Flott framsýning um móta í Norðurlandahúsinum
/
Upplatingin av Summarframsýningini í Norðurlandahúsinum fríggjadagin var grandios, men tað sømdi seg fyri framsýningina, The Weather Diaries, ið av sonnum er stórsligin.
Í staðin fyri sum vant at ganga fyri seg í forhøllini, var móttøkan í stóru konserthøllini í Norðurlandahúsinum. Har vóru rund borð sett upp við stólum, har fólk kundu seta seg og so nógv vóru komin til fernisering, at tað skjótt gjørdist fult rundan um borðini. Eg stóð uppi undir allari seansuni, ið kanska av teirri orsøk kendist heldur drúgv. Fyrst beyð stjórin í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir vælkomin og greiddi frá hvussu framsýningin var komin í lag. Síðani røddi Heðin Mortensen og fegnaðist millum annað um stóran týdningin, sum list og sniðgeving hevur fyri okkara samfelag. Inn í millum røðurnar framførdi kvinnubólkurin KATA til mikla fragd fyri áhoyrararnar, sum kvitteraðu við ljódligum lógvabrestum. Kuratorarnir hildu ein lítlan fyrilestur, har tær við orðum og myndum greiddu frá hvørjir tankar liggja aftan fyri verkætlanina og at enda trein føroyska avantgarde drottningin, Barbara í Gongini á pallin og lýsti framsýningina at vera opna.
Ein ferðaframsýning
Talan er um eina ferðaframsýning. Stigtakari til Summarframsýningina er verkætlanin The Nordic Fashion Biennale í samstarvi millum Ísland, Grønland og Føroyar. Kuratorar eru myndakvinnurnar Sarah Cooper (USA) og Nina Gorfer (Eysturríki). Tær báðar Cooper & Gorfer búgva í Gøteborg, har tær samstrava. Tá tær í 2012 vitjaðu norðurlond fyri at hitta sniðgevarar í sambandi við framsýningina, varnaðust tær hvussu stóran leiklut veðrið hevur her um leiðir. Tessvegna valdu tær at kalla framsýningina fyri Veðurdagbøkurnar. Tær valdu út nakrar av sniðgevunum, sum tær hittu, og føroysku luttakararnir eru Guðrun & Guðrun, Barbara í Gongini og Rammatik (Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre). Úr Íslandi koma Mundi, STEiNUNN, JÖR by Guðmundur Jörundsson, Kría, Hrafnhildur Arnardóttir a.k.a. Shoplifter, og grønlendsku luttakararnir eru Bibi Chemnitz, Najannguaq Lennert, Nikolaj Kristensen og Jessie Kleemann.
Fotomyndir
Við framsýningini vísa Cooper & Gorfer á tann týdning, sum móti og nútímans sniðgeving hava fyri mentanarsamleikan. Framsýningin varð fyrstu ferð at síggja í Frankurt, síðan varð hon framsýnd í Keypmannahavn og nú í Havn. Sjálvt um fotomyndir fylla stóran part av framsyningini, halda kuratorarnir ikki, at talan beinleiðis er um eina fotoframsýning í orðsins rætta týdningi. Í einari samrøðu greiðir Sarah Cooper frá, at tær royna at siga søgur við myndunum og at teimum dámar um myndirnar ikki eru so tøkniliga eintýddar, at tær í summum minna um málningar og at tær í støðum eru grafiskar meðan aðrir staklutir tykjast næstan ítøkiligir.
Munagóð myrkalegging
Framsýningin breiðir seg um alt Norðurlandahúsið og tað er ein sonn fragd at síggja, at eisini Athøll er tikin í brúk. Eg haldi eisini, at tann parturin av framsýningini riggar best. Hølini eru myrkaløgd og fotomyndirnar í stórari stødd eru upplýstar, hetta er sera effektivt og gevur framsýningini eitt serstakt dramatiskt huglag. Myndirnar eru ómetaliga yndisligar, estetikkurin í onkrum av hesum lýsingunum av bleikum ungmoyum við rosalittum kjálkum minna næstan um portrettmyndir hjá Raphael og Renoir, tó uttan ta dýpdina, sum listaverkini innihalda. Ítøkilig dýpd hómast hinvegin í installatiónsverkinum hjá Steinunn Sigurðardóttir, sum nógv vóru sera hugtikin av. Verkið er sett saman av einum hvítum kjóla í ovurstødd, sum hongur niður úr loftinum miðskeiðis í eini ørgrynnu av túllpettum, sum sveimu og kasta skugga og skapa iva um hvat er ítøkiligt.
Summarmótaframsýning
Hetta er ein framsýning um móta, og móti er nakað annað enn list, tó at nøkur av verkunum nærkast einum listarligum úttrykki. Óansæð, so er tað hugtakandi at síggja eina tílíka norðurlendska presentatión av sniðgeving av hægstu góðsku – ikki minst er tað gott at varnast hvussu væl føroysku ískoytini standa seg í heildini. Myndin Kristin Against Black av einari gamlari kvinnu, sum er vavd inn í svart klæði hjá Barbaru í Gongin er framúrskarandi og eisini eitt dømi um eitt verk, sum siktar hægri enn at vísa lekrar myndir av vakurleika.