Afturhvarv í svørtum og hvítum

Bæði viðskiftafólk og starvsfólk hjá politinum í Vágum hava eina forkunnuga uppliving til góðar, um tey vitja í hølunum hjá politinum Vágum í summar. Her hongur ein framsýning við fotomyndum hjá Ásmundi Poulsen. Tað er dóttirin, Halldis Poulsen, fyrisitingarleiðari, ið skipar fyri framsýningini. Fleiri av myndunum vóru í fjør við á einari framsýning í Steinprenti í Havn, ið varð skýrd at vera millum bestu framsýningarnar í kongaríkinum av listaheimasíðuni Kopenhagen. Umframt eyðsædda siðsøguliga virðið, hava fotomyndirnar eisini myndalig fagurfrøðiligt virði, sum gera tær áhugaverdar at hyggja at sjálvt í dag eini hálvtrýss-trýss ár eftir, at tær eru tiknar. Á framsýningini verða svarthvítar myndir framsýndar, sum eru unikkar, av tí at fotografurin sjálvur hevur framkallað tær. Ásmundur Poulsen var Eiðismaður, men búði meginpartin av lívi sínum í Havn, har hann bygdi hús uppi á Lützenstrøð saman við konuni, Esther. Hann fotograferaði í góð hálvtrýss ár, fyrst sum áhugafotograf, men síðani gjørdist foto hansara yrki. Hann gav út postkort við myndum av føroyskari náttúru og gav eisini út eina røð av myndabókum “Føroyar í myndum”. Myndevnisliga fevnir framsýningin um landsløg, býarløg og um portrettmyndir.


Ásmundur Poulsen hevur dokumenterað sína samtíð og hevur gjørt sær sera stóran ómak við fotomyndunum, sum í fleiri førum eru merktar av óvanligum nærlagni í kompositión og skuggaárini og stílsliga. Teirra fagurfrøðiliga mál minnir í støðum um Hollywood filmar frá fýrati- og fimtiárunum, fokuserað verður á ein ella fáar figurar í atmosferiska myndarúminum, har smálutir og heild í myndini samskifta og mynda eina samanhangandi heild. Framsýningin fevnir um 14 fotomyndir og er tann fyrsta, ið verður sýnd í hølum hjá politinum. Øll eru hjartans vælkomin.