Tómligt konsept - fullgott prát
/Eg helt, at konseptið í nýggju samrøðusendingini Sjá ljóðaði eitt sindur tómligt; ein sending, ið heilt einfalt er miðsavnað kring menniskju. Søgan verður funnin í persónunum, sum taka lut í sendingini. – Geisp, hugsaði eg við mær sjálvari, hava tey funnið uppá eina snakkisending aftrat. Men eg havi nú hugt eftir sendingini, og sjálvt um eg bleiv bilsin av teirri heldur óvæntaðu blandingini millum mentanarligu vinklingina í valinum av luttakarum og so prátið, sum fyri tær báðar kvinnurnar hevði sálarfrøðilig perspektiv, meðan samrøðan við mannin ikki var eins persónlig. Sendingin stendur seg væl, ikki minst orsakað av, at fyriskiparin Heini í Skorini er ein intelligentur samrøðufelagi, og at hann hevur funnið nøkur áhugaverd fólk at tosa við. Í fyrstu sendingini eru gestirnir Pól Hansen, Jensina Olsen og Eva Maria Brynhildardóttir. Samrøðurnar eru rættiliga intensar, talan er um nærmyndir av einstaklingum og tað riggar væl, men tað kennist løgið og eitt sindur nyttuleyst, at fólkini verða sitandi í studionum, tá tey eru liðug at práta, og kanska fæst ikki so nógv burtur úr felagsskapinum. Allíkavæl haldi eg hesa fyrstu Sjá-sendingina vera so mikið áhugaverda, at eg heilt vist fari at síggja ta næstu.
Sjá verður send í Kringvarpi Føroya klokkan 20.00 í kvøld.