Valplakatir uttan veiggj

 

Hesa brátt farnu vikuna hava alsamt fleiri valplakatir verið at sæð í sambandi við fólkatingsvalið. Valplakatir hava kanska ikki sama stóra leiklut í valstríðnum í dag sum tær høvdu fyrr í tíðini, áðrenn sjónvarpið og síðan internetið broytti alt. Sjálvt um miðlaumhvørvið er øðrvísi, satsa tey flestu valevnini uppá plakatirnar enn, men tað er synd at siga, at henda satsingin er nakað serliga kreativ.

Sum heild hava valplakatirnar verið heldur enn ikki slættligar hesi seinastu árini – tær eru at kalla reinsaðar fyri alt, sum bara minnir um politiskan boðskap og kreativitet og tað er spell. Plakatin er eitt serligt myndaslag, sum í grundini hevur eina drúgva og stolta politiska hevd. Plakatir hava í meira enn eina øld verið brúktar bæði í almenna rúminum sum áheitan og í reklamuhøpi, men tær verða eisini brúktar til at prýða heim sum eitt bíligari alternativ til eitt nú oljumálningar. Men upprunaliga vóru tær mótmæli móti makthavarunum.

Og ofta eru hesar gomlu plakatirnar merktar av listarligum og estetiskum virði, sum tær nýggju valplakatirnar ikki náa til kníggja. Vit kunnu t.d. illa ímynda okkum, at fólk í framtíðini fara at brúka valplakatir frá nútíðini á sama hátt sum gamlar plakatir verða brúktar í dag eins og prýði í heimunum.

Ræðast boðskap

Søgan hevur lært okkum at ræðast propagandaplakatir, men vit mugu ikki vera bangin fyri at hava eina meining og at føra hana fram. Politikkur er fullur av sannførdum fólkum. Hví ikki brúka hesa sannføringina, eisini í plakatunum? Til tess at fáa politiska boðskapin fram á besta hátt, er tað ein fyrimunur at hugsa kreativt og øðrvísi bæði innihaldsliga og grafiskt og hetta er nakað, sum listafólk duga. Gamlar valplakatir eru stuttligar og hugtakandi at hyggja at, og so siga tær eina fólkaræðisliga søgu um hvørji evni hava verið áleikandi í sambandi við tey ymisku tíðarskeiðini. Í Evropa hevur politiska plakatin sína stórheitstíð aftaná fyrsta verðaldarbardaga og inntil 1950-60´ini, tá sjónvarpið kom. Frá byrjan av høvdu listafólk sum Toulouse-Lautrec stóra ávirkan á plakatmótan í Evropa, men eisini russiskar plakatir ávirkaðu serliga plakatirnar hjá sosialistisku oppositiónini í byrjanini av 20.øld. Tær gomlu plakatirnar vórðu teknaðar og málaðar av listafólkum, grafikarum og karikaturteknarum, sum eisini kundu finna uppá at gera politisk mótstøðufólk til gjøldur. Hetta er vorðið óhugsandi í okkara meira politiskt korrekta nútíðarsamfelag. Prentitøknin hevur sjálvandi eisini havt ávirkan á plakatframleiðsluna og her hevur steinprentið, men eisini linoleumsprentið verið útbreitt. Seinni varð eisini offsettprent og fotokopi brúkt. Ein onnur grundleggjandi treyt, sum skal nevnast í sambandi við plakatframleiðslu er pengar, tí tað kostar at fáa plakatir settar upp og prentaðar við røttum grafiskum samleika ella hvat tað nú er, tey kalla tað – reklamufólkini. Sum heild haldi eg, at kreativiteturin tykist størri í plakatum, sum verða framleiddar av t.d. luttakarum í Faroe Pride. Men í grundini eru fleiri dømi um væl eydnaðar valplakatir, sum eru bílagdar frá listafólkum, t.d. Hope-plakatin, sum gjørdist púra grundleggjandi partur av valstríðnum hjá Barack Obama í 2008. Tað var gøtulistamaðurin Shepard Fairy, ið gjørdi ta plakatina við støði í fotomyndum hjá Associated Press.

Valplakatirnar líkjast

Eg var mær ein túr í vikuni uppi í rundkoyringina við Norðara Ringveg í Havn. Har stóð ein stór plakat av Anniku Olsen uttan nakað annað enn hennara ásjón, navn og navnið á Fólkaflokkinum. Tey hava kanska valt at satsa uppá útsjóndina hjá valevninum og tað skilji eg væl, tí Annika Olsen sær gott út og er frískliga avmyndað uttandura í føroyskum landslagi við vindi í hárinum og bókstavirnir eru eisini frískir og grønir. Eg haldi bara ikki, at tað hevði gjørt nakað um onkur boðskapur slapp við í myndina. Eg meini so við; í einum lutfalsliga lítlum samfelagi sum okkara átti tað ikki at verið neyðugt at framleiða plakatir uttan vit, sum bara eru meir og minni væl eydnaðar portrettmyndir við einum stórum bókstavi, sum vísur hvønn flokk og lista valevnið hoyrir til. Vit vita fyri tað mesta hvørji tey eru og hvørjum flokki tey eru í. Vit vita eisini hvussu tey síggja út og  hvussu tey eita - eisini tá tey ikki eru so væl friseraði ella fotoshoppaði.

Kreativ uppheinging

Plakatin av Høgna Hoydal í somu rundkoyring var átøk plakatini av Anniku Olsen - heldur ikki her hómaðist nakar boðskapur. Hansara plakat var á sama hátt sum í áðurnevnda føri sett saman av einari góðari portrettmynd av honum sjálvum, brosandi við navni og flokki og tað var altso ein keðilig plakat og tað skilji eg ikki. Høgni Hoydal er ikki keðiligur, hann er á tremur í politiskari indignatión og vilja. Tað var ein lítil uggi í, at vantandi kreativiteturin í sjálvari plakatsniðgevingini varð kompenseraður av mátanum, plakatirnar vóru staðsettar. Plakatin av Høgna Hoydal hekk nokk so væl mitt í einari strípu av plakatum hjá Edmund Joensen báðumegin, sum onkursvegna tóktust peika fagnandi yvir á Høgna Hoydal og tað var eitt sindur stuttligt. So frægur var Edmund Joensen, at hann hevði eitt slogan á sínari plakat, men ikki var talan um eitt serliga hvasst ella neyvt slogan:  “ÁLIT/ÚRSLIT” – kann hetta ikki brúkast sum PR um allar flokkar? Boðskapurin má ikki blíva ov breiður, so verður hann útvatnaður.

Plakatin hjá Rigmor Dam, sum eg sá í fleiri eintøkum uttan fyri eini hús í Varðargøtu - ein teirra var helst á veg niðan í rundkoyringina - var áhugaverd í so máta. Her var aftur talan um eina snøgga portrettmynd av valevninum, men henda plakatin var horisontal og helvtin av myndaflatanum var rósureyður við einari javnaðarrósu og sloganinum “Kom víðari!” Hetta er sanniliga eisini ein breið orðing, men hon rakar allíkavæl inn í ein viðkomandi kontekst, sum hevur verið eitt høvuðsevni í sambandi við fólkatingsvalið í Føroyum. Ein afturvendandi spurningur hevur nevniliga verið hvørt vit yvirhøvur hoyra heima í donskum politikki. Tað er fyri mong ein eitt sindur troyttandi tvístøða, eisini tí føroyskir veljarar neyvan kenna sær ábyrgd av tí, sum gongur fyri seg í donskum politikki. Um vit leggja aftrat, at summi valevni ljóða sum um tey ikki ætla at blanda seg, meðan onnur primert ætla sær niður at skaffa fleiri pengar, ja so hevur valið ikki verið lætt val hjá føroyskum veljarum og í hesum høpi tykist áheitanin frá Rigmor Dam viðkomandi og pragmatisk.

 

Jacob stýrir

Grundleggjandi kann eg ikki ordiliga ímynda mær, at allar tær snøggu passmyndirnar í ovurstødd flyta nakra atkvøðu. Og tað sama benda útlendskar kanningar á, t.d. staðfestu danskir granskarar við seinasta val, at plakatirnar í sær sjálvum ikki hava nakra ávirkan á veljararnar, men at arbeiðið kring plakatirnar, framleiðsla og uppseting av teimum osfr. hava eitt ávíst mobiliserandi árin. Men um varhugin av, at plakatirnar hjá teimum ymisku flokkunum primert venda sær til veljararnar hjá somu flokkum nú vísir seg at vera rættur, kundi tað ikki verið meira hóskandi at fingið greiðan politiskan boðskap í plakatirnar? Tað hevði verið nógv stuttligari, tað kundi virka savnandi í mun til kjarnuveljararnar, undirhaldandi og gott fyri fólkaræði við tað, at tílíkar plakatir høvdu elvt til kjak og økt tankavirksemi hjá okkum øllum? Hví ikki av álvara lata valplakatirnar spegla tann stóra eldhuga, ídni, vitan og áhuga, ið fyllir hesi fólkini, valevnini, sum fáa plakatirnar gjørdar? Og kanska skuldi mann eisini gjørt sær betur ómak bæði innihaldsliga, men eisini fagurfrøðiliga. Eg havi ikki sæð allar valplakatirnar í sambandi við hetta fólkatingsvalið, men sum heild eru tær ógvuliga eins og minna um plakatirnar til løgtingsvalið. Í teirri keðiligu heildini má mann bara fegnast um undantøkini. Eitt nú var plakatin hjá Jacob Vestergaard til síðsta løgtingsval fyrimyndarliga kreativ. Tað var ein tekning hjá Óla Petersen av fiskimálaráðharranum, sum klemmaði ein stóran makrel. Niðri undir stóðu nøkur kvæðaørindi, annað ørindi ljóðaði “Jacob stýrir makrelinum yvir tann salta sjógv/ Letur hann allar hinar vita/ Eg vil hava nógv”. Eg gangi út frá, at hetta upprunaliga var ein keiputekning í Sosialinum, sum gjørdi gjøldur við grammleikanum hjá fiskimálaráðharranum, men tað er ikki vist, at fólkafloksveljarin heldur líka illa um grammleika sum javnaðarveljarin. Eg haldi, at tað er stuttligt og vísir virðingarvert yvirskot, at Vestergaard tordi at brúka eina tílíka tekning í einari valplakat. Niðri undir tekningini stóð viðmerkt við appilsingulum stavum uppi yvir einari fotomynd av Jacob Vestergaard: “Søtur er sjálvgivin biti” og hervið verður skemtið vent við.