturørsluni, Emily Pankhurst. Mary Richardson er ikki tann einasta, sum hevur øst seg um naknar sexualiseraðar kvinnulýsingar í listini. Men hendan myndin hjá Velazquez er annað og meira enn bara ein mynd av kvinnuligum vakurleika, Venus verður ikki bara lýst sum eitt sexobjekt. Vegna ósamsvar í myndini, bæði myndevnisliga og viðvíkjandi málihátti er hetta ein mynd, sum setur spurningar. Málihátturin er nógv meira óslættur í spegilsmyndini og andlitið er bæði ov stórt og ov gamalt í mun til tann kroppin og vangan, sum vit síggja aftanífrá. Hetta er ein av fleiri myndum hjá Velazquez, sum listfrøðingar kjakast um. Onkur heldur, at myndin snýr seg um vandarnar í sjálvsdyrkan. Eg ivist í um tað ber til at lesa tílíkan moral inn í myndini, men eri óansæð hugtikin av sjálvum muninum millum tann strálandi sera likamliga, trídimensionella kroppin og so veikt málaða, burturfánaða andlitið, sum eg eisini haldi kann brúkast sum ein hóskandi viðmerking til nútíðarinnar kropsdyrkan.

Myndir í myndini

Í myndini av Las Meninas er veggurin aftast í avmyndaða rúminum fullur av myndum, ein av hesum myndum er øðrvísi ljós enn hinar og líkist einum spegli. Tað kundi til dømis hugsast, at vit í speglinum síggja myndevnið, sum Velazquez er við at mála í speglinum aftast. Í myndini sæst eisini ein sjálvsmynd av málaranum við eitt sera stórt lørift júst sum Las Meninas. Tí kann eisini hugsast, at málarin hevur málað eina mynd av tá Las Meninas varð málað, men á mátanum, sum øll á myndini hyggja upp á áskoðaran kann eisini hugsast, at tað er áskoðarin, sum er við at vera málaður. Hetta sama evnið við ivasomum speglum, sum antin eru myndir ella útsýni inn í eitt annað rúm, er eisini á skránni í tveimum myndum av einari køksgentu, sum tykist steðga á við arbeiðinum, hon stendur við hondunum niður á køksborðið við høvdinum á skák sum um hon gáar eftir onkrum. Vinstrumegin køksgentuna gongur okkurt fyri seg. Tað kundi verið ein mynd ella ein spegil, men er helst ein veggjaopningur úr køkinum inn í stovuna. Og á myndaheitinum skilst, at tað ikki er hvat sum helst, sum gongur fyri seg. Myndin eitur Køksgenta til døgurðan í Emmaus, og tað er eftir øllum at døma júst tann døgurðin, tá tann endurrisni Jesus vísti seg aftur fyri fólki. Hin myndin líkist við sama denti á kyrrlutalýsingina í køkinum í forgrundini men við tveimum kvinnum, einari køksgentu og einari eldri kvinnu, sum peikar móti stovuni. Hetta eru hugtakandi myndir, ikki bert tí tær eru framúr væl málaðar, men tí tær støðugt elva til iva um myndarúmið og til hugsanir um avmyndingar og um myndina sum miðil.

Tað er neyvan nøkur list, sum kennist so fjar frá teirri føroysku sum tann  centralevropiska barokklistin, jú kanska italska endurburðarlistin, sum eisini hevur hetta sama sofistikeraða og ovurmentaða bráið. Samstundis rýkur henda listin av ítastu førleikum og av makt, av hovlívi, har tey høvdu jól og góðar dagar á einum støði, sum vit ongantíð hava upplivað í Føroyum. Men hetta er ikki einasta orsøk til, at vit ikki hava listafólk, sum mála á sama hátt sum Diego Velazquez. Høvuðsorsøkin er sjálvsagt tann, at føroysk list avmarkar seg til at vera modernað. Tað finst bara ein føroyskur málari, sum kemur mær til hugs í hesum sambandi og tað er Tórbjørn Olsen, sum er framúrskarandi portrettmálari eins og Velazquez, hann er eisini hugtikin av spanska barokkmálaranum og hevur eisini arbeitt við somu myndevnum, t.d. Døgverðin í Emmaus, sum Tórbjørn Olsen málaði til altartalvuna í kirkjuni í Thorum í 2011.