Eitt sindur um eina omandotna ær og aðrar ikki-trupulleikar

Víst bleiv eg eisini kløkk at síggja hasa stakkals ærina og lítla lambið detta oman á sjónvarpsskíggjanum, ikki minst tí eg beint tá sat og var so ómetaliga hugtikin av undirgangskenda vakurleikanum í heystnáttúruni, sum eg helt hóska so sera væl til árstíðina. Síðani hevur eitt øgiligt rok verið av fólki, sum eru fratør um, at sjónvarpið nú vísir tílíkt “sum undirhald” og av øðrum, sum hinvegin halda, at vit nú eru vorðin ov ávirkað av Sea Shepherd og aftur av fólki, sum tilskilað sær rættin at vera djórakær og so framvegis og so framvegis. Og heldur ikki eg eri serligur tilhangari av djórapínslu og so framvegis, men tað er altso ikki nakað, ið órógvar meg í heilum. Hinvegin tykist mær ørkymlandi so nógvar reglur og so nógvir tankar verða brúktir uppá seyðaóhappið í gjárkvøldið. Søgan hevur víst okkum, at konsentrerað miðsavnan um tílíkar ikki-trupulleikar ber brá av, at veruligir trupulleikar verða skíggjaðir sum pestin. Eg meini so við. Har er so nógv ræðuligt í tíðindasendingum, sum hesa tíðina krevja ísakaldar nervar, skalt tú vera sitandi, mær nýtist neyvan at nevna  tey sundirbumbaði børnini í Sýria við manglandi armum og eygum og tey grátandi foreldrini, hópneyðtiknu konurnar í India, Ebola-líkini, sum í hópatali verða borin út úr afrikonskum hospitalum, svartklæddir ungir menn, sum halda seg eiga rættin til at avhøvda aðrar ungar menn osfr. Hjá okkum er sum í paradís afturímóti nú heystfjøllini eru gingin og flettingin gongur so lystiliga. Allíkavæl eru vit eitt nokk so gott petti frá at kunna kalla okkum fyri trupulleikafrí. Trupulleikar eru alla staðni. Tað er óndskapurin eisini, tó at eg loyvi mær at ivast í um hann er at finna inkarneraður í redaktiónini á Degi og Viku í gjárkvøldið. Bókin Lille Dæmonologi, sum Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen hava givið út á Steinprenti, er miðsavnað um óndskapin, sum essayisturin Thomsen sigur seg trúgva uppá heilt ítøkiliga. Fyrsta ritroyndin snýr seg um Eksorsistin, hin kenda ræðufilmin sum William Friedkin leikstjórnaði í 1973, og sum høvundurin greinar og brúkar sum útgangsstøði fyri sínum undrunar- og áhugaverdu hugleiðingum um m.a. fatanina av triviallist og átrúnað. Í seinnu ritroyndini tvinnar ritroyndarhøvundurin nakrar afturminningar saman við onkrum, sum hann hevur lisið og tekur við hesum samanum lyndið hjá tí ónda. Óndskapur er menniskjaligur av lyndi, heldur hann, og tað óansæð um tað er tað slagið av óndskapi og upploysn, sum alkoholisma førir við sær, ella tá ein maður uttan nakra orsøk ella frágreiðing velur at sparka ein hund. Tilvitaður, djevulsettur óndskapur er eisini einasta frágreiðing, sum høvundurin fær til at passa við teir gerningar, ið vórðu framdir undir nazistaveldinum. Hetta er ein ómetaliga áhugaverd og upplýsandi bók, sum ger teg klókari meðan tú lesur. Og eg haldi, at bæði tú og eg mugu royna at kunna okkum og kanska lesa meira til tess at duga betur at skyna á nær eitt mál veruliga krevur innblanding. Tilvitaður óndskapur er til og her hugsi eg ikki um Satan ella nakran av hansara húsi. Eg hugsi um okkum menniskju, okkara maktgirnd og grammleika, sum hvønn tann einasta dag ávirkar eitt av okkara medmenniskjum. Uttanlands hava vit sæð dømi uppá politiskt og religiøst grundaðan óndskap í yvirgangi. Danmark, sum vit eru ein partur av, er aftur partur av einum kríggi og kríggj er eitt slag av skipaðum óndskap, skulu vit ikki øsa okkum um tað?. Eg haldi, at tað er av týdningi at duga at skyna á trupulleikar og serliga, at vit ikki taka til at yvirdramatisera ikki-trupulleikar. Á tann hátt verður ikki pláss fyri teimum veruligu trupulleikunum.