Millum málaða flatan og djúpasta sannleikan
/
Peter Doig á Louisiana
Á Listasavninum Louisiana í Humlebæk er í løtuni stór framsýning við málningum og grafikki hjá Peter Doig, sum er ein listarligur tungvektari í samtíðarlistini. Hansara málningur “Swamped” frá 1996 við einari hvítari kano varð seldur í mai í ár fyri 26 milliónir dollarar og tað er rekordprísur fyri ein núlivandi listamann. Sjálvt um stórar peningaupphæddir als ikki veita trygd fyri listarliga góðsku, er talan um eina sera áhugaverda framsýning, sum í heilum fekk meg at hugsa um føroyska list og hví hon er so forfjónað sum hon í grundini er innan heimslistina.
eter Doig er føddur í 1959 í Edinburgh í Skotlandi, men er tjóðskaparliga ein blandingur av ymiskum, tí hann er uppvaksin í Trinidad og frá 1966 hevur hann búð í Canada og síðan hevur hann búð í London og aftur í Trinidad, New York osfr. Men nú eru myndirnar hjá honum altso í Humlebæk og eftirsum tað sigst, at hansara myndir skulu síggjast í veruleikanum heldur enn í bókum og katalogum, var tað við stórum spenningi, at farið var innar í framsýningina. Í fyrsta atliti tykjast málningarnir eitt sindur too much. Teir eru risastórir og so mikið fullir av máling, litum, av málingaløgum og málandi effektum, at teir næstan styggja áskoðaran, sjálvt tómleikin, ið er afturvendandi, tykist fullur av týdningi. Hansara málningar eru á tremur av tilsipingum bæði til modernaðar klassikarar í listasøguni og til poppmentan sum heild. Samanumtikið inniheldur ein einstakur málningur hjá Peter Doig so nógv, at áskoðarin hevur ilt við at yvirskoða ella at fata hann.
Uppruni
Eg haldi, at tann omanfyrinevndi kosmopolitiski blandingurin sæst aftur í landslagspartinum av myndunum, sum í støðum eru Caribiskur við pálmatrøum og turkisbláum himmali, meðan aðrar innihalda ísakøld kavalandsløg. Sjálvur sigur Doig, at tjóðskaparligur uppruni ikki hevur tað stóra at siga fyri hann og tað er áhugavert, tí uppruni er onkursvegna eitt høvuðsevni í hansara list. Hann var longu í 1994 í uppskoti at fáa Turner heiðurslønina, men í breiða almenninginum hevur hann verið kendur síðani miðskeiðis í nullunum, tá hansara verk byrjaðu at verða seld fyri sera høgan prís. Og orsøkin til hetta er sum ikki einaferð, at hann er øðrvísi. At hann málaði og legði dent á ekspressivar, málandi dygdir um ta tíðina, tá heimslistin vendi málarínum baki til frama fyri minimalari list og konseptlist.
Figurativar
Myndirnar eru figurativar og sum so eru tær lættar at lesa myndevnisliga. Málningarnir eru fullir av informatión, men tað, sum tú sum áskoðari skjótt varnast er, at tað er tann vantandi kunningin, sum gerst serliga áhugaverd. Í einari mynd síggja vit ein mann í appilsinreyðari kano, sum hyggur beinleiðis út móti áskoðaranum. Hví ger hann tað? Hvaðani kemur hann? Hvagar fer hann og hví er sjógvurin so løgið málaður næstan á sama hátt sum Paul Cézanne kundi mála himmalin í 1880´unum. Myndin er frá 2001 og eitur “100 years ago (Carrera)” - oyggin aftan fyri er Carrera, fongsulsoyggin í Caribia. Dentur verður lagdur á horisontala bygnaðin við tí heldur langa holubátinum og trimum greitt defineraðum, avlongum bláum flatum, sum mynda málningin. Tríbýtingin av flatuni er ein afturvendandi kompositiónsháttur hjá Doig. Hetta er málarí við denti á mótsetningslitir, blátt og orange og strok, sum undirstrika flatan og samstundis sipa til ymiskar málihættir, sum vit kenna frá listasøguni eins og einsamalla oyggin í bakgrundini beinavegin fær meg at hugsa um deyðaoynna hjá Böcklin. Huglagið tykist dapurt og samstundis er okkurt herliga flipparaligt og sansahvørvandi yvir lýsingini av manninum, sum rekur avstað uttan mál ella mið. Tað kundi verið ein LSD íblást lýsing av einum tónleikara á einum plátuhúsa frá seintrýssunum, sum er settur í eina alt ov langa kano og hetta sama er galdandi fyri nógvar av málningunum, at tær eru settar saman av myndaliðum, sum ikki ordiliga passa saman støddarliga. Í øðrum myndum er bylgjandi konturlinjan brúkt á sama hátt sum Paul Gauguin og Edvard Munch brúktu hana, eg kom eisini í tankar um James Whistler, Edvard Manet, Vincent Van Gogh, Barnett Newman og David Hockney á framsýningini, men allíkavæl er okkurt sera nútíðarligt yvir myndunum hjá Peter Doigt. Tær hava eitthvørt dreymakent yvir sær bæði í tí eitt sindur flótandi máliháttinum, sum hevur ávirkað fleiri samtíðarlistafólk, t.d. John Kørner, men eisini í teimum til tíðir frumkendu myndevnunum av einsamøllum menniskjum og náttúru.
Kitsch?
Kitsch er eitt hugtak, ið krevur størsta varsemi m.a. tí tað ikki er einsháttað, men kann broytast alt eftir hvør tað er, sum brúkar tað. Vanliga brúka vit tað um list ella lutir, sum vit halda vera merktir av ringum smakki við skrólandi litum og plattum sentimentaliteti, og eg hugsi, at fotobaseraða og effektfulla málaríið hjá Peter Doig onkuntíð man hava verið hildið at vera eitt sindur kitschkent. Í einari samrøðu við skotska sjónvarpið greiðir hann frá, at eingin vildi hava síni verk hangandi í sama rúmi sum hann á einari bólkaframsýning í nítiárunum. Tað høvdu tey somu listafólkini neyvan havt nakað ímóti í dag. Og sjálvt um eg onkuntíð á framsýningini næstan bleiv illa við av teimum skyggjandi, glampandi og glitrandi effektunum og føldi meg tiknan aftur í tíð inn í eitt hálvfjersarakamar við sólseturstapeti og diskoljósi, var framsýningin til stóran íblástur av tveimum orsøkum ella trimum, tí sjálvandi er Peter Doig ein framúrskarandi málari. Men tað er serliga hansara evni til at fáa fram tað løgna, kensluna av fremmandgerð og av onkrum klombrutum inn í dugnaligt málaðu myndirnar. Eg kom í tankar um Steffan Danielsen fleiri ferðir, serliga í abstraktu viðgerðini av múrum og veggjum sum tað yðir av í myndaheiminum hjá Peter Doig. Eg kom eisini í tankar um Tórodd Poulsen av teimum sjálvstøðugt uppinningarsomu myndevnunum og av samansetingini millum abstraktar og veruleikakendir myndaliðir. Persónslýsingarnar minti meg í stíli um okkara egna eminenta portrettmálara, Tórbjørn Olsen, sum hava ta somu ekspressivu megina. Í tí sera áhugaverda grafiska partinum av stórslignu framsýningini fór eg at hugsa um Marius Olsen, tí fleiri av myndunum høvdu júst sama djúphugsna huglagið, sum minnir um norðurlendska list frá symbolistiska tíðarskeiðnum við dekorativt bylgjandi linjum, men við einum samtíðarligum brá, sum er eitt sindur ringt at lýsa út í æsir. Í grundini haldi eg ikki, at nevndui føroysku listafólkini eru verri fyri enn teirra skotski starvsfelagi, munurin er bara, at síðstnevndi hevur umstøður og netverk til at loypa heilt útí tað, sum ikki eru til í Føroyum. Peter Doig framsýningin er ein bæði hugtakandi, men eisini strævin samtíðarframsýning við nógvum ymishættaðum signalum. Framsýningin er at síggja á Louisiana inntil 16.august í ár.