Rúni Brattaberg hevur úr at gera

Myndin varð tikin av Rúna Brattaberg í gjár í leiklutinum sum Sarastro í Gandafloytuni í Opera Leipzig

Í gjárkvøldi stóð Rúni Brattaberg á pallinum í Opera Leipzig sum Sarastro og tað gekk eftir øllum at døma uppá stás. Talan var um eina sonevnda “Repertoire sýning", tvs at tey høvdu onga pallroynd og onga orkesturroynd heldur. Tað var tí heppið, at Rúni Brattaberg hevur roynt leiklutin áður og kennir seg væl í honum. Hinar framførslurnar verða 21. og 27.Desember í 2014 og 29.Januar og 29.Marts í 2015. Aftaná tað verða fleiri spennandi uppgávur til Rúna Brattaberg. Ulf Schirmer, stjóri í Opera Leipzig, hevur engasjerað hann at syngja Wagner. Tað snýr seg serliga um framframførsluna av Hagen úr Götterdämmerung (Ragnarok) sum verður í Apríl 2016. Hesa sesongina syngur Rúni Brattaberg Hunding og Fafner úr Die Walküre og Siegfried, Gurnemanz úr Parsifal og Landgraf Hermann úr Tannhäuser, so tað ljóðar sum um, at Rúni Brattaberg hevur úr av spennandi operauppgávum uttanlands. Tað hevði verið ómetaliga  stuttligt um hann kom heim til Føroya at framføra Saratro fyri okkum, ella enn betur, um hann sang ein av leiklutunum í einari spildurnýggjari føroyskari opera, sum verður komponerað til upplatingina av nýggja tjóðleikhúsinum á Skálatrøð í 2019.