Olaf Johannesen stórliga fagnaður

Nýggi leikurin hjá Adam Price, Samtale før døden, sum Peter Langdal hevur leikstjórnað fyri Betty Nansen Teatrið, Edison-pallin, hevur fingið framúrskarandi góð ummæli í donskum miðlum. Tað er ikki minst føroyski sjónleikarin, Olaf Johannesen, sum hevur høvuðsleiklutin sum Adolf EIchmann, ið fær rósurnar frá teimum annars kørgu sjónleikaummælarunum. Rikke Rottensten á Berlingske Tidende gevur leikinum fimm stjørnur og skrivar m.a. “Med Adam Prices tekst i Peter Langdals iscenesættelse bliver de svære problematikker lette at gå til – og det er vigtigt for et emne som dette. Men først og sidst bæres fascinationen i »Samtale før døden« oppe af Olaf Johannesens stærke Adolf Eichmann. Kristian Husted skrivar í Politiken, at leikurin hevur uppiborið fimm hjørtu m.a. fyri sterka spælið hjá Olaf Johannesen:Olaf Johannessen spiller Adolf Eichmann med en imponerende disponering af sit stof.” Leikurin fær fimm stjørnur frá Anmelderiet.dk, sum m.a. skriva: Peter Langdal har iscenesat med en fin fornemmelse for tekstens drive og flair for at være let genkendelig og kompleks på samme tid. Nogle gange bliver det måske en lille smule for effektjagende for min smag, men samtidig er høje bombeeksplosioner, knust glas og andre chokeffekter også med til at intensivere den knugende stemning, som fungerer så godt. Eichmann fremstilles helt exceptionelt af Olaf Johannesen. Det bliver virkelig et uhyggeligt almindeligt menneske, som en gang imellem afslører sprækker af den kynisme og ondskab, vi så gerne vil finde. Eller også gør han ikke. Måske gør han det kun, fordi han ved, vi gerne vil se det. Denne utilregnelige og diabolske almindelighed mestrer Johannesen til perfektion. Yvirskriftin í ummælinum í Jyllandsposten er: “Mesterlig massemorder”, so her kunnu vit næstan rokna út, at dómurin er positivur og tað er hann sanniliga; ummælarin Henrik Lyding heldur, at leikurin væl og virðiliga hevur uppiborið fimm stjørnur, hann skrivar m.a: ” Olaf Johannessen er fremragende som nazisten Adolf Eichmann i Adam Prices begavede og fascinerende skuespil.”. Leikurin verður framførdur inntil 9.november og skuldi verið upplagt mál hjá føroyskum mentanarturistum, sum hava hug at fara ein svipp til Keypmannahavn.

Brynjolfur fingið S.o.C. talentheiðursløn

Tað gongur støðugt framá hjá føroyska dj+lagasmiðinum Brynjolfi á Heygum, má sigast. Í summar hevði hann heiðurin at framføra á Roskilde Festival og leygarkvøldið fekk hann talentvirðislønina handaða, tá plátufelagið Sound of Copenhagen skipaði fyri konsert í DR konserthøllini í Keypmannahavn. Sound of Copenhagen er eitt plátufelag fyri nýggjan danskan elektroniskan tónleik. Hjartaliga til lukku, Brynjolfur! 

GISP! - fernisering fríggjadagin 24.okt

Fríggjadagin 24. oktober, kl. 17
Jákup Veyhe letur upp framsýningina, og Konfekt spælur nøkur løg.
Gisp! er ein framsýning, sum setir fokus á norðurlendskar myndir sum frásøgn. Luttakarar eru teknarar og myndlistafólk úr Føroyum, Íslandi, Svøríki, Finnlandi og Danmark. 18 listafólk sýna fram.

 

Gisp! myndir ið siga søgur
Gisp! er ein framsýning, sum setir fokus á norðurlendskar myndir sum frásøgn. Luttakarar eru teknarar og myndlistafólk úr Føroyum, Íslandi, Svøríki, Finnlandi og Danmark.


Luttakandi listafólkini eru:
Tóroddur Poulsen (FO)
Bárður Oskarsson (FO)
Edward Fuglø (FO)
Silja Strøm (FO)
Sigrun Gunnarsdóttir (FO)
Tummas Jákup Thomsen (FO)
Ole Wich (FO/DK)
Katja Tukiainen (FI)
Mari Ahokoivu(FI)
Bjarni Hinriksson (IS)
Hugleikur Dagsson (IS)
Þorri Hringsson (IS)
Eeva Meltio (FI)
Malin Biller (SE)
Åsa Grennvall (SE)
HuskMitNavn (DK)
Nuka Konrad Godtfredsen (Gl/DK)
Peter Madsen (DK)

GISP! Norðurlandahúsið sameinir hámentan og lágmentan

Ein av luttakarunum í GISP! er danski listamaðurin HuskMitNavn, sum hevur málað ymsar veggjamálningar fleiri staðni í Føroyum í sambandi við framsýningina. 

Fyri lesarar av teknirøðum er danska ljóðorðið Gisp neyvan ókent. Eg haldi, at tað man vera eitt tað fyrsta orðið, eg nakrantíð las - tað var í Anders And blaðnum, sum eg lærdi meg at lesa á donskum, tí tað fanst ikki á føroyskum tá, og líka visti eg hví Rip, Rap og Rup søgdu hetta Gisp! í heilum, Fedtemule segði sama løgna vana, men hann segði “Hydr” eisini, sum eg í mínum føroyska høvdi úttalaði á føroyskum við herdum og aspireraðum “dr” ljóði, men sum eg við barnsliga opnum lyndi allíkavæl góðtók sum eina av mongum løgnum sannroyndum í hesi verð.  Tað var ikki fyrr enn nógv seinni, at eg fann út av, at “gisp” verður nýtt til tess at eftirlíkna ljóðinum, sum kemur, tá fólk missa ondina av einum hvøkki ella tá tey eru bilsin.

GISP! er heitið á einum átaki og einari framsýning í Norðurlandahúsinum, har teknirøðir eru í fokus nú í heyst. Framsýningin, ið letur upp 24.oktober, er bygd á teknirøðir, tvs. at tað ikki einans snýr seg um teknirøðir í sær sjálvum, men eisini um myndlist, málningar, grafikk, tekningar og filmar hjá samtíðarlistafólkum og teknarum úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Finnlandi, Svøríki og Danmark. Framsýningin miðsavnast um norðurlendska tekning bæði sum mentanarligt fyribrigdi og í læringshøpi. Við framsýningini ynskir Norðurlandahúsið at miðsavnast um ta fabulerandi síðuna av føroyskari myndlist, samstundis sum ætlanin er at fáa skúlanæmingar at brúka Norðurlandahúsið í størri mun. Heili átjan listafólk eru umboðað á framsýningini. Kurator, Lotte Nishanthi Winther greiðir frá í áhugaverdum katalogteksti, at framsýningin er sett saman við støði í relieffinum/klippmyndini Marrur á ferð, sum William Heinesen gjørdi í 1977. Ein framsýning við teknirøðum og Williami Heinesen skuldi givið bestu útlit fyri einum áhugaverdum blandi millum há- og lágmentan, sum vit kunnu gleða okkum til.

Hesi listafólkini taka lut í GISP! William Heinesen. Hugleikur Dagsson. Tóroddur Poulsen. Bárður Oskarsson. Edward Fuglø. Silja Strøm. Tummas Jákup Thomsen. Sigrun Gunnarsdottir. Ole Wich. Bjarni Hinriksson. Þorri Hringsson. Nuka Konrad Gotfredsen. Mari Ahokoivu. Katja Tukianien. Eeva Meltio. Malin Biller Åsa Grenvall. Peter Madsen. HuskMitNavn.



Stovugenturnar hjá Jean Genet í Kommandørhúsunum

Foto: Høgni Heinesen

Mánadagin byrjar leikbólkurin Tvazz venjingarnar av leikinum Stovugenturnar í gomlu kommandørhúsunum úti við Strond í Havn.

 

Við Stovugentunum verður fyri fyrstu ferð høvi hjá almenninginum at vitja forkunnugu Kommandørhúsini, sum Føroyar fyri stuttum hava yvirtikið frá danska hernaðarvaldinum.

 

Men húsini verða nógv meira enn bara eitt hølið at framføra í, tí Kommandørhúsini og eftirkríggstíðin, tá húsini vórðu bygd, verða spunnin inn í søguna. Tey gerast premissin fyri allan leikin. Í síni nýtulking av leikritinum flytir Tvazz seg sostatt til ein nýggjan hátt at skapa leikverk.

 

Leikurin Stovugentirnar eftir Jean Genet er ein ræðandi søga um tær báðar stovugenturnar Claire og Solange, sum tæna í húsinum hjá Madame. Leikurin snýr seg fyrst og fremst um teirra ófrættakenda rolluspæl.

 

Frumframførslan av Stovugentunum  verður leygardagin 22. november 2014. Sýningar verða í Kommandørhúsinum fram til 7. desember 2014.   

 

Hesi eru við í Stovugentunum:

Leikstórn: Christoffer Berdal (DK)

Scenografi/búnar: Magdalena Stenbeck (SV)

Ljós: Egil Barclay Høgenni Hansen

Framleiðsla: Rakul Thomsen

Týðing: Jette og Gunnar Hoydal

Leikarar:

Annika Johannessen í leiklutinum sum Madame

Beinta K. Clothier í leiklutinum sum Claire

Gunnvá Zachariasen í leiklutinum Solange

 

Tað er sum vant Egil Barclay Høgenni Hansen og Gunnvá Zachariasen, ið mynda kjarnan í Tvazz.

 

Tvazz hevur síðan 2006 avbjóða føroyska áskoðaran við leikverkum, ið hava gingið nýggjar leiðir ella tikið upp kontroversiell evni, nevnast kunnu Køksdrotningarnar eftir Werner Schwab og Fundamentalisturin eftir Juha Jokela. Men eisini 4.48 Psykosa eftir Sarah Kane, ið Tvazz sýndi í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.

 

Seinasta leikverkið hjá Tvazz var leikurin Tey óndu, ið bólkurin framførdi tvímælt í Føroyum og á donskum í Grønlandi og í Danmark.

 

Aggi viðmælir listafólkum at vitja Listabýlið í Tjørnuvík

10641303_10204652166086789_214977104645704482_n.jpg

Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir hevur verið í Listabýlinum í Tjørnuvík í eina lítla viku og hon hevur fingið nógv burturúr. Fyrst og fremst hevur hon fingið frið at samla seg um tað listarliga arbeiðið, men vakra umhvørvið kring Tjørnuvík er eisini ómetaliga inspirerandi, sigur Aggi. Hon heldur, at uppihaldið hevur verið eitt satt vælsignilsi og viðmælir øllum øðrum listafólkum at nýta høvið. Tað kostar bert 500 krónur um vikuna, umframt 2000 krónur í depositum at læna skúlan í Tjørnuvík sum listabýli. Aggi kallar listabýlið í Tjørnuvík fyri ein sannan dýrgrip, sum øll listafólk skulu unna sær. Her eru nakrar myndir, sum listakvinnan sjálv hevur tikið í Tjørnuvík og eg haldi meg síggja, at uppihaldið í Tjørnuvík hevur verið inspirerandi. 

Teknisøguverksmiðja í Norðurlandahúsinum

Teknisøguverksmiðja í Norðurlandahúsinum við íslendska listamanninum Bjarna Hinrikssyni

24. oktober letur teknisøguframsýningin Gisp! upp í Norðurlandahúsinum við teknirøðum úr Danmark, Íslandi, Finnlandi, Svøríki og Føroyum.

Ein teirra, sum sýnir fram, er íslendski Bjarni Hinriksson. Bjarni er teknisøguhøvundur og stovnandi limur í íslendska listafólkakollektivinum Gisp! Bjarni hevur gingið í tekniseriulistaskúla í Frankaríki, gevur út egnar teknisøgur, undirvísir á listaháskúla í Reykjavík og ger grafiskar uppgávur fyri íslendska kringvarpið.

Leygardagin 25. oktober hava øll, sum hava hug at royna seg sum tekniseriuteknara høvi at luttaka í verksmiðju. Í fýra tímar verður arbeitt við egnum hugskotum kring felagsevnið dreymar. Tá dagurin endar, hava luttakararnir framleitt eina tekniseriu á A4 arki, har teir eiga søguna, og Bjarni hevur vegleitt og lagt lag á, hvussu tú fert frá hugskot til lidna søgu.

Royndir eru ikki kravdar, men verksmiðjan er ætlað vaksnum. Dreymin taka luttakararnir sum skrivaða søgu, við, áðrenn byrjað verður.

Tilmeldingar verða gjørdar á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. Kostnaðurin fyri fýra tímar verksmiðju er einans 100 kr, men Norðurlandahúsið ger vart við, at talið av luttakarum er avmarkað.

Í sambandi við, at tekniseriuframsýningin Gisp! varpar ljós á teknisøgur sum listagrein, hevði Peter Madsen eina verksmiðju fyri listafólk í Norðurlandahúsinum í september. Verksmiðjan við Bjarna Hinrikssyni í oktober er næsta í røðini og er ætlað áhugalistafólkum. Í november verður verksmiðja við Barð Oskarssyni og Malin Biller (SE), sum er fyri børn og ung. Øll tekningarskjøl, skrá og frágreiðing liggja á nlh.fo.

Í vikuni uppundir fernisering og verksmiðju vitjar Bjarni Hindriksson framhaldsdeildir kring landið í verkætlanini Listaleypurin. Har arbeiða næmingarnir við evninum Dagdreymar.

Hópin av mentanartilfari í nýggju Dimmu

Í Dimmalættingini, sum kemur fríggjadagin 17.oktober, eru heili seks síður av mentanartilfari. Umframt eina vakra vikuyrking hjá Oddfríði Rasmussen og áhugaverdum svarum frá mentanarbrúkaranum, sum hesa ferð eitur Tróndur Bogason, verður Barbara endurvitjað og eisini ber til at lesa samrøðu millum Ivan Niclasen og Kim Simonsen um yrkingar. Tvey ummæli eru, eitt av sjónleikinum Vit eiga ikki eitt oyra, vit lata ikki eitt oyra og hitt ummæli er av samlaðu yrkingunum hjá Jóanesi Nielsen. Restin av blaðnum sær í grundini eisini áhugaverd út, m.a. ein søga um eitt skip, sum er selt tríggjar ferðir í somu viku, og sjálvt um hetta av sonnum ljóðar sum eitt ævintýr er tað eyðsýniliga kaldur veruleiki í Føroyum. 

500 orð um: Anything is a Mirror

Síðstu ferð, eg ummældi eina serframsýning hjá Hansinu Iversen í Listasavni Føroya var í grein 23.oktober 2003 um framsýningina Strok í Fregnum. Ellivu ár seinni stendur nú hetta ummælið at lesa í hesum fyrsta blaðnum hjá nýggju Dimmu. Eg havi sjálvandi aðra orsøk til at nema við tíðina enn ta blaðsøguligu. Tí í teirri 11 ára gomlu greinini, hómast ein týðiligur didaktiskur tóni í eini roynd at greiða lesaranum frá hesum løgna fyribrigdinum, sum nonfigurativar myndir (eyðsýniliga) vóru í Føroyum tá. So mikið er hent í ellivu ára millumbilinum, at tað í dag ikki á nakran hátt tykist neyðugt at forklára Hansinu Iversen fyri føroyska listaáskoðaranum. Stóra undirtøkan í Listasavninum upplatingardagin prógvar í sær sjálvum, at Hansina Iversen er væl etablerað listakvinna, hvørs málningar, prent og prýði eftirhondini hanga í nógvum heimum og bygningum kring landið

Hansina Iversen er í listarligum undanvindi og hevur í fleiri ár sýnt suverent yvirskot, sum eisini sæst aftur í øllum teimum 23 myndunum, sum verða framsýndar í Listasavninum - onkra einstaka havi eg sæð fyrr á framsýning í fjør, men tær flestu eru nýggjar. Anything is a Mirror framsýningin er so óvanliga vøkur, at áskoðarin næstan missir ondina av øllum hesum undurvøkru fjálgu, skyggjandi appilsingulu, gráu, gulu, bláu, grønu, violettu og turkis málningunum og allur vakurleikin eigur at fáa ein og hvønn kritiskan ummælara at spyrja seg sjálva, hvørt framsýningin er ov vøkur, ov lekkur, ov samanhangandi, ov mótstøðuleys. Svarið er avgjørt nei. Sum altíð í listarligum høpi snýr tað seg um dugnaskap og ósvitaligan konsekvens, sum sett saman við listarligum kenslusemi úrslitar í eini dygdarframsýning, ið tykist ómetaliga nútíðarlig, samstundis sum okkurt afturljóð úr føroyskari listasøgu hómast. Stóra myndin á endavegginum, sum listakvinnan hevur málað á staðnum í framsýningarsalinum, er í sær sjálvum eitt bragd. Hon minnir um onkra av seinastu myndunum hjá Ingálvi av Reyni, og bæði litir og kompositiónir gera, at eg eina løtu fái surrealistiska tankan at hava smoygt mær inn í ein av ljósglitrandi málningunum hjá Zachariasi Heinesen, tí myndirnar hjá Hansinu Iversen snúgva seg í stóran mun um ljós.

Uppheingingin tykist merkt av einum ynski um fullkomna harmoni og reinleika, meðan myndirnar sjálvar eru fullar av spenningum og mótstøðu, t.d. ein lag omaná lag mynd við orange og myrkagráari bakgrundi, har uttasti grái formurin er settur omaná eina gulgráa grund eitt sindur skeivt, so at eitt sindur av tí gula kemur undan í erva og litar gráa kantin grønan útivið. Myndin er eitt gott dømi um nakrar litir, sum ganga aftur í nýggju myndunum hjá Hansinu Iversen. Formarnir eru rundleiddir sum áður, men myndarúmið tykist alsamt meira samansett hjá listakvinnuni, ið brúkar meira máling nú enn fyrr, so at myndarúmið í nógvum førum tykist stúvstappað av formatiónum, sum hótta við at spreingja seg út úr myndini. Hansina Iversen er so væl fyri sum málari, at hon megnar at gera júst tað, sum hon setir sær fyri um tað er at mana fram eitt mjúkt lot við fonløttum strokum og elatunnum litløgum ella lagið er ógvisligari, so megnar hon eisini tað við veldugum ódnartøkum.

Hansina Iversen: Anything is a Mirror. Listasavn Føroya. Opið inntil 30.nov. Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00

Bjargið Havnini - hvat meina tey við?

Tórshavnar Kommuna hevur lagt ein filmsstubba á internetið við framtíðarætlanum hjá Zeta Architects fyri Havnar bý, sum teir vunnu arkitektakappingina hjá kommununi við í summar. Filmurin hevur fingið øði í nakrar borgarar, ið hava stovnað ein Facebookbólk, har tey heita á fólk um at bjarga Havnini. Tey greiða frá, at tey ynskja at mótmæla tí, sum verður gjørt mótvegis Havnini, at gamlir søguligir bygningar verða rivnir niður og kassar verða bygdir í staðin. Tey halda, at broyting skal til fyri at fáa lív í miðbýin, men meta, at arkitektonisk atlit mugu takast til føroyskan byggihátt, ið kann moderniserast, so at tað nøktar okkara tørvi. Ein av teimum mótmælandi er listamaðurin Heiðrik á Heygum, sum eg havi biðið um at konkretisera kritikkin. Hann tekur ætlanina um Steinatún sum dømi og sigur, at tað býarrúmið líkist einum flogvølli á framtíðarætlanini og at tað tykist honum óføroyskt og óhugnaligt. Longu nú eru fleiri gomul hús tikin niður og í staðin koma nýggir kassar upp, sum eru anonymir og sterilir og sum ikki á nakran hátt passa til okkara bý, heldur Heiðrik, hann nevnir húsið hjá Frelsunarherinum sum dømi, umframt bygningin hjá 1.flokki í Kommunuskúlanum. Har er einki føroyskt eyðkenni, heldur hann. Eg spyrji um hann meinar við flagtekjur og tílíkt og hann játtar og heldur, at gras, træ og grót eru tilfar, ið passa inn í føroyska landslagi. Harumframt heldur hann, at vit mugu taka atlit til gamlan føroyskan byggisið fyri eitt nú at yvirhalda nakrar dimensiónir, sum eru hóskandi til býin. 

http://vimeo.com/108766312

Zven Balslev í fokus

Hesa vikuna verður fokus sett á Zven Balslev á heimasíðuni www.kunsten.nu Hann er ein áhugaverdur listamaður, sum fleiri ferðir hevur sýnt fram í Føroyum prent, sum hann hevur gjørt í Steinprenti. Nøkur av prentunum hjá honum sum tað, ið eg havi sett í erva her, eru inspirerað av søguni um knívin hjá Williami Heinesen.

http://www.kunsten.nu/artikler/artikel.php?ugens+kunstner+zven+balslev+gourmeat+marie+kirkegaard+gallery

Eitt sindur um eina omandotna ær og aðrar ikki-trupulleikar

Víst bleiv eg eisini kløkk at síggja hasa stakkals ærina og lítla lambið detta oman á sjónvarpsskíggjanum, ikki minst tí eg beint tá sat og var so ómetaliga hugtikin av undirgangskenda vakurleikanum í heystnáttúruni, sum eg helt hóska so sera væl til árstíðina. Síðani hevur eitt øgiligt rok verið av fólki, sum eru fratør um, at sjónvarpið nú vísir tílíkt “sum undirhald” og av øðrum, sum hinvegin halda, at vit nú eru vorðin ov ávirkað av Sea Shepherd og aftur av fólki, sum tilskilað sær rættin at vera djórakær og so framvegis og so framvegis. Og heldur ikki eg eri serligur tilhangari av djórapínslu og so framvegis, men tað er altso ikki nakað, ið órógvar meg í heilum. Hinvegin tykist mær ørkymlandi so nógvar reglur og so nógvir tankar verða brúktir uppá seyðaóhappið í gjárkvøldið. Søgan hevur víst okkum, at konsentrerað miðsavnan um tílíkar ikki-trupulleikar ber brá av, at veruligir trupulleikar verða skíggjaðir sum pestin. Eg meini so við. Har er so nógv ræðuligt í tíðindasendingum, sum hesa tíðina krevja ísakaldar nervar, skalt tú vera sitandi, mær nýtist neyvan at nevna  tey sundirbumbaði børnini í Sýria við manglandi armum og eygum og tey grátandi foreldrini, hópneyðtiknu konurnar í India, Ebola-líkini, sum í hópatali verða borin út úr afrikonskum hospitalum, svartklæddir ungir menn, sum halda seg eiga rættin til at avhøvda aðrar ungar menn osfr. Hjá okkum er sum í paradís afturímóti nú heystfjøllini eru gingin og flettingin gongur so lystiliga. Allíkavæl eru vit eitt nokk so gott petti frá at kunna kalla okkum fyri trupulleikafrí. Trupulleikar eru alla staðni. Tað er óndskapurin eisini, tó at eg loyvi mær at ivast í um hann er at finna inkarneraður í redaktiónini á Degi og Viku í gjárkvøldið. Bókin Lille Dæmonologi, sum Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen hava givið út á Steinprenti, er miðsavnað um óndskapin, sum essayisturin Thomsen sigur seg trúgva uppá heilt ítøkiliga. Fyrsta ritroyndin snýr seg um Eksorsistin, hin kenda ræðufilmin sum William Friedkin leikstjórnaði í 1973, og sum høvundurin greinar og brúkar sum útgangsstøði fyri sínum undrunar- og áhugaverdu hugleiðingum um m.a. fatanina av triviallist og átrúnað. Í seinnu ritroyndini tvinnar ritroyndarhøvundurin nakrar afturminningar saman við onkrum, sum hann hevur lisið og tekur við hesum samanum lyndið hjá tí ónda. Óndskapur er menniskjaligur av lyndi, heldur hann, og tað óansæð um tað er tað slagið av óndskapi og upploysn, sum alkoholisma førir við sær, ella tá ein maður uttan nakra orsøk ella frágreiðing velur at sparka ein hund. Tilvitaður, djevulsettur óndskapur er eisini einasta frágreiðing, sum høvundurin fær til at passa við teir gerningar, ið vórðu framdir undir nazistaveldinum. Hetta er ein ómetaliga áhugaverd og upplýsandi bók, sum ger teg klókari meðan tú lesur. Og eg haldi, at bæði tú og eg mugu royna at kunna okkum og kanska lesa meira til tess at duga betur at skyna á nær eitt mál veruliga krevur innblanding. Tilvitaður óndskapur er til og her hugsi eg ikki um Satan ella nakran av hansara húsi. Eg hugsi um okkum menniskju, okkara maktgirnd og grammleika, sum hvønn tann einasta dag ávirkar eitt av okkara medmenniskjum. Uttanlands hava vit sæð dømi uppá politiskt og religiøst grundaðan óndskap í yvirgangi. Danmark, sum vit eru ein partur av, er aftur partur av einum kríggi og kríggj er eitt slag av skipaðum óndskap, skulu vit ikki øsa okkum um tað?. Eg haldi, at tað er av týdningi at duga at skyna á trupulleikar og serliga, at vit ikki taka til at yvirdramatisera ikki-trupulleikar. Á tann hátt verður ikki pláss fyri teimum veruligu trupulleikunum.




 

 

Ein bók er lend...

..á borðinum hjá mær og hesa bókina við samlaðu yrkingunum  hjá Jóanesi Nielsen havi eg glett meg til leingi. Hon verður løgd fram í dag í Rit og Rák í SMS klokkan 17 og ummæld í Dimmalætting sum skjótast! Av øðrum mentanartilfari í komandi Dimmu kann nevnast ein feministisk endurvitjan aftur á eina kenda skaldsøgu, sum kom fyri 75 árum, eitt sjónleikarummæli, ein fín vikuyrking, ein samrøða við vinnaran á M.A.Jacobsens heiðurslønini í føgrum bókmentum og mentanarbrúkarin hesa ferð er í uppskoti til eina tónleikavirðisløn. Nåh, hetta havi eg ikki tíð til, nú skal nýggja bókin lesast! 

Rúni Brattaberg hevur úr at gera

Myndin varð tikin av Rúna Brattaberg í gjár í leiklutinum sum Sarastro í Gandafloytuni í Opera Leipzig

Í gjárkvøldi stóð Rúni Brattaberg á pallinum í Opera Leipzig sum Sarastro og tað gekk eftir øllum at døma uppá stás. Talan var um eina sonevnda “Repertoire sýning", tvs at tey høvdu onga pallroynd og onga orkesturroynd heldur. Tað var tí heppið, at Rúni Brattaberg hevur roynt leiklutin áður og kennir seg væl í honum. Hinar framførslurnar verða 21. og 27.Desember í 2014 og 29.Januar og 29.Marts í 2015. Aftaná tað verða fleiri spennandi uppgávur til Rúna Brattaberg. Ulf Schirmer, stjóri í Opera Leipzig, hevur engasjerað hann at syngja Wagner. Tað snýr seg serliga um framframførsluna av Hagen úr Götterdämmerung (Ragnarok) sum verður í Apríl 2016. Hesa sesongina syngur Rúni Brattaberg Hunding og Fafner úr Die Walküre og Siegfried, Gurnemanz úr Parsifal og Landgraf Hermann úr Tannhäuser, so tað ljóðar sum um, at Rúni Brattaberg hevur úr av spennandi operauppgávum uttanlands. Tað hevði verið ómetaliga  stuttligt um hann kom heim til Føroya at framføra Saratro fyri okkum, ella enn betur, um hann sang ein av leiklutunum í einari spildurnýggjari føroyskari opera, sum verður komponerað til upplatingina av nýggja tjóðleikhúsinum á Skálatrøð í 2019. 

1864 - hugtiknir ummælarar og nakrar atfinningar

Í kvøld varð fyrstu partur av stóru donsku sjónvarpsrøðini 1864 sendur á DR1. Røðin, ið longu hevur elvt til nógv kjak millum bæði søgufólk og politikarar, er alment fíggjað, og útreiðslurnar fevna um tilsamans 173 mió krónur. Røðin snýr seg um slagið við Dybbøl á sinni, tá Danmark misti  Slesvig, Holsten og Lauenborg. Ole Bornedal hevur skrivað og leikstjórnað filmin, sum er stórsligin og flottur við blátónaðu myndunum, sum eru inn í løtuni. Og fleiri ummælarar eru hugtiknir, m.a. Henrik Palle, sum í Politiken letur fyrsta partinum fimm hjørtu, tað sama ger Niels Lind Larsen í BT. Henrik Queitch er ørkymlaður um nútíðarsøguna, sum verður brúkt sum ramma í filminum, tí hann heldur hana vera ov pedagogiska. Og tað kann vera, at søgan um Claudiu, sum er langt úti og møtir einum baróni og finnur dagbókina hjá Inger, sum livdi í 19.øld, kennist eitt sindur konstruerað, men hinvegin er hetta ein inngongd, sum í sær sjálvum ger vart við tey mongu konstrueraðu løgini, sum finnast í millum okkum og søguna. Fyri ein føroying er tað í hvussu er áhugavert at síggja hvussu donsk nationalisma verður handfarin í 2014 - 150 ár eftir Dybbøl, nú Danmark er vorðið eitt land sum í heilum tekur lut í kríggjum kring heimin. Tí fari eg at hyggja eftir næsta parti av 1864 og tí gleði eg meg til Deadline í kvøld klokkan 21.30, sum snýr seg um nýggju røðina. Leikstjórin Ole Bornedal er fyrsti gestur í sjónvarpsstovuni og síðan verður tosað við Rasmus Glenthøj, søgufrøðing, Onnu Libak, journalist og Piu Kjærsgaard politikara.

Melda tín film til Filmskvøldið 2014

Norðurlandahúsið skipar aftur í ár fyri filmskvøldið hóskvøldið 11. desember, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar.


Frá í dag stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Filmskvøldið 2014.

 

Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni.

 

Freistin at melda filmin til Filmkvøldið 2014 er tann 11. november. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 25. november, eru hesi:

 

{1)   Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður.

{2)   Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m. Handilsligir filmar, ella filmar av øðrum slagi, sum innihalda handilsligar tilsipingar, verða ikki góðtiknir í kappingini um Geytan.

3)   Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum.

4) Stuttfilmurin kann hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 11. desember 2013.

5) Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum. Nevndin metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverk.

Í filmsnevndini sita Birgir Kruse, form., Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen, og Marjun Niclasen.

 Geytavirðislønina á 25.000 krónur letur Norðurlandahúsið saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og Dávur Geyti hava gjørt. Áskoðaravirðislønin á 15.000 krónur verður latin av Tórshavnar Kommunu, og her er tað møtti áskoðarin, ið sleppur av velja sín yndisfilm. 

Tómligt konsept - fullgott prát

Eg helt, at konseptið í nýggju samrøðusendingini Sjá ljóðaði eitt sindur tómligt; ein sending, ið heilt einfalt er miðsavnað kring menniskju. Søgan verður funnin í persónunum, sum taka lut í sendingini. – Geisp, hugsaði eg við mær sjálvari, hava tey funnið uppá eina snakkisending aftrat. Men eg havi nú hugt eftir sendingini, og sjálvt um eg bleiv bilsin av teirri heldur óvæntaðu blandingini millum mentanarligu vinklingina í valinum av luttakarum og so prátið, sum fyri tær báðar kvinnurnar hevði sálarfrøðilig perspektiv, meðan samrøðan við mannin ikki var eins persónlig. Sendingin stendur seg væl, ikki minst orsakað av, at fyriskiparin Heini í Skorini er ein intelligentur samrøðufelagi, og at hann hevur funnið nøkur áhugaverd fólk at tosa við. Í fyrstu sendingini eru gestirnir Pól Hansen, Jensina Olsen og Eva Maria Brynhildardóttir. Samrøðurnar eru rættiliga intensar, talan er um nærmyndir av einstaklingum og tað riggar væl, men tað kennist løgið og eitt sindur nyttuleyst, at fólkini verða sitandi í studionum, tá tey eru liðug at práta, og kanska fæst ikki so nógv burtur úr felagsskapinum. Allíkavæl haldi eg hesa fyrstu Sjá-sendingina vera so mikið áhugaverda, at eg heilt vist fari at síggja ta næstu. 

Sjá verður send í Kringvarpi Føroya klokkan 20.00 í kvøld. 

http://kvf.fo/netvarp/sv/2014/10/12/sja

Ein føroyskur Sarastro

Rúni Brattaferg sum Gremin Fúrsti. Foto: Carola Hoelting

Tá Opera Leipzig í kvøld framførir Gandafloytuna hjá Mozart, verður tað við einum føroyskum Sarastro. Rúni Brattaberg hevur áhugaverda, fleirtýdda leiklutin sum tempulharrin, ið er stýrandi og sum kanska umboðar eitt slag av upplýstum einaveldi. Leikluturin er týdningarmikil, øll søgugongdin tekur støði í hansara gerðum, hann verður í fyrstani kanska fataður sum tyran, tí hann tekur Paminu burtur frá hennara umhvørvi. Men í ævintýrkenda operauniversinum er hann ikki nakað bølmenni, hann er staddur á teirri ljósu síðuni og hevur fleiri vakrar, mildar ariir í operuni, m.a. hesa, sum Kurt Moll framførir. Framførslan í kvøld er hin fyrsta hjá Rúna Brattaberg í leiklutinum í Leipzig, men hann hevur sungið Sarastro áður í Nationaltheater Mannheim og í Opera Lausanne

 

http://www.youtube.com/watch?v=Ffs4KdxkoBM

 

In diesen heil¹gen Hallen 

In diesen heil'gen Hallen             Within these hallowed halls

Kennt man die Rache nicht.            One knows not  revenge.

Und ist ein Mensch gefallen,          And should a person have fallen,

Führt Liebe ihn zur Pflicht.          Love will guide him to duty.

Dann wandelt er an Freundes Hand      Then wanders he on the hand of a friend

Vergnügt und froh ins bess're Land.   Cheerful and happy into a better land.

 

In diesen heil'gen Mauern,            Within these hallowed walls,

Wo Mensch den Menschen liebt,         Where  human loves the human,

Kann kein Verräter lauern,            No traitor can lurk,

Weil man dem Feind vergibt.           Because one forgives the enemy.

Wen solche Lehren nicht erfreun,      Whomever these lessons do not please,

Verdient nicht ein Mensch zu sein.    Deserves not to be a human being.