500 orð um: Anything is a Mirror

Síðstu ferð, eg ummældi eina serframsýning hjá Hansinu Iversen í Listasavni Føroya var í grein 23.oktober 2003 um framsýningina Strok í Fregnum. Ellivu ár seinni stendur nú hetta ummælið at lesa í hesum fyrsta blaðnum hjá nýggju Dimmu. Eg havi sjálvandi aðra orsøk til at nema við tíðina enn ta blaðsøguligu. Tí í teirri 11 ára gomlu greinini, hómast ein týðiligur didaktiskur tóni í eini roynd at greiða lesaranum frá hesum løgna fyribrigdinum, sum nonfigurativar myndir (eyðsýniliga) vóru í Føroyum tá. So mikið er hent í ellivu ára millumbilinum, at tað í dag ikki á nakran hátt tykist neyðugt at forklára Hansinu Iversen fyri føroyska listaáskoðaranum. Stóra undirtøkan í Listasavninum upplatingardagin prógvar í sær sjálvum, at Hansina Iversen er væl etablerað listakvinna, hvørs málningar, prent og prýði eftirhondini hanga í nógvum heimum og bygningum kring landið

Hansina Iversen er í listarligum undanvindi og hevur í fleiri ár sýnt suverent yvirskot, sum eisini sæst aftur í øllum teimum 23 myndunum, sum verða framsýndar í Listasavninum - onkra einstaka havi eg sæð fyrr á framsýning í fjør, men tær flestu eru nýggjar. Anything is a Mirror framsýningin er so óvanliga vøkur, at áskoðarin næstan missir ondina av øllum hesum undurvøkru fjálgu, skyggjandi appilsingulu, gráu, gulu, bláu, grønu, violettu og turkis málningunum og allur vakurleikin eigur at fáa ein og hvønn kritiskan ummælara at spyrja seg sjálva, hvørt framsýningin er ov vøkur, ov lekkur, ov samanhangandi, ov mótstøðuleys. Svarið er avgjørt nei. Sum altíð í listarligum høpi snýr tað seg um dugnaskap og ósvitaligan konsekvens, sum sett saman við listarligum kenslusemi úrslitar í eini dygdarframsýning, ið tykist ómetaliga nútíðarlig, samstundis sum okkurt afturljóð úr føroyskari listasøgu hómast. Stóra myndin á endavegginum, sum listakvinnan hevur málað á staðnum í framsýningarsalinum, er í sær sjálvum eitt bragd. Hon minnir um onkra av seinastu myndunum hjá Ingálvi av Reyni, og bæði litir og kompositiónir gera, at eg eina løtu fái surrealistiska tankan at hava smoygt mær inn í ein av ljósglitrandi málningunum hjá Zachariasi Heinesen, tí myndirnar hjá Hansinu Iversen snúgva seg í stóran mun um ljós.

Uppheingingin tykist merkt av einum ynski um fullkomna harmoni og reinleika, meðan myndirnar sjálvar eru fullar av spenningum og mótstøðu, t.d. ein lag omaná lag mynd við orange og myrkagráari bakgrundi, har uttasti grái formurin er settur omaná eina gulgráa grund eitt sindur skeivt, so at eitt sindur av tí gula kemur undan í erva og litar gráa kantin grønan útivið. Myndin er eitt gott dømi um nakrar litir, sum ganga aftur í nýggju myndunum hjá Hansinu Iversen. Formarnir eru rundleiddir sum áður, men myndarúmið tykist alsamt meira samansett hjá listakvinnuni, ið brúkar meira máling nú enn fyrr, so at myndarúmið í nógvum førum tykist stúvstappað av formatiónum, sum hótta við at spreingja seg út úr myndini. Hansina Iversen er so væl fyri sum málari, at hon megnar at gera júst tað, sum hon setir sær fyri um tað er at mana fram eitt mjúkt lot við fonløttum strokum og elatunnum litløgum ella lagið er ógvisligari, so megnar hon eisini tað við veldugum ódnartøkum.

Hansina Iversen: Anything is a Mirror. Listasavn Føroya. Opið inntil 30.nov. Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00