Bjargið Havnini - hvat meina tey við?

Tórshavnar Kommuna hevur lagt ein filmsstubba á internetið við framtíðarætlanum hjá Zeta Architects fyri Havnar bý, sum teir vunnu arkitektakappingina hjá kommununi við í summar. Filmurin hevur fingið øði í nakrar borgarar, ið hava stovnað ein Facebookbólk, har tey heita á fólk um at bjarga Havnini. Tey greiða frá, at tey ynskja at mótmæla tí, sum verður gjørt mótvegis Havnini, at gamlir søguligir bygningar verða rivnir niður og kassar verða bygdir í staðin. Tey halda, at broyting skal til fyri at fáa lív í miðbýin, men meta, at arkitektonisk atlit mugu takast til føroyskan byggihátt, ið kann moderniserast, so at tað nøktar okkara tørvi. Ein av teimum mótmælandi er listamaðurin Heiðrik á Heygum, sum eg havi biðið um at konkretisera kritikkin. Hann tekur ætlanina um Steinatún sum dømi og sigur, at tað býarrúmið líkist einum flogvølli á framtíðarætlanini og at tað tykist honum óføroyskt og óhugnaligt. Longu nú eru fleiri gomul hús tikin niður og í staðin koma nýggir kassar upp, sum eru anonymir og sterilir og sum ikki á nakran hátt passa til okkara bý, heldur Heiðrik, hann nevnir húsið hjá Frelsunarherinum sum dømi, umframt bygningin hjá 1.flokki í Kommunuskúlanum. Har er einki føroyskt eyðkenni, heldur hann. Eg spyrji um hann meinar við flagtekjur og tílíkt og hann játtar og heldur, at gras, træ og grót eru tilfar, ið passa inn í føroyska landslagi. Harumframt heldur hann, at vit mugu taka atlit til gamlan føroyskan byggisið fyri eitt nú at yvirhalda nakrar dimensiónir, sum eru hóskandi til býin. 

http://vimeo.com/108766312