1864 - hugtiknir ummælarar og nakrar atfinningar
/Í kvøld varð fyrstu partur av stóru donsku sjónvarpsrøðini 1864 sendur á DR1. Røðin, ið longu hevur elvt til nógv kjak millum bæði søgufólk og politikarar, er alment fíggjað, og útreiðslurnar fevna um tilsamans 173 mió krónur. Røðin snýr seg um slagið við Dybbøl á sinni, tá Danmark misti Slesvig, Holsten og Lauenborg. Ole Bornedal hevur skrivað og leikstjórnað filmin, sum er stórsligin og flottur við blátónaðu myndunum, sum eru inn í løtuni. Og fleiri ummælarar eru hugtiknir, m.a. Henrik Palle, sum í Politiken letur fyrsta partinum fimm hjørtu, tað sama ger Niels Lind Larsen í BT. Henrik Queitch er ørkymlaður um nútíðarsøguna, sum verður brúkt sum ramma í filminum, tí hann heldur hana vera ov pedagogiska. Og tað kann vera, at søgan um Claudiu, sum er langt úti og møtir einum baróni og finnur dagbókina hjá Inger, sum livdi í 19.øld, kennist eitt sindur konstruerað, men hinvegin er hetta ein inngongd, sum í sær sjálvum ger vart við tey mongu konstrueraðu løgini, sum finnast í millum okkum og søguna. Fyri ein føroying er tað í hvussu er áhugavert at síggja hvussu donsk nationalisma verður handfarin í 2014 - 150 ár eftir Dybbøl, nú Danmark er vorðið eitt land sum í heilum tekur lut í kríggjum kring heimin. Tí fari eg at hyggja eftir næsta parti av 1864 og tí gleði eg meg til Deadline í kvøld klokkan 21.30, sum snýr seg um nýggju røðina. Leikstjórin Ole Bornedal er fyrsti gestur í sjónvarpsstovuni og síðan verður tosað við Rasmus Glenthøj, søgufrøðing, Onnu Libak, journalist og Piu Kjærsgaard politikara.